Stýrisskipanarlógarviðgerðin

Fundarfrágreiðingar hjá løgtingsins stýrisskipanarnevnd

Ár 1994, 2. juni kl. 10 var fundur í nevndini.

Á fundi vóru:

Vilhelm Johannesen, formaður (javnaðarfl.)
Hergeir Nielsen (tjfl.)
Jógvan Sundstein (fólkafl.)
Edmund Joensen (samb.fl.)
Helena Dam á Neystabø (sjfl.)
Niels Pauli Danielsen (kf.)
Tordur J. Niclasen (uttanfl.)

Til viðgerðar:

Lasse Klein luttekur ikki í hesum nevndararbeiði, aftaná at hann er farin upp í Kristiliga fólkaflokkin Føroya framburðs- og fiskivinnuflokk.

Vilhelm Johannesen legði fyri við at skjóta upp, at gjørd verður arbeiðsætlan fyri hetta nevndararbeiðið.

Niels Pauli Danielsen gjørdi vart við, at eftir áskoðan hansara er alt ov stutt tíð til at viðgera hetta stóra mál, og mælti tí til at steðgað verður við málinum.

Edmund Joensen nevndi fyrst, at Sambandsflokkurin onga avtalu hevur gjørt viðvíkjandi tingarbeiði eftir, at tingið varð upployst. Ásannaði, at málið er stórt og eigur at viðgerast í setuni eftir, at nýtt løgting er valt. Fer ein nevndarviðgerð fram nú, so fer Sambandsflokkurin at gera sina ávirkan.

Niels Pauli Danielsen segði, at eisini Kristiligi fólkaflokkurin Føroya framburðs- og fiskivinnuflokkur vil gera sina ávirkan galdandi.

Jógvan Sundstein undirstrikaði, at talan er um eitt sera stórt mál, men hóast tyngdina og vavið í hesum máli, so metir hann ikki, at tíðin er ov stutt til at viðgera málið í. Minti á, at hetta málið ikki er so nýtt, tí tilfarið er lagt fram fyri langari tíð síðani (álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya), og at tingmenn hava havt góðar stundir til at kunna seg við málið alt, og málið er lagt fram av landsstýrinum tann 24. mars 1994.

Edmund Joensen gjørdi vart við, at hetta er eitt stórt og álvarsligt mál at viðgera, serliga í einum valstríði.

Helena Dam á Neystabø mælti til, at farið varð undir arbeiðið alt fyri eitt, og at miðað varð ímóti, at arbeiðið varð liðugt í nevndini uml. 20. juni 1994. Sostatt skuldi verið stundir til at viðgjørt málið í tinginum.

Hergeir Nielsen legði dent á, at hetta er eitt sera týðandi mál, og at umráðandi er, at lógin verður samtykt og sett í verk.

Tordur J. Niclasen undirstrikaði, at tíðin er stutt, og at ikki eru ráð at bíða eftir hesum máli.

Niðurstøðan hjá Vilhelm Johannesen, Hergeir Nielsen, Jógvan Sundstein, Helenu Dam á Neystabø og Tordi J. Niclasen er sostatt ein semja um at fara undir arbeiðið og fáa hetta gjørt skjótast gjørligt, t.v.s. at í løtuni verður mett, at arbeiðið kann verða liðugt umleið 20. juni 1994.

Edmund Joensen og Niels Pauli Danielsen hava aðra áskoðan, sum tilskilað omanfyri.

Avtalað varð síðani, at hesir fundir verða:
Týsdagin 7. juni 1994 kl. 13-16
mikudagin 8. juni kl. 9- 12 og kl. 13-16
hósdagin 9. juni kl. 9-12 og 13-16.

Nevndin fór nú í holt við arbeiðið, og nevndarformaðurin Vilhelm Johannesen mælti til, at nevndin fyrst viðger uppskotnu broytingarnar í mun til verandi lóg.

Jógvan Sundstein mælti til, at lógaruppskotið verður lisið upp, grein fyri grein, saman við avvarðandi viðmerkingum.

§ 1: Í yvirtiknum málum er lóggávuvaldið hjá løgtinginum og løgmanni í felag. Útinnandi valdið er hjá landsstýrinum. Dómsvaldið er hjá dómstólunum.

Nevndarformaðurin las upp viðmerkingar frá nevndini, ið hevur gjørt álitið bls. 173 - 175, mitt.

Edmund Joensen gjørdi vart við tað, ið Sambandsflokkurin hevði ført fram undir 1. viðgerð av fyriliggjandi lógaruppskoti viðvíkjandi møguligum limaskapi í ES.

Vísti á § 20 í donsku grundlógini, ið er soljóðandi:

"§ 20, stk. 1. Beføjelser, som efter denne grundlov tilkommer rigets myndigheder, kan med lov i nærmere bestemt omfang overlades til mellemfolkelige myndigheder, der er oprettet ved gensidig overenskomst med andre stater til fremme af mellemfolkelig retsorden og samarbejde.

Stk. 2. Til vedtagelse af lovforslag herom kræves et flertal på 5/6 af folketingets medlemmer. Opnås et sådant flertal ikke, men dog til vedtagelse af almindelige lovforslag nødvendige flertal, og opretholder regeringen forslaget, forelægges det folketingsvælgerne til godkendelse eller forkastelse efter de for folkeafstemninger i § 42 fastsatte regler."

Sambandsflokkurin mælir tí til, at slík regla verður lógarfest í § 1 í nýggju lógini um stýrisskipan Føroya.

Niðurstøða viðvíkjandi § 1:

Vilhelm Johannesen, Hergeir Nielsen, Jógvan Sundstein og Helena Dam á Neystabø hava ongar viðmerkingar til § 1.

Edmund Joensen og Niels Pauli Danielsen góðtaka ikki § 1 í verandi líki og mæla til, at reglan um fólkaatkvøðu verður lógarfest.

Tordur J. Niclasen tilskilaði, at hann tekur fult undir við, at ein regla um fólkaatkvøðu kemur í nevndu § 1.

Edmund Joensen hevði ta viðmerking, eftir at nevndin hevði tikið støðu til uppskotnu § 1, at meirilutin í nevndini ikki hevur álit á, at borgarin verður spurdur (t.v.s. fólkaatkvøða).

§ 2. Løgtingið er ting við í mesta lagi 32 tingmonnum.

Edmund Joensen helt, at tað var betri, at eitt stakt tal stóð í lógini, men mælti til, at talið verður lægri enn tað, sum nú er, og at broytingarnar verða gjørdar um løgtingsvallógina. Jógvan Sundstein nevndi talið 31 ella 33, meðan Helena Dam á Neystabø mælti til, at ásett verður lægri tal enn nú.

§ 3. Valrætt til løgtingið hevur hvør, ið fylt hevur 18 ár, hevur danskan heimarætt og er heimahoyrandi í Føroyum, uttan so er, at hann er gjørdur ómyndugur.

Nevndin hevði ongar viðmerkingar til hetta annað enn, at tað skal útgreinast, hvør týdningurin er av "gjørdur ómyndugur".

§ 4. Valbærur er hvør, sum hevur valrætt til løgtingið, uttan so er, at hann er revsaður fyri gerð, sum hevur við sær, at hann eftir almannahugsan ikki er verdugur at sita á tingi.

Stk. 2. Tann, ið dømdur er fyri revsiverda gerð, verður ikki óverdugur til tingsess, uttan so, at hann fær treytaleysan fongsulsdóm í 4 mánaðir ella longri, ella trygdarvarðhaldsdóm.

Stk. 3. Heldur ikki er hann óverdugur, tá ið 5 ár eru liðin frá tí, at revsingin er avsitin, fyrnd, ella eftirgivin ella frá endaligari leysgeving úr trygdarvarðhaldi.

Hergeir Nielsen gjørdi vart við hesar reglur í mun til dómsvaldið.

Tordur J. Niclasen vildi hava greinina betur lýsta og mælti til, at nevndin, ið hevur fyrireikað álitið, fær høvi til at umrøða hendan spurning.

§ 5. Løgtingið verður valt á almennum, loyniligum og beinleiðis vali.

Stk. 2. Nærri reglur um at inna valrættin verða givnar í løgtingsvallógini, heruppií at áseta løgtingsmannatalið innan fyri tað hámark, ið ásett er í § 2.

Nevndin hevði í hesum umfari ongar viðmerkingar.

Á LØGTINGSSKRIVSTOVUNI, 2. juni 1994.

Kristoffur Thomassen

Ár 1994, 7. juni kl. 13 var fundur í nevndini.

Á fundi vóru:

Vilhelm Johannesen, formaður (javnaðarfl.)
Hergeir Nielsen (tjfl.)
Jógvan Sundstein (fólkafl.)
Edmund Joensen (samb.fl.)
Helena Dam á Neystabø (sjfl.)
Niels Pauli Danielsen (kf.)
Tordur J. Niclasen (uttanfl.)

Til viðgerðar:

Vilhelm Johannesen, nevndarformaður, byrjaði fundin við siga frá, at fundurin ásettur 9. juni kl. 13 til 16, ikki verður tann seinasti, og at tað verður heilt ógjørligt hjá nevndini at leggja fram álit í hesum tingmáli til løgtingsfund tann 13. juni 1994.

Niels Pauli Danielsen gjørdi vart við, at annað ella onnur tingmál kunnu koma fram 13. juni 1994, men Vilhelm Johannesen svaraði, at slíkt ikki kann verða viðgjørt í hesi serligu nevnd, sum hevur fingið eina greitt defineraða uppgávu. Einki annað mál ella onnur viðurskifti kunnu viðgerast í hesum nevndararbeiði.

