Tingskipan Føroya Løgtings

Heimilað í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya § 16 hevur løgtingið á løgtingsfundi hin 1. juli 1995, 15. mai 1996 og 23. apríl 1999  ásett:

Álit um tingskipan Føroya Løgtings
Álit um broyting av tingskipan Føroya Løgtings
Løgtingsmál nr. 122/1998: Uppskot til broyting í Tingskipan Føroya Løgtings

Ymiskt tulkingartilfar viðv. tingskipanini

Forretningsordenen på dansk

Kap. I Skipan tingsins
Kap. II Løgtingsnevndir
Kap. III Tingmál
Kap. IV Fundarskipan
Kap. V Atkvøðugreiðslur
Kap. VI Ymsar ásetanir
Kap. VII Gildisfyriskipanir og skiftisreglur
Talutíðir

 


Kap. I Skipan tingsins

At góðkenna løgtingsvalið

§ 1. Á fyrsta løgtingsfundi eftir val koma saman í tinghúsinum tær konur og teir menn, sum hava fingið valbræv frá valnevndunum ella løgmanni.
Stk. 2. Tey kunnu bara umrøða og atkvøða í spurninginum um valgildi.

§ 2. Elsti maður ella elsta kona á tingi á aldri, ellisformaðurin, tekur sæti í formanssessinum sum fyribilsformaður og heitir á 3 vald norðanfjørðs- og 3 vald sunnanfjørðs at kanna valbrøvini.

§ 3. Tey, vald eru norðanfjørðs, kanna valbrøvini hjá teimum, sum vald eru í Suðurstreymoy, Sandoy og Suðuroy. Tey, vald eru sunnanfjørðs, kanna valbrøvini hjá teimum, sum vald eru í Norðuroyggjum, Eysturoy, Norðstreymoy og Vágum.
Stk. 2. Í felag kanna tey síðan:

  1. Útskriftirnar úr gerðabókum valnevndarinnar,
  2. klagur um valið,
  3. hvussu løgmaður hevur roknað valið,
  4. at tey valdu eru myndug, hava danskan ríkisborgaraskap og eru heimahoyrandi í Føroyum sbr. stýrisskipanarlógini § 3,
  5. um nakar valdur ikki lýkur treytirnar í stýrisskipanarlógini § 4, stk.1, tí at hann er revsaður fyri gerð, sum nevnd er í stk. 2 og 3 í somu grein,
  6. niðurstøðu løgmans til valúrslitið.

§ 4. Tilmæli um góðkenning av valbrøvunum og um góðkenning av valúrslitunum verða munnliga løgd fyri tingið. Tingið tekur tá avgerð bæði um góðkenning av valbrøvunum og um góðkenning av valúrslitunum á sama fundi, sum uppskotini eru løgd fram. Atkvøtt verður fyri og ímóti.

§ 5. Tá valbrøv teirra valdu eru góðkend við atkvøðugreiðslu, eru tey formliga løgtingsmenn og hava allar tær heimildir og øll rættindi, sum stýrisskipanarlógin veitir teimum.

§ 6. Ellisformaðurin krevur nú av hvørjum løgtingsmanni, at hann við trú og heiður skrivar undir váttan, hvørji álitsstørv, sum nevnd eru í stýrisskipanarlógini § 8, hann hevur, og at hann játtar, at hann leggur nú hesi álitsstørv frá sær.

§ 7. Ellisformaðurin lýsir nú løgtingið at vera sett.

Val av løgtingsformanni og næstformonnum

§ 8. Løgtingið velur løgtingsformann og tríggjar næstformenn.

§ 9. Á sama fundi, løgtingið er sett, biður ellisformaðurin tingmenn um uppskot til løgtingsformann.
Stk. 2. Uttan at hava umrøðu og nevndarviðgerð verður síðan atkvøðugreiðsla sbr. reglunum í § 78, stk. 3, á sama fundi um at velja løgtingsformann.

§ 10. Flokkarnir, sum umboðaðir eru á løgtingi, uttan flokkurin, løgtingsformaðurin er úr, tilnevna eftir stødd tingmann til 1., 2. og 3. næstformann. Stendur á jøvnum, ræður lutakast.

§ 11. Boða fýra fimtingar av tinginum løgtingsformanninum skrivliga frá, at teir krevja nýggjan formansskap valdan eftir reglunum í stýrisskipanarlógini § 9, stk. 3, fer løgtingsformaðurin úr formanssessinum alt fyri eitt.

§ 12. Ellisformaðurin á tingi, sbr. § 2, tekur tá formanssæti bara við tí starvi at skipa fyri at velja nýggjan formansskap eftir reglunum í § 9 og § 10.

§ 13. Um so er, at løgtingsformaðurin ella ein av næstformonnunum sjálvboðin leggur frá sær ella doyr í valskeiðnum, verður nýval til henda sess eftir reglunum í § 9 ella § 10. Kemur løgtingsformaðurin nú úr øðrum flokki enn tann fráfarni, verða næstformanssessirnir umskipaðir, so teir samsvara § 10.

Formansskapur løgtingsins

§ 14. Formansskapur løgtingsins er hitt hægra fyriskipaða stýrið í løgtinginum og umboðar tingið úteftir. Formansskapurin skal tryggja, at løgtingsumsitingin virkar væl og tíðarhóskandi í allar mátar.
Stk. 2. Umframt viðger formansskapurin ítøkilig mál, ið sbrt. tingskipanini skulu leggjast fyri formansskapin, mál av grundregluligum týdningi og/ella stórum týdningi, og mál, sum annars skulu verða viðgjørd eitt nú:

  1. Hægri fyriskipaðum spurningum løgtingsarbeiðinum viðvíkjandi,
  2. lønarviðurskiftum løgtingsmanna sbrt. stýrisskipanarlógini § 25,
  3. spurningum, um tingmaður í valskeiðnum hevur mist valbæri sítt og tí má siga tingsessin frá sær sbrt. stýrisskipanarlógini § 6, stk. 4,
  4. spurningum um at taka óárinið frá løgtingsmanni sbrt. stýrisskipanarlógini § 24.

Stk. 3.  Formansskapurin setir løgtingsskrivstovustjóran sbrt. § 20. Formansskapurin tekur støðu til mál, sum skulu verða burturvíst eftir reglunum í § 57, stk. 1.

§ 15. Løgtingsformaðurin og næstformenninir mynda formansskap løgtingsins. Fyri limirnar í formansskapinum eru eingir varalimir.
Stk. 2. Løgtingsformaðurin miðar eftir, at avgerðir í formansskapinum verða tiknar einmæltar, men ber hetta ikki til, verður atkvøtt. Stendur á jøvnum, ger formansins atkvøða munin.
Stk. 3. Reglurnar í § 30, stk. 3, og § 31 galda á sama hátt fyri formansskapin

§ 16. Løgtingsformaðurin hevur vegna formansskapin yvireftirlitið við, at ongar útreiðslur verða hildnar av løgtinginum sum stovni, ið ikki hava heimild í galdandi fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg.

Løgtingsformaður

§ 17. Formaðurin ansar eftir, at arbeiði løgtingsins verður væl fyriskipað og úr hondum greitt.
Stk. 2. Formaðurin stýrir umrøðum løgtingsins og ansar eftir, at alt er í góðum skili, og at viðgerðin er virðilig. Løgtingsmaður skal geva seg undir avgerð formansins.

