Atkvøðugreiðslur og skrivligir fyrispurningar
Um atkvøðugreiðslur
og skrivligar fyrispurningar
Ivi hevur verið um, hvussu atkvøðast skal um
uppskot til løgtingslógir. Tveir møguleikar eru: at seta fram broytingaruppskot og/ella
atkvøða um ávísar greinar, stk. o.a. fyri seg.
Skal eitt broytingaruppskot verða samtykt
krevst, at fleiri atkvøður eru fyri enn ímóti. Stendur á jøvnum, er uppskotið
fallið.
Verður atkvøtt um td. eina grein fyri seg
krevst somuleiðis fyri at samtykkja greinina, at fleiri atkvøður eru fyri enn ímóti.
Stendur á jøvnum, er greinin fallin.
Munurin er, at um tingið ynskir at strika eina
grein (ella td. eina ávísa játtan á fíggjarløgtingslóg), er tað lættari at fella
greinina, um atkvøtt verður um hana fyri seg, enn um eitt broytingaruppskot verður sett
fram um at strika greinina.
Formansskapurin hevur umrøtt henda spurning, og
løgtingsformaðurin hevur síðani ásett hesar reglur:
- Tá atkvøtt verður við 2. viðgerð um
fíggjarløgtingslóg ella løgtingslóg um eykajáttan, kunna broytingaruppskot verða
sett fram smb. § 41, stk. 3. Broytingaruppskotið skal tá setast fam, áðrenn umrøðan
byrjar. Tó kann nevnd, meiriluti ella minniluti í henni seta fram broytingaruppskot
undir viðgerðini, men áðrenn orðaskiftið endar.Somuleiðis er møguligt hjá
tingmanni at biðja um, at atkvøtt verður um serstaka grein ella høvuðskonto fyri seg.
Í hesum førum skal tingmaður lata formanninum skrivliga áheitan, áðrenn umrøðan
við 2. viðgerð byrjar, um, hvørjar greinar ella høvuðskonti hann vil hava atkvøtt
um fyri seg.Við 3. viðgerð verður bert atkvøtt um møgulig broytingaruppskot og um
uppskotið soleiðis, sum tað varð samtykt við 2. viðgerð.
- Tá atkvøtt verður við 2. viðgerð um onnur
uppskot til løgtingslóg, verður bert atkvøtt um broytingaruppskot og
upprunauppskotið, tvs. at atkvøðast kann ikki um serstakar greinar ella stk.
*
Tað tykist ikki tingmonnum heilt greitt, nær
biðjast kann um orðið, tá skrivligir fyrispurningar eru fyri. Tí henda frágreiðing:
- Spyrjarin fær fyrst 10 minuttir at seta
spurningin fram og grundgeva fyri honum. Tingmenn kunna ikki gera viðmerkingar.
- Svararin fær 15 minuttir at svara í. Tingmenn
kunna ikki gera viðmerkingar.
- Spyrjarin fær 5 minuttir. Tingmenn kunna ikki
gera viðmerkingar.
- Svararin fær 5 minuttir. Tingmenn kunna ikki
gera viðmerkingar.
- Aðrir tingmenn, løgmaður og landsstýrismenn
fáa 10 minuttir, tó ikki spyrjari og svarari. Formaðurin spyr um framsøgumenn, sum tó
ikki fáa longri talutíð enn aðrir tingmenn. Tingmenn og onnur kunna gera
viðmerkingar, eisini spyrjari og svarari. Síðani fáa hesir somu 5 minuttir, og
viðmerkingar kunna framvegis gerast.
- Spyrjarin fær 5 minuttir. Viðmerkingar kunna
gerast.
- Svararin fær 5 minuttir. Viðmerkingar kunna
gerast.
- Tingmaður, sum setir fram fyrispurning, kann ikki
vera framsøgumaður fyri sín egna flokk.
26. oktober 1999
Løgtingsformaðurin