Tordur J. Niclasen upplýsti, at hann hevði biðið løgmann um at kalla tingið saman og vísti til skriv sítt til løgmann og løgtingsformannin, men ásannaði tingmaðurin, at tað álitið, sum nú verður viðgjørt, ikki kann verða greitt til 13. juni.

Vilhelm Johannesen segði nú, at nevndarskrivarin skal boða løgtingsformanninum frá, at álitið í fyrsta lagi er liðugt at leggja fyri tingið aftan á 20. juni 1994. Heilt beint hvør dagur, talan verður um, ber ikki til at siga nú. Stýriskipanarnevndin viðger ikki mál viðvíkjandi teimum arbeiðsleysu.

Eftir áheitan frá nevndarformanninum las Jógvan Sundstein upp § 6 í uppskoti landsstýrisins, ið er soljóðandi:

"§ 6. Løgtingsmenn verða valdir fyri fýra ár í senn.

Stk. 2. Løgtingið eins væl og løgmaður kunnu, nær ið vera skal, skriva út nýval, sum hevur við sær, at tey løgtingsumboð, ið verið hava, falla burtur, tá ið nývalda løgtingið er sett.

Stk. 3. Tað áliggur løgmanni at skipa so fyri, at nýval verður hildið, áðrenn valskeiðið er runnið.

Stk. 4. Løgtingsmaður, sum missir valbæri sítt, fer úr tingsessinum."

Viðmerkingarnar til § 6 eru útgreinaðar á síðu 177 í álitinum frá nevndini, ið varð sett at kanna stýrisskipan Føroya. Nýggja § 6 inniber broytingar í mun til galdandi skipan.

Tordur J. Niclasen tók fram í orðaskiftinum regluna í Noregi, har tað ikki ber til at halda val í ótíð sambært norsku grundlógini, § 71. Nevndi eisini tann møguleika, at tingmenn bert kunnu verða valdir fyri tvey skeið (2 x 4 ár).

Niels Pauli Danielsen helt eisini, at orsøk var at viðgera spurningin um 4 ára skeiðið uttan val, tí eftir áskoðan hansara eru nógv samfeløg troytt av ov nógvum nývalum.

Jógvan Sundstein tók undir við uppskoti landsstýrisins sambært § 6.

Niðurstøðu viðvíkjandi § 6 er, at Vilhelm Johannesen, Hergeir Nielsen, Helena Dam á Neystabø, Jógvan Sundstein og Edmund Joensen góðtaka orðingina í § 6 í uppskoti landsstýrisins.

Niels Pauli Danielsen og Tordur J. Niclasen vóru ivasamir og koma aftur til spurningin.

Síðani varð viðgjørd § 7 í uppskoti landsstýrisins, ið er soljóðandi:

"§ 7. Løgtingið ger sjálvt av, um val tingmanna hevur gildi, og spurningin um, hvørt tingmaður hevur mist valbæri sítt."

Nevndin var samd um, at skoyta upp í seinasta orðið í § 7 fylgjandi: "sambært § 4." (valbærisreglan).

Hereftir § 8, ið er soljóðandi:

"§ 8. Tá ið góðkent er, at løgtingsmaður er valdur, skal hann leggja frá sær øll álitisstørv í nevndum, ráðum o.t., sum eru undir eftirliti landsstýrisins, ella sum landsstýrið hevur skipað hann í, sessur í bý-, ella bygda(r)ráði tó undantikin."

Nevndin var samd um góðtaka hesa orðing.

§ 9 er soljóðandi:

"§ 9. Nývalda løgtingið kemur saman til fundar kl. 10 tólvta yrkadag eftir valdagin, uttan so er, at løgmaður ikki longu hevur boðað til fundar ella fyri veður hevur flutt fundin fram.

Stk. 2. Tá ið valbrøvini eru góðkend, verður løgtingið sett, og valdir verða løgtingsformaður og næstformenn fyri alt valskeiðið."

Nevndin var samd um at gera hesar broytingar í § 9:

Í stk. 1 verður sett aftaná orðini "saman til fundar": "í seinasta lagi", og at strika orðini: "ella fyri veður".

Viðvíkjandi § 9, stk. 2 um val av løgtingsformanni, vóru Tordur J. Niclasen og Hergeir Nielsen av teirri áskoðan, at henda regla má viðgerast meira, hetta orsakað av, at tað eftir teirra fatan eigur at vera gjørligt at skifta løgtingsformann.

Nevndin var als ikki samd um hesa reglu, og skal hesin táttur takast upp aftur, serliga tá nevndin, ið hevur skrivað álitið um stýrisskipanina, verður innkallað.

§ 10 er soljóðandi:

"§ 10. Løgtingssetan byrjar ólavsøkudag og heldur á til ólavsøkudag árið eftir.

Stk. 2. Ólavsøkudag ganga løgtingsmenn, løgmaður, landsstýrismenn og embætismenn skrúðgongu í tinginum í dómkirkjuna, har gudstænasta verður hildin, og síðani aftur í tingið. Løgtingsformaðurin ger av, hvør er við í skrúðgonguni, og hvussu gongan er skipað.

Stk. 3. Løgtingið verður sett aftur ólavsøkudag kl. 13.00."

Viðmerkingarnar í álitinum síðu 179 um § 10 vórðu gjølla viðgjørdar. Spurningurin um tign varð nógv umrøddur, og var semja um, at hetta eru viðurskifti, ið eiga at verða væl avklárað í komandi lóggávuni. Semja var um, at tørvur er fyri føstum reglum á hesum øki, men spurningurin er tá, hvat hetta skal grundast á, tá løgtingsformaðurin hevur hesa eina heimild at avgera, hvør er við í skrúðgonguni, og hvussu gongan er skipað.

Viðvíkjandi stk. 3 varð skotið upp, at orðið "aftur" verður tikið úr regluni soleiðis, at orðingin ljóðar: "Løgtingið verður sett ólavsøkudag kl. 13.00."

Á síðu 179 verður viðvíkjandi § 10 greitt frá hugtakinum: tingseta, ið nú fær ein nýggjan og dagførdan týdning.

§ 11 er soljóðandi:

"§ 11. Samkomustaður løgtingsins er Tórshavn. Í serstøkum føri kann løgtingið tó koma saman til fundar á øðrum staði í landinum."

Nevndin hevði ongar viðmerkingar til hesa grein.

§ 13 er soljóðandi:

"§ 13. Løgtingsformaðurin boðar til løgtingsfundar og kunnger samstundis dagsskrá. Formaðurin hevur skyldu til at boða til fundar uttan óneyðugan dvøl, um so er, at í minsta lagi tveir fimtingar av tingmonnum ella løgmaður skrivliga biðja um tingfund við dagsskrá."

Nevndin hevði ongar viðmerkingar til hesa grein.

§ 14 er soljóðandi:

"§ 14. Løgmaður, landsstýrismenn og ríkisumboðsmaður hava embætis vegna, uttan atkvøðurætt, atgongd at løgtinginum, og hava rætt til á fundum at krevja at koma til orðanna, men skulu annars halda tingskipanina."

Jógvan Sundstein tók fyrivarni viðvíkjandi støðu síni til § 14, meðan hinir nevndarlimirnir ongar viðmerkingar høvdu til uppskot landsstýrisins.

§ 15 er soljóðandi:

"§ 15. Løgmanni, landsstýrismonnum og løgtingsmonnum eru heimilað at seta fram uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og aðrar samtyktir.

Stk. 2. Uppskot til løgtingslóg ella ríkislógartilmæli kann ikki verða endaliga samtykt, uttan at tað hevur fingið tríggjar viðgerðir á løgtingi.

Stk. 3. Um nýval verður, ella tá ið løgtingsseta er lokin, falla burtur øll tey uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og aðrar samtyktir, sum ikki frammanundan eru endaliga samtykt."

Í mun til álitið frá serligu stýrisskipanarnevndini er í § 15, stk. 3, tikið úr uppskotinum, soleiðis at uppskot landsstýrisins fevnir um § 15, stk. 1, stk. 2 og sum nýtt stk. 3, stk. 4 í álitinum, meðan stk. 3 í álitinum gongur út.

Jógvan Sundstein undirstrikaði, at við hesum reglum fara millumtinganevndirnar burtur úr skipanini.

Niels Pauli Danielsen mælti til, at § 15, stk. 3, í uppskotinum hjá serligu stýrisskipanarnevndini verður varðveitt.

Edmund Joensen vísti til viðmerkingar sambandsfloksins undir 1. viðgerð í løgtinginum.

Vilhelm Johannesen og Hergeir Nielsen tóku undir við, at orðingin verður, sum skotin upp í landsstýrisins uppskoti.

Jógvan Sundstein segði, at hann ikki enn tók endaliga støðu til stk. 3 í uppskotinum sambært álitinum. Løgtingið má taka støðu til hetta mál.

Helena Dam á Neystabø vísti á, at § 15, stk. 3, í uppskotinum í álitinum kann vera misnýtt.

Vilhelm Johannesen hevði ta støðu, at málið má takast upp aftur, tá ið serliga nevndin, løgmaður og embætismenn, serkønir og aðrir verða innkallaðir til fundar.

§ 16 í álitinum frá stýrisskipanarnevndini er ikki tikin við í uppskoti landsstýrisins, sum nú fær broytt teirra § 17 í uppskoti landsstýrisins § 16, ið er soljóðandi:

"§ 16. Løgtingið sjálvt ásetir tingskipan sína, sum inniheldur nærri reglur um málsgongd og skilhald."

Niels Pauli Danielsen vil hava reglurnar í upprunauppskotinum í § 16 inn aftur í uppskot landsstýrisins fyri at tryggja minnilutarnar.