§ 18. Í forføllum formansins gongur næstformaður fult í hansara stað.

§ 19. Løgtingsformaðurin varðveitir heimildir sínar eftir løgtingsval, til nývalt løgting kemur saman eftir reglunum í stýrisskipanarlógini § 9.

Skrivstovustjóri løgtingsins

§ 20. Formansskapur løgtingsins, sbrt. § 15, setir í starv og loysir úr starvi løgtingsskrivstovustjóran.

§ 21. Løgtingsskrivstovustjórin kann ikki vera løgtingsmaður. Skrivstovustjórin kann ikki hava størv og álitisstørv í almennari tænastu ella borgaraligari vinnu uttan samtykki formansskapsins.

§ 22. Løgtingsskrivstovustjórin ella starvsfólk hansara, sum hann tilnevnir til tað, hevur um hendi hesi størv:

  1. Undir ábyrgd formansins skrivar hann gerðabók løgtingsins sbrt. § 74,
  2. hann er ráðgevi løgtingsformansins í øllum løgfrøðiligum og øðrum spurningum,
  3. hann er dagligur fyristøðumaður á Løgtingsskrivstovuni og setir í starv og loysir úr starvi starvsfólkini á Løgtingsskrivstovuni,
  4. hann er skrivari hjá føroysku sendinevndunum við løgtingsmonnunum í Norðurlandaráðnum og Útnorðurráðnum,
  5. hann er skrivari og løgfrøðiligur ráðgevi hjá løgtingsnevndum,
  6. hann ansar eftir, at øll tingmál eru løgfrøðiliga og málsliga røtt,
  7. hann ávísir á Føroya Gjaldstovu til gjaldingar allar útreiðslur løgtingsins, gevur lønargjaldsboð og steðgar lønargjaldsboðum til løgtingsmenn og starvsfólk á Løgtingsskrivstovuni,
  8. hann ansar eftir, at eingin útreiðsla verður hildin av skrivstovu løgtingsins, sum ikki hevur heimild í galdandi fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg.
  9. hann er løgfrøðiligur ráðgevi hjá flokkunum og tingmonnum.

Stk. 2. Samstarv løgtingsformansins og løgtingsmanna við fyrisiting løgtingsins gongur um skrivstovustjóra løgtingsins.

Kap. II Løgtingsnevndir

§ 23. Tá ið løgtingsformaður er valdur, setir hann á dagsskrá til næsta løgtingsfund tey nevndarval, sum umrødd eru í § 24. Nevndarvalið fer fram undir einum eftir lutfalsvalháttinum sbrt. løgtingsvallógini.
Stk. 2. Um so er, at løgmanstilnevning skal verða eftir løgtingsvalið, verður nevndarval tó ikki sett á skránna fyrr enn fyrsta løgtingsfund eftir fundin, løgmaður varð tilnevndur, uttan so er, at serligar umstøður gera tað neyðugt, at ávísar nevndir verða valdar fyri henda fund.

§ 24. Á hesum fundi verða hesar nevndir valdar:

  1. Fíggjarnevnd við 7 limum og 7 varalimum. Hon røkir sítt starv sbrt. § 44, stk. 2, í stýrisskipanarlógini og gevur annars løgtinginum tilmæli í fíggjar-, búskapar-, skatta- og avgjaldsmálum.
  2. Uttanlandsnevnd við 7 limum og 7 varalimum. Hon røkir sítt starv sbrt. § 54 í stýrisskipanarlógini og gevur løgtinginum tilmæli í øllum uttanlands-, marknaðar- og verjumálum, eisini um viðurskiftini við Danmark.
  3. Landsstýrismálanevnd við 3 limum og 3 varalimum. Hon røkir sítt starv sbrt. § 38 í stýrisskipanarlógini. Hon hevur heimild at boðsenda løgmanni ella landsstýrismanni at koma á fund at greiða frá ávísum máli.
  4. Vinnunevnd við 7 limum og 7 varalimum.
  5. Trivnaðarnevnd við 7 limum og 7 varalimum.
  6. Mentanarnevnd við 7 limum og 7 varalimum.
  7. Rættarnevnd við 7 limum og 7 varalimum.

Stk. 2. Løgtingsmál eiga at fáa viðgerð í nevnd soleiðis, at samsvar er millum ta viðgerð, málið hevur fingið ella hevði fingið í landsumsitingini, og viðgerðina í løgtinginum.
Stk. 3. Fíggjarnevndin vísir teim táttum í fíggjarlógaruppskotinum, sum snúgva seg um málsøki hjá aðrari nevnd, til ummælis hjá hesum nevndum. Hetta skal gerast, áðrenn ein vika er liðin frá tí, at málið er beint í fíggjarnevndina, og skulu nevndirnar senda fíggjarnevndini sítt ummæli í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tær hava fingið málið til ummælis. Fíggjarnevndin kann eisini undir viðgerðini av eykajáttanarløgtingslógum í serligum førum senda uppskotið ella part av tí til ummælis sbrt.1. pkt., tó skal nevndin í slíkum føri geva sítt ummæli í seinasta lagi eina viku eftir, at hon hevur fingið málið til ummælis.
Stk. 4. Løgtingsnevndirnar kunnu bara taka til viðgerðar tey mál, sum sbrt. avgerð løgtingsformansins eftir § 40 og § 43 eru beind nevndini til viðgerðar.

§ 25. Løgtingið kann seta aðrar løgtingsnevndir enn tær, sum nevndar eru í § 24, at geva løgtinginum tilmæli í ávísum málum. Hesar nevndir sita bara, til nevndin hevur avgreitt setning sín og í ongum føri longri enn, til tingsetan endar.
Stk. 2. Nevndir, sum settar verða sbrt. stýrisskipanarlógini § 19, sita, til tær hava avgreitt setning sín tó ikki longur enn til, at løgtingsval hevur verið.

§ 26. Løgtingsnevndir, umrøddar í § 24, sita alt valskeið løgtingsins, uttan so er, at tingið við atkvøðugreiðslu eftir áheitan frá tingmanni ger av at velja nevndirnar av nýggjum.
Stk. 2. Verður nevndarsessur leysur av tí, at nevndarlimur gerst løgmaður, landsstýrismaður ella fer frá av aðrari orsøk, tilnevnir tann bólkur, sum í lutfalsvalinum tilnevndi fráfarandi nevndarlimin, nýggjan nevndarlim ístaðin. Sama er galdandi, tá onnur val hava samband við, at nevndarlimur gerst løgmaður, landsstýrismaður ella av aðrari orsøk leggur tingsessin frá sær.

§ 27. Løgtingsmenn hava skyldu at taka við nevndarvali.
Stk. 2. Løgtingsformaðurin kann tó ikki verða valdur limur í løgtingsnevnd. Løgtingsformaðurin kann tó verða valdur í nevndir, settar sbrt. § 25 at viðgera viðurskifti løgtinginum viðvíkjandi.

