Rundskriv um lógarsmíð


wpe1.jpg (2681 bytes)  Løgmansskrivstovan Løgdeildin

 

Rundskriv


Mannagongd um lógaruppskot o.a., sum verða at leggja fyri løgtingið

Ikki galdandi fyri fíggjarlógaruppskot, fyrispurningar og frágreiðingar, ið verða at leggja fyri tingið

 

  1. Áðrenn farið verður undir at evna eitt lógaruppskot, skal landsstýrismaðurin tryggja sær, at høvuðsmálið við uppskotinum samsvarar við politikk landsstýrisins á økinum.
  2. Lógaruppskot verður skrivað, rættlisið og sett upp av viðkomandi aðalstýri. Stýrið hevur ábyrgdina av, at uppskotið er í lagi málsliga, innihaldsliga, løgfrøðiliga og lógartøkniliga sambært § 37 í Tingskipan Føroya Løgtings.
  3. Uppskotið verður latið Løgmansskrivstovuni sum vanligt skjal og sum teldupostur (pam@fl.fo). Saman við uppskotinum skulu latast øll viðkomandi skjøl til dømis galdandi lóggáva, onnur lóggáva, sum er nýtt sum fyrimynd, álit og hoyringarsvar.
  4. Løgmansskrivstovan/løgdeildin viðger uppskotið í samráð við avvarðandi aðalstýri, og verður tað rættað samsvarandi hesum.
  5. Løgmanni verður latið uppskotið við átekning um, at løgdeildin hevur viðgjørt uppskotið. Løgmaður ger av, um málið er búgvi til politiska viðgerð. Um so er, verður eitt eintak av uppskotinum sent tinglimum samgongunnar. Løgmansskrivstovan boðar viðkomandi aðalstýri frá, at uppskotið er latið løgmanni til politiska viðgerð.
  6. Um løgmaður ikki metir uppskotið vera búgvið til politiska viðgerð, boðar hann viðkomandi landsstýrismanni frá hesum.
  7. Politiska viðgerðin fer fram á politiskum landsstýrisfundum, sum er hvønn mánadag kl. 10.00.
  8. Tá politiska viðgerðin er liðug, boðar løgmaður frá, at uppskotið er greitt til at verða lagt fyri formligan landsstýrisfund. Skulu broytingar gerast í uppskotinum, verður frumritið sent viðkomandi aðalstýri aftur, sum ger neyðugu tillagingarnar og letur tað aftur til viðgerðarstig punkt 2.
  9. Løgmansskrivstovan/ritarin boðar frá og sendir út dagsskrá til formligan landsstýrisfund. Hetta verður at gera í seinasta lagi kl. 14.00 dagin fyri fundin.
  10. Løgmansstjórin, løgmansritarin ella annar í teirra stað skrivar gerðabók fyri formligu landsstýrisfundirnar. Gerðabókin verður send aðalstýrunum, sum eina staðfesting av, at Løgmansskrivstovan sendir løgtinginum lógaruppskotið.
  11. Løgmansskrivstovan setir løgtingsnummar á, skipar fyri, at uppskotið verður undirskrivað, og letur løgtinginum uppskotið í 50 eintøkum og á diskli.

 

Tíðarfreistir

Løgdeildin skal í minsta lagi hava 5 yrkadagar til viðgerðina, og vanliga tekur politiska viðgerðin 14 dagar. Øll viðgerðartíðin er sostatt einar 3 vikur. Í serligum førum, til dømis tá nógv lógaruppskot eru á skránni samstundis, verður at byrgja uppfyri, at viðgerðin á løgdeildini tekur longri tíð enn nevndu 5 yrkadagarnar.

 

Tórshavn hin 24. januar 2000

Anfinn Kallsberg
løgmaður

/ Marjun Hanusardóttir
løgmansstjóri

Rundskriv um Lógarsmíð nr. 2
_____________________________________________________________________________

 

Krøv til viðmerkingar til løgtingslógaruppskot o.a. sum skal leggjast fyri løgtingið.
Ikki galdandi fyri fíggjarlógaruppskot, fyrispurningar og frágreiðingar, sum skulu leggjast fyri løgtingð.


Rundskrivið fevnir um krøv til innihaldið í viðmerkingum til løgtingslógaruppskot, ið landsstýrið (løgmaður ella landsstýrismenn) ætlar at leggja fyri løgtingið.

Viðmerkingar til løgtingslógaruppskot skulu verða skipaðar soleiðis:

Kap. 1: Almennar viðmerkingar. Kap. 2: Avleiðingarnar av uppskotinum. Kap. 3: Serligar viðmerkingar.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

  1. Almennu viðmerkingarnar skulu vera orðaðar á ein sovorðnan hátt, at fólk, uttan serligt fakligt innlit, við at lesa viðmerkingarnar, skulu vera før fyri at skilja løgtingslógaruppskotið og avleiðingarnar av tí.
  2. Almennu viðmerkingarnar skulu tí vera lættar og greiðar at lesa. Verða fakorð brúkt, skal týdningurin av hesum greinast.

  3. Í almennu viðmerkingunum verður fyrst greitt frá orsøkini til, at løgtingslógaruppskotið er gjørt.
  4. Harnæst verður nágreiniliga greitt frá endamálinum við uppskotinum.
  5. Greitt verður frá galdandi lóggávu og upplýst verður um atfinningar eru gjørdar ella kunnu gerast ímóti galdandi lóggávu.
  6. Gjørdur verður ein stuttur samandráttur av nýskipanini við uppskotinum.
  7. Upplýst verður hvørjir almennir stovnar ella onnur hava havt uppskotið til ummælis og hvørjar viðmerkingar teirra hava verið.
  8. Er hoyringssvarið sera rúgvismikið, kann tað leggjast við sum skjal til løgtingslógaruppskotið.