Edmund Joensen vísti á viðmerkingar Sambandsfloksins undir 1. viðgerð í løgtinginum og undirstrikaði, at Sambandsflokkurin mælir til, at hesir spurningar fáa eina sera gjølliga viðgerð.

Jógvan Sundstein mælti til, at reglan um, at ein triðingur av tingmonnunum við ávísari freist kann krevja fólkaatkvøðu, verður broytt.

Vilhelm Johannesen og Hergeir Nielsen taka undir við uppskoti landsstýrisins.

§ 17 er orðað:

"§ 17. Løgtingsfundir eru almennir. Útvarpi og sjónvarpi eru frítt at senda beinleiðis av fundunum. Løgtingið kann tó í einstøkum førum samtykkja viðgerð aftan stongdar dyr."

Nevndin hevði bert vanligar viðmerkingar til leiklut fjølmiðlanna í samband við hesa reglu, men nevnt varð frá fleiri, at tað verður neyðugt at broyta tingskipanina skjótast, helst í juli 1994.

§ 18 er soljóðandi:

"§ 18. Løgtingið kann ikki taka avgerð um mál, uttan at meira enn helmingur av tingmonnum er á fundi.

Stk. 2. Løgtingsmál er samtykt, tá ið fleiri atkvøður eru fyri enn ímóti, um ikki annað er ásett í hesi løgtingslóg."

Niels Pauli Danielsen var ivasamur um § 18, meðan hinir nevndarlimirnir tóku undir við fyriliggjandi uppskot landsstýrisins.

Áðrenn fundurin var lokin, gjørdi Vilhelm Johannesen, formaður, vart við, at fundarboð verða nú send til løgmann og embætisfólk, nevndarfólkini, ið hava avgreitt álitið um skipanarviðurskifti, hava fingið boð um, at fundur verður.

At enda upplýsti skrivarin, at útskrift av bandupptøkuni frá 1. viðgerð av fyriliggjandi løgtingsmáli nú verður skrivað.

Fundur lokin kl. 16.

Kristoffur Thomassen

 

Ár 1994, 8. juni kl. 9 var fundur í nevndini.

Á fundi vóru:

Vilhelm Johannesen, formaður (javnaðarfl.)
Hergeir Nielsen (tjfl.)
Jógvan Sundstein (fólkafl.)
Edmund Joensen (samb.fl.)
Helena Dam á Neystabø (sjfl.)
Niels Pauli Danielsen (kf.)
Tordur J. Niclasen (uttanfl.)

Aftaná døgurða kom Flemming Mikkelsen fyri Edmund Joensen, ið tá var burturstaddur.

Til viðgerðar:

Vilhelm Johannesen bað Helenu Dam á Neystabø um at lesa upp úr løgtingsins lógaruppskoti § 19.

§ 19 svarar til § 20 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt.

§ 19 er soljóðandi:

"Løgtingið kann skipa nevndir av tingmonnum at kanna alment um varandi mál. Nevndirnar hava rætt at krevja skrivligar ella munnligar upplýsingar frá einskildum borgarum eins væl og frá almennum embætismonnum."

Hergeir Nielsen spurdi um munin millum eina vanliga tænastumannakanning og so § 19. Hetta varð umrøtt á fundinum.

Nevndin hevði annars ongar viðmerkingar til § 19.

§ 20 er soljóðandi:

"Løgtingið velur limir í nevndir og størv við lutfalsvali."

Greinin svarar til § 21 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt. Nevndin var samd um, at greinin bert fevnir um tingnevndir og aðrar nevndir. Annars hevði nevndin ongar viðmerkingar til § 20.

Vilhelm Johannesen bað nú Hergeir Nielsen um at lesa upp úr landsstýrisins uppskoti.

§ 21 er soljóðandi:

"Heimilt er hvørjum løgtingsmanni við tingsins loyvi at leggja fram til viðgerðar eitt og hvørt alment mál og tí viðvíkjandi krevja frágreiðing frá løgmanni ella landsstýrismanni.

Stk. 2. Sama rætt hevur løgtingsmaður, um ein triðingur av tingmonnum á fundi tekur undir."

§ 21 svarar til § 22 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt.

Nevndin hevði onga viðmerking til § 21 annað enn, at talan er um eina lítla broyting í mun til núgaldandi skipan, av tí at sett er aftrat, at um ein fyrispurningur ikki verður samtyktur, so kann ein triðingur av tingmonnum á fundi krevja hann svaraðan.

§ 22 er soljóðandi:

"Eingin umsókn verður løgd fyri løgtingið, uttan at tingmaður ella landsstýrið flytir hana fram."

§ 22 svarar til § 23 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt.

Nevndin hevði onga viðmerking til § 22.

§ 23 er soljóðandi:

"Løgtingsmenn eru bert bundnir av sannføring síni og ikki av forskriftum frá veljarum sínum."

§ 23 svarar til § 24 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt.

Nevndin hevði onga viðmerking til § 23.

§ 24 er soljóðandi:

"Eingin løgtingsmaður má uttan samtykki løgtingsins verða ákærdur ella fongslaður á nakran hátt, uttan so at hann verður tikin á búri.

Stk. 2. Eingin løgtingsmaður kann uttan samtykki tingsins verða kravdur til svars uttantings fyri tað, hann hevur sagt innantings."

§ 24 svarar til § 25 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt.

Nevndin hevði onga viðmerking til § 24. Kjakast varð tó um, nær ákæra kann reisast ímóti einum løgtingsmanni eftir núgaldandi skipan.

§ 25 er soljóðandi:

"Samsýning løgtingsmanna verður ásett við løgtingslóg."

§ 25 svarar til § 26 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt.

Nevndin umrøddi spurningin, um tað var rættari at brúka orðið løn enn samsýning. Annars hevði nevndin onga viðmerking til § 25.

§ 26 er soljóðandi:

"Løgtingslógaruppskot, ið løgtingið hevur samtykt, fær lógargildi, tá ið tað seinast 30 dagar eftir endaligu samtyktina er staðfest av løgmanni og kunngjørt sambært kunngerðarreglum ásettum í løgtingslóg."

§ 26 svarar til § 27 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt.

Helena Dam á Neystabø spurdi um, hvat kundi henda, um nú løgtingið samtykti eina lóg, ið t.d. var í stríð við eina hægri lóg, og løgmaður tí ikki vildi staðfesta hesa lógina.

Skal løgtingið so seta fram misálitisváttan á løgmann.

Tordur J. Niclasen helt ikki, at tað, at løgmaður ikki vildi staðfesta eina lóg í sær sjálvum hevur við sær, at løgtingið skal seta fram misálitisváttan á løgmann. Ikki fyrr enn ein meiriluti á tingi er vorðin kunnaður um, hví løgmaður ikki vil staðfesta lógina, eigur tingið at fara yvir til at brúka misálitisváttan.

Øll nevndin tók undir við hesum.

Annars hevði nevndin ikki aðrar viðmerkingar til § 26.

§ 27 er soljóðandi:

"Í landsstýrinum sita løgmaður og minst tveir landsstýrismenn.

Stk. 2. Løgmaður verður tilnevndur eftir teirri skipan, sum ásett er í § 28. Løgmaður ásetir, hvussu nógvir landsstýrismenninir skulu vera, og tilnevndir teir."

§ 27 svarar til § 28 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt.

Nevndin hevði onga viðmerking til § 27.

§ 28 er soljóðandi:

"Tá ið løgmaður skal verða tilnevndur, boðar løgtingsformaðurin formonnunum fyri flokkunum, ið umboðaðir eru á løgtingi, hvørjum sær til samráðs.

Stk. 2. Innan 10 yrkadagar eftir, at fráfarandi løgmaður hevur biðið um at verða loystur úr embæti, leggur løgtingsformaður uppskot um løgmansevni fyri løgtingið. Um løgtingsval verður, ella løgmaður doyr, gongur freistin ávikavist frá tí degi, fyrsti tingfundur var eftir valið, ella frá tí degi, ið løgmaður doyði.

Stk. 3. Løgtingið skal í seinasta lagi 4. yrkadagin eftir, uttan nevndarviðgerð, greiða atkvøðu um uppskotið. Atkvøður meiri enn helmingur av øllum tingmonnum ímóti uppskotinum, er tað fallið. Annars er tað samtykt.

Stk. 4. Havnar løgtingið uppskoti frá løgtingsformanninum um løgmansevni, boðar formaðurin aftur til samráðs sambært stk. 1 og setir innan 4 yrkadagar eftir, at uppskot varð havnað, framaftur uppskot um løgmansevni, sum løgtingið sama dag greiðir atkvøðu um eftir reglunum í stk. 3.

Stk. 5. Um so er, at løgtingið fýra ferðir hevur felt uppskot løgtingsformansins um løgmann, skrivar starvandi løgmaður út nýval til løgtingið."

§ 28 svarar til § 29 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er broytt í mun til álitið.

Viðmerkingarnar í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini vórðu lisnar.

Helena Dam á Neystabø setti fram fyrispurning, um løgmaður skal vera fólkavaldur, ella um hann kann koma uttanífrá.

Hergeir Nielsen helt, at løgtingsformaðurin fær nógv vald.

Tordur J. Niclasen tók undir við hesum og segði, at løgtingsformaðurin kemur at kunna seta hvønn, hann vil, til løgmann.

Edmund Joensen helt, at man eigur at vísa stórt varsemi við § 28, tí at hugsast kann, at tingformaðurin fær habilitetstrupulleikar, tá hann skal velja landsstýrið. Hetta kemst av tí, at hann tá er valdur av avísum flokkum, sum hann tá hevur sympati fyri. Niels Pauli Danielsen tekur undir við viðmerkingunum í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini viðvíkjandi § 28.

