Landsskjalasavnskunngerð


Kunngerð landsskjalasavnsins nr. 1 frá 25.07.1995 um umsiting av almennum savnindum.

Við heimild í § 7 stk. 3 og § 8 stk. 1 í løgtingslóg nr. 49 frá 28. apríl 1992 um Føroya Landsskjalasavn hevur landsskjalasavnið fyrisett:

§ 1.  Teldukervi hjá almennum stovnum skulu vera soleiðis háttað, at tað ber til at arkivera dátur frá kervum og at formbroyta  til savnsformar, ið eru óheftir av teldukervum.

§ 2.  Nýggjar journal- og skjalasavnsskipanir, herundir journal- og skjalasavnsætlanir við vegleiðingum og reglum um mannagongdir, verða at leggja fyri landsskjalasavnið til góðkenningar, áðrenn hesar verða tiknar í nýtslu. Fyri nýggjar journal- og skjalasavnsskipannir á teldustøði er herumframt galdandi, at savnsmongdir og formbroytingar til savnsformar verða at leggja fyri Føroya Landsskjalasavn til góðkenningarr, áðrenn skipaninar verða tiknar í nýtslu.

§ 3.  Um journal- og skjalasavnsætlan hjá stovni ikki lýkur treytirnar til tess at tryggja neyðturvilig savnindafyrilit, kann landsskjalavørðurin áleggja viðkomandi stovnni at gera nýggja journal- og skjalasavnsskipan.

§ 4.  Hendan kunngerð kemur í gildi tann 1. september 1995.