Stýrisskipanarlógarviðgerðin

Avrit av orðaskifti løgtingsins frá 88. fundi 28. juni 1994: 3. viðgerð av uppskoti landsstýrisins til løgtingslóg um stýrisskipan Føroya

A. Lasse Klein, løgtingsformaður (sj.) - 1 - 2
B. Jógvan Sundstein (ff.)  -1 - 2
C. Atli P. Dam (jv.) - 1 - 2 - 3
D. Vilhelm Johannesen (jv.) - 1 - 2
E. John Petersen (ff.) - 1
F. Óli Breckmann (ff.) - 1
G. Edmund Joensen (sb.) - 1
H. Hergeir Nielsen, (tj.) - 1

Formaðurin:
Vit fara til pkt. 1 í skránni, tað er 3. viðgerð av løgtingsmáli nr. 190: Løgtingslóg um stýrisskipan fyri Føroyar. Málið er lagt fram av landsstýrinum, Maritu Petersen, løgmanni, tann 24. mars, 1. viðgerð fór fram tann 6. apríl, álitið er lagt fram tann 22. juni, tað var samtykt við 2. viðgerð at fara til 3. viðgerð við 25-0 atkvøðum tann 28. juni.

Orðaskiftið er byrjað. Eg skal lesa eitt broytingaruppskott upp, sum er komið frá Atla P. Dam, Heina Johansen, Frank Davidsen, Jógvan A. Johannessen, og er soljóðandi broytingaruppskot til uppskot landsstýrisins við samtyktum broytingum við 2. viðgerð, sum nýggj § 57 stk. 3 verður sett: Stk. 3 § 33 í hesi løgtingslóg fær tó ikki gildi, fyrr enn hetta verður ásett við løgtingslóg. Til henda § fær gildi, hava § 6 í løgtingslóg nr. 1 frá 13. mai 1948 um stýrisskipan Føroya í sermálum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 2 frá 3. januar 1985 og § 8 í løgtingslóg nr. 2 frá 13. mai í 1948 um umboðsvald Føroya, framvegis gildi.

Jógvan Sundstein (fl.)
Harra formaður. Eg hevði ikki roknað við, at tað fór at verða orðskiftið undir 3. viðgerð, so eg trúði, eg hevði hildið mína seinastu røðu, men hetta uppskotið frá Atla Dam v.f. sigur, at man skal áseta við løgtingslóg, nær ein ávís grein í stýrisskipanarlógini fær gildi ístaðin fyri tað, sum er samtykt við 2. viðgerð, at tað fær gildi ólavsøkudag 1996. Eg haldi ikki, at hetta er ein góð loysn. Við hesum uppskotinum her, so sigur man við komandi landsstýrið, at nú avgera tit sjálvi, nær ið hetta fær gildi. Av erfaring kann man siga, at man kann í øllum førum óttast fyri, at tað kemur í drag, og at tað ikki verður gjøgnumført, kanska fyrr enn einaferð ella kanska ongantíð, og tí haldi eg, at man skal halda seg til tað uppskotið, sum nevndin kom við, tað uppskotið, sum er samtykt við 2. viðgerð, og fasthalda tað eisini við 3. viðgerð.

Atli P. Dam (jv.)
Harra formaður. Tað er als ikki fyri at fáa hetta málið í drag, men fyri at tryggja, at tað verður gjøgnumført á ein forsvarligan hátt, tí tað er nú einaferð so, Jógvan Sundstein, at tað er ikki løtuverk at fyrireika eina fyrisiting, sum skal tæna einum ráðharrastýri. Nú er tað væl so, at Jógvan Sundstein hevur verið ógvuliga bjartskygdur viðvíkjandi, hvat man kann gjøgnumføra og ikki kann gjøgnumføra bæði umsitingarliga og fíggjarliga, men eg meti eini 3 til 4 ár, og tað kann sostatt samtykkjast í einum komandi løgtingsskeiði, um tað er fyrireikað. Tað vita vit, er tað fyrireikað á ólavsøku 1996, so kann tað samtykkjast beinanvegin tá, so eg mæli til at samtykkja uppskotið.

