Stýrisskipanarlógarviðgerðin

Avrit av orðaskifti løgtingsins frá 90. fundi 22.07.1994: 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um stýrisskipan Føroya í 2. umfari

A. Formaðurin - 1 - 2 - 3 - 4 - 5 - 6 - 7 - 8 - 9 - 10 - 11 - 12
B. Vilhelm Johannesen, jv.
C. Lasse Klein, krf. - 1 - 2
D. Anfinn Kallsberg, ff.
E. Bjørn á Heygum, sb. - 1 - 2
F. Jógvan Durhuus, tj. - 1 - 2
G. Helena Dam á Neystabø, sj.
H. Marita Petersen, løgmaður, jv.
I. Jógvan Ingvard Olsen, sb.
J. Heini O. Heinesen, tj.
K. Bjarni Djurholm, ff.

Vilhelm Johannesen, jv.:
Harra formaður! Tann 24. mars 1994 legði landsstýrið fram løgtingsmál nr. 190/1993: Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya. Málið fekk 1. viðgerð á tingi tann 6. apríl, og eftir 1. viðgerð varð málið beint í eina serliga løgtingsnevnd við umboðum fyri allar flokkar á tingi; Tordur Niclasen, sum tá var uttanflokka fekk eisini sess í nevndini.

Hóast umstøðurnar haldi eg, at teir flestu vóru samdir um, at málið fekk eina nágreinliga viðgerð í nevndini. Nevndin arbeiddi ikki í langa tíð, men hon arbeiddi nokkso støðugt, ta tíðina hon sat, og kom við áliti, sum varð framlagt tann 22. juni 1994, og har vóru 17 broytingaruppskot frá skiftandi meirilutum í nevndini, og har vóru eisini uppskot til samtyktar. Tað eina uppskotið til samtyktar er eitt uppskot um at seta eina nevnd av fyrrverandi løgtingsformonnum og verandi løgtingsformanni at endurskoða tingskipanina.

Nú er tað soleiðis, at eitt av uppskotunum frá nevndini var, at lógin ikki skuldi fáa gildi beinanvegin, og orsøkin til, at nevndin mælti til hetta, var tann, at fleiri løgtingslógir skulu broytast, áðrenn stýrisskipanarlógin kann fara at virka, og somuleiðis verður neyðugt, sum nevnt, at endurskoða tingskipanina. Tí hevur løgtingið eftir tilmæli frá løgtingsins stýrisskipanarnevnd samtykt, at lógin sum so kemur í gildi ólavsøkudag 1995, meðan ein partur av lógini, eg haldi tað var § 33, sum fevnir um ráðharrastýri, skal koma í gildi eitt ár seinni, t.v.s. á ólavsøku 1996.

Vit høvdu roknað við, at nývalda tingið ikki fór at koma saman fyrrenn á ólavsøku, og tí varð mælt til, at hendan nevndin av fyrrverandi løgtingsformonnum og núverandi løgtingsformanni, sum skuldi endurskoða tingskipanina, skuldi setast tá, men so tók spurningurin seg upp við góðkenningini av valbrøvunum og góðkenningini av løgtinginum. Skuldi eitt løgting, sum ikki var góðkent, fara í skrúðgongu oman í kirkjuna ella ikki, og tað var orsøkin til, at man valdi at hava tingsetu nú. Eg fari, harra formaður, at mæla til, at løgtingið aftur setir eina serliga løgtingsnevnd við umboðum fyri allar flokkar á tingi, og at hetta málið verður beint í ta nevndina. Eg kundi hugsað mær, at nevndin t.d. legði álit fram á ting aftur seinnapartin mánadagin.

Orsøkin til, at eg mæli til hetta, er, at ein partur av tingmanningini er útskiftur við valið, vit hava eisini fingið nýggjar flokkar á ting, og eg haldi, at tey nýggju skulu fáa høvi til at seta seg væl inn í málið, og eg haldi, tað eisini vera neyðugt, at ein slík nevnd gjøgnumgongur lógartekstirnar soleiðis, at vit hava trygd fyri, at tað, sum nú verður kunngjørt, er tann lógin, sum løgtingið hevur samtykt í seinasta valskeiði, og sum hetta løgtingið vónandi fer at staðfesta her um dagarnar. Takk fyri.

Formaðurin:
Ja takk. Næsti talari er Lasse Klein, ger so væl.

Lasse Klein, krf.:
Harra formaður! Tað er løgtingslóg um stýrisskipan Føroya, sum er til viðgerðar. Í seinastu tingstu, og tað er fyri minni enn einum mánaði síðani, tá samtykti, soleiðis sum undanfarni røðari segði frá, løgtingið við 24-0 atkvøðum hesa løgtingslógina um stýrisskipan Føroya. Sambært galdandi lóg um stýrisskipan Føroya, kann eftir § 30 bert verða broytt, um broytingin eisini verður samtykt at nývalda løgtinginum í fyrstu tingsetuni aftaná valið, og tað er júst hesari støðuni, vit eru í. Lítil ivi man vera um, at nýval hevur verið, tá vit líta runt um í tingsalinum, tað eru nýggj andlit at síggja í øðrum hvørjum stóli, og vit aðrir, sum hava havt okkara dagligu gongd higar í nøkur ár, og sum hava so dánt skinklað okkum inn aftur um tinggátt, skulu nú brúka ta fyrstu tíðina til at venja okkum við tankan, at vit eru komnir higar og sjálvandi læra hesar nýggju smílandi tingmenninar at kenna og so royna at fáa ta frægasta úrslitið burturúr.

Hetta málið bleiv framlagt av landsstýrinum, soleiðis sum tað eisini framgongur av viðmerkingunum, tann 24. mars 1994 og eftir 1. viðgerð 6. apríl beint í eina serliga løgtingsnevnd. Ætlanin var tá, at nevndin skuldi arbeiða sum millumtinganevnd við tí fyri eyga at leggja álit fyri ólavsøkutingsetuni 1994. Nevndin skuldi fara til arbeiðis, tá ið tingsetan fyri 1993 var komin at enda, men av tí at val varð útskrivað, helt hendan ætlanin ikki, og á fundi millum løgtingsformannin og floksformenninar á tingi hin 19. mai var niðurstøðan tann, at hóast val skuldi verða tann 7. juli, var rættast at fáa málið avgreitt áðrenn valið. Nú veit eg ikki harra formaður, um Vilhelm Johannesen skal hava orðið ella.....

Formaðurin:
Lasse Klein hevur orðið.

Lasse Klein, krf.:
Nevndin fekk sostatt rættiliga avmarkaða tíð at arbeiða í, og vit kunnu siga tað soleiðis, at hevði tað gamla tingið avmarkaða tíð at arbeiða í, so hevði tað nýggja uppaftur styttri tíð at arbeiða í. Um fáar dagar er hendan tingsetan lokin, og hetta at broyta stýrisskipan Føroya er í sjálvum sær eitt stórt verk, og tí hava teir nýggju tingmenninir, soleiðis sum undanfarni røðari eisini vísti á, avmarkaða tíð at seta seg inn í sjálvt lógaruppskotið, ella hava havt møguleika fyri at lisið álitið hjá stýrisskipanarnevndini, og tað má í sjálvum sær metast at vera sera óheppið.