§ 27 a.  Varamaður, sum fær sæti á tingi fyri tingmann í farloyvi, tekur við teim nevndarsessum, sum tingmaðurin hevur sæti í. Hetta er ikki galdandi fyri uttanlandsnevndina og landsstýrismálanevndina, har varamaðurin sbrt. § 24, stk. 1, møtir fyri nevndarlim í farloyvi.

§ 28. Innan 3 løgtingsfundardagar, eftir at løgtingsnevnd er vald, boðar fyrst valdi nevndarlimur nevndini til fundar.
Stk. 2. Á hesum fundi velur nevndin sínámillum formann og næstformann eftir lutfalsvalháttinum sbr. løgtingsvallógini.
Stk. 3. Nevndin kann í valskeiðnum gera av at velja nýggjan formansskap í nevndini.

§ 29. Nevndarformaðurin stýrir nevndarfundunum.
Stk. 2. Hevur formaðurin forfall, tekur næstformaðurin við størvum formansins, eisini í teim førum, tá ið varamaður tekur sæti fyri formannin.
Stk. 3. Um so er, at skrivstovustjórin ella tann, hann tilnevnir, hevur forfall, skrivar formaðurin ella ein, hann tilnevnir, gerðabók nevndarinnar og skrivar uppskot til álit.

§ 30. Nevndarformaðurin í løgtingsnevnd boðar nevndarlimunum til fundar við í minsta lagi 18 tíma freist samstundis, sum hann sigur frá dagsskránni fyri fundin. Fundartíð og –skrá verður almannakunngjørd.
Stk. 2. Undir serliga átrokandi umstøðum og treytað av, at allir nevndarlimirnir eru samdir um hetta, ber til at víkja frá tíðarfreistini ella áseta aðra fundarskrá. Fundur kann tó í fyrsta lagi verða settur 2 tímar eftir, at boðað er til fundar. Fundurin verður kunngjørdur sambært reglunum í stk. 1.
Stk. 3. Ikki ber til at halda løgtingsnevndarfund, er ikki meira enn helmingurin av limunum møttur.
Stk. 4. Løgtingsmaður, sum ikki er nevndarlimur í nevndunum sambært § 24, stk. 1, nr 1, 4, 5, 6 og 7 og § 25, hevur heimild at møta á fundum í hesum nevndum sum eygleiðari. Løgtingsformaðurin og varamenninir í ávikavist uttanlandsnevndini og landsstýrismálanevndini hava eisini rætt at møta sum eygleiðarar í hesum báðum nevndunum. Harumframt hevur umboð fyri flokk, sum ikki hevur umboð í uttanlandsnevndini, rætt at senda eygleiðara á fund í nevndini. Eygleiðara er ikki loyvt at taka orðið á fundunum, at fáa skrivað sjónarmið í gerðabókina ella í álitið. Hann skal annars geva seg undir somu reglur, sum galdandi eru fyri nevndarlimir.

§ 31. Skrivað verður í gerðabók um virksemið hjá hvørjari einstakari løgtingsnevnd. Á næsta fundi verður gerðabókin løgd fram til góðkenningar.

§ 32. Tað áliggur nevndarformanninum at gera nevndararbeiðið skjótast gjørligt. Løgtingsformaðurin kann altíð krevja skrivliga ella munnliga frágreiðing frá nevndarformanninum um, hvussu gongst við arbeiði nevndarinnar.
Stk. 2. Nevnd, sum mál er beint í, skal lata løgtinginum álit í seinasta lagi 1 mánað eftir, at hon fekk málið beint frá formanninum. Álit um uppskot landsstýrisins til løgtingsfíggjarlóg skal tó verða latið løgtinginum í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at uppskotið var beint í fíggjarnevndina. Løgtingsformaðurin kann leingja frestina eftir áheitan frá nevndarformanni.
Stk. 3. Um so er, at álit ikki er framlagt innan frestina, nevnd í stk. 2, er tingmanni heimilað skrivliga at krevja, at formaðurin setir spurningin til atkvøðugreiðslu, um tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið.

§ 33. Nevndarformaðurin kann við samtykki løgtingsskrivstovustjórans útvega nevndini lønta, serkøna hjálp út yvir ta hjálp, sum Løgtingsskrivstovan veitir.

§ 34. Tá ið nevndarformaðurin heldur, at sjónarmiðini hjá nevndarlimunum eru lýst til fulnar, og allar upplýsingar fingnar til vega, verður álit skrivað.
Stk. 2. Nevndarformaðurin stílar fyri, at álit verður skrivað, sum byggir á fundarfrásagnirnar. Hann ansar eftir, at broytingaruppskot eru sambærilig við upprunauppskotið. Skrivarin hjá nevndini er honum og hinum nevndarlimunum til hjálpar, tá álit verður skrivað.
Stk. 3. Meirilutin ella minnilutin í nevndini kann lata formanninum skrivligt uppskot um álit.
Stk. 4. Nevndin umrøður nú alt álitið frá samdari nevnd, meiriluta og minniluta, og ger møguligar broytingar. Allir nevndarlimirnir skriva undir álitið, sum síðani verður handað løgtingsformanninum, ið letur hvørjum tingmanni eintak av álitinum.
Stk. 5. Hóast ásetingina í stk. 4, 2. pkt., kann nevndarálit verða handað løgtingsformanninum, tá meirilutin av nevndini hevur skrivað undir tað.

Kap. III Tingmál

Løgtingslógaruppskot

§ 35. Sbrt. stýrisskipanarlógini § 15 er bara løgmanni, landsstýrismanni ella løgtingsmanni heimilað at leggja fram løgtingslógaruppskot.

§ 36. Løgtingslógaruppskot skulu sbrt. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 2, hava 3 viðgerðir á tingi.

§ 37. Løgtingslógaruppskot skulu hava lógarsnið og skulu hava eitt heiti, sum sigur stutt, hvat í uppskotinum stendur.
Stk. 2. Í stórum løgtingslógaruppskotum skal uppskotið verða býtt í hóskandi kapittul við yvirskrift, sum sigur frá tí, ið kapitlinum stendur. Í løgtingslógaruppskotum skulu ikki vera ov langir setningar, og skulu løgtingslógaruppskotini vera býtt í hóskandi greinir og stk.
Stk. 3. Í viðmerkingunum til lógaruppskot skulu verða hesar viðmerkingar:

1. Almennar viðmerkingar, t.v.s.

  1. Frágreiðing um galdandi lóggávu og upplýsingar um, hvussu hevur verið, og kann verða funnist at henni,
  2. ein stuttur samandráttur av nýskapanini við uppskotinum,
  3. hvør fíggjarligur kostnaður stendst av uppskotinum,
  4. hvørjir almennir stovnar ella aðrir hava havt uppskotið til ummælis, og hvørjar viðmerkingar teirra hava verið, og

2: Serligar viðmerkingar, har greitt verður frá innihaldinum av hvørjari einstakari grein í uppskotinum. Eisini skal her verða greitt frá ætlanini við greinini, og hvussu hon skal skiljast.

§ 38. Løgtingslógaruppskot er framlagt, tá løgtingsformaðurin boðar frá tí av tingsins røðarapalli. Eintak av uppskotinum verður latið hvørjum tingmanni í seinasta lagi sama dag. Endaligt orðað uppskot skal verða løgtingformanninum í hendi 3. yrkadagin fyri framløgufundin. Løgtingsformaðurin kann í heilt serligum føri gera frávik frá ásetingini í 3. pkt., men skulu ongantíð ganga minni enn 2 tímar frá tí, at formaðurin hevur endaligt orðað uppskot í hendi, til tað kann leggjast fram á tingfundi.