Hergeir Nielsen kom inn á spurningin um, hvat fór at henda, um eingin semja verður í løgtinginum um at velja ein løgtingsformann, tí tað altíð verður eitt fleirtal ímóti einum ávísum uppskoti.

Edmund Joensen helt, at hetta má kannast nærri, og at man eigur at spyrja stýrisskipanarnevndina um, hvussu hon hevði hugsað sær at loysa hendan trupulleikan.

§ 29 í uppskotinum hjá stýrisskipanarnevndini er í klombrum sett: "leygardagur ikki íroknaður". Semja var í nevndini um, at leygardagur verður roknaður sum vanligur gerandisdagur. Orðingin er tikin úr uppskotinum hjá landsstýrinum, og at nevndin tekur undir við hesum.

Niðurstøðan viðvíkjandi § 28 var, at viðgerðin av hesari grein, skal takast uppaftur seinni, og serliga við atliti til spurningin um val av løgtingsformanni.

§ 29 er soljóðandi:

"Loystur skal verða úr embæti løgmaður ella landsstýrismaður, ið biður um tað. Løgtingsformaðurin loysir løgmann úr embæti, og løgmaður loysir landsstýrismann úr embæti.

Stk. 2. Løgmaður kann eisini í øðrum førum loysa úr embæti landsstýrismann og skal loysa landsstýrismann úr embæti, um tað við atkvøðugreiðslu í løgtinginum, har ið meira enn helmingur av øllum tingmonnum atkvøður fyri, verður samtykt, at løgtingið ikki longur hevur álit á landsstýrismanni."

§ 29 svarar til § 30 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt.

Tordur J. Niclasen setti fram spurningin, hvussu ið meira enn helmingurin av øllum tingmonnunum skal skiljast. Semja var í nevndini um, at hetta skal skiljast sum allir limir í tinginum. Nevndin hevði annars ikki nakrar viðmerkingar til § 29.

§ 30 er soljóðandi:

"Um tað við atkvøðugreiðslu á løgtingi, har ið meira enn helmingur av øllum tingmonnum atkvøður fyri, verður samtykt, at løgtingið ikki longur hevur álit á løgmanni, skal løgmaður biðja løgtingsformannin loysa seg úr embæti."

§ 30 í lógaruppskotinum hjá landsstýrinum svarar til §31 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt.

Nevndin hevði onga viðmerking til § 30.

§ 31 er soljóðandi:

"Hevur løgmaður biðið um at verða loystur úr embæti sbr. § 29, ella løgtingið hevur váttað honum misálit sbr. § 30, starvar landsstýrið, til nýggjur løgmaður er tilnevndur. Í tíðarbilinum fram til, at nýggjur løgmaður er tilnevndur, kann landsstýrið ikki gera annað enn tað, sum er alneyðugt, til tess at fyrisitingin kann halda fram ótarnað. Løgmaður kann tó innan eina viku eftir, at hann fekk misálit, nýta heimild sína í § 6, stk. 2, at skriva út nýval."

§ 31 í lógaruppskotinum hjá landsstýrinum svarar til § 32 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt.

Hergeir Nielsen setti fram spurningin, um tað ikki var ov stórt vald til ein persón, í hesum førinum løgmann, at hann kann forða fyri, at aðrir royna at skipa landsstýri. Tað kann eisini hugsast, at flokkurin vil sleppa av við formannin, ið samstundis er løgmaður.

Nevndin var samd um at kanna, hvussu skipanin er aðra staðni, tá ið stjórnarleiðarar leggja frá sær, aftan á at misálitisváttan er sett fram í tinginum. Nevndin var samd um at koma aftur til hendan spurning seinni.

§ 32 í landsstýrisins uppskoti er soljóðandi:

"Nærri reglur um setingarviðurskifti løgmans og landsstýrismanni verða ásettar í løgtingslóg."

§ 32 í landsstýrisins uppskoti svarar til § 33 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini, men er broytt við tað 1. stk. í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini ikki er tikið við í løgtingslógaruppskotinum.

Niels Pauli Danielsen er samdur við stýrisskipanarnevndina um, at ein løgtingsmaður, sum verður løgmaður ella landsstýrismaður, sigur frá sær løgtingssessin, meðan hann situr í landsstýrinum. Hesum tóku Helena Dam á Neystabø, Edmund Joensen, Hergeir Nielsen og Vilhelm Johannesen undir við. Jógvan Sundstein var tó í iva og bíðaði við at taka støðu.

Semja var um at venda aftur til § 32 seinni.

§ 33 er soljóðandi:

"Løgmaður býtir málsøki landsstýrisins millum landsstýrismenninar. Teir sita fyri málsøkjum sínum hvør sær.

Stk. 2. Løgmaður samskipar starv landsstýrismanna og boðar í hesum sambandi regluliga til landsstýrisfundar, har m.a. øll uppskot landsstýrisins til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og eykajáttanir verða framløgd, áðrenn tey verða løgd fyri løgtingið.

Stk. 3. Løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt."

§ 33, 1. stk. í uppskotinum frá landsstýrinum er óbroytt í mun til uppskotið hjá stýrisskipanarnevndini.

§ 33, 2. stk. í landsstýrisins uppskoti er broytt í mun til álitið, og § 33, 3. og 4. stk. í álitinum eru ikki tikin við í landsstýrisins uppskoti.

Nevndin kom inn á spurningin, um ráðharrar aðra staðni kunnu leggja uppskot fyri tingið, ella um tað fyrst skal vera samtykt av stjórnini.

Nevndin kom eisini inn á spurningin um møguleikan fyri at skifta løgtingsformannin út í valskeiðinum, og í hesum sambandi varð tosað um, at man í § 9 setir eitt nýtt stk. inn, sum eitur § 9, stk. 3, og sum verður orðað á tann hátt, at í valskeiðinum kunnu 4/5 av øllum løgtingslimunum samtykkja at velja nýggjan løgtingsformann og næstformann. Valið fer fram sambært § 9, stk. 2. Nevndin kom enn eina ferð inn á spurningin um, at man eigur at fáa staðfest, hvussu atkvøðugreiðslan av løgtingsformanninum skal fara fram.

Nevndin er samd við landsstýrið um at taka úr §§ 33, 3. og 4. stk. í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini. Flemming Mikkelsen tekur tó undir við tí, ið stendur í álitinum og soleiðis, sum § 33 er orðað har. Tað sama ger Niels Pauli Danielsen.

Avgjørt varð at venda aftur til § 33 seinni.

§ 34 í landsstýrisins lógaruppskoti varð lisin upp av Niels Pauli Danielsen, og greinin er soljóðandi:

"§ 1 í hesi løgtingslóg er ikki til hindurs fyri, at landsstýrið ella stovnur undir landsstýrinum í nærri ásettan mun við løgtingslóg fær heimild til við kunngerð at áseta rættarreglur av almennum slagi. Ein tílík heimild kann ikki verða treytað av, at reglurnar, sum ásettar verða, skulu hava góðkenning frá umboðum løgtingsins."

§ 34 í landsstýrisins lógaruppskoti svarar til § 35 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt. Nevndin staðfesti, at tær umsitingarligu uppgávurnar við hesum verða tiknar frá nevndunum. Jógvan Sundstein og Hergeir Nielsen viðmerktu, at teir vóru samdir við uppskotinum.

§ 35 í landsstýrisins lógaruppskoti er soljóðandi:

"Hóast § 1 kann við løgtingslóg í nærri ásetan avmarkaðan mun heimild verða latin nevndum, stýrum og ráðum at taka endaligar fyrisitingarligar avgerðir.

Stk. 2. Løgtingið kann ikki velja limir í nevndirnar, stýrini ella ráðini, sum umrødd eru í stk. 1."

§ 35 í landsstýrisins lógaruppskoti svarar til § 36 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt.

Jógvan Sundstein tók eitt dømi við sjúkrahússtýrunum. Her má lógin broytast.

Niels Pauli Danielsen dugdi ikki rættiliga at síggja avleiðingarnar av § 35 og vildi venda aftur til spurningin seinni.

Annars var semja í nevndini um innihaldið í § 35.

§ 36 í landsstýrisins lógaruppskoti er soljóðandi:

"Løgmaður ger av, hvør av landsstýrismonnunum er varaløgmaður og røkir heimildir løgmans, meðan hann hevur forfall. Er einki ásett, verða heimildir hansara røktar av tí landsstýrismanni, sum longst hevur sitið í embæti. Hava tveir landsstýrismenn sitið líka leingi, tekur hin eldri við heimildunum."

§ 36 í landsstýrisins lógaruppskoti er tann sama sum § 37 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini.

Tó er orðið "varaløgmaður" nýtt í landsstýrisins lógaruppskoti.

Nevndin var samd um at brúka orðið "varaløgmaður" og tók í síni heild undir við innihaldinum í § 36 soleiðis, sum tað er orðað har.

§ 37 í landsstýrisins lógaruppskoti er orðað soleiðis:

"Løgmaður og landsstýrismenn hava rættarliga ábyrgd av fyrisitingini av teim málsøkjum, sum løgd eru til teirra. Mál viðvíkjandi hesi rættarligu ábyrgd verða dømd av nevningatingi. Greiniligari reglur um hesa ábyrgd verða at áseta við løgtingslóg."

§ 37 í landsstýrisins lógaruppskoti er tann sama sum §38 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt.

Nevndin viðgjørdi spurningin, hví ið neyðugt er, at nevningating skal døma í teimum málum, ið eru nevnd í § 37.

Nevndin var samd um at spyrja stýrisskipanarnevndina, hví ið stýriskipanarnevndin hevur skotið upp at brúka nevningating í sovorðnum málum.

