K. nr. 100 frá 20.12.1999 um stuðul til heilivág eftir forsorgarlógini og
almannapensjónslógini
Við heimild í § 18, stk. 6, í "Lov for Færøerne om offentlig forsorg", smb. lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988 við seinni broytingum og § 12, stk. 6, í løgtingslóg nr. 48 frá 10 mai 1999 um almannapensjónir o.a. verður ásett:
Vanligar treytir
§ 1. Við heilivág eftir hesi kunngerð er at skilja læknafyriskipaður
heilivágur og harumframt útgerð, ið hevur beinleiðis samband við læknafyriskipaða
viðgerð.
Stk. 2. Við varandi sjúku ella varandi nýtslu eftir hesi kunngerð er at skilja
sjúka ella nýtsla, ið verður mett at vara í 6 mánaðir ella meira.
§ 2. Persónum, ið eru avlamnir, varandi sjúkir ella ellisbrekaðir, kann
Almannastovan, eftir umsókn, veita stuðul til ávísan heilivág, smb. § 18, stk. 5, í
forsorgarlógini.
Stk. 2. Stuðul eftir stk. 1 verður veittur, um heilivágurin, nevndur í § 1, er
neyðugur til tess at viðkomandi fær arbeitt, kann bøta munandi um brekið ella kann
lætta munandi um dagligu tilveruna.
§ 3. Pensjonistar kunnu fáa stuðul til heilivág eftir § 12, stk. 6, í
almannapensjónslógini sum persónlig viðbót. Í slíkum førum verður egingjaldið at
rokna út, sum ásett í § 7.
Stk. 2. Hóast pensjonistur ikki lýkur treytirnar í stk. 1, kann hann fáa
stuðul til heilivág eftir § 2.
§ 4. Stuðul kann bert veitast til útreiðslur, ið ikki kunnu verða rindaðar av sjúkrakassa ella aðrari trygging.
§ 5. Stuðul eftir § 2 verður ikki veittur til heilivág, ið er keyptur, áðrenn umsókn er latin Almannastovuni.
Egingjald
§ 6. Stuðul eftir § 2 kann einans veitast til útreiðslur oman
fyri kr. 400,- um ársfjórðingin.
Stk. 2. Egingjald hjá børnum verður at rokna uppí egingjaldið hjá mammuni,
ella tí, sum í hennara stað hevur foreldrarættin, soleiðis at hetta tilsamans er kr.
400,- um ársfjórðingin.
Stk. 3. Um fíggjarligu umstøður umsøkjarans verða mettar at vera serliga
truplar, kann stuðul verða veittur til egingjaldið eftir § 15, stk. 2, í
forsorgarlógini. Fyri pensjonistar kann stuðul í hesum førum verða veittur sum
persónlig viðbót eftir § 12, stk. 6, í almannapensjónslógini.
§ 7. Stuðul eftir § 3 til pensjonistar, ið um mánaðin
hava eina inntøku, pensjón íroknað, ið svarar til fólkapensjón og útgjald úr
arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, gjalda sjálvir tær fyrstu kr. 200,- um
ársfjórðingin.
Stk. 2. Pensjonistar, ið um mánaðin hava eina inntøku, pensjón íroknað, ið
svarar til miðal fyritíðarpensjón, gjalda sjálvir tær fyrstu kr. 400,- um
ársfjórðingin eftir § 3.
Stk. 3. Pensjonistar, ið um mánaðin hava eina inntøku, pensjón íroknað, ið
svarar til hægstu fyritíðarpensjón, gjalda sjálvir tær fyrstu kr. 600,- um
ársfjórðingin eftir § 3.
Stk. 4. Um umstøðurnar hjá pensjonistinum verða mettar at vera serliga truplar,
kann egingjaldið verða niðursett ella detta burtur.
Stk. 5. Er pensjonisturin giftur, eru inntøkuupphæddirnar, nevndar í stk. 1-3,
pensjónsupphæddirnar fyri hjún.
Kærumøguleiki og gildiskoma
§ 8. Avgerðir, tiknar av Almannastovuni sambært hesi kunngerð, kunnu innan 4 vikur kærast til Kærunevndina í almannamálum.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2000. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 151 frá 24. november 1997 um stuðul til heilivág eftir forsorgarlógini, fólkapensiónslógini og avlamispensiónslógini.