§ 39. Uppskot kann fáa 1. viðgerð 2. yrkadagin eftir framløgu. Við 1. viðgerð verður uppskotið umrøtt í síni heild. Broytingaruppskot kann verða fráboðað og umrøtt.
Stk. 2. Løgtingsformaðurin kann gera av, at tvey ella fleiri løgtingslógaruppskot eru til 1. viðgerð í senn.

§ 40. Løgtingsformaðurin ger av, um mál skal verða beint í nevnd við 1. viðgerð.
Stk. 2. Mæla 6 tingmenn til tess, hevur løgtingsformaðurin skyldu at beina mál í nevnd.
Stk. 3. Løgtingsformaðurin ger av hvørja nevnd, mál skal beinast í, sbrt. tó § 24, stk. 2.

§ 41. 2. viðgerð kann verða 3. yrkadagin eftir, at 1. viðgerð endaði, tó ikki fyrr enn 2. dagin eftir, at møguligt nevndarálit er lagt fram.
Stk. 2. Tá ið uppskot er til 2. viðgerð, verður tað umrøtt í síni heild, einstakar greinir, broytingaruppskot og nevndarálit.
Stk. 3. Tingmaður kann seta broytingaruppskot skrivliga fram, men skal tað verða gjørt, áðrenn orðaskiftið við 2. viðgerð er byrjað. Nevndin, meiriluti ella minniluti í henni kann eisini seta broytingaruppskot skrivliga fram, eftir at 2. viðgerð er byrjað, men áðrenn orðaskiftið er endað.
Stk. 4. Eftir umrøðuna við 2. viðgerð verður atkvøtt um broytingaruppskot og upprunauppskot eftir reglunum í § 75. Síðan fer uppskotið soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

§ 42. 3. viðgerð kann vera 2. yrkadagin eftir, at 2. viðgerð endaði, ella eftir at møguligt nevndarálit er lagt fram.
Stk. 2. 4 tingmenn kunnu í felag skrivliga seta fram broytingaruppskot, ella er málið sbr. § 43 beint í nevnd við 2. ella 3. viðgerð, so kann meiriluti ella minniluti í nevndini skrivliga seta fram broytingaruppskot.
Stk. 3. Broytingaruppskot kann leggjast fram við 3. viðgerð, áðrenn orðaskiftið byrjar. Við 3. viðgerð verða broytingaruppskot og tær greinir, broytingaruppskotið viðvíkir, umrøddar fyrst og koma fyrst til atkvøðugreiðslu.
Stk. 4. So verður endalig viðgerð, og tingið samtykkir ella fellur løgtingslógaruppskotið.

§ 43. Við 2. og 3. viðgerð beinir formaðurin ikki málið í nevnd, uttan at løgtingið samtykkir at beina málið í nevnd. § 40, stk. 3 er galdandi á sama hátt í hesum førum.
Stk. 2. Samtykkir løgtingið at beina málið aftur í nevnd, verður tað gjørt, eftir at orðaskiftið í hesum umfari er at enda.
Stk. 3. Tá ið málið kemur aftur úr nevnd, heldur viðgerðin fram á sama viðgerðarstigi, sum tað fekk, tá ið tað varð beint aftur í nevnd. Talutíðirnar vera tó sum ávíkavist undir 2. og 3. viðgerð.
Stk. 4. Formaðurin kann seta málið á dagsskrá til framhaldandi viðgerð, hóast ásetingarnar í § 41, stk. 1.

§ 44. Innan 12 yrkadagar eftir tað, at løgtingslógaruppskotið er endaliga samtykt, sendir løgtingsformaðurin løgmanni skrivliga fráboðan um samtyktina.

Uppskot til ríkislógartilmæli

§ 45. Reglurnar í § 35 - § 44 verða á sama hátt nýttar, tá ið ríkislógartilmælisuppskot eru til viðgerðar.

Løgmanstilnevning og misálit á løgmann ella landsstýrismann

§ 46. Løgtingsformaður leggur á løgtingsfundi eftir reglunum í stýrisskipanarlógini § 28 fram uppskot at velja løgmann. Atkvøtt verður um uppskotið eftir reglunum í somu grein. Tað verður ikki umrøtt.
Stk. 2. Løgtingsformaðurin ger av, nær atkvøðugreiðsla skal verða. Slík atkvøðugreiðsla kann tó eftir stýrisskipanarlógini § 28, stk. 3 og 4, ikki vera seinni enn 4. yrkadagin eftir framløgu, og er uppskot til løgmansevni fyrr felt, tá sama dag.

§ 47. Uppskot um misálitisváttan á løgmann ella landsstýrismann sbrt. stýrisskipanarlógini § 29, stk. 2, og § 30 skal verða lagt fram skrivliga á løgtingsfundi.
Stk. 2. Skráin fyri løgtingsfundin verður tá alt fyri eitt broytt soleiðis, at hetta mál verður sett á skránna at vera næsta mál á sama fundi, og verður, tá umrøðan endar, farið beinleiðis til endaliga atkvøðugreiðslu í málinum. § 61, stk. 4, er ikki galdandi í hesum førum.

Uppskot til samtyktar

§ 48. Sum uppskot til samtyktar verða viðgjørd:

  1. Mál, tá ið løgtingið ger av at skriva út nýval sbrt. stýrisskipanarlógini § 6, stk. 2,
  2. spurningur, um tingmaður í valskeiðnum hevur mist valbæri sítt sbrt. stýrisskipanarlógini § 7,
  3. mál at taka óárinið frá tingmanni sbrt. stýrisskipanarlógini § 24, stk. 1,
  4. mál at góðkenna landskassaroknskapir sbrt. stýrisskipanarlógini § 45, stk. 3,
  5. mál at góðkenna millumtjóðasáttmálar sbrt. stýrisskipanarlógini § 52, stk. 2,
  6. mál, tá ið heitt verður á landsstýrið at leggja fram ávíst løgtingslógaruppskot ella ríkislógartilmælisuppskot og mál viðvíkjandi ríkisrættarligu støðuni og millumlanda viðurskiftum.
  7. mál, tá ið løgtingið skal taka støðu til, um ákæra skal verða reist ímóti løgmanni ella landsstýrismanni fyri at hava brotið løgtingslógina um ábyrgd landsstýrismanna.

Stk. 2. Somuleiðis fáa øll onnur sjálvstøðug uppskot, sum verða løgd fram á løgtingi, viðgerð sum uppskot til samtyktar, ásetir tingskipanin ikki annan viðgerðarhátt.

§ 49. Uppskot til samtyktar fær á løgtingi tvær viðgerðir og verður endaliga samtykt ella felt við 2. viðgerð.
Stk. 2. Uppskot til samtyktar fáa viðgerð eftir reglunum í § 35 og § 38 - § 41.