§ 38 í landsstýrisins lógaruppskoti er orðað soleiðis:

"Løgtingið setir eina tríggja manna nevnd av løgtingsmonnum at hava eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt.

Stk. 2. Hevur nevndin illgruna um, at óregluliga hevur verið atborið, kann hon krevja, at løgtingsformaðurin setir ein kanningarstjóra, sum ikki hevur dómsmyndugleika. Hann skal, eftir at hann hevur kannað málið, gera eina frágreiðing til løgtingið, hvørt fyrisitingin í ávísum máli er útint á lógligan hátt. Ein triðingur av løgtingsmonnunum kann skrivliga seta fram sama krav.

Stk. 3. Kanningarstjórin skal hava løgfrøðiligt embætisprógv og skal ikki vera starvsettur í fyrisiting landsstýrisins, á stovni undir landsstýrinum, hjá dómsvaldinum ella fyrr hava viðgjørt málið.

Stk. 4. Kanningarstjórin hevur rætt til at krevja skrivligar ella munnligar upplýsingar frá einskildum borgarum eins og frá almennum embætismonnum."

§ 38 í landsstýrisins lógaruppskoti svarar til § 39 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt.

Jógvan Sundstein heldur, at ein triðingur av tingmonnum er ov litið.

Nevndin umrøddi munin á § 38 og regluni um at seta ein umboðsmann.

Hergeir Nielsen las upp eitt notat um virki umboðsmansins.

Tordur J. Niclasen førdi fram, at tingið hevur samtykt, at ein umboðsmaður skal setast. Hann skjýtur upp, at ein grein um løgtingsins umboðsmann kemur inn í lógaruppskotið.

Niels Pauli Danielsen heldur eisini, at man skal hava eina nýggja grein um løgtingsins umboðsmann, sum skal koma inn í hetta lógaruppskotið.

Hergeir Nielsen hevur heldur einki ímóti hesum.

Nevndin var samd um, at seta inn eina nýggja § 39, ið gevur heimild til at seta løgtingsins umboðsmann.

Flemming Mikkelsen gjørdi tó vart við, at hann ikki var samdur við restini av nevndini, men at hann góðtók, at § 38 í landsstýrisins lógaruppskoti er soleiðis, sum tað var orðað.

Nevndin gjørdi av at venda aftur til § 38 og spurningin um løgtingsins umboðsmann, tá ið stýriskipanarnevndin verður kallað inn til fundar.

§ 39 í landsstýrisins lógaruppskoti er soljóðandi:

"Dómsvaldið er hjá óheftum dómstólum, sum virka sambært rættargangslógini fyri Føroyar."

§ 39 í landsstýrisins lógaruppskoti svarar til § 40 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt.

Nevndin hevði onga viðmerking til § 39.

§ 40 í landsstýrisins lógaruppskoti er soljóðandi:

"Eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur má verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg.

Stk. 2. Beinleiðis ella óbeinleiðis skattur kann ikki verða álagdur fyri inntøkur, innflutning, útflutning, sølu, gjald ella tílíkt, sum er farið fram í tíðini, áðrenn løgtingslógaruppskot um hetta var lagt fyri løgtingið.

Stk. 3. Áðrenn løgtingsfíggjarlóg ella bráðfeingis fíggjarlóg er samtykt á løgtingi, er ikki loyvt at krevja inn teir skattir, ið nevndir eru í stk. 1."

§ 40 í landsstýrisins lógaruppskoti svarar til § 41 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt.

Nevndin er samd um innihaldið í § 40 og hevur ongar viðmerkingar.

§ 41 í landsstýrisins lógaruppskoti er orðað soleiðis:

"Lán ella borgan o.a.m., ið skuldbindur løgting, landsstýri ella stovnar undir landinum, kann ikki verða tikið ella veitt uttan við heimild í løgtingslóg."

§ 41 í landsstýrisins lógaruppskoti svarar til § 42 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er broytt soleiðis, at orðingin "kommunur ella millumkommunufelagsskapir" er tikin úr § 41 í landsstýrisins lógaruppskoti og er flutt yvir í § 55.

Helena Dam á Neystabø førdi fram, at greinin ikki verjir borgaran ímóti skuldarbindingum. Hon vísti á 1.viðgerð av lógaruppskotinum, har Sjálvstýrisflokkin hevði ført fram, at tað eigur at standa tilskilað í §§ 42 og 44, at nágreiniligt yvirlit yvir samlaðu skuld og borgan hjá løgtingi, landi og kommunum og øðrum hálvalmennum stovnum skal liggja hjá, tá ið landskassaroknskapir og fíggjarlóg verða løgd fram fyri tingið.

Niels Pauli Danielsen var samdur við Helenu Dam á Neystabø men hevði einki konkret uppskot um, hvussu hetta kundi gerast.

§ 41 í landsstýrisins lógaruppskoti varð lisið upp av Tordi J. Niclasen og er soljóðandi:

"Fyri 1. oktober á hvørjum ári leggur landsstýrið fyri løgtingið uppskot um løgtingsfíggjarlóg fyri komandi álmanakkaár.

Stk. 2. Eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður. Tó kann í tíðarskeiðnum fram til 1. apríl, eftir at fíggjarárið er endað, verða ávístur peningur av farnu fíggjarlógini fyri útreiðslur, ið havdar eru í farna fíggjarári.

Stk. 3. Um útlit eru til, at uppskot til fíggjarlóg ikki er liðugt viðgjørt fyri figgjarársbyrjan, leggur landsstýrið fram uppskot um eina bráðfeingis játtanarlóg."

§ 42 í landsstýrisins lógaruppskoti er samsvarandi § 43 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt.

Nevndin var samd um, at í § 42, 2. stk. í landsstýrisins lógaruppskoti eigur at verða sett inn, aftaná orðið "goldin": "ella aðrari galdandi heimildarlóg".

Helena Dam á Neystabø kom við eini generellari viðmerking til §§ 42, 43 og 44 um, at eitt nágreiniligt yvirlit yvir samlaða skuld og borgan hjá landinum eigur at fyriliggja, tá ið fíggjarlóg skal gerast.

Yvirlitið eigur at verða sett undir viðmerkingarnar til fíggjarlógina.

Nevndin hevði annars ikki aðrar viðmerkingar til § 42.

§ 43 í landsstýrisins lógaruppskoti er soljóðandi:

"Eykajáttan verður veitt við løgtingslóg.

Stk. 2. Um mál hevur skund, kann fíggjarnevnd løgtingsins, um meirilutin av nevndarlimunum atkvøður fyri, eftir uppskoti frá landsstýrinum veita eykajáttan.

Stk. 3. Eykajáttanir, sum fíggjarnevndin hevur veitt gjøgnum árið, verða at góðkenna við eykafíggjarlóg í seinasta lagi 31. desember sama ár."

§ 43 í landsstýrisins lógaruppskoti svarar til § 44 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini.

Greinin er tó broytt.

Nevndin tosaði um, um kvalifiseraður meiriluti skal krevjast viðvíkjandi eykajáttan í fíggjarnevndini.

Helena Dam á Neystabø helt, at neyðugt var við kvalifiseraðum meiriluta.

Niels Pauli Danielsen tekur undir við álitinum, men hann kann eisini taka undir við Helenu Dam á Neystabø um kvalifiseraðan meiriluta í fíggjarnevndini.

Tordur J. Niclasen heldur, at vandi er fyri at brúka kvalifiseraðan meiriluta.

Hergeir Nielsen heldur at løgtingið skal hava meiri innlit í, hvat ið fíggjarnevndin ger. Ein orðing um hetta skal inn í greinina.

Tordur J. Niclasen tekur í fyrstu atløgu undir við, at krevjast skal kvalifiseraður meiriluti, men annars tekur hann undir við landsstýrisins lógaruppskoti.

Vilhelm Johannesen tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrinum.

§ 44 í landsstýrisins lógaruppskoti er soljóðandi:

"Landskassaroknskapurin skal verða lagdur fyri løgtingið í seinasta lagi seks mánaðir eftir fíggjarárslok.

Stk. 2. Løgtingið velur nakrar grannskoðarar. Teir fara ígjøgnum árliga landskassaroknskapin og ansa eftir, at allar inntøkur landsins eru settar í roknskapin, og at eingin útreiðsla er goldin uttan heimild í fíggjarlógini ella aðrari játtannarlóg. Teir kunnu krevja at fáa allar upplýsingar og øll skjøl, ið teimum tørvar. Greiniligari reglur um, hvussu mangir grannskoðarar skulu verða, og um virki teirra, verða ásettar í løgtingslóg.

Stk. 3.Landskassaroknskapurin við viðmerkingum grannskoðaranna verður lagdur fyri løgtingið til samtyktar.

Stk. 4. Reglurnar í stk. 1-3 verða eisini nýttar fyri roknskapir hjá almennum stovnum, sum hava sjálvstøðugan roknskap."

§ 44 í landsstýrisins lógaruppskoti svarar til § 45 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt.

Nevndin hevði ongar serstakar viðmerkingar til § 44 og víst verður tí til viðmerkingarnar undir §§ 41, 42 og 43.

Fundur lokin kl. 16.

Rúni Joensen
skrivari

Ár 1994, 9. juni kl. 10.00 var fundur í nevndini.

Á fundi vóru:

Vilhelm Johannesen, formaður (javnaðarfl.)
Hergeir Nielsen (tjfl.)
Jógvan Sundstein (fólkafl.)
Edmund Joensen (samb.fl.)
Helena Dam á Neystabø (sjfl.)
Niels Pauli Danielsen (kf.)
Tordur J. Niclasen (uttanfl.)

Til viðgerðar:

§ 45 í landsstýrisins lógaruppskoti er soljóðandi:

"Eftir avgerð heimastýrisins verða mál yvirtikin sambært løgtingslóg."