Jógvan Sundstein (ff.) viðmerking
Harra formaður. Tá ið man skal gera eina slíka umskipan sum hesa her, so skal tað eisini vera ein ávís fyrireiking, tað er rætt, men jú longri tíðarfreist man gevur sær, jú seinri byrjar man at gera tað, longur kemur tað í drag, og jú verri verður tað at gjøgnumføra. Hevur man harafturímóti ásett ein dag og sagt, at tað skal vera innan tá og tá, so veit man, at man hevur skyldu til at gera tað, og so skal tað virka til ta tíð, og 2 ár, haldi eg, er ógvuliga ríkilig tíð til at gera hesa skipanina, um ikki man klárar tað uppá 2 ár, so klárar man tað uppaftur minni upp á 4 ár.

Atli P. Dam (jv.)
Harra formaður. Sum eg framførdi tað undir 1. viðgerð, so meti eg, at tað krevur langar fyrireikingar, eina serliga uppbygging í Tinganesi og í centralfyrisitingini og ikki minst, so førdi eg fram har, at tað er eingin meting gjørd av, hvussu nógv hetta kemur at kosta. Nevndin sigur nokk, at tað verður bíligari, men tað trúgvi eg ómetaliga lítið uppá, og tað verður torført at fáa eina effektiva tænastu til ráðharrarnar og til løgtingið. Serliga løgtingið má hava eina effektiva fyrisiting, sum skal ansa eftir framyvir, og tað kemur at kosta pengar, og hesar tíðirnar eru ikki akkurát so ríviligar til pening, men hetta er væl ikki nakað mál at gera tann stóra debattin um.

Endamálið er at fáa eina umskipan, tað eru vit samdir um, datoin tað kann man loyva sær at vera eitt sindur ósamdur um.

Vilhelm Johannesen (jv.) viðmerking
Harra formaður. Dagurin ólavsøkudagur 1996, tað er nokk mítt uppskot í nevndini at seta tað sum dagin ella tíðspunktið fyri, nær ráðharraskipanin skal koma í gildi. Tað er soleiðis, at nú, aftaná at vit fáa nýggja stýrisskipanarlóg, so hava vit ikki tingsetur, sum vit hava havt, men vit hava løgtingsár, og løgtingsárini byrja á ólavsøku og enda so aftur á ólavsøku. Sum tingmenn hava sæð undir viðgerðini her, so hava vit samtykt 2 uppskot til samtyktar. Í øðrum uppskotinum verður álagt eini nevnd at endurskoða tingskipanina, og í hinum verður álagt landsstýrinum at leggja uppskot fyri tingið um at broyta ymsar løgtingslógir, og vit hava hildið sum so, at tað fyrsta løgtingsárið tað skal nýtast til at gera tær broytingarnar, broytingar í tingskipanini, og broytingar í ymsum løgtingslógum, sum neyðugt er broyta fyri at tillagað tær til tað nýggju stýrisskipanarlógina. Tá so hetta er liðugt til ólavsøku 1995, so hava vit aftur eitt ár til at fyrireika ráðharrastýrið, tað eru grundgevingarnar fyri tí tilmælinum, sum ein stórur meiriluti í nevndini er komin við.

John Petersen (ff.) viðmerking
Harra formaður. Eg haldi eisini at fara og samtykkja hetta uppskotið, sum er lagt fram her millum 2. og 3. viðgerð, tað ger tað, at tað verður seinni dagur, áðrenn hetta kemur at virka í tí føroyska samfelagnum, henda lógin, sum vit ætlað at samtykkja í dag.

Um vit hugsa okkum, at tað hendir, sum spátt verður, at sambandið kemur at sita úti í Tinganesi, so kunnu vit rokna við, at vit fáa eina grein 13, og hon kemur so í fyrstu atløgu at forða fyri hesum, soleiðis sum hesir menn hava uppført seg í dag í tinginum í samband við hetta lógaruppskotið, so eg farið at mæla monnum til, at man samtykkir lógina soleiðis, sum hon er samtykt við 2. viðgerð. Eg haldi, tað er umráðandi, at man ger sær tað greitt, at vit hava 2 ár, og so er at skipa okkum og skipa tað soleiðis, at man gjøgnumførir tað, sum er neyðugt, í hesi 2 árini, soleiðis at tað er klárt í 1996, tað burdi ikki verið truplari í sjálvum sær.