At velja fólk

§ 50. Tá ið løgtingið skal velja fólk, eitt ella fleiri, biður formaðurin munnliga um uppskot, og tá ið uppskot eru framkomin, verður eingin umrøða, men á sama fundi síðani farið til endaliga atkvøðugreiðslu í málinum.
Stk. 2. Um so er, at 6 tingmenn mæla til tess, verður ikki atkvøtt um evnini á sama fundi, sum tey eru skotin upp, men seinni á einum fundi, sum løgtingsformaðurin hevur ásett.

Frágreiðingar frá løgmanni ella landsstýrismanni, skrivligir og munnligir fyrispurningar

§ 51. Eftir ólavsøkufrágreiðing løgmans sbrt. stýrisskipanarlógini § 12, stk. 1, um støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í hyggju at fremja, verður tingumrøða, áðrenn 6 yrkadagar eru lidnir, við støði í røðu løgmans.
Stk. 2. Reglurnar í stk. 1 verða á sama hátt nýttar, ætlar løgmaður í øðrum førum at geva løgtinginum frágreiðing um støðu landsins og um tað, ið landsstýrið hevur ætlan um at fremja.
Stk. 3. Um so er, at løgmaður uttan um skránna ætlar at geva løgtinginum serliga fráboðan, verður sagt formanninum frá. Formaðurin gevur løgmanni orðið beinanvegin ella seinni á sama fundi.
Stk. 4. Eftir reglunum í stk. 1 kann eisini landsstýrismaður geva løgtinginum frágreiðing um støðuna í máli, sum er málsøki hansara, og hvørjar ætlanir hann hevur í hyggju at fremja hesum viðvíkjandi.

§ 52. Løgtingsformaðurin setir regluliga á dagsskrá: Munnligar fyrispurningar til løgmann ella landsstýrismenn.
Stk. 2. Á hesum fundum kunnu løgtingsmenn uttan loyvi løgtingsins, seta løgmanni ella landsstýrismanni stuttar munnligar fyrispurningar um almenn viðurskifti, sum eru nágreiniliga orðaðir, og sum teir í seinasta lagi dagin fyri hava boðað løgtingsformanninum og løgmanni ella landsstýrismanninum frá.
Stk. 3. Løgmaður ella landsstýrismaður svarar so aftur munnliga á sama fundi, men er altíð heimilaður uttan gjølliga grundgeving at boða frá, at hann svarar ikki munnliga á fundinum, men vísir spyrjaranum at seta spurningin fram av nýggjum eftir reglunum í § 53.
Stk. 4. Á sama hátt kann løgtingsmaður á slíkum fundum seta nevndarformanni í løgtingsnevnd fyrispurning um, hvussu gongst at viðgera ávíst mál, sum beint er nevndini, men sum einki álit er latið í enn.
Stk. 5. Løgtingsformaðurin kann av og á seta ófráboðaðar spurningar til løgmann og landsstýrismenn á dagsskránna. Løgtingsmenn kunna tá uttan fráboðan seta løgmanni og landsstýrismonnum spurning, sum teir skulu svara beinanvegin. Løgmaður og landsstýrismaður kunnu boða frá, at teir ikki fáa svara beinanvegin, men vísa spyrjaranum til at seta spurningin fram av nýggjum eftir stk.2 og 3 ella § 53.
Stk. 6. Ófráboðaðir spurningar skulu saman við møguligum viðmerkingum kunna setast fram innan fyri talutíð uppá 1 minutt. Løgtingsmaður kann bert seta fram ein høvuðsspurning. Svarið frá løgmanni ella landsstýrismanni má bert vara 2 minuttir. Spyrjarin kann síðan fáa orðið aftur 1 ferð í 1 minutt. Aðrir tingmenn kunnu fáa orðið í mesta lagi 1 ferð í 1 minutt. Løgmaður ella landsstýrismaður kann fáa orðið í 1 minutt eftir hvønn tingmann, sum tekur orðið. Ófráboðaðir spurningar kunnu í mesta lagi vara tilsamans ein ½ tíma, og má hvør spurningur í mesta lagi vara í 10 minuttir.

§ 53. Vil tingmaður fáa ávíst alment mál til umrøðu og í hesum sambandi leggur skrivliga nágreiniliga orðaðan spurning fyri løgmann ella landsstýrismann, sbrt. reglunum í stýrisskipanarlógini § 21, verður áheitan við grundgeving handað formanninum. Formaðurin sigur tinginum frá á sama ella næsta fundi.
Stk. 2. Á næsta fundi eftir fráboðan formansins ger tingið av við atkvøðugreiðslu uttan umrøðu, um fyrispurningurin skal verða svaraður. Verður uppskotið ikki samtykt, telur tingformaðurin, um tveir fimtingar av tingmonnum á fundi hava atkvøtt fyri, og skal fyrispurningurin tá verða svaraður eftir reglunum í stýrisskipanarlógini § 21, hóast hann er fallin. Skal hann verða svaraður, sendir formaðurin løgmanni ella landstýrismanninum fyrispurningin.
Stk. 3. Fyrispurningurin skal verða svaraður skrivliga, og skal løgtingsformaðurin hava svarið í hendi í seinasta lagi 14 yrkadagar eftir, at spurningurin var góðkendur sbrt. stýriskipanarlógini § 21. Løgtingsformaðurin kann í serligum føri gera av, at svarfreistin skal gerast styttri.
Stk. 4. Løgtingsformanninum er heimilað, tá ið hann hevur umrøtt málið við spyrjara og spurda, at gera av at bíða við at svara og viðgera fyrispurningin, krevja landsins áhugamál, at spurningurin verður ikki alment umrøddur innan frestina, ella um svarið til fyrispurningin krevur so gjølligt fyrireikingararbeiði hjá tí spurda, at hann er ikki førur fyri at greiða svarið innan frestina.
Stk. 5. Tingmaður kann seta ríkisumboðsmanninum fyrispurning viðvíkjandi máli, sum hoyrir undir málsræði ríkisins. Ríkisumboðsmaðurin boðar løgtinginum frá, um og nær fyrispurningurin verður svaraður.

Frestir, afturtøka og at vísa burtur tingmál

§ 54. Uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar skulu, fyri at verða viðgjørd, verða framløgd innan 5. mars.
Stk. 2. Hevur uppskot skrivliga átekning frá 17 tingmonnum ella fleiri, har teir viðmæla, at uppskotið kemur til viðgerðar, kann mál tó verða lagt fram og fáa viðgerð eftir frestina í stk. 1.

§ 55. Uppskotssetarin kann taka aftur uppskot á øllum viðgerðarstigum.

§ 56. Uppskot kann ikki verða broytt á sama fundi, sum tað er samtykt.
Stk. 2. Hevur tingið avgerandi samtykt ella felt løgtingslógaruppskot, ríkislógartilmælisuppskot ella uppskot til samtyktar, kann tað ikki verða tikið til nýggja viðgerð í somu tingsetu, uttan so er, at løgtingið loyvir framløgu.