Tað liggur líkasum í sjálvari viðgerðini, at tað skal ikki vera lætt at broyta løgtingslógina um stýrisskipan Føroya, tí hon skal jú samtykkjast, soleiðis sum tað eisini framgongur av tekstinum, óbroytt av tveimum tingum, t.v.s. at val skal verða ímillum, og skal hendan lógin samtykkjast, so gevur sjálv viðgerðin ikki møguleikar fyri broytingum yvirhøvur, og tað er uttan mun til, um talan var um eitt longri tíðarskeið at viðgera sjálvt málið í. Tí fari eg eisini at boða frá, at vit í krf. fara at atkvøða fyri uppskotinum óbroyttum, og fer tað at vísa seg seinni, tá lógin hevur verið í gildi í nøkur ár, at ávísar broytingar eru neyðugar, so ivist eg onga løtu í, at spurningar verða tiknir upp til ta tíð.

Løgmaður mintist til í viðmerkingunum at gera vart við, at lógaruppskotið um nýggja stýrisskipan var til viðgerðar í undanfarna valskeiðið, at tá samtykti løgtingið at seta eina nevnd at gera uppskot til broytingar í tingskipanini soleiðis, at hon samsvarar nýggju stýrisskipanini. Tað er sjálvandi neyðugt, tí har eru fleiri tillagingar, sum eru neyðugar at gera. Her verður sjálvandi hugsað um uppskotið til samtyktar í álitinum í løgtingsmáli nr. 190 á blaðsíðu 13, har nevnd skal mannast við fyrrverandi løgtingsformonnum, sum skulu gera uppskot til tingskipan og fyri at tryggja sær, at tingskipanin verður broytt í sambandi við nýggju stýrisskipanarlógina ,og at arbeiðið verður framt eftir ætlan hjá tí tingi, ið samtykti stýrisskipanarlógina fyrru ferð, so mælir løgmaður í viðmerkingunum til, at tingið av nýggjum samtykkir uppskotið til samtyktar um broyting í tingskipanini tó við teirri broyting, at nýggj tíðarfreist verður ásett, nær uppskotið skal vera greitt at leggja fyri tingið, og eg kundi hugsað mær til, tað er fyri so vítt eisini í tráð við tað, sum undanfarni røðari nevndi, at tað mest praktiska í hesum sambandi er, at formenninir fyri tingbólkarnar fingu hesa uppgávuna litna upp í hendi at evna uppskotið til samtyktar av nýggjum, og at hetta kundi verðið gjørt skjótast gjørligt, t.d. fyrrapartin ella seinnapartin mánadagin. Vit í krf. hava einki ímóti, um aðrir flokkar mæla til tað sama, at givið verður frávik millum 2. og 3. viðgerð. Annars er tað okkara vón, at hetta politiska amboðið, sum løgtingslóg um stýrisskipan fyri Føroyar í veruleikanum er, verður bæði til gagns fyri Føroya løgting og Føroya landsstýri, og at hon kemur at tæna tí fólki, sum her býr. Takk fyri.

Formaðurin:
Ja takk, næsti talari er Anfinn Kallsberg, ger so væl.

Anfinn Kallsberg, ff.:
Harra formaður! Eg skal ikki leggja nógv aftrat tí orðaskifti, sum longu hevur verið, men taka undir við, at hetta málið verður beint í eina serliga nevnd, eina nýggja stýrisskipanarnevnd, sum verður vald her við umboðum fyri allar flokkar, og at henda nevnd leggur fram álit í seinasta lagi tíðliga mánadagin, og eg haldi, at eg fyri fólkaflokkin kann geva tilsøgn um at víkja frá tíðarfreistini soleiðis, at málið kann fáa bæði framløgu, 2. og 3. viðgerð mánadagin.

Hetta málið hevur ómetaliga stóran týdning fyri framtíðina í Føroyum og fyri ta politisku skipanina í Føroyum. Eg skal vera tann fyrsti at ásanna, at skábráið er stutt, serliga tá ið so nógv nýggj andlit eru í tinginum, sum í hvussu so er ikki hava havt sama møguleika at fáa tað innlit í hesa lóg og ta ávirkan, hendan lógin hevur, sum vit aðrir hava havt, so kann tað kennast sum, at tað verður skundað ov skjótt ígjøgnum. Men tað mugu vit bara taka við, tí um hetta uppskotið ikki verður samtykt áðrenn ólavsøkutingsetan byrjar, so fellur tann viðtøkan, sum varð gjørd fyri einum mánaði síðani í einum øðrum løgtingi burtur, og so ganga tað uppaftur minst 4 ár, áðrenn vit hava eina nýggja stýrisskipan ,og tað verður til stóran skaða fyri .................................. Tað er rætt, at tað eigur at vera tryggjað, at tann lógin, sum verður samtykt her ein av komandi døgunum, er nágreinliga tann sama, sum var samtykt fyri einum mánaði síðani, tí annars kann hon ikki lýsast og harvið fáa gildi, og tí er tað rætt at taka sær ta tíðina, sum skal til fyri at fáa gjøgnumgingið lógaruppskotið ordiliga, og sum báðir undanfarnu røðararnir hava verið inni á. Uppskotið til samtyktar, sum varð samtykt fyri einum mánaði síðani, sum álegði fyrrverandi formonnunum í tinginum at gera eina nýggja tingskipan, sum skuldi leggjast fram saman við hesum málinum, má metast at vera burturdottið, tí má ein nýggj samtykt gerast, og eg fari at mæla til, at freistin fyri at gera hesa tingskipanina verður sett t.d. til 1. januar 1995. Tí lógin fær sum kunnugt ikki gildi fyrrenn á ólavsøku um eitt ár, og tá skulu vit eisini hava eina nýggja tingskipan.

Sum sagt kunnu vit í Fólkaflokkinum geva tilsøgn um at stemma fyri hesum uppskotinum, og vit kunnu geva tilsøgn um at fáa ta viðtøkuna gjørda uppá skjótasta máta í tinginum, men sjálvandi við tí forsvarliga, sum skal til fyri at viðgera eitt so stórt mál sum hetta.

Formaðurin:
Ja takk. So er tað Bjørn á Heygum, ger so væl.

Bjørn á Heygum, sb.:
Harra formaður! Til viðgerðar er løgtingsmál nr. 207/1993: Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya. Landsstýrið hevur nú av nýggjum lagt fram uppskot um at seta í gildi stýrisskipanina fyri Føroya. Tað er soleiðis, at sambært § 30 í verandi stýrisskipannarlóg skal hetta uppskotið, sum er samtykt í tinginum eina ferð, eftir val samtykkjast av nýggjum av tí nývalda løgtinginum, og tí er hetta uppskotið lagt fram nú av nýggjum, og tað skal so samtykkjast í fyrstu tingsetu eftir val sambært galdandi reglum.

