Stýrisskipanarlógarviðgerðin
Úrrit úr gerðabók løgtingsins frá 91. fundi 25.07.1994
Ár 1994, mánadagin 25. juli kl. 14.00 var tingfundur settur.
Gerðabókin frá seinasta fundi var upplisin og góðkend.
Allir tingmenn uttan Bjarni Djurholm, Óli Breckmann, Jóannes Eidesgaard og Signar á Brúnni vóru á fundi.
Allir landsstýrismenn uttan Signar á Brúnni, Thomas Arabo, Jóannes Eidisgaard og Bergur Jacobsen vóru á fundi.
Løgmaður var á fundi.
Ríkisumboðsmaðurin var ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1. Serliga stýrisskipanarnevndin legði fram álit í tingmáli nr. 207/93 (onnur tingseta): Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya.
Formaðurin setti næsta fund at vera mánadagin 25. juli 1994 kl. 15.00 við hesi dagsskrá:
1. Møgulig 2. viðgerð av tingmáli nr. 207/93 (onnur tingseta): Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya.
2. Framløga.
Fundur lokin.
Jógvan I. Olsen Ivan
Johannesen
løgtingsformaður
skrivari