§ 57. Løgtingsformaðurin skal, eftir at hava fingið samtykki frá formansskapinum sbrt. § 15, mæla løgtinginum til at vísa burtur hesi uppskot:

  1. Uppskot til løgtingslóg ella ríkislógartilmæli, sum gongur í móti grundlóg ríkisins, heimastýrislógini, stýrisskipanarlógini, tingskipanini ella millumtjóða sáttmála.
  2. Uppskot til løgtingssamtykt, sum eftir orðing síni áleggur ella skyldubindur landsstýrið at leggja fyri løgtingið løgtingslógaruppskot ella uppskot til ríkislógartilmæli. Uppskot til løgtingssamtykt, har heitt verður á landsstýrið um at leggja fram løgtingslógaruppskot ella ríkislógartilmælisuppskot, verða ikki burturvíst.
  3. Uppskot til løgtingssamtykt, sum áleggur, tilmælir ella heitir á landsstýrið at útinna fyrisitingina ella heimildir sínar eftir stýrisskipannarlógini § 51, § 52, § 53 ella § 54 á ávísan gjølligari útgreindan hátt. Tó kann verða heitt á landsstýrið um at kanna ávíst mál og leggja frágreiðing fyri løgtingið. Eisini er loyvt at heita á landsstýrið sbrt. § 48, stk. 1, nr. 6.
  4. Uppskot til løgtingssamtykt, sum av røttum eftir innihaldi sínum eigur at verða orðað sum uppskot til løgtingslóg ella uppskot til ríkislógartilmæli.

Stk. 2. Løgtingið atkvøður eftir vanligum atkvøðureglum á sama løgtingsfundi, sum løgtingsformaðurin tilmælir burturvísing, uttan umrøðu, um málið skal verða burturvíst.
Stk. 3. Onnur uppskot enn tey, sum nevnd eru í stk. 1, kunnu eftir uppskoti frá løgtingsformanninum ella løgtingsmanni verða burturvíst, um so er, at áheitan um hetta verður sett fram, áðrenn uppskotið verður umrøtt, og tríggir fimtingar av allari tingmanningini atkvøða fyri burturvísing.

§ 58. Samsvarandi stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, falla burtur øll uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og aðrar samtyktir, sum ikki eru endaliga samtykt fyri nýval, ella tá ið tingsetan er endað.

Kap. IV Fundarskipan

§ 59. Sbrt. stýrisskipanarlógini § 13 boðar løgtingsformaðurin til løgtingsfundar og kunnger samstundis dagsskrá.
Stk. 2. Formaðurin hevur eftir somu grein skyldu at boða til fundar og ikki dvølja óneyðugt, um so er, at í minsta lagi tveir fimtingar av tingmonnunum ella løgmaður skrivliga biðja um tingfund við dagsskrá.
Stk. 3. Løgtingið kann eftir uppskoti frá 6 løgtingsmonnum samtykkja aðra skrá enn skránna, løgtingsformaðurin hevur ásett fyri ávísan tingfund.

§ 60. Løgtingsfundir og nevndarfundir verða vanliga hildnir millum kl. 09.00 og 18.00 yrkadagar. Um so er, at arbeiðið krevur tað, kann løgtingsformaðurin/nevndarformaðurin gera av, at tingfundir/nevndarfundir verða hildir millum kl. 18.00 og 22.00. Sunnu- og halgidagar (ólavsøkudagur undantikin) og yrkadagar eftir kl. 22.00 verða løgtingsfundir/nevndarfundir ikki hildnir, uttan so er, at serligar umstøður gera tað neyðugt.

§ 61. Tá ið løgtingsfundur endar, boðar løgtingsformaðurin vanliga frá, nær næsti løgtingsfundur verður og frá skránni.
Stk. 2. Í teim førum, tá ið løgtingsfundur er ikki fráboðaður á løgtingsfundi, boðar løgtingsformaðurin frá fundinum og dagsskránni fyri fundin í almennari lýsing.
Stk. 3. Í slíkari lýsing kann løgtingsfundur ikki verða fráboðaður at verða fyrr enn 24 tímar seinni.
Stk. 4. Dagsskrá til løgtingsfund, sum ásettur er sbrt. stk. 1 og 2, ella broyting í dagsskránni sbrt. § 59, stk. 3, kann ikki verða broytt, uttan at broytingin í dagsskránni er alment lýst dagin fyri fundin. Formaðurin kann altíð uttan nakra aðra freist taka mál av skránni.
Stk. 5. Løgtingsformaðurin boðar vanliga frá síðsta løgtingsfundardag í viku, nær hann ætlar at halda løgtingsfund í næstu viku.

§ 62. Doyr løgtingsmaður ella leggur frá sær, tekur varamaður eftir reglunum í løgtingsvallógini § 34 fast sæti á tingi fyri hann tað, ið eftir er av av valskeiðnum.
Stk. 2. Í teim førum, tá ið løgtingsmaður gerst løgmaður ella landsstýrismaður og tí noyðist at siga sessin frá sær sbrt. stýrisskipanarlógini § 32, stk. 1, tekur hann tó sessin aftur, fer hann úr landsstýrinum, áðrenn valskeið løgtingsins er at enda.

§ 63. Eftir áheitan frá tingmanni kann tingið loyva honum farloyvi. Farloyvistíðin er í minsta lagi 10 dagar. Avgerð tingsins verður tikin uttan umrøðu eftir munnligum tilmæli frá formanninum.
Stk. 2. Varamaðurin leggur frá sær, tá ið tingmaðurin skrivliga sigur formanninum frá, at hann møtir aftur á tingfundi, tó í fyrsta lagi 11. dagin eftir, at farloyvistíðin byrjaði.

§ 64. Løgtingsfundir eru almennir sbrt. stýrisskipanarlógini § 17.
Stk. 2. Løgtingsformaðurin ella 6 løgtingsmenn kunnu krevja, at áhoyrararnir skulu út úr tingsalinum, meðan løgtingið viðger, um fundur skal vera fyri afturlatnum durum.
Stk. 3. Løgtingið tekur síðan støðu til, um fundur skal vera fyri afturlatnum durum.
Stk. 4. Tann, sum sigur frá, hvat fyrifórst á løgtingsfundi fyri afturlatnum durum, ella ikki við rætti nýtir upplýsingar, fingnar á slíkum fundi, verður revsaður eftir borgaraligu revsilógini § 152.

§ 65. Løgtingsformaðurin skipar fyri, at áhoyrarar órógva ikki.
Stk. 2. Órógvar áhoyrari, kann formaðurin vísa honum, ella eru umstøðurnar so, øllum áhoyrarum út úr tingsalinum.

§ 66. Tingmaður, ið hevur fingið orðið, skal tala av talarastólinum. Tó kann løgtingsformaðurin, tá ið ræður um spurningar um, hvussu tingviðgerðin skal verða, loyva løgtingsmanni at tala frá sínum sæti.

§ 67. Tingmaður skal altíð venda røðu sína til formansins.
Stk. 2. Verður tingmaður ella landsstýrismaður nevndur í røðu, eigur hann at verða nevndur bæði við fornavni og eftirnavni. Løgmaður eigur at verða nevndur løgmaður.

§ 68. Endurgeving kann bara verða nýtt avmarkað.Verður endurgivið úr øðrum enn tí, sum er til viðgerðar, krevst loyvi formansins.
Stk. 2. Greitt skal verða tilskilað, nær ið endurgeving byrjar, og nær endurgeving endar.
Stk. 3. Somuleiðis skal verða sagt frá, hvaðan endurgevingin er, og hvar endurgevingin stendur.