§ 45 í landsstýrisins lógaruppskoti svarar til § 46 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt.

Nevndin hevði onga viðmerking til § 45 uttan tað, at mál, ið higartil eru yvirtikin sambært reglunum um uppskot til samtyktar, nú verða yvirtikin sambært løgtingslóg.

§ 46 í landsstýrisins lógaruppskoti er soljóðandi:

"Áheitan á ríkismyndugleikarnar um at seta í gildi fyri Føroyar ríkislóg ella kongliga fyriskipan, sum setir í gildi ríkislóg fyri Føroyar, kann bert verða gjørd við ríkislógartilmæli."

§ 46 í landsstýrisins lógaruppskoti svarar til § 47 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini. Tó er reglan í 2. stk. í § 47 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini ikki tikin við í landsstýrisins lógaruppskoti.

Jógvan Sundstein og Tordur J. Niclasen eru samdir um at taka § 47, 2. stk. úr álitinum hjá stýrisskipanarnevndini.

Edmund Joensen las upp bræv til løgmann viðvíkjandi § 46 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini, har tað stendur:

"At eftir avgerð heimastýrisins verða mál yvirtikin sambært løgtingslóg. Flokkurin leggur áherðslu á, at uppskotið til nýggja stýrisskipanarlóg í øllum lutum má virða heimastýrislógina, og ikki má ávirka okkara ríkisrættarligu støðu.

Tí er tað umráðandi, at reglurnar í § 46 ikki verða misskiltar soleiðis, at talan er um at víðka um lógarkarmarnar á tann hátt, at heimastýrið nú kann yvirtaka eitt hvørt málsøki eftir egnum ynski.

Landsstýrið hevur í sínum uppskotið strikað § 47, 2. stk. í nevndartilmælinum um, at einstakar broytingar í lóggávuni, har tað valdar rættareind, ikki nýtast at leggjast fyri heimastýrið í hvørjum einstøkum føri.

Sambandsflokkurin metir, at uppskotið hjá nevndini er ein skilagóð loysn, sum eigur at verða tikin til eftirtektar."

Niðurstøðan hjá nevndini viðvíkjandi § 46 var, at ikki var neyðugt at hava rættareind á økinum.

Edmund Joensen hevði tó serstøðu í hesum málið.

§ 47 í landsstýrisins lógaruppskoti er soljóðandi:

"Uppskot til ríkislógartilmæli, ið løgtingið hevur samtykt, fær gildi, tá ið tað seinast 30 dagar eftir endaligu samtyktina er staðfest av løgmanni og sent ríkismyndugleikunum."

§ 47 í landsstýrisins lógaruppskoti svarar til áliti hjá stýrisskipanarnevndini § 48 og er óbroytt.

Nevndin hevði ongar viðmerkingar til § 47.

§ 48 í landsstýrisins lógaruppskoti er soljóðandi:

"Landsstýrið ummælir tey uppskot til kongligar fyriskipanir, sum ikki seta ríkislóg í gildi í Føroyum. Hetta er somuleiðis galdandi  fyri allar kunngerðir, sum ráðharri sendir heimastýrinum við atliti at gildisseting í Føroyum.

Stk. 2. Landsstýrið ummælir somuleiðis uppskot til ríkislógir, ið veita ávísum navngivnum persónum heimarætt í danska ríkinum."

§ 48 í landsstýrisins lógaruppskoti svarar til § 49 í álitunum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt.

Hergeir Nielsen ger galdandi, at talan er um eina prinsipiella grein, av tí at nøkur mál ongantíð koma til heimastýrið, men bert verða sett í gildi, uttan at ríkisstjórnin hevur kunnað heimastýrið um hetta. Eitt av hesum dømum er uppskotið, at Føroyar skuldu inn í NATO.

Hergeir Nielsen vildi hava, at løgtingið skuldi ummæla tey uppskot, sum eru umrødd í § 48, og hann vildi hava, at spurningurin um § 48 og innihaldið í hesi grein, verður fyrilagdur landsstýrinum, tá ið landsstýrið kemur á fund við nevndina.

Jógvan Sundstein vil hava § 48 broytta soleiðis, at landsstýrið tekur avgerð í staðin fyri sum nú, at landsstýrið ummælir. Í § 48, 1. stk. í endanum vil Jógvan Sundstein hava sett afturat, at hetta kann tó bert gerast, eftir at landsstýrið hevur kunnað nevndina í § 53.

Grundgevingin er, at hetta er kunngerðir, ið koma uttani frá.

Hergeir Nielsen heldur, at eisini danskar kunngerðir skulu fyrileggjast løgtinginum.

Niels Pauli Danielsen tekur undir við Jógvan Sundstein.

Tordur J. Niclasen tekur undir við Hergeir Nielsen. Í øðrum føri tekur hann undir við Jógvan Sundstein.

Helena Dam á Neystabø tekur undir við Hergeir Nielsen í fyrstu atløgu, og síðani við Jógvan Sundstein og Niels Pauli Danielsen í aðru atløgu.

Edmund Joensen tekur undir við § 48 soleiðis, sum hon er orðað í landsstýrisins lógaruppskoti.

Samtykt varð at taka spurningin uppaftur á fundi við landsstýrið og við stýrisskipanarnevndina.

§ 49 í landsstýrisins lógaruppskoti er orðað soleiðis:

"Um heimild við ríkislóg ella við kongligari fyriskipan er løgd til heimastýrið, verða almennar reglur sambært slíkari heimild at áseta við løgtingslóg; í øðrum førum liggur heimildin hjá landsstýrinum.

Stk. 2. í teimum førum, sum heimild er løgd heimastýrinum í kunngerð frá ráðharra, er hon hjá landsstýrinum."

§ 49 í landsstýrisins lógaruppskoti er tann sama sum § 50 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt.

Semja var um, at koma aftur til spurningin viðvíkjandi § 49 í samband við víðari viðgerð av § 48.

§ 50 í landsstýrisins lógaruppskoti er soljóðandi:

"Landsstýrið umboðar heimastýrið mótvegis ríkismyndugleikunum.

Stk. 2. § 51, stk. 2 og 3, galda á sama hátt í hesum førum."

§ 50 í landsstýrisins lógaruppskoti svarar til § 51 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt.

Nevndin hevði ongar viðmerkingar til § 50.

§ 51 í landsstýrisins lógaruppskoti er soljóðandi:

"Landsstýrið hevur málsræði í førum, sum heimastýrinum er heimilað at tingast við og gera avtalur við onnur lond.

Stk. 2. Uttan samtykki løgtingsins kann landsstýrið tó ikki gera avtalur, sum krevja luttøku løgtingsins fyri at verða útintar, ella sum annars eru týdningarmiklar.

Stk. 3. Samstundis sum slík avtala verður løgd fyri løgtingið til góðkenningar, boðar landsstýrið frá, hvørjar løgtingslógir og hvørji ríkislógartilmæli, neyðug eru, til tess at millumlandasáttmálin kann verða útintur."

Í § 51, 3. stk. í landsstýrisins lógaruppskoti er tó gjørd ein broyting í mun til álitið hjá stýrisskipanarnevndini § 52, stk. 3.

Nevndin hevði ongar viðmerkingar til § 51, burtursæð frá Jógvan Sundstein, sum var samdur í uppskotinum hjá landsstýrinum.

§ 52 í landsstýrisins lógaruppskoti er orðað soleiðis:

"Landsstýrið ummælir heimastýrisins vegna teir millumtjóðasáttmálar, sum ríkismyndugleikarnir leggja fyri heimastýrið til ummælis.

Stk. 2. § 51, stk. 2 og 3, galda á sama hátt í hesum førum."

§ 52 í landsstýrisins lógaruppskoti svarar til § 53 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt.

Jógvan Sundstein segði, at landsstýrið skal taka avgerð og ikki ummæla, soleiðis at orðið "ummælir" verður tikið úr § 52.

Edmund Joensen er samdur í landsstýrisins uppskoti soleiðis, sum tað er orðað.

§ 53 í landsstýrisins lógaruppskoti er soljóðandi:

"Løgtingið velur millum løgtingsmenn eina uttanlandsnevnd við sjey limum, sum landsstýrið ráðførir seg við í spurningum, sum hava stóran uttanlandspolitiskan týdning.

Stk. 2. Somuleiðis skal landsstýrið ráðføra seg við hesa nevnd í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnir av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum."

§ 53 í landsstýrisins lógaruppskoti er tann sama sum § 54 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini. Greinin er broytt í mun til álitið hjá stýrisskipanarnevndini.

Jógvan Sundstein vil hava orðingina í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini innaftur í lógaruppskotið.

Vilhelm Johannesen tekur undir við Jógvan Sundstein.

Nevndin hevði annars ongar viðmerkingar til § 53.

§ 54 í landsstýrisins lógaruppskoti er soljóðandi:

"Løgtingslóg, ella partur av løgtingslóg, hevur ikki gildi, um

a) hon gongur ímóti millumtjóðasáttmála, heimastýrið hevur gjørt við onnur lond,
b) hon gongur ímóti millumtjóðasáttmála, Danmørk hevur gjørt við onnur lond, og sum eisini fevnir um Føroyar."

§ 54 í landsstýrisins lógaruppskoti er tann sama sum § 55 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini og er óbroytt.

Nevndin hevði ongar viðmerkingar til § 54.

§ 55 í landsstýrisins lógaruppskoti er soljóðandi:

"Rættur kommunanna at skipa egin viðurskifti undir eftirliti landsstýrisins verður ásettur í løgtingslóg, m.a. í hvønn mun kommunur og millumkommunufelagsskapir kunnu skuldbindast við láni, borgan o.ø.m."