Tað kann tykjast eitt sindur løgið, at løgmaður leggur hetta uppskotið fram nú, tá ið tað eins væl kundi verðið lagt fram á ólavsøku í vanligari tingsetu. Tað verður sagt, at orsøkin til, at málið verður lagt fram nú áðrenn ólavsøku, er tann, at trupulleikar kunnu uppstanda í og við, at tað er neyðugt at fáa valbrøvini góðkend í sambandi við skrúðgongu á ólavsøku. Eg eri ikki heilt samdur við hasum sjónarmiðinum, í og við at tað stendur ongastaðni í lógini, at valbrøvini skulu vera góðkend í sambandi við skrúðgonguna. Annars kundi hetta mál verðið loyst á tann hátt, at valbrøvini møguliga vórðu góðkend undan skrúðgonguni, t.v.s. at tingið varð sett frammanundan, so absolut neyðugt er tað ikki at leggja málið fram júst nú.

Takast skal eisini í betragtning, at vit hava eitt umsitingarlandsstýri, eitt sokallað forretningsministerium, sum tað eitur á donskum máli, og tað er soleiðis, at eitt slíkt stýri bara hevur vanlig avgreiðslumál um hendi, og eg haldi, at hetta er at fara ov langt, tá man leggur eitt slíkt týðandi mál fram av einum forretningsministerium; tað er líkasum í stríð við andan í lógini. Mest nattúrligt vildi verið, at tað var eitt nýtt landsstýri, sum legði uppskotið fram, tá tað nú er eitt nýtt løgting, sum skal samtykkja uppskotið.

Hasar vóru í stuttum viðmerkingarnar, eg hevði til framløguna í hesum umfari, men Sambandsflokkurin hevur frammanundan tikið fyrivarni um hetta málið. Tað var serliga óvissan, sum valdaði umkring tulkingina av § 57 stk. 2 í verandi uppskoti, nevniliga um tað var neyðugt at broyta heimastýrislógina í sambandi við, at vit møguliga gjørdust limir í millumtjóðafelagsskapi og skuldu avgeva suverenitet. Ella um tað var soleiðis, sum í viðmerkingunum í álitinum, at í fall at vit gjørdust limir í millumtjóða- felagsskapi, so kravdi hetta ta vanligu proceduruna, sum skal til í sambandi við broytingar í stýrisskipanini, nevniliga at broytingaruppskotið varð samtykt, so skuldi haldast nýval, og so samtykt av nýggja løgtinginum.

Sambandsflokkurin hevur kannað hesi viðurskifti nærri og er komin til ta niðurstøðu, at broytingar í heimastýrislógini krevjast, um so er, at heimastýrið skal avgeva suverenitet. Við øðrum orðum, kann eitt mál um at gerast limur í altjóðafelagsskapi avgreiðast á vanligan hátt, og vit sleppa undan at fara um nýval og harvið bíða í 4 ár. Við øðrum orðum fer Sambandsflokkurin at taka undir við fyriliggjandi uppskoti til broyting í stýrisskipanarlógini, hóast uppskotið ikki til fulnar nøktar tær intentiónir, man hevði til broytingar í verandi stýrisskipan. M.a. legði Sambandsflokkurin fram uppskot um at fáa vissar trygdir, vissar minnilutatrygdir innbygdar í skipanina. Hetta varð tíverri ikki gingið á møti, uppskotið varð ikki samtykt.

Hesar minnilutatrygdir, sum her verður tosað um, eru m.a., at tað skal vera gjørligt hjá einum minniluta at krevja t.d., at 3. viðgerð av einum máli verður útsett í 12 dagar. Hetta verður gjørt soleiðis, at ein meiriluti ikki skal skrumbla eitt mál ígjøgnum í skundi, og vit hava hesa skipanina aðrastaðni, í øðrum londum, og hví vit ikki skulu hava hesa eykatrygdina innbygda í Føroyum, dugi eg ikki rættiliga at síggja. Eg havi onga grundgeving fingið fyri, hví vit ikki skulu hava hasa trygdina um útseting av 3. viðgerð.

Eitt annað mál, sum hevði rættiliga stóran týdning fyri Sambandsflokkin, var at fáa møguleika fyri at halda fólkaatkvøðu um ávís týðandi mál; at fáa eina slíka skipan innbygda í stýrisskipanarlógina, eins og man hevur í øðrum londum. Tað var heldur ikki gingið á møti av einhvørjari orsøk, men vit halda, at tað at hava fólkaatkvøðu, hava møguleika fyri fólkaatkvøðu, tað er í tráð við okkara demokratisku traditión, at fólkaviljin verður tikin við uppá ráð, um neyðugt. Eg haldi, tað ikki vera heilt í samsvar við okkara fólkaræðisligu skipan her á landi, at man ikki hevur handan møguleikan innbygdan í stýrisskipannarlógini, tað er spell at hann ikki kom við.

Landsstýrið ætlaði sær eisini at broyta nøkur onnur ting, sum vóru innbygd í upprunaliga álitinum, tað var, sum vit, sum vóru í bólkinum upprunaliga, skutu upp, at tann, sum var løgtingsmaður, skuldi siga tingsessin frá sær í sambandi við, at hann varð valdur til landsstýrismann. Tá so uppskotið kom aftur frá landsstýrinum, var tann reglan tikin burtur, t.v.s. at skipanin við, at løgtingsmaður kundi sita sum landsstýrismaður, samstundis sum hann sat í løgtinginum, skuldi varðveitast. Tíbetur var nevndin, sum sat í málinum, so mikið at sær komin, at hon tók uppruna uppskotið innaftur og fekk regluna innførda aftur, soleiðis, at tað ikki er gjørligt hjá einum løgtingsmanni at sita sum landsstýrismaður. Tað er absolut positivt, tí tað er jú soleiðis, at Føroya løgting hevur ein eftirlitsmyndugleika í landsstýrinum, og tað ber jú av góðum grundum illa til at sita her í løgtinginum og kontrollera seg sjálvan, tað er eitt sindur meiningsleyst. Tí er Sambandsflokkurin fegin um, at handan reglan kom við aftur í tað endaliga uppskotið til nýggja stýrisskipanarlóg fyri Føroyar.

Landsstýrið ætlaði eisini at skúgva hin rættin hjá minnilutanum í fíggjarnevndini at krevja eykajáttanir samtyktar við lóg, tað ætlaði man eisini at fáa burturúr, men har kom nevndin tíbetur inn aftur við kravinum um, at 2/5 av fíggjarnevndini, also ein minniluti, kundi krevja, at eykajáttanir vórðu samtyktar við lóg, og hatta er ógvuliga positivt, vit hava harvið fingið trygd fyri, at ein meiriluti í fíggjarnevndini ikki kann skalta og valta eftir forgottbefinnandi við landsins pengum.