§ 69. Tá mál kemur til 1.viðgerð, spyr løgtingsformaðurin, áðrenn orðaskifti byrjar, hvørjir framsøgumenn biðja um orðið. Teir fáa orðið eftir floksstødd. Tingformaðurin kann geva einum løgtingsmanni úr hvørjum flokki orðið til í 1 minutt at seta fram viðmerking, eftir at hvør framsøgumaður hevur havt orðið. Uppskotssetarin kann fáa orðið eftir framsøgumenninar. Aðrir tingmenn, løgmaður og landsstýrismenn fáa orðið í teirri raðfylgju, teir biðja um tað.
Stk. 2. Tá ið framløga og umrøða eru, eru tær talutíðir galdandi, sum standa í skjalinum til hesa tingskipan.
Stk. 3. Løgtingsformaðurin kann loyva frávik frá talutíðunum í stk. 2, tá ið vavið í einum máli ger tað neyðugt.
Stk. 4. Hóast tær ásettu talutíðirnar kann formaðurin í føri, hann heldur tað vera hóskiligt, geva løgtingsmonnum orðið at seta fram stuttar viðmerkingar, sum ikki mugu vera longri enn 2 minuttir jvb. tó stk. 1. Tá ið serligar umstøður eru fyri tí, kann formaðurin geva løgtingsmanni orðið til viðmerking at svara aftur; men má tað ikki verða longur enn 5 minuttir.
Stk. 5. Løgmaður, landsstýrismenn og ríkisumboðsmaðurin hava eftir stýrisskipanarlógini § 14 rætt til at krevja at koma til orðanna á fundum.

§ 70. Talar røðari longur, enn loyvt er, kann formaðurin taka orðið frá honum, tá ið hann einaferð hevur mint hann á, at talutíðin er úti. Tá kann hann ikki fáa orðið aftur, meðan sama málið er til ta viðgerðina.
Stk. 2. Heldur formaðurin, at løgtingsmaður málber seg óhøviliga, kann hann átala hetta. Um løgtingsmaðurin ikki lýður formansins átalu, kann formaðurin taka orðið frá honum. Formaðurin kann hereftir sýta honum orðið av nýggjum á sama fundi.
Stk. 3. Reglurnar í stk. 2 verða eisini nýttar, um so er, at løgtingsmaður á annan hátt grovliga brýtur skilhaldsreglurnar.
Stk. 4. Um so er, at løgtingsmaður ger ikki eftir boðum formansins, tá ið hann hevur tikið orðið frá honum, ella óskil kemur í, hevur formaðurin skyldu at leggja niður fundin, ella um neyðugt, slíta fundin.

§ 71. Á løgtingi er viðmælis- ella mótmælisrómur ósiður.

§ 72. Heldur formaðurin ella 4 løgtingsmenn, at umrøðan gerst ov drúgv, kunnu teir skjóta upp, at umrøðan endar. Løgtingið tekur tá avgerð um hetta uttan umrøðu.

§ 73. Almenningurin skal, uttan at møta á tingfundi, kunna fylgja við øllum umrøðum á almennum løgtingsfundum.

§ 74. Skrivstovustjóri løgtingsins ella tann, hann tilnevnir, skrivar gerðabók um málini, ið hava verið á løgtingsfundi, og um úrslitið av viðgerðini.
Stk. 2. Tá ið fundur verður settur, verður avrit av gerðabókini frá fundinum frammanundan býtt út til allar tingmenn.
Stk. 3. Eru innan 3 yrkadagar eingi skrivlig mótmæli ímóti orðingini handað løgtingsformanninum, verður hildið, at løgtingið hevur samtykt gerðabókina, og løgtingsformaðurin og tann, sum skrivað hevur gerðabókina sbrt. stk. 1, skriva undir hana.
Stk. 4. Verða skrivlig mótmæli sett fram, setir formaðurin á dagsskrá at samtykkja gerðabókina fyri fundin, træta er um, og á tí fundinum verður málið umrøtt, og á sama fundi verður sett til endaliga atkvøðugreiðslu at góðkenna gerðabókina fyri fundin.

Kap. V Atkvøðugreiðslur

§ 75. Formaðurin setir fyrst undir atkvøðugreiðslu broytingaruppskotini til upprunauppskotið og ger av, hvussu verður atkvøtt um tey, hvørt eftir annað.
Stk. 2. At enda verður atkvøtt um upprunauppskotið við teim samtyktu broytingaruppskotunum, og fellur tað, eru eisini broytingaruppskotini fallin burtur.
Stk. 3. Formaðurin ræður annars fyri, hvussu atkvøtt verður.

§ 76. Atkvøðugreiðsla á løgtingi er á telduskipan. Løgtingsmenn atkvøða antin fyri, atkvøða ímóti, ella atkvøða ikki. Telduskipanin skrásetir, hvussu hvør einstakur hevur atkvøtt í einstøku málunum.
Stk. 2. Í teimum førum, hendan skipan er ikki tøk, verður atkvøtt soleiðis, at tingmenn reisa seg úr sæti. Er atkvøðugreiðslan í slíkum førum eftir formansins tykki ógreið, skal hann lata tingmenn atkvøða av nýggjum. Formaðurin ella 4 tingmenn saman kunnu undan atkvøðugreiðsluni krevja, at atkvøtt verður við navnakalli.
Stk. 3. Tveir løgtingsmenn, sum løgtingsformaðurin heitir á, veita løgtingsformanninum hjálp, tá ið atkvøðugreiðslan verður tald.

§ 77. Løgtingsmál er sbrt. stýrisskipanarlógini § 18 samtykt, eru fleir enn helmingur av øllum tingmonnum á fundi, og fleiri atkvøður eru fyri enn ímóti. Eru líka nógvar atkvøður fyri og ímóti, er málið fallið.

§ 78. Sbrt. § 20 í stýrisskipanarlógini velur løgtingið limir í nevndir og størv við lutfalsvali. Lutfalsvalið verður eftir reglunum í løgtingsvallógini.
Stk. 2. Tá ið eitt ella fleiri fólk verða vald, kann bara verða atkvøtt fyri, ella atkvøður ikki. Tó kann í teim førum, tá ið ikki øllum tingmonnum er loyvt at seta fram valevni, verða atkvøtt ímóti, t.d. í løgmanstilnevning sbrt. stýrisskipanarlógini § 28.
Stk. 3. Skal bara eitt fólk verða valt, krevst, tá ið einki annað er lógásett, fleiri enn helmingurin av tingmanningini fyri. Fær eingin tað, verður síðani valt enn einaferð. Fær heldur eingin tá helmingin av tingmanningini, verður 3. atkvøðugreiðsla. Tá verður valt ímillum teir báðar, ið fingu flestu atkvøðurnar við 2. atkvøðugreiðslu, stendur á jøvnum, ræður lutakast. Við hesi 3. atkvøðugreiðslu vinnur hann, ið fær flestu atkvøðurnar, stendur á jøvnum, ræður lutakast.