Prentvilla er í lógaruppskotinum í orðinum "millumkommufelagsskapir" sum skal verða "millumkommunufelagsskapir".

§ 55 í landsstýrisins lógaruppskoti svarar til § 56 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini.

Ein partur av § 42 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini er fluttur yvir í § 55 í lógaruppskotinum hjá landsstýrinum.

Nevndin hevði ongar viðmerkingar til § 55.

§ 56 og 57 vórðu viðgjørdar undir einum og eru soljóðandi:

§ 56: "Um so er, at løgtingið samtykkir uppskot til broytingar av hesi løgtingslóg, kann samtykta løgtingslógaruppskotið ikki beinanvegin verða staðfest av løgmanni. Hitt soleiðis samtykta løgtingslógaruppskotið skal eftir næsta val verða samtykt óbroytt í fyrstu setu nývalda tingsins, og kann síðan verða staðfest á vanligan hátt av løgmanni.

Stk. 2. Verður heimastýrislógin broytt, kunnu uppskot um at broyta hesa løgtingslóg, orsakað av broytingini í heimastýrislógini, verða samtykt og staðfest eftir vanligum reglum."

§ 57: "Løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis fara úr gildi:

a) Løgtingslóg nr. 1 frá 13. mai 1948 um stýrisskipan Føroya í sermálum seinast broytt við løgtingslóg nr. 2 frá 3. januar 1985.
b) Løgtingslóg nr. 2 frá 13. mai 1948 um umboðsvald Føroya.
c) Løgtingslóg nr. 22 frá 22 mai 1962 um millumtinganevnd í fiskimarks- og felagsmarknaðamálum.
d) § 2, stk. 2, 2. pkt., í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Føroya løgting seinast broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 13.       mai 1962."

§ 56 og § 57 í landsstýrisins lógaruppskoti svara til álitið hjá stýrisskipanarnevndini § 57 og § 58 og eru óbroyttar.

Nevndin gjørdi vart við, at nýggja stýrisskipanarlógin skal setast í gildi eftir reglunum í gomul stýriskipanarlógini.

Semja var annars um at kanna § 57, stk. 2., pkd. d.

Vilhelm Johannesen boðaði nevndini frá at næsti fundur í nevndini verður týsdagin tann 14. juni kl. 9.00.

Nevndin heldur fund við stýrisskipanarnevndina kl. 10, 14. juni, og kl. 14 kemur landsstýrið og teirra embætismenn á fund við nevndina.

At enda varð samtykt, at fundarreferat skulu sendast til allar limir so skjótt sum gjørligt.

Áðrenn nevndarlimirnir fóru, vildi Niels Pauli Danielsen hava eina broyting í fundarfrágreiðingina frá 7. juni 1994, síða 1, soleiðis, at har skal standa: "At Niels Pauli Danielsen reisti spurningin um støðuna hjá teimum arbeiðsleysu og møguleikanum fyri uppskoti fyri hesum viðvíkjandi á næsta tingfundi."

Fundur lokin k. 12.00.

Rúni Joensen
skrivari.

Ár 1994, 14. juni kl. 9.30 var fundur í nevndini.

Á fundi vóru:

Vilhelm Johannesen, formaður (javnaðarfl.)
Hergeir Nielsen (tjfl.)
Jógvan Sundstein (fólkafl.)
Edmund Joensen (samb.fl.)
Helena Dam á Neystabø (sjfl.)
Niels Pauli Danielsen (kf.)
Tordur J. Niclasen (uttanfl.)

Til viðgerðar:

Kl. 10.00 komu limirnir í stýrisskipanarnevndini á fund.

Teir eru:

Sjúrður Rasmussen
Bjørn á Heygum
Kjartan Hoydal
Anfinn V. Hansen
Hans Trygvi Henriksen

Vilhelm Johannesen beyð stýrisskipanarnevndini at vera vælkomin og segði, at ætlanin var at gjøgnumganga lógina grein fyri grein og at fáa viðmerkingar frá stýrisskipanarnevndini.

Vilhelm Johannesen las fundarfrágreiðingina frá 2/6-1994 viðv. § 1.

Edmund Joensen spurdi stýrisskipanarnevndina, um neyðugt verður at broyta stýrisskipanarlógina, um Føroyar skulu inn í EF.

Stýriskipanarnevndin svaraði, at neyðugt verður helst at broyta heimastýrislógina, um Føroyar skulu inn í EF.

Stýriskipanarnevndin undirstrikaði tó, at spurningurin var ikki endaliga kannaður.

Stýriskipanarnevndin var tó samd um, at um heimastýrislógin verður broytt, og tað skal gerast bæði av danska fólkatinginum og føroyska løgtinginum, so kann stýrisskipanarlógin broytast sambært § 56, 2. stk. í landsstýrisins uppskoti.

Niðurstøðan hjá stýrisskipanarnevndini var, at tað ikki er neyðugt við einari §, ið svarar til grundlógina, § 20 í landsstýrisins uppskoti.

Stýriskipanarnevndin heldur ikki, at man í stýriskipanarlógini kann regulera heimastýrislógina, hetta tí, at heimastýrislógin er ein lóg, ið er yvir stýrisskipanarlógini.

Eingin viðmerking varð gjørd til § 2 í lógaruppskotinum hjá landsstýrinum.

Til § 3. Stýriskipanarnevndin varð spurd, hvat tað merkir, at man er gjørdur ómyndugur.

Stýriskipanarnevndin vísti til reglurnar í myndugheitslógini.

Til § 4. Stýriskipanarnevndin varð biðin um at gera viðmerkingar til broytingina hjá landsstýrinum í § 4 um, at treytin fyri at verða gjørdur óverdugur er, at man fær treytaleysan fongsulsdóm í 4 mánaðir ella longur ella trygdarvarðhaldsdóm.

Stýriskipanarnevndin mælti frá at brúka orðingina hjá landsstýrinum um 4 mánaða fongsul.

Stýriskipanarnevndin helt, at tað, at ein landsstýrismaður hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna, má føra við sær, at hann missir valbærið sambært § 4, sjálvt um hann ikki fær 4 mánaða treytaleysan fongsulsdóm.

Jógvan Sundstein var ósamdur við hesum, og hann helt, at veljarin má taka støðu.

Stýriskipanarnevndin heldur, at løgtingið má sjálvt taka støðu í hvørjum einstøkum føri, og tað ger løgtingið, tá ið valbrøvini verða góðkend.

Nevndin hevði onga viðmerking til § 5, § 6, § 7 og § 8.

Til § 9. Tordur Niclasen spurdi stýrisskipanarnevndina, hvørjar avleiðingarnar eru av, at løgtingsformaðurin ikki kann koyrast frá.

Stýriskipanarnevndin las upp eina alternativa orðing fyri § 9, stk. 2, ið gevur heimild fyri at koyra løgtingsformannin úr starvi.

Sambært uppskotinum hjá stýrisskipanarnevndini skal hetta gerast um 4/5 av øllum tingmonnunum skrivliga krevja nýval av formansskapi.

Spurningurin, um løgtingsformaðurin skal kunna vera formaður ella limur í nakrari løgtingsnevnd, varð umrøddur.

Semja var um, at hetta hoyrir heima í tingskipanini, og eigur hetta at verða tikið upp í samband við tær broytingar, ið skulu gerast í tingskipanini í sambandi við nýggja stýrisskipanarlóg.

Til § 10. Stýriskipanarnevndin setti fram uppskot um at broyta orðingina í § 10, 2. stk. soleiðis, at: løgtingsformaðurin ger av, hvørjir embætismenn eru við í skrúðgonguni, og hvussu gongan er skipað.

Til § 11, 12 og 13 hevði nevndin ongar viðmerkingar.

Til § 14. Jógvan Sundstein vildi hava sítt fyrivarni frá fundarreferatinum tann 7. juni til § 14 strikað.

Til § 15. Helena Dam á Neystabø førdi fram, at ein misskiljing var í fundarreferatinum frá 7. juni 1994 til § 15, stk. 3.

Hon hevur einki ímóti § 15, 3. stk. í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini.

Tordur Niclasen tekur eisini undir við tilmælinum frá stýrisskipanarnevndini soleiðis, sum § 15, 3. stk., er orðað har.

Til § 16. Tordur Niclasen tekur undir við § 16 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini.

Jógvan Sundstein heldur, at um § 16 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini skal setast í lógaruppskotið hjá landsstýrinum aftur, so skal 1/3 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini broytast til í minsta lagi 2/5.

Semja var um, at hetta er ein politiskur spurningur, ið eigur at takast upp við landsstýrið.

Til § 17, 18, 19 og 20 hevði nevndin ongar viðmerkingar.

Til § 21. Nevndin var samd um at broyta 1/3 í § 21, 2.stk., til 2/5.

Til § 22, 23, 24, 25, 26 og 27 hevði nevndin ongar viðmerkingar.

Til § 28. Nevndin spurdi stýrisskipanarnevndina, um løgmaður skal verða fólkavaldur, ella um løgmaður kann koma uttanífrá.

Nevndin svaraði, at ikki er neyðugt, at løgmaður er fólkavaldur.

Nevndin hevði ongar viðmerkingar til § 29, 30 og 31.

Til § 32. Komið varð inn á spurningin, um landsstýrismaður, ið samstundis er løgtingsmaður, skal frásiga sær tingsessin. Jógvan Sundstein tók undir við tilmælinum hjá stýrisskipanarnevndini um, at tingmaður, ið samstundis verður landsstýrismaður, skal siga frá sær tingsessin. Aðrar viðmerkingar vóru ikki til § 32.