Annars meta vit alt í alt, at hetta er eitt stig á rættari leið, man skal ikki bara vera negativur, uppskotið er á mangan hátt sera positivt og eitt stórt framstig fyri heimastýrið, og vit hava fingið munandi greiðari reglur fyri okkara parlamentariska virksemi. Vit hava nú endiliga fingið greiðan skilnað millum útinnandi og lóggevandi vald, tað hava vit ikki havt frammanundan. Vit hava fingið eina ráðharraskipan, sum greitt ásetir, hvussu ábyrgdin verður plaserað í hvørjum einstøkum føri. Vit hava fingið vanliga parlamentarismu soleiðis, at tað nú ikki framyvir verður tann sokallaði 17. maðurin, sum til eina og hvørja tíð verður tungan á vágskálini. Tað er soleiðis, at við hesi skipanini kann eitt mál verða samtykt við vanligum meiriluta eins og aðrastaðni, tað er avgjørt eitt stig á rættari leið.

Eisini hava vit fingið eina skipan, har ið løgtingið, um tað ikki er nøgt við ein landsstýrismann ella ein løgmann, altíð kann seta fram uppskot um misálitisváttan, og tá má landsstýrið fara frá, í fall at ein slík misálitisvátttan verður sett fram ímóti løgmanni, og er talan um ein landsstýrismann, má viðkomandi landsstýrismaður eisini fara frá. Harvið er eftirlitsfunktiónin hjá løgtinginum útbygd, og tað er eisini eitt stig rætta vegin. Umframt tað, hava vit fingið eina skipan við einum kanningarstjóra, sum kann hava uppsýn við, at lógir og reglur verða hildnar her á landi. Hann kann fáa sær sakkøna hjálp til at eftirkanna viðurskifti, sum møguliga eru óreglulig, og tað hava vit eisini saknað í verandi skipan. Alt hetta er ein útbygging og nøkur framstig, sum avgjørt bera á rætta vegin.

Eg skal taka undir við Vilhelm Johannesen, tá hann mælir til, at málið verður beint í nevnd eisini, tí at her eru so nógv nýggj fólk á løgtingi, sum ikki hava nakran neyvan kunnleika til hetta uppskotið, tey hava ikki sett seg inn í tað, ikki arbeitt við tí, tí er tað eisini uppá sítt pláss, at málið verður beint í nevnd.

Har nevndi hann eisini nakað, sum er ógvuliga týdningarmikið, tað er, at tað er identitetur ímillum tað uppskotið, sum var samtykt undan valinum, og verandi uppskot. Tí er tað soleiðis, at eitt komma ella punktum er broytt, so er tað ikki sama uppskot, og tí kann tað vera ivasamt, um tað er gildugt, í fall eitt slíkt mistak hendir, tí má málið beinast í nevnd við tí endamáli at gjøgnumganga hetta og syrgja fyri, at eingi frávik eru í uppskotinum.

Eisini kunnu vit taka undir við, at nevndin, sum skuldi syrgja fyri, at nýggj skipan fyri løgtingið, at hon verður endurskoða, at tann nevndin eisini kemur at arbeiða og fær ta tíð, sum er neyðug fyri at fáa eina nýggja skipan upp at standa, sum er í samsvar við hetta uppskotið til stýrisskipan.

Formaðurin:
Ja takk, so er tað Jógvan Durhuus, ger so væl.

Jógvan Durhuus, tj.:
Harra formaður! Tað er løgtingsmál nr. 207: Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya, sum er til viðgerðar. Nú er tað soleiðis, at eg havi ikki nógv at leggja aftrat tí, sum er sagt her, men kann fyrst loyva mær kanska at rættleiða undanfarna háttvirda røðara í og við, hann sigur, at tað var ikki neyðugt at kalla tingið saman nú, tað kundi verðið gjørt í eini handavending, áðrenn vit fóru í kirkju ólavsøkudag. Eg eri ikki juristur, men vit sita her og smíða lógir, eg loyvi mær at citera úr tí galdandi lógini, um hvat man kann og ikki. Her stendur í § 7: "Løgmaður stevnir løgtingið til vanliga tingsetu hvørt ár, ólavsøkudag 29. juli, eftir at gudstænasta er hildin", hatta er lógarfest, t.v.s. at skalt tú hava ein fund áðrenn gudstænastuna, er tað ein eykatingseta, tað kann ikki tulkast øðrvísi samb. lógini her, tí her stendur eisini longri niðri í síðsta stykki sama grein, harri formaður..."Løgtingsformaðurin kann stevna tinginum til eykatingsetu", t.v.s. at fara vit áðrenn tað, sum er lógarfest, so verður tað ein eykatingseta, tí er hetta gjørt uppá hendan mátan, bert fyri at rættleiða, tí tingmenn sum høvdu farið í kirkju, tað máttu gjarna allar Føroyar farið í kirkju, um bara pláss var fyri teimum, teir vóru ikki tingmenn, uttan at valbrøvini vóru góðkend, so hatta var bara ein rættleiðing.

Eitt aftrat. Tað verður sagt her av undanfarna røðara, at eitt komma kann ikki broytast í hesum og ikki eitt punktum, men so fari eg at loyva mær at spyrja, tá ið redaktionellar broytingar kanska skulu gerast, um tað kann gerast ? Tí eftir at hava lisið uppskotið ígjøgnum, havi eg funnið avvik ímillum føroyskan og danskan tekst, og tá vit vanliga hava viðgjørt mál her í tinginum, so eru tað ikki allir, sum hava verið glaðir fyri tann danska tekstin, teir flestu vildu helst verið hann fyri uttan og soleiðis, sum lógin er, skulu vit hava hann. So skal man tulka, hvat er rætt, tað danska ella tað føroyska, og samb. § 12 í tí, sum er góðkent við formansins loyvi...

Formaðurin:
Ger so væl.

Jógvan Durhuus, tj.:
"Við støði í røðu løgmans tekur tingið innan 6 yrkadagar støðu landsins til umrøðu", og so taka vit tað danska: "På grundlag af den af lagmanden afgivne redegørelse, finder inden 6 søgnedage en almindelig forhandling sted". Nú haldi eg meg duga so mikið av donskum, havi eisini spurt onkran dana, sum er her í høllini, um hetta er tann rætta orðingin, ein forhandling er ein dialogur millum tveir partar, har tú væntar eitt úrslit, meðan her verður tað nokk umrøða, sum skuldi verið umsett til antin omtale, behandling ella debat, tað er væl tað, sum liggur í tí. Tí fari eg at spyrja um slíkt skal standa, ikki tí at hetta hevur so stóran týdning, men tað er eitt avvik í hesum, og eg veit, at ein góður juristur hevur sitið við ábyrgdini, ein dani fyri tí danska partinum av lógarverkinum áðrenn, sum man sigur uppskotinum, sum var gjørt. Eg ivist ikki í, at hetta kann vera ein redaktionellur feilur, tí fari eg at biðja nevndina kanna, um hetta kann rættast, hetta er ikki, sum man sigur, eftir mínum tykki tað stóra, men rætt skal vera rætt.

