Stýrisskipanarlógarviðgerðin

Álit frá 25. juli 1994 í løgtingsmáli nr. 207/1993: Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya

Í seinastu tingsetu, løgtingsmál nr. 190/93: Løgtingsmál um stýrisskipan Føroya, samtykti løgtingið við 24-0 atkvøðum nýggja lóg um stýrisskipan Føroya.

Lógin kann eftir fyriskipanum sínum um gildiskomu bert koma í gildi, um lógin eisini verður samtykt av nývalda løgtinginum óbroytt í fyrstu setu nývalda tingsins.

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 20. juli 1994 og eftir 1. viðgerð 22. juli 1994 beint í serliga stýrisskipannarnevnd.

Í nevndina vórðu valdir: Bjørn á Heygum fyri Sambandsflokkin, Anfinn Kallsberg fyri Fólkaflokkin, Marita Petersen fyri Javnaðarflokkin, Jógvan Durhuus fyri Tjóðveldisflokkin, Kristian Magnussen fyri Verkamannafylkingina, Helena Dam á Neystabø fyri Sjálvstýrisflokkin, Lasse Klein fyri Kristiliga fólkaflokkin Føroya framburðs- og fiskivinnuflokk og Petur Jacobsen fyri Miðflokkin.

Nevndin skipaði seg við Bjørn á Heygum sum formanni og hevur viðgjørt málið á fundi 22. juli 1994. Nevndarformaðurin mælti til, at tveir limir í umrøddu nevnd gjølliga kanna, um talan er um sama lógaruppskot, sum landsstýrið nú leggur fram at samtykkja av nývalda løgtinginum.

Semja var um, at Bjørn á Heygum og Anfinn Kallsberg átaka sær at eftirkanna orðingina í fyriliggjandi lógaruppskoti frá landsstýrinum til tess at tryggja, at samleiki (identitetur) er millum hetta uppskot og tað, sum áður er samtykt av løgtinginum.

Undir viðgerðini varð sett fram ynski frá nývaldu nevndarlimunum um, at nevndin kannaði grein fyri grein nýggja lógaruppskotið til tess, at nýggju tinglimirnir kundu seta fram fyrispurningar og fáa svar viðvíkjandi innihaldinum í lógargreinunum. Semja var í nevndini um at lesa upp allar greinarnar og at svara møguligum spurningum. Síðani vórðu lógargreinarnar lisnar upp, og settir fyrispurningar vórðu svaraðir.

Síðani hava tinglimirnir Bjørn á Heygum og Anfinn Kallsberg eftirkannað lógartekstin, og hava báðir tikið til eftirtektar, at fyriliggjandi tilfar er tað sama sum tað, ið samtykt er í fyrra lógarmálinum, løgtingsmál nr. 190/93: Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya.

Í løgtingsmáli nr. 207/93: Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya sigur landsstýrið í viðmerkingunum:

"Fyri at tryggja sær, at tingskipanin verður broytt í sambandi við nýggju stýrisskipanarlógina, og at arbeiðið verður framt eftir ætlanini hjá tí tingi, ið samtykti stýrisskipanarlógina fyrru ferð, verður mælt til, at tingið av nýggjum samtykkir uppskotið til samtyktar um broyting í tingskipanini, tó við teirri broyting, at nýggj tíðarfreist verður ásett fyri, nær uppskotið skal verða greitt at leggja fyri tingið."

Í løgtingsmálinum nr. 190/93 varð gjørd soljóðandi samtykt:

"Løgtingið setir nevnd við sitandi formanni í tinginum og fyrrverandi formonnum løgtingsins Lassa Klein, Anfinn Kallsberg, Jacob Lindenskov, Hergeir Nielsen, Jógvan Sundstein, Agnar Nielsen og Hilmar Bech, at gera uppskot til broyting av tingskipan løgtingsins soleiðis, at tingskipanin m.a. samsvarar tí av løgtinginum í juni 1994 í fyrsta umfari samtykta uppskoti til løgtingslóg um stýrisskipan Føroya. Álitið verður at leggja fyri løgtingið samstundis, sum uppskotið um nýggja stýrisskipan kemur til viðgerðar á øðrum sinni."

Nevndin ásannar, at hetta als ikki kann lata seg gera við so neyvari tíðarfreist og mælir til, at hetta sera týdningarmikla arbeiðið verður gjørt dyggiliga og við rúmari tíðarfreist, tí talan verður um at seta upp eina heilt nýggja tingskipan við útgreinaðum reglum, har serliga viðmerkingarnar í komandi álitinum krevja drúgt og haldgott forarbeiði. Mælt verður tí til, at hetta álit verður lagt fram áðrenn árslok 1994, og setir ein samd nevnd í staðin fyri nevndu løgtingssamtykt fram soljóðandi

U p p s k o t
til
samtyktar

Løgtingið setir nevnd við sitandi formanni í tinginum, og fyrrverandi formonnum løgtingsins Lassa Klein, Anfinn Kallsberg, Jacob Lindenskov, Hergeir Nielsen, Jógvan Sundstein, Agnar Nielsen og Hilmar Bech, at gera uppskot til broyting av tingskipan løgtingsins soleiðis, at tingskipanin m.a. samsvarar tí av løgtinginum í juni samtykta uppskot til løgtingslóg um stýrisskipan Føroya. Álitið verður at leggja fyri løgtingið í seinasta lagi fyri árslok 1994.

Samd nevnd mælir til at samtykkja lógaruppskotið og uppskotið til samtyktar frá serligu stýrisskipannarnevndini.