 

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

  1. Upplýst verður um fíggjarligu avleiðingarnar fyri land og kommunur í tí fíggjarári, tá ið lógin kemur í gildi, og komandi ár.
  2. Upplýst verður hvussu ætlanin er at fíggja útreiðslurnar av lógini; á komandi fíggjarlóg, eykajáttanarlóg, ella á annan hátt.
    Er lógaruppskotið partur av broytingum av einum samlaðum lógarverki, verður upplýst um samlaðu fíggjarligu avleiðingarnar av hesum.
    Hevur uppskotið ongar fíggjarligar avleiðingar, verður hetta eisini tilskilað.

  3. Upplýst verður um mettar umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur.
  4. Upplýst verður serliga, um neyðugt verður at seta á stovn ella víðka umsitingarligar eindir, og í so fall um metta kostnaðin av hesum.
    Hevur uppskotið ongar umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur, verður hetta eisini tilskilað.

  5. Upplýst verður um fíggjarligu avleiðingarnar, løgtingslógaruppskotið fær fyri vinnuna.
  6. Í hesum sambandi verður eisini upplýst um hvørjar umsitingarligar avleiðingar, lógaruppskotið fær fyri vinnuna.
    Hevur uppskotið ongar fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna, verður hetta eisini tilskilað.

  7. Upplýst verður um lógaruppskotið fær avleiðingar fyri umhvørvið.
  8. Eru umhvørvismetingar gjørdar, sum kunnu setast í samband við løgtingslógaruppskotið, eiga tær at verða endurgivnar ella at verða lagdar við sum skjal.
    Hevur lógaruppskotið ongar avleiðingar fyri umhvørvið, verður hetta eisini tilskilað.

  9. Upplýst verður um lógaruppskotið fær serligar fíggjarligar, umsitingarligar, ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum. Grundgivið verður fyri hví avgjørt er at skipa økið umsitingarliga á einum ávísum stað.
  10. Hevur uppskotið ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar, ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum, verður hetta eisini tilskilað.

  11. Upplýst verður um lógaruppskotið fær sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.
  12. Hevur uppskotið ikki sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir, verður hetta eisini tilskilað.

  13. Upplýst verður harumframt um uppskotið orsakað av, at tað eru millumtjóða sáttmálar á økinum, ið løgtingslógaruppskotið fevnir um, sum heimastýrið hevur skyldu at fylgja, fær fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri landsmyndugleikar, kommunumyndugleikar, ávís øki í landinum, ávísar samfelagbólkar ella vinnuna.
  14. Um tílíkir sáttmálar ikki eru, ella um uppskotið, hóast tílíkir sáttmálar eru, ikki fær fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar, verður hetta eisini tilskilað.

  15. Um mett verður, at løgtingslógaruppskotið fer at áleggja fólki skyldur t.d. upplýsingarskyldu, skrásetingarskyldu ella t.d. krøv um loyvi, eigur at verða greitt frá teimum umsitingarligu avleiðingunum av hesum.
  16. Um so er, at løgtingslógaruppskotið leggur heimildir til annan enn landsstýrismann, og viðvíkjandi kommunum, aðrar heimildir enn tær, ið kommunurnar hava sambært kommunustýrislógini, verður í viðmerkingunum grundgivið fyri teimum fyrilitum, ið liggja til grund fyri hesum.
  17. Somuleiðis verður í viðmerkingunum greitt frá hvørjar heimildir, landsstýrismaðurin hevur í mun til hann, sum hevur fingið heimildir sambært løgtingslógaruppskotinum.

  18. Um so er, at løgtingslógaruppskotið gevur almennum myndugleikum atgongd til privata ogn, verður grundgivið fyri hví hetta er neyðugt. Eisini verður nágreiniliga greitt frá vavinum av heimildini.
  19. Aftan á frágreiðingina um avleiðingarnar av løgtingslógaruppskotinum verða avleiðingarnar, orðaðar sum ja ella nei, settar upp í skema, sum niðanfyri tilskilað.

Skemaið verður sett inn aftan á vanligu viðmerkingarnar í løgtingslógaruppskotinum.

 

 

 

Fyri landið/lands
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar          
Umsitingarligar avleiðingar          
Umhvørvisligar avleiðingar          
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur          
Sosialar avleiðingar    

 

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

  1. Í serligu viðmerkingunum skal verða greitt frá innihaldinum í hvørjari einstakari grein í uppskotinum. Eisini skal verða greitt frá ætlanini við greinini, og hvussu hon skal skiljast.
  2. Lógarteksturin eigur ikki at verða endurgivin.

  3. Viðmerkingarnar til hvørja einstaka grein innihalda hesar upplýsingar:

- um broytingarnar, sum løgtingslógaruppskotið fer at hava við sær
- um grundgevingina fyri broytingunum, og
- hvørjar avleiðingar broytingarnar fáa.

Er hóast hetta, eingin viðmerking til einstakar greinar í uppskotinum, verður hetta tilskilað.

 

Tórshavn, 29. februar 2000

Høgni Hoydal
landsstýrismaður

/Rúni Joensen, deildarstjóri