So at tað kostar pengar, tað eri eg samdur við Atla Dam í, at hetta kemur at kosta pengar, men her var eitt uppskot frammi frá einum parti í nevndini, og eg atkvøddi sjálvur fyri tí, og eg má siga, at tað var harmiligt, at tað ikki fór ígjøgnum, og tað ljóðaði uppá 27 tingmenn, hví samtyktu tit ikki tað? so høvdu tit hasar har 5 tingmannalønirnar at brúkt til at gjøgnumføra tað lógaruppskotið við, men tit fóru heldur at samtykkja 33 tingmenn, so hetta líka sum hongur ikki saman hjá tykkum.

Atli Dam (jv.)
(Hann tosar frá tingsalinum, so alt hoyrist ikki)
.......um hann er tilreiðar at akseptera eina § 13 einaferð aftrat, so kemur hon at galda alla lógina.........

Óli Breckmann (ff.) viðmerking
Harra formaður. Eg var so millum teirra, ið áðni atkvøddi fyri at fáa 27 tingmenn heldur enn at fáa 33. So er tað Javnaðarflokkurin, sum annars hevur verið sera aktivur saman við restini av tí positiva partinum av løgtinginum til at fáa broytt hesa stýrisskipanarlógina, sum rætt og rímiligt er. Nú stendur eitt val fyri durum, og hvussu tingið sær út aftaná, tað veit eingin. Forsøgnirnar sýnast at benda á, at Sambandsflokkurin verður rættiliga stórur, og hvør so sleppur í landsstýrið saman við honum, um hann fer út, tað vita vit heldur einki um. Eg havi verið saman við honum fyrr. Eg minnist, tá bardust vit sum úlvur á skóg fyri at fáa broytt skattalógina um afturhaldsskipanina, heldur ikki tað kundu teir taka undir við, teir drálaðu, føtur í spennið, sum við øllum øðrum broytingum, uttan tá tað galt um at hækka landskassans útreiðslur, serliga tær útreiðslurnar viðførdu øktan studning úr Danmark, tá var einki mark fyri pengaforbrúkinum hjá Sambandsflokkinum. Tað skal vera merkiligt nú, um Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin atkvøða saman, tí vit vita, at hetta uppskotið verður misbrúkt aftan á eitt val, um Samabandsflokkurin kemur í landsstýrið, og so mugu teir bara boksast, sum sleppa at fáa tann ivasama heiðurin at vera saman við teimum, eingin veit. Eg eri bangin fyri, at henda lógin, hetta broytingaruppskotið, verður tað, sum kemur at føra til, at vit onga nýggja stýrisskipanarlóg á tí virkiliga umráðandi økinum, nevniliga við ministaraábyrgd, fáa fyrr enn aftan á valið í 1998, tí fari eg at heita staðiliga á tingmenn, eisini partamenninar hjá uppskotsstillarunum, um at atkvøða fyri uppskotinum soleiðis, sum tað var samtykt við 2. viðgerð, og at lata hetta uppskotið fara aftur við borðinum. Ein innilig áheitan á tykkum, fyri at stýrisskipanarlógin skal kunna koma í gildi soleiðis, sum vit nú virkiliga hava roynt at broytt hana, tí eg havi arbeitt saman við Sambandsflokkinum fyrr, eg veit ikki, um eg noyðist at gera tað aftur aftaná hetta valið, eingin veit, hvør verður á lívi her inni, reint soleiðis professionelt um 14 dagar, tað verður ikki stuttligt. Takk fyri.

Edmund Joensen (sb.) viðmerking
Harra formaður. Tað var John Petersen, sum tosaði um tingmannatalið. Nú er tað soleiðis, at tað er uppskotið hjá Fólkafloks- manninum í stýrisskipanarnevndini, sum hevur fingið meirilutan at sett talið til 33. Vit í Sambandsflokkinum vildu hava tað langt niður, vit snakkaðu um eitt tal, sum lá nærri 20, men tað var also fólkafloksuppskotið, sum vann, og tað er tað, sum er samtykt, so har er adressan í tínum egna flokki, John Petersen.