Í aðrar mátar kann eg taka undir við, at málið fer í eina nevnd skipaða frá øllum flokkum, tí at hetta málið skal jú ikki broytast sum so, men tað er rætt at nýggir tinglimir verða kunnaðir við málið sum slíkt. So eg vil taka undir við tí frá Tjóðveldisfloksins síðu við málinum sum slíkum, og mæla til, at tað fer í hesa nevndina. Takk fyri.

Formaðurin:
Ja takk, so er tað Helena Dam á Neystabø, ger so væl.

Helena Dam á Neystabø, sj.:
Harra formaður. Til viðgerðar er løgtingslóg um stýrisskipan Føroya til samtyktar aðru ferð, og eg skal vegna Ssjálvstýrisflokkin boða frá, at vit fara at taka undir við hesum lógaruppskoti soleiðis, sum tað nú er framlagt, og vit hava av fullum huga tikið undir við hesum arbeiði at gera eina nýggja stýrisskipanarlóg fyri Føroyar. Tí tað hevur stóran týdning fyri tað politiska arbeiðið í framtíðini, hetta er eitt neyðugt amboð at bøta um mannagongdina á Føroya løgtingi, soleiðis at hon verður bæði greiðari og tryggari í framtíðini. Vit meta hesa lógina at vera eitt framstig í so máta, hetta, at vit nú hava fingið skilnað millum útinnandi og lóggevandi vald, er ein fyrimunur, tí tá verður vald ikki konsentrerað á einum stað og vit fáa møguleika fyri at plasera ábyrgd, og tað hevur verið stórur tørvur á tí sambært almenna og politiska orðaskiftinum í Føroyum í seinastuni. Vit fáa parlamentarismu, og sostatt verður lættari at arbeiða og fáa mál samtykt, og vit fáa landsstýrismannaábyrgd, sum nevnt hevur verið, og yvirhøvur er alt hetta framstig, sum eg havi sagt.

Tí mæla vit, eins og teir flokkar, ið hava havt orðið í dag, til, at lógin verður samtykt óbroytt, og vit vilja eisini fegin luttaka í einari nevnd, sum verður sett at gera eitt álit um og at fáa tingskipanarnevndina setta til arbeiðis sum skjótast, og at hon fær tað skábrá og ta tíðina at arbeiða í, sum krevst, til tess at eisini tingskipanin verður góð og trygg at arbeiða eftir. Tað hava nøkur mál serliga verið til viðgerðar, og tað er møguligt, at full semja ikki er um tey enn, og har var m.a. framsøgumaðurin hjá S,ambandsflokkinum inni á tulkingini av § 57, stk. 2 og tað var eitt mál, sum stýrisskipanarnevndin arbeiddi nakað við, og sum tað framvegis var eitt sindur av iva um, áðrenn málið varð lagt fram fyri løgtingið fyrstu ferð. Tað verður nú sagt av Sambandsflokkinum, at tulkingin av § 57, stk. 2 skal verða soleiðis, samb. teirra niðurstøðu, at tað verður neyðugt at broyta heimastýrislógina, um Føroya løgting skal geva frá sær suverenitet, m.a. um vit gerast limir í millumtjóðafelagsskapi, og at sostatt kann stýrisskipanarlógin eftirfylgjandi broytast uttan stórvegis hávasták, tað skal ikki gjøgnum tvær tingsetur, og tað krevst bert vanligur meiriluti til tess. Hetta er so niðurstøðan, sum Sambandsflokkurin er komin til, og eg ivist ikki í, at Sambandsflokkurin hevur bæði kompetence og vitan á økinum, men eg meti vegna Sjálvstýrisflokkin, at tað verður neyðugt, at hesin spurningurin verður nógv gjøllari viðgjørdur, og at ein breið semja fæst um eina tulking, sum byggir á eitt støði, har kanningar fyriliggja, bæði av juridiskum og statsrættarfrøðisligum slag. Sjálv havi eg ferð eftir ferð víst á, at tað tykist bæði ólogiskt og kanska eisini órímiligt, at tað skal verða nógv einfaldari at fáa broytt heimastýrislógina og eftirfylgjandi stýrisskipanarlógina í einum so týdningarmiklum máli sum hesum at geva frá sær suverenitet. Men at ein lítil broyting, sum tann undanfarni røðarin var inni á í áðni at broyta eitt orð í lógini kanska skal samtykkjast yvir tvær tingsetur, hetta tykist ikki rímiligt, at tað skal vera soleiðis, og tí vildi eg mælt til, at hesin spurningur verður viðgjørdur nærri, og at man kemur fram til eina tulking, sum er trygg sostatt, at tað ikki bara er ein handavending á Føroya løgtingi at geva frá sær suverenitet. Men hetta er so ein av nøkrum fáum spurningum, sum standa eftir, og sum allarhelst fara at verða viðgjørdir so hvørt, sum lógin er farin at virka. Tað hevur eisini verið borið uppá mál, at vit áttu at sett eina parlamentariska nevnd at arbeitt við stýrisskipanarlógini so hvørt, sum hon nú fæst at virka soleiðis, at vit kunnu gera okkum niðurstøður um, hvar hon eigur at verða broytt og tillagað, og tað fara vit eisini at taka undir við.

Men sum sagt, vit fara at taka undir við hesum lógaruppskotinum soleiði, sum tað nú er framlagt, og taka lut í tí arbeiðnum, sum ein serlig tingnevnd fer undir nú sum skjótast, soleiðis at vit kunnu verða klár at samtykkja lógina við 2. viðgerð kanska longu mánadagin, og vit meta hetta vera eitt stórt framstig fyri Føroya løgting. Takk fyri.

Formaðurin:
Ja takk. So eru ikki fleiri, sum hava biðið um orðið, løgmaður ger so væl.

Marita Petersen, løgmaður, jv.:
Harra formaður! Eg skal ikki leggja nakað serligt aftrat tí orðaskifti, sum hevur verið í dag, tað vísir nokkso greitt, at breið undirtøka er fyri at fáa hetta uppskotið ígjøgnum og tað kann eg siga, at eg fegnist um. Eg skal bara gera eina stutta viðmerking til spurningin um ta tíðina, sum hevur verið at kalla tingið inn. Tað er rætt, at í verandi stýrisskipanarlóg stendur tað, at eitt nývalt ting skal koma inn ein mánað aftaná valið, men eg havi kannað eftir, hvussu tað hevur verið valini frammanundan, og tað tykist bæði í 88 og 90 at hava gingið í mesta lagi 14 dagar, eg haldi tað er styttri í onkrum føri, og sjálv haldi eg, tá ið eg sum løgmaður havi sum ábyrgd at kalla tingið inn, at tað er rætt at uppfylla ta ábyrgdina. Eg skilji tað soleiðis, at eg ikki røki mínar skyldur, um eg ikki kalli tingið inn. Møguliga skuldi hetta tingið longu verið kallað inn mánadagin, tá øll høvdu fingið valbrøvini hjá sær. So eg helt ikki, tað var rætt at bíða meira enn neyðugt at kalla tingið inn.

