Stýrisskipanarlógarviðgerðin

Úrrit úr gerðabók løgtingsins frá 90. fundi 22.07.1994

Ár 1994, fríggjadagin 22. juli kl. 10.00 var tingfundur settur.

Gerðabókin frá seinasta fundi var upplisin og góðkend.

Allir tingmenn uttan John Petersen, Lisbeth L. Petersen, Signar á Brúnni, Tordur J. Niclasen, Óli Jacobsen og Henrik Old vóru á fundi.

Allir landsstýrismenn uttan Signar á Brúnni og Thomas Arabo vóru á fundi.

Løgmaður var á fundi.

Ríkisumboðsmaðurin var á fundi.
.........................................

Til viðgerðar:

1. 1. Viðgerð av tingmáli nr. 207/1993 (onnur tingseta): Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya.

Málið varð beint í serliga nevnd.
Í hesa nevnd vóru vald:
    Bjørn á Heygum
    Anfinn kallsberg
    Marita Petersen
    Jógvan Durhuus
    Kristian Magnussen
    Helena Dam á Neystabø
    Lasse Klein
    Petur Jacobsen

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin 25. juli 1994 kl. 14.00 við hesi dagsskrá:

1. Framløga.

Fundur lokin.

Jógvan I. Olsen              Ivan Johannesen
løgtingsformaður                  skrivari