Stýrisskipanarlógarviðgerðin

Úrrit úr gerðabók løgtingsins frá 89. fundi 20.07.1994

Ár 1994, mikudagin 20. juli kl. 14.00 var tingfundur settur.

Allir tingmenn uttan Lisbeth L. Petersen, Tordur J. Niclasen, John Petersen og Signar á Brúnni vóru á fundi.

Allir landsstýrismenn uttan Signar á Brúnni og Thomas Arabo vóru á fundi.

Løgmaður var á fundi.

Ríkisumboðsmaðurin var á fundi.

Til viðgerðar:
.......................................................

10. Framløga.

Marita Petersen, løgmaður, legði vegna landsstýrið fram tingmál nr. 207/1993 (onnur tingseta): Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 22. juli 1994 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

1. 1 viðgerð av tingmáli nr. 207/1993 (onnur tingseta): Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya.

2. Framløga.

Fundur lokin.

Jógvan I. Olsen                          Ivan Johannesen
løgtingsformaður                             skrivari