Tosað hevur verið um, hví tað skuldi vera so, at tað skuldi vera tí, at fólk ikki kundu ganga í skrúðgongu á ólavsøku, tað er sjálvandi ein spurningur, sum kundi tikið seg upp, og tað tykist eisini her ímillum tey, sum hava havt orðið her, at vera diskussión, um tú kanst ganga í skrúðgongu, tá valbrævið ikki er góðkent, men eg meini, tað er so eitt mál, hitt er meira tað, at vit tryggja, at vit hava eitt ting, sum er valt og góðkent, tí frá valinum og til fyrradagin høvdu Føroyar einki løgting. Tað er høvuðsorsøkin.

Viðvíkjandi spurninginum um tíðina, sum tingmenn hava at seta seg inn í málið, so er tað rætt, at tað er ikki long tíð, men hinvegin hava tingmenn bara eitt mál at viðgera, og brúka teir ta tíðina, kanska longri arbeiðsdag enn vanligt, so skuldi tað borið til hjá øllum teimum, sum eru vald inn á ting, at sett seg inn í hetta málið, tí tað er jú ikki eitt nýtt mál. Fyri hálvum ári síðani kom eitt drúgt álit frá einari nevnd, sum hevur sitið og arbeitt við málinum, og málið varð lagt fyri tingið í vár, og man roknar við tí, serliga tá tað sá út til, at tað bleiv samtykt, at øll tey, sum vóru við í valstríðnum, eisini høvdu sett seg inn í tað, sum var samtykt áðrenn valið, tí ein av spurningunum við valið var júst tað, at tað var tann nýggja stýrisskipanin. Tað er jú tað, sum er princippið við, at tú samtykkir eina nýggja stýrisskipan, og so útskrivar tú val, tað var tað, sum var galdandi líka til 1985. So eg rokni við, at tey flestu ella øll, sum eru inni her, kenna málið, so tað ikki er ógreitt. Tað er rætt, at tey nývaldu skulu fáa høvi til at seta seg inn í tað og at seta spurningar eisini í tí nevndini, sum verður sett, áðrenn tað skal atkvøðast um tað við 2. og 3. viðgerð. Tí kann eg sjálvsagt taka undir við, at tað fer í eina serliga nevnd, og at nevndin tekur ta tíðina, sum er neyðug.

Hetta uppskotið hevur nógvar fyrimunir, tað principiella í tí, sum eg leggi stóran dent á, er, at vit í Føroyum fáa parlamentarismu, tað hevur verið ein av okkara stóru veikleikum, at vit ikki hava tað. Nú var víst á av framsøgumanni Sambandsfloksins, at tað virkar, sum um vit í landsstýrinum høvdu sitið og gjørt nøkur negativ ting ímóti tí uppskotinum, sum var komið fram, tað var ikki ætlanin. Í hvussu so er tað, sum vit royndu í mun til uppskotið, sum kom frá nevndini, tað var at viðgera tað politiskt, hvat ber til politiskt. Tað er ikki altíð, at tað politiska og juridiska sær líka út, og tað var orsøkin til broytingarnar hjá okkum. Viðvíkjandi spurninginum um landsstýrismenn og løgmaður skulu leggja niður tingsessin, har kann man kjakast aftur og fram, man sær, at tað er ymist í ymsum londum, eisini í teimum londunum, sum meta seg hava eitt væl ment demokrati, men eg kom at hugsa um tað ein annan dagin, at tá ið tað er so týdningarmikið, at tey, sum hava eftirlit, ikki er tey somu fólkini, sum hava eftirlit við sær sjálvum, so eru nakrir veikleikar enn, sum vit ikki kunna bøta um við hesum uppskotinum, men væl eiga at hugsa um, tað er at landsstýrið og fyri so vítt eisini løgtingið er jú yvirorðnað hjá teimum bý- og bygdaráðum, sum vit hava, og tað kann væl hugsast, at tað eru samanfallandi áhugamál, sum ein bygdaráðslimur, sum situr í løgtinginum hevur. Eg rokni eisini við, at hatta er nakað, sum nevndin hevur viðgjørt, men t.v.s. tað ber illa til at fáa tað ideella, tann fullkomiliga reina skurðin; bara fyri at vísa á tað.

Eg havi sagt tað, tá hetta uppskotið var til viðgerðar áðrenn valið, at eg helt, tað kundi verið ein hugsan, at tað nýggja løgtingið setti eina parlamentarikara nevnd at halda eyga við hesum nýggja stýrisskipanaruppskotinum, hvussu er tað í verki, hvørjir veikleikar eru í tí, hvørjar møguligar broytingar skulu verða ?

Viðvíkjandi spurninginum, sum Jógvan Durhuus kom inn á í § 15, har haldi eg ikki, tað er so nógv ósamsvar ímillum tann danska og føroyska tekstin, tí tað stendur "støðu landsins til umrøðu", tað er eitt generelt orðaskifti sum so. Í donsku tekstini stendur "almindelig forhandling" og vanliga skulu forhandlingar hava eitt úrslit, men tá tað er "almindelig forhandling", so liggur í tí, at tað er ikki neyðugt við einum beinleiðis úrsliti. Annars havi eg fingið at vita, at tá ið orðaskiftið í fólkatinginum verður givið út í bók, so eitur hon "Folketingets forhandlinger", sjálvt um tað ikki altíð eru forhandlingar, og tað eitur tað sama í Grønlandi.

So kunnu vit gleða okkum um eitt aftrat her á Føroya løgtingi, sum eg haldi er eitt veruligt framstig, tað er, at tá ið tann nýggja stýrisskipanarlógin kemur í gildi og fer at virka, so sleppa vit frá hesum tosinum um, hvør er nú galdandi, tann danska ella tann føroyska lógin, tá er tað ein tekstur, sum er galdandi, og tað er tann føroyski, og eg meini, at tað er veruliga eitt stig tann rætta vegin. So vit sleppa undan hesum kjakinum í framtíðini.

Sum sagt, eg takki fyri ta positivu viðgerð, sum hevur verið í hesum málinum og vóni, at tað eydnast at samtykkja stýrisskipanarlógina á øðrum sinni, áðrenn hendan tingsetan er av. Takk fyri.

Formaðurin:
Ger so væl Jógvan Olsen.

Jógvan I. Olsen, sb.:
Harra formaður! Eg skal ikki leggja meg so nógv í tað orðaskiftið, sum hevur verið í dag. Tað var Jógvan Durhuus, løgtingsmaður, sum tosaði um frávik ímillum tann føroyska og danska tekstin, og eg fall um í § 24, við formansins loyvi...."Eingin løgtingsmaður má uttan samtykki løgtingsins verða ákærdur ella fongslaður á nakran hátt uttan so, at hann verður tikin á búri" og í tí danska stendur: "Intet medlem af lagtinget kan uden dettes samtykke tillades eller underkastes fængsel af nogen art, medmindre medlemmet er grebet på fersk gerning". Hetta, at verða tikin á búri er fremmant fyri mær; á mínum toftamáli eitur tað "at verða tikin á bóli", tað er møguligt, at hetta í tí akademisku verðini er eitt rætt orð, men fyri mær er tað púra fremmant. Bara fyri at heita á ta nevndina, sum fer at viðgera málið, um at siga mær, um hatta er eitt rætt orð. Takk fyri.