§ 79. Heldur løgtingsformaðurin, at allir tingmenn eru samdir, kann hann gera tinginum kunnugt, at mál er samtykt, og atkvøðugreiðsla er ikki. Mælir tingmaður tá í somu løtu ímóti, verður tó vanlig atkvøðugreiðsla.
Stk. 2. Vanlig atkvøðugreiðsla skal altíð vera, tá ið samtykt skal verða endaligt løgtingslógaruppskot, ríkislógartilmælisuppskot, uppskot til samtyktar, val av løgtingsformanni, løgmanstilnevning ella misálitisuppskot á løgmann ella landsstýrismann. Harumframt skal vera vanlig atkvøðugreiðsla, tá ið løgtingið samtykkir at víkja frá tingskipanini sbrt. § 85.

Kap. VI Ymsar ásetanir

§ 80. Sbrt. stýrisskipanarlógini § 22 kann eingin umsókn verða løgd fyri løgtingið, uttan at tingmaður ella landsstýrið flytur hana fram.
Stk. 2. Skriv til løgtingið verða ikki skrivað í gerðabók ella upplisin á tingfundi, uttan í teimum førum, løgtingsformaðurin heldur, at talan er um serligt undantak. Skrivini verða fjølritað, eitt eintak til formannin í hvørjum flokki á tingi. Yvirlit yvir skriv til løgtingið verða sligin upp í løgtinginum og á Løgtingsskrivstovuni, so at tingmenn hava høvi til at biðja um avrit av hesum skrivum.

§ 81. Á løgtingi kann eingin fáa orðið uttan løgtingsmaður, løgmaður, landsstýrismaður ella ríkisumboðsmaðurin.
Stk. 2. Løgtingsformaðurin kann loyva ríkisovastum og fremmandum tingformonnum at halda røðu fyri løgtingsmonnum á løgtingsfundi.

§ 82. Allar munnligu umrøðurnar á løgtingi verða tiknar upp á band og goymdar sbrt. løgtingslóg um upptøku av munnligu umrøðunum á Føroya løgtingi.

§ 83. Løgtingstíðindi koma, umframt í árligari bók, á teldumiðli.
Stk. 2. Løgtingsskrivstovustjórin tilnevnir ritstjóran á Løgtingstíðindum. Ritstjórin hevur ábyrgdina av, at øll uppskot, nevndarálit og onnur mál verða førd í Løgtingstíðindi, so hvørt tey verða løgd fram.
Stk. 3. Í Løgtingstíðindi verður upptikið:

I. Løgtingsmál
1) Hesi uppskot:
    a) uppskot til løgtingslógir,
    b) uppskot til ríkislógartilmæli,
    c) uppskot til løgmanstilnevning,
    d) misálitisuppskot á løgmann ella landsstýrismann,
    e) uppskot til løgtingssamtyktir,
    f) velja fólk,
    2) nevndarálit og broytingaruppskot í málinum,
    3) umrøður í málinum, sum avskrivaðar eru,
    4) endaliga úrslitið av málsviðgerðini.

II. Løgmansrøðan og serligar frágreiðingar frá løgmanni ella landsstýrismonnum og avskriftir av orðaskiftum, sum til eru.
III. Skrivliga settir og svaraðir fyrispurningar og munnligar umrøður av skrivligum og munnligum fyrispurningum, sum avskrivaðir          eru.
IV. Gerðabók løgtingsins.
V.  Gerðabøkur løgtingsnevndarinnar.
VI. Atkvøðuskrásetingar sbrt. § 76, stk. 1.
VII. Innkomin skriv til løgtingið.

Í bók kemur tó bara tað tilfar, ið nevnt er í I, II og III, tó ikki orðaskifti.

Stk. 4. Skjøl, sum verða løgd fram á afturlatnum løgtingsfundi, umrøður ella atkvøðugreiðslur á slíkum fundum, verða ikki tiknar upp í Løgtingstíðindum, uttan so er, at løgtingsformaðurin heldur, at orsakirnar at halda skjølini loynilig eru ikki til longur.

§ 84. Á hvørjum ári í juni mánaði umrøða formansskapurin og skrivstovustjórin fíggjarætlanina hjá løgtinginum og Løgtingsskrivstovuni fyri næsta fíggjarár.
Stk. 2. Formansskapurin letur landsstýrinum tilmæli til játtan løgtingsins á komandi fíggjarløgtingslógaruppskoti landsstýrisins innan 1. juli.

§ 85. Í sera átrokandi førum kann, eftir uppskoti frá formanninum ella eftir skrivligum uppskoti frá 6 tingmonnum, verða vikið frá tingskipanini við teirri treyt, at tingskipanin er ikki grundað á lógarreglur, og við teirri treyt, at í minsta lagi tríggir fimtingar av tingmonnum á fundi greiða atkvøðu fyri.

Kap. VII Gildisfyriskipanir og skiftisreglur

§ 86. Uppskot til broyting í hesi tingskipan fær á løgtingi viðgerð eftir hesi tingskipan § 35 - § 43 og kann ikki fáa gildi fyrr enn ólavsøkudag eftir samtyktina.

§ 87. Tann broytta tingskipanin fær gildi frá ólavsøkudegi 1996.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi Tingskipan Føroya Løgtings frá 1. juni 1995.

Talutíðir

Framløgutíðirnar eru til løgmansrøðuna 1 tími og til aðrar frágreiðingar frá løgmanni og landsstýrismonnum 30 minuttir.

I. Uppskot til løgtingslóg og ríkislógartilmæli

1. viðgerð 1. ferð 2. ferð 3. ferð
Uppskotssetari, framsøgumenn, løgmaður og landsstýrismenn 15 5 5
Løgtingsmenn 10 5 5
2. viðgerð 1. ferð 2. ferð 3. ferð
Nevndarlimir, uppskotssetari og framsøgumenn fyri flokkar uttan fyri nevnd 10 5 5
Onnur 5 5 0
3. viðgerð 1. ferð 2. ferð 3. ferð
Uppskotssetari og framsøgumenn 5 5 0
Onnur 5 0 0

II. Uppskot til samtyktar

Somu talutíðir, sum tá uppskot til løgtingslóg eru til 1. og 2. viðgerð.

III. 1. viðgerð av uppskoti til fíggjarløgtingslóg, løgmansrøðan, frágreiðingar frá løgmanni ella landsstýrismanni og uppskot til misálitisváttan á løgmann ella landsstýrismann

  1. ferð 2. ferð 3. ferð
Uppskotssetari, framsøgumenn, løgmaður og landsstýrismenn 20 10 5
Løgtingsmenn 10 5 5

Talutíðirnar til 2. og 3. viðgerð av uppskoti til fíggjarløgtingslóg eru tær somu, sum tá uppskot til aðrar løgtingslógir eru til 2. og 3. viðgerð.

IV. Skrivligir fyrispurningar

  1. ferð 2. ferð 3. ferð
Spyrjari 10 5  
Svarari 15 5  
Onnur 10 5  
Spyrjari     5
Svarari     5

V. Munnligir fyrispurningar

  1. ferð 2. ferð 3. ferð
Spyrjari 2    
Svarari 2    
Onnur 1    
Spyrjari   2 2
Svarari   2 2

Talutíðir ófráboðaðir fyrispurningar sí § 52 stk. 6

SAMTYKT Á FØROYA LØGTINGI 1. juni 1995 og broytt  15. mai 1996 og 23. apríl 1999

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/ Súsanna Danielsen
løgtingsskrivstovustjóri