Viðvíkjandi uppskotinum so hava vit vilja havt eitt fast dato, vit løgdu fram til 1. viðgerð, at tað kom at taka eini 2 til 3 ár, tað vórðu vit, sum vístu á sum teir fyrstu til 1. viðgerð, at man mátti ikki skrumbla hetta málið ígjøgnum við ministrialstýrinum, og at tað kom at taka eini 2 til 3 ár. Vit hava boygt okkum fyri tveimum, vit høvdu viljað havt tað nærri trimum, men aftaná at hava viðgjørt hetta, so halda vit, at 2 ár tað gongur, um man ordiliga vil tað, og tað standa vit inni fyri. Hitt er eitt sindur vandamikið, einki dato at hava, tí at so risikera vit, at tað dregur ov langt út. Tí fara vit at fasthalda hetta dato. Vit eru bidnir av Javnaðarflokkinum at skriva undir eitt uppskot um broyting nú, men tað hava vit sagt nei til. Takk fyri, harra formaður.

Hergeir Nielsen (tj.) viðmerking
Harra formaður. Tað eru fleiri dato, sum mangla. Her er lagt fram í ellinta tíma eitt uppskot til broytingar í einum tí størsta málinum, sum hevur verið viðgjørt í tinginum nakrantíð. Hetta uppskotið hevur einki nummar, einki navn á tí, tað er eingin dagfesting á tí, og heldur ikki er tað skrivað til tingmenn, hvør tað er, sum leggur uppskotið fram, hóast tað at tað er upplýst. Tað er ein misskiljing, sum fleiri tingmenn gera seg skyldugar í, um tað er so, at teir halda, at vit í dag hava samtykt, at tað skulu verða 33 tingmenn eftir komandi skipan, tað stóð, at tað kundu vera upp til 33 tingmenn, og at vallógin sjálv síðani ásetir talið av tingmonnum. Eg haldi, tað er spell, at man roynir at skapa so stóra óvissu, sum man ger við hesum broytingaruppskotinum, tí verður tað samtykt, og tað politiska valdið verður, sum mangt bendir á, so eru sera vánalig útlit fyri, at vit fáa eina nýggja stýrisskipanarlóg at galda.

Vilhelm Johannesen (jv.) viðmerking
Harra formaður. Tað var fyrst ein rættleiðing til Edmund Joensen, hann segði, at Javnaðarflokkurin hevði biðið hann skrivað undir eitt broytingaruppskot. Eg skal bara gera vart við, at tað er ikki Javnaðarflokkurin sum so, sum hevur lagt nakað broytingaruppskot fram, tað eru 4 tingmenn, sum hava lagt tað fram.

So var tað tað, sum eg ætlaði mær at siga, tað var hatta um tingmannatalið, men nú kom Hergeir Nielsen inn á tað, og tað, sum Hergeir Nielsen førdi fram, tað er rætt, tað, sum er ásett í stýrisskipanarlógini, tað er tað hægst loyvda tingmannatalið. Í løgtingsvallógini verður tingmannatalið eisini ásett, og har ber altíð til at áseta eitt lægri tal. Har kunnu vit eisini áseta, at tað skulu verða 27 tingmenn, ella tað skal verða 29 tingmenn, ella hvat tað skal verða, tað skal bara ikki fara upp um 33, tað er tað, sum liggur í tí.

Formaðurin
Tað eru ikki fleiri, sum hava biðið um orðið, tað verður farið til atkvøðugreiðsluna. Vit taka fyrst broytingaruppskotið, sum er frá Atla Dam, Heina Johansen, Frank Davidsen og Jógvan A. Johannessen. Vit fara til atkvøðugreiðsluna. Teir tingmenn, sum atkvøða fyri broytingaruppskotinum hjá teimum 4 tingmonnunum, verða bidnir um at reisa seg. 5-0, so er uppskotið fallið. So verður atkvøtt um endaliga samtykt. Tey tingfólk, sum atkvøða fyri uppskotinum soleiðis orðað verður samtykt, verða biðin um at reisa seg. 24-0 atkvøður fyri. Uppskotið er samtykt við 24 atkvøðum fyri ongari ímóti og verður nú sent landsstýrinum til avgreiðslu.

Tað eru ikki fleiri mál.