Formaðurin:
So er tað Bjørn á Heygum, ger so væl.

Bjørn á Heygum, sb.:
Harra formaður! Eg skal bert gera nakrar heilt stuttar viðmerkingar til tað, sum her er ført fram í orðaskiftinum. Tað er soleiðis, at Jógvan Durhuus kom inn á, at tað nokk var neyðugt at fáa valbrøvini góðkend fyri at ganga skrúðgongu, har eri eg ikki samdur, tað stendur einki um tað nakrastaðni, og tí kundi man saktans gingið skrúðgongu. Tað, sum er avgerandi, tað er valið, sum er farið fram, har ávísir persónar eru valdir, tað reint formella við valbrøvunum er ikki tilskilað nakrastaðni, í hvussu so er.

Viðvíkjandi spurninginum um tulking av tekstinum, at tað er samsvar millum føroyska og danska tekstin, at tað er identitetur, har eru flestu løgfrøðingar av tí áskoðan, at tað er tann føroyski teksturin, sum er tann avgerandi, og tann danski teksturin má tí rættta seg eftir tí føroyska tekstinum, í og við at tað er tann føroyski teksturin, sum er upprunin. Hitt er ein umseting, um tað stóð á enskum, týskum ella fronskum máli, hevði verið líka mikið, tann føroyski teksturin er tann, sum telur, og tað má so vera avgerandi.

Viðvíkjandi tí, sum Helena var inni á nevniliga § 57, stk. 2 viðvíkjandi avgeving av suvereniteti, har haldi eg, at tað er eingin ivi um, at myndugleiki, sum føroyska heimastýrið hevur fingið í kraft av heimastýrislógini, tann myndugleikin kann bert gevast burtur, avgevast sambært broytingum í somu heimastýrislóg, tað er rættiliga upplagt og nattúrligt, at lóggávuvald á hasum støðinum kann ikki avgevast við vanligari lóg, og tá ið stýrisskipannarlógin er undirløgd heimastýrislógini, so verður tann logiski konsekvensurin, at tað er heimastýrislógin, sum má broytast, og ikki stýrisskipannarlógin eftir teimum vanligu reglunum.

Tað er í hvussu so er tær fáu viðmerkingar, eg havi at gera til hetta, og annars taka vit undir við uppskotinum.

Formaðurin:
Ja takk, Heini O. Heinesen, ger so væl.

Heini O. Heinesen, tj.:
Harra formaður! Nú sær tað út til, at teir, sum hava havt orðið her, stilla stórar forvæntningar til hesa lógina. Vit hava akkurát fingið nýtt ting, og ikki færri enn 32 fólk eru vald inn her, og tá man hyggur runt í salinum, sær man, at tað er ikki gamla orðatakið, nýggir kveistrar feiga best, tá man sær uppmøtingina og áhugan her. Eg má siga, at eg eri rættiliga skuffaður, eftir at hava sitið...........út til umsitingina, so fer man at ivast, og har seti eg eitt stórt spurnartekin við. Tað eri eg yvirbevístur um, at ein landsstýrismaður fær so nógva makt sum hetta, at hann tekur valdið hjá einari 7 manna nevnd, fari eg at ivast stórliga í og lógirnar skulu verða nógv betur gjørdar, um vit skulu lata einstakan persón leggja tað til umsitingarvaldið.

Tá man hoyrir, hvat gongur fyri seg nú ímillum valini frá umsitingini í Tinganesi, hvar ið treytir verða slongdar út til forhandlingarnar 17. august, sum eg meini, ein fólkaatkvøða skuldi verið um, eina av hesum forhandlingum, tí meini eg, at tað var skeivt at hava val í summar. Tað vóru nakrir menn, sum fóru saman at klandrast, ella nakrar konur, og tí meini eg, at valið skuldi verið hildið aftaná, at avtalan varð gjørd 17. august ,og latið fólkið sloppið at tala. Tá man er so ivasamur um valdið hjá løgtinginum, sum hattar har, so haldi eg, tað ikki vera rætt, ein tepur meiriluti, kanska eitt minniluta løgting eftir tí nýggju skipanini kann fara niður at gera avgerðir yvir høvdið á Føroya fólki. Har haldi eg, at Sambandsflokkurin skuldi biðið um eina fólkaatkvøðu um hasa avtaluna, um teir nú fáa løgmannin hesu ferð.

Tað haldi eg vera umráðandi, tí hetta hevur stóran týdning fyri allari framtíð fyri Føroyar. Her avgevur man rættiliga nógv vald í sambandi við hasar avtalurnar, tað vita allir, og treytin fyri at hava fingið hetta er bæði lógin um vinnuligan fiskiskap og alt tað. Kunngerðir og sovorði skulu gerast av landsstýrinum, hvussu man skal fiska, hvørji øki eru friðaði, alt tað, tað verður tikið frá løgtinginum og lagt út í Tinganes til einstakan mann. So er tað tað, at landsstýrismaður skal siga løgtingssessin frá sær, og eg vil halda, at tað er ongastaðni í lívinum man lærir so nógv sum í politikki, óansæð hvørja útbúgving man hevur, tí vit hava havt vælútbúgvið fólk í løgtinginum og minni útbúgvið fólk, men spurningurin er alla tíðina, tað er at duga sína lektiu, tað er at fylgja við tí, sum fer fram og at møta upp, tað hevur stóran týdning, og her sær tað út til, at bara man kemur við einari nýggjari stýrisskipanarlóg, so eru øll problem loyst. Tað, sum liggur í hesum andanum her, tað er líka sum tað, at hetta løgtingið er blivið eitt dømandi vald. Tað dømandi valdið er ikki yvirtikið, tað er danskt, tað er tað, vit skulu minnast til.

Hatta eftirlitið har, ein og hvør hevur loyvi til at ákæra ein landsstýrismann, hann er borgari í hesum samfelagnum. At løgtingið skal verða ein ákærumyndugleiki, hetta virkar heilt fantastiskt upp á meg.

So tosar man eisini um bygdarráðini, nú kann hetta taka ov langa tíð, men Tjóðveldisflokkurin fer at atkvøða fyri hesum her. Eg má siga, at eg persónliga eri rættiliga ivasamur, um hetta verður ein betri skipan, og eg vil siga tað, at løgtingið er sett út á eitt síðuspor í hesi skipanini, tað vil eg siga, partvís, tað er púra givið. Tá man so hoyrir um tær skuldsetingar, sum ofta landsstýrismenn verða lagdir undir, men nú fáa teir makt, sum teir hava akt, kann man gott siga. Tað kann vera bæði gott og ringt. Tað kann vera gott, um vit hava ein góðan landsstýrismann, sum hevur skil fyri, hvussu ið, og ikki er inhabilur í tí, sum hann fyritekur sær.

