Stýrisskipanarlógarviðgerðin

Úrrit úr gerðabók løgtingsins frá 92. fundi 25.07.1994

Ár 1994, mánadagin 25. juli kl. 15.00 var tingfundur settur.

Gerðabókin frá seinasta fundi var upplisin og góðkend.

Allir tingmenn uttan Bjarni Djurholm og Signar á Brúnni vóru á fundi.

Allir landsstýrismenn uttan Finnbogi Ísakson, Signar á Brúnni, Thomas Arabo og Bergur Jacobsen vóru á fundi.

Løgmaður var á fundi.

Ríkisumboðsmaðurin var á fundi.

Formaðurin bað um tingsins loyvi at víkja frá tíðarfrestini til 2. viðgerð av tingmáli nr. 207/93 (onnur tingseta): Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya. Hetta var givið uttan atkvøðugreiðslu.

Til viðgerðar:

1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 207/93 (onnur tingseta): Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya.
    Uppskotið til samtyktar frá samdari nevnd samtykt við 26-0 atkvøðum. §§ 1-57 samtyktar við 26-0.
    § 58 samtykt 26 -0. At málið skuldi fara til 3. viðgerð soleiðis samtykt var samtykt við 26-0 atkvøðum.

2. Framløga.

Formaðurin setti næsta fund at vera mánadagin 25. juli 1994 kl. 15.30 við hesi dagsskrá:

1. Møgulig 3. viðgerð av tingmáli nr. 207/93 (onnur tingseta): Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya.

2. Framløga.

Fundur lokin

Jógvan I. Olsen              Ivan Johannesen
løgtingsformaður                  skrivari