Stuðul til heilivág


K. nr. 151 frá 24.11.1997 um stuðul til heilivág eftir forsorgarlógini, fólkapensiónslógini og avlamispensiónslógini


Við heimild í § 18, stk. 6 í forsorgarlógini, § 14, stk. 4 í fólkapensiónslógini og § 15, stk. 3 í avlamispensiónslógini verður fyrisett: 

Vanligar treytir

§ 1. Persónum, ið eru avlamnir, varandi sjúkir ella ellisbrekaðir, kann Almannastovan, eftir umsókn, veita stuðul til ávísan heilivág, smb. § 18, stk. 5 í forsorgarlógini.
Stk. 2. Við heilivág eftir hesi kunngerð er at skilja læknafyriskipaður heilivágur og harumframt útgerð, ið hevur beinleiðis samband við læknafyriskipaða viðgerð.
Stk. 3. Við varandi sjúku ella varandi nýtslu eftir hesi kunngerð er at skilja sjúka ella nýtsla, ið verður mett at vara í 6 mánaðir ella meira.
Stk. 4. Stuðul eftir stk. 1 verður veittur, um heilivágurin, nevndur í stk. 2, er neyðugur til tess at viðkomandi fær arbeitt, kann bøta munandi um brekið ella kann lætta munandi um dagligu tilveruna.

§ 2. Pensionistar kunnu fáa stuðul til heilivág eftir § 14, stk. 1 í fólkapensiónslógini og § 15, stk. 1 í avlamispensiónslógini sum persónligt ískoyti. Í slíkum førum verður egingjaldið at rokna út sum ásett í § 6.
Stk. 2. Hóast ein pensionistur ikki lúkar treytirnar í § 2, stk. 1, kann hann fáa stuðul til heilivág eftir § 1.

§ 3. Stuðul kann bert veitast til útreiðslur, ið ikki kunnu verða rindaðar av sjúkrakassa ella aðrari trygging.

§ 4. Stuðul verður ikki veittur eftir § 1 til heilivág, ið er keyptur, áðrenn umsókn er latin Almannastovuni.

Egingjald

§ 5. Stuðul eftir § 1 kann einans veitast til útreiðslur omanfyri kr. 400,- um ársfjórðingin.
Stk. 2. Egingjald hjá børnum verður at rokna uppí egingjaldið hjá mammuni, ella tí, sum í hennara stað hevur foreldrarættin, soleiðis at hetta tilsamans er kr. 400,- um ársfjórðingin.
Stk. 3. Um fíggjarligu umstøður umsøkjarans verða mettar at vera serliga truplar, kann stuðul verða veittur eftir § 15, stk. 2 í forsorgarlógini til egingjaldið. Fyri pensiónistar kann stuðul í hesum førum verða veittur sum persónligt ískoyti eftir § 14, stk. 1 í fólkapensiónslógini og eftir § 15, stk. 1 í avlamispensiónslógini.

§ 6. Stuðul eftir § 2 til pensiónistar, ið um mánaðin hava eina inntøku, pensión íroknað, ið svarar til fólkapensión og útgjald úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, gjalda sjálvir tær fyrstu kr. 200,- um ársfjórðingin.
Stk. 2. Pensiónistar, ið um mánaðin hava eina inntøku, pensión íroknað, ið svarar til miðal avlamispensión, gjalda sjálvir tær fyrstu kr. 400,- um ársfjórðingin eftir § 2.
Stk. 3. Pensiónistar, ið um mánaðin hava eina inntøku, pensión íroknað, ið svarar til hægstu avlamispensión, gjalda sjálvir tær fyrstu kr. 600,- um ársfjórðingin eftir § 2.
Stk. 4. Um umstøðurnar hjá pensiónistinum verða mettar at vera serliga truplar, kann egingjaldið verða niðursett ella detta burtur.
Stk. 5. Er pensiónisturin giftur, eru inntøkuupphæddirnar, nevndar í stk. 1-3, pensiónsupphæddirnar fyri hjún.

Kærumøguleiki og gildiskoma

§ 7. Avgerðir, tiknar av Almannastovuni sambært hesi kunngerð, kunnu innan 4 vikur kærast til Kærunevndina í almannamálum.

§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1998.