Tí má eg siga, tað, sum eg helt vera endamálið við lógini um vinnuligan fiskiskap, fyri at nevna eina lóg, sum hevur stóran týdning fyri alla framtíð í Føroyum, tað var nevniliga tað, at man setti í har, at tað er løgtingið, sbr. § 22, sum setir kvotuna eftir tilmæli frá stovnsrøktarnevndini og ICES ella Fiskirannsóknarstovuni, tað er tað sama. Tá vil man ikki kunna sum landsstýrismaður ella sum 17. maður í eini samgongu, at nú havi eg brúk fyri meiri fiski til míni skip ella til mítt flakavirki. Tað var tað, sum eg var serliga spentur uppá, hvussu hetta orðaskiftið fór at verða. Gott, tað skal verða sambært lógini eina ferð um árið, hvar tú setir kvotuna fyri komandi ár. Hatta skal verða samtykt áðrenn 14. august sambært tí lógini, um man ætlar at fylgja lógini, enn er so eingin nýggj lóg. Eitt nýtt landsstýri kann altíð broyta eina lóg, tað er als ikki tað.

Tað vóru líka hasi orðini. Eg haldi ikki, eg havi nakra viðmerking til teir, sum hava havt orðið í aðra mátar, men eg má siga tað, sum er, at um man trýr tí, at ein lóg kemur at broyta teir persónar, sum eru valdir inn her, so mugu tit trúgva um aftur.

Bjarni Djurholm, f.f.:
Harra formaður. Fyrst av øllum vil eg siga, at tað er uppp á tíðina, at vit fáa broyting í hesum viðurskiftunum, tí taki eg fult undir við hesum uppskotinum, sum tað fyriliggur. Tí undrar tað meg, at undanfarni røðari, Heini Heinesen, nú er í andstøðu til tað, sum hann sjálvur hevur við til at samtykkja fyri nøkrum fáum vikum síðani, men vit vóna, at hann tekur undir við tí kortini.

Tað, sum fekk meg at taka orðið, tað var § 2 í upppskotinum, har stendur, at løgtingið í mesta lagi kann hava 33 tingmenn. Nú eri eg av teirri sannføring, at 32 tingmenn var so ivaleyst, og tað undrar meg, at man skjýtur upp at hava 33 tingmenn, tá vit vita tað, at skuldi nøkur meining verið í at hækka teir eykavaldu tingmenninar, so skuldu vit farið upp á kanska 35 og ikki 33, men av praktiskum orsøkum, havi eg fingið at vita, ber tað ikki til, tí her er ikki pláss fyri so nógvum fólkum inni. Tað einasta rætta var, at vit høvdu minkað tingmannatalið, tí vóni eg, at avleiðingin av hesum uppskotinum verður sum frálíður, at valskipanin í Føroyum verður broytt eisini, tí at eg eri sannførdur um, at tað verður tann skoran, sum fer at gera tað møguligt at umsita hesa lógina til fulnar, so vit fáa mesta gagn av henni.

Nú eru tíðirnar so ringar, og man kann ikki vænta tað stóra á útgjaringarøkinum, men so hvørt sum tíðirnar fara at batna, so ivist eg ikki í, at, um man so má siga, rot kemur í aftur politikkin, og at tann mannagongd, sum vit kenna higartil, har ið valdømini arbeiða upp í móti hvørjum øðrum, har ið valevni og eisini kandidatar, seinni løgtingsmenn verða noyddir til binda seg til tey lyfti, teir geva upp undir eitt valstríð. Tí at vit vita tað, at eingin skipan, hóast henda er góð, er betri enn tey, ið umsita hana. So tað skal vera mín vón, tá ið hetta uppskotið verður samtykt, at tað fer at hava við sær, at hetta tingið fer at taka saman um og broyta vallóggávuna, og eg giti, at tey flestu inni her vita, hvat eg meini um tey viðurskiftini. Eitt valdømi er í mínari verð tað einasta rætta, men tað er møguligt, at onkur onnur skipan er, sum kann brúkast.

So harra formaður. Fyri at enda við tí, sum eg byrjaði, so taki eg undir við hesum her, men tað er mín vón, at vit fáa broytt valskipanina, so henda lógin ikki fær somu lagnu, sum tann undanfarna skipanin, sum fer úr gildi um eitt ár. Takk fyri.

Formaðurin:
So eru tað ikki fleiri, sum hava biðið um orðið. Orðaskiftið er endað. Tað er framgingið av tí, sum hevur verið sagt her í dag, at tað er ein breið semja um, at man setir eina nevnd, eina stýrisskipanarnevnd á sama hátt, sum undanfarna løgting gjørdi, við einum limi úr hvørjum flokki. Tað, haldi eg eisini, er rætt og rímiligt, at man ger tað á tann hátt. Eru flokkarnir klárir til at koma við uppskoti um sín lim, og um eingin hevur nakað í móti tí, so gera vit tað, at vit seta hesa nevndina við einum umboði úr hvørjum flokki. Eru flokkarnir klárir til at útpeika sítt umboð, so kunnu vit taka tað beinanvegin, men um nakað ynski er um at fara til viks eitt sindur... Um allir flokkar eru klárir til tað, so haldi eg, vit fara undir at velja eina serliga stýrisskipanarnevnd við einum umboði úr hvørjum flokki.

Vit kunnu kanska byrja við tí størsta flokkinum.

Sambandsflokkurin - Bjørn á Heygum
Fólkaflokkurin - Anfinn Kallsberg
Javnaðarflokkurin - Marita Petersen
Tjóðveldisflokkurin - Jógvan Durhuus
Verkamannafylkingin - Kristian Magnussen
Sjálvstýrisflokkurin - Helena Dam á Neystabø
Kristiligi Fólkaflokkurin - Lasse Klein
Miðflokkurin - Petur Jacobsen

So eru vit komin í gjøgnum tað. Tey, sum eru vald í hesa stýrisskipanarnevndina eru: Bjørn á Heygum, Anfinn Kallsberg, Marita Petersen, Jógvan Durhuus, Kristian Magnussen, Helena Dam á Neystabø, Lasse Klein og Petur Jacobsen.

Tað er soleiðis, um vit skulu fáa hetta málið í gjøgnum áðrenn ólavsøku, so eru vit noydd til at víkja frá tíðarfreistini á einum ella øðrum stigi. Tí vil eg heita á hesa nevndina, at hon ger skjótt av, skipar seg beinanvegin og hevur álitið klárt til næsta fund. Eg havi hugsað um at hava næsta fund mánadagin kl. 14.00.

So eru vit komin ígjøgnum henda fundin, tað eru ikki fleiri mál til viðgerðar til henda fundin. Næsti fundur verður mánadagin, tann 25. juli, kl. 14.00. Á dagsskránni er: Framløga.

So er fundurin lokin.