Stýrisskipanarlógarviðgerðin
Úrrit úr gerðabók løgtingsins frá 88. fundi 28. juni 1994
Ár 1994, týsdagin 28. juni kl. 16.00 var tingfundur settur.
Gerðabókin frá seinasta fundi var upplisin og góðkend.
Allir tingmenn uttan Henrik Old og Flemming Mikkelsen vóru á fundi.
Allir landsstýrismenn uttan Signar á Brúnni og Bergur Jacobsen vóru á fundi.
Løgmaður var á fundi.
Ríkisumboðsmaðurin var ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1. 3. viðgerð av tingmáli 190/1993: Løgtingslóg
um stýrisskipan Føroya.
Broytingaruppskot frá løgtingsmonnunum Atla P. Dam, Heina Johansen,
Frank Davidsen og Jógvan A. Johannessen til § 57, nýtt
stk. 3 fall við 5-0 atkvøðum.
Lógin sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt við 24-0
atkvøðum. Málið avgreitt.
Formaðurin gav síðani løgmanni orðið, ið endaði tingsetuna.
Fundur lokin.
Lasse Klein
Sverri Midjord
løgtingsformaður
skrivari.