§ 33. Nevndin hevði ikki aðrar viðmerkingar til § 33 uttan tað, at nevndin tók undir við teimum broytingum, sum landsstýrið hevur gjørt í §, og sum áseta, at øll uppskot landsstýrisins til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og eykajáttanir verða framløgd, áðrenn tey verða løgd fyri løgtingið.

Til § 34 og § 35. Stýriskipanarnevndin førdi fram, at neyðugt verður at taka av allar nevndir, ið eru politiskt valdar og sum hava fyrisitingarligar uppgávur.

Stýriskipanarnevndin helt, at í hesum sambandi er neyðugt at seta fram eitt uppskot til samtyktar í løgtinginum, sum hevur til endamáls at taka allar politiskt valdar nevndir við fyrisitingarligum myndugleika av.

Nevndin var samd í hesum, og avgjørt varð, at meirilutin í nevndini skal seta fram uppskot til samtyktar.

Til § 36. Nevndin hevði ongar viðmerkingar til § 36 annað enn, at hon var samd við landsstýrinum um at brúka orðið varaløgmaður.

Til § 37. Stýriskipanarnevndin greiddi frá, hví man hevur valt at brúka nevningating, tá ið ákæra er reisti móti landsstýrismonnum. Nevndin hevði onga viðmerking til § 37.

Til § 38. Nevndin hevði onga viðmerking til § 38 annað enn, at 1/3 verður broyttur til 2/5.

Til § 39. Nevndin hevði ongar viðmerkingar til § 39.

Til § 40. Nevndin hevði ongar viðmerkingar til § 40.

Til § 41. Nevndin hevði ongar viðmerkingar til § 41 annað enn tað, ið longu er ført fram.

Til § 42. Nevndin var samd um at gera eina broyting í § 42 soleiðis, at § 42, stk. 2, 1. punktum, verður orðað soleiðis: "Eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtannarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður."

Til § 43. Nevndin viðgjørdi spurningin um kvalifiseraðan meiriluta, tá ið eykajáttan skal veitast.

Nevndin var samd um at broyta § 43, 2. stk., soleiðis, at tað kemur at ljóða: "Um mál hevur skund, kann løgtingsins fíggjarnevnd eftir uppskoti frá landsstýrismanni veita eykajáttan, uttan so er, at 2/5 av nevndarlimunum krevja málið avgjørt við løgtingslóg."

Til § 45. Nevndin hevði onga viðmerking til § 45.

Til § 46. Edmund Joensen førdi fram, at hann framvegis hevur serstøðu til § 46, 2. stk. Hann vil hava orðingina hjá stýrisskipanarnevndini inn aftur í uppskotið hjá landsstýrinum.

Til § 47, 48, 49, 50, 51 og 52 hevði nevndin ongar viðmerkingar.

Til § 53. Nevndin var samd um at broyta § 53, 1. stk., soleiðis, at tað verður orðað: "Løgtingið velur millum løgtingsmenn eina uttanlandsnevnd við 7 limum, sum landsstýrið ráðførir seg við, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning."

Kl. 15.00 komu:

Marita Petersen, løgmaður,
Thomas Arabo, landsstýrismaður
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður og
Jalgrim Hilduberg, skrivstovustjórin í landsstýrinum,

á fund við nevndina.

Landsstýrið varð spurt, hví ið landsstýrið hevur broytt § 4 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini.

Løgmaður greiddi frá, at hetta var tí, at landsstýrið hevði skrivað út til flokkarnar í sambandi við lógaruppskotið, og har hevði Jógvan Sundstein víst til, at hann vildi hava tær gomlu reglurnar, t.v.s. reglurnar í núgaldandi stýrisskipanarlóg um valbæri, at vera galdandi í nýggju stýriskipanarlógini.

Løgmaður greiddi frá, at eingin prinsipiell grundgeving var fyri broytingini, men hetta var orsakað av eini konkretari viðmerking.

Løgmaður varð so spurdur um, hví landsstýrið hevði tikið út úr lógaruppskotinum § 15, stk. 3.

Løgmaður greiddi frá, at orsøkin til, at man hevði tikið § 15, 3. stk., úr uppskotinum hjá stýrisskipanarnevndini, eru tey seinastu orðini í greinini um: "fyrilit fyri endamáli lógarinnar". Hon gjørdi samstundis vart við, at hetta ikki var nakar kardinalspurningur frá landsstýrisins síðu.

Til § 16. Landsstýrið spurt um, hví ið § 16 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini ikki er tikið við í landsstýrisins uppskoti.

Løgmaður greiddi frá, at hetta var mest av praktiskum orsøkum, og hon greiddi frá tí søguligu bakgrundini fyri samsvarandi regluni í grundlógini.

Til § 32 og 33. Landsstýrið varð spurt, hví ið landsstýrið hevur broytt reglurnar í álitinum um, at landsstýrismaður, ið samstundis er løgtingsmaður, skal siga frá sær løgtingssess.

Løgmaður greiddi frá, at um ein landsstýrismaður, ið samstundis er løgtingsmaður, hevur hug til at umganga reglurnar, so ber hetta altíð til, tí at hann kann fara úr landsstýrinum og taka tingsessin aftur.

Nevndin og landsstýrið gjørdu nógv burtur úr ígildissetanini av lógini. Semja varð um, at tann parturin av stýriskipanarlógini, ið hevur við ráðharraábyrgd at gera, ikki verður settur í gildi fyrr enn ein tíð er fráliðin. Hetta kemst av, at nógvar lógarbroytingar og organisatoriskar broytingar skulu gerast í sambandi við stýrisskipanarlógina.

Vilhelm Johannesen boðaði at enda frá, at farið verður undir at skriva álit tann 15. juni 1994, kl. 10.00, og at næsti fundur í nevndini verður hósdagin, tann 16. juni 1994, kl. 9.30.

Fundur lokin kl. 17.00.

Rúni Joensen
skrivari

Ár 1994, 16. juni kl. 9.30 var fundur í nevndini.

Á fundi vóru:

Vilhelm Johannesen, formaður (javnaðarfl.)
Jógvan Sundstein (fólkafl.)
Edmund Joensen (samb.fl.)
Helena Dam á Neystabø (sjfl.)
Niels Pauli Danielsen (kf.)
Hans Tausen Olsen (tjfl.)

Til viðgerðar:

Uppskot til álit.

Jógvan Sundstein gjørdi vart við, at hann helt, at øll lógin skal koma í gildi ólavsøkudag 1995.

Edmund Joensen hevði ongar viðmerkingar, men vildi umhugsa malið til tann 17. juni 1994.

Helena Dam á Neystabø vil hava § 16 í stýrisskipanarnevndini inn aftur í landsstýrisuppskotið.

Niels Pauli Danielsen tekur eisini undir við at fáa § 16 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini inn aftur í landsstýrisuppskotið. Hann helt, at ov lítil tíð var at viðgera hetta málið nú, og hann vildi eisini hava fleiri upplýsingar um, hvat ið skipanin fór at kosta. Hann helt eisini, at møguleiki skal verða hjá ráðharrum at skifta embætisfólk út.

Hergeir Nielsen tekur sum heild undir við hesum álitinum.

Helena Dam á Neystabø helt, at ein regla um, hvussu farast skal fram, tá ið "suverænitetur" skal avgevast, eigur at standa í lógini.

Edmund Joensen helt, at so eigur man eisini at fáa eina § samsvarandi grundlógini, § 20, inn í uppskotið.

Fundur lokin kl. 15.45.

Næsti fundur verður 17. juni 1994, kl. 14.00.

Rúni Joensen
skrivari

Ár 1994, 17. juni kl. 14.00 juni var fundur í nevndini.

Á fundi vóru:

Vilhelm Johannesen, formaður (javnaðarfl.)
Hans Tausen Olsen (tjfl.)
Jógvan Sundstein (fólkafl.)
Edmund Joensen (samb.fl.)
Helena Dam á Neystabø (sjfl.)
Tordur J. Niclasen (uttanfl.)

Til viðgerðar:

Uppskot til álit.

Jógvan Sundstein hevði viðmerking til § 2 í landsstýrisins uppskoti um, at tað skulu verða 32 tingmenn. Hann helt, at í § 2 skal standa 33 tingmenn í staðin fyri 32. Til § 57 hevði hann ta viðmerking, at tað skal verða samsvar millum vallógina og stýrisskipanarlógina.

Edmund Joensen gjørdi vart við, at tað er ov stutt tíð at seta lógina í gildi longu á ólavsøku 1995. Hann kravdi ígildissetanina skotna út til seinni. Hann gjørdi eisini vart við, at man í lógaruppskotinum eigur at seta inn eina §, ið svarar til grundlógina, § 20. Hann segði, at tað skal vera møguligt hjá Føroyum at kunna avgeva "suverænitet" til millumtjóðafelagsskapir. Í tí sambandinum las hann upp eitt broytingaruppskot til § 56, 2. stk. í uppskotinum hjá landsstýrinum. Uppskotið er soljóðandi:

"Verður heimastýrislógin broytt ella lóg sett í gildi, sum limar Føroyar inn í millumtjóðafelagsskap, kunnu uppskot um at broyta hesa løgtingslóg, orsakað av nevndu broyting, verða samtykt og staðfest eftir vanligum reglum."

Edmund Joensen gjørdi vart við, at verður hetta uppskotið ikki samtykt, so tekur Sambandsflokkurin ikki undir við lógaruppskotinum hjá landsstýrinum í síni heild.

Jógvan Sundstein las upp eitt skriv, ið hann hevur skrivað. Skrivið er soljóðandi:

"Nevndin hevur viðgjørt tann veruleika, at tað eftir lógarinnar bókstavi er lættari at broyta heimastýrislógina enn stýrisskipanarlógina. Hóast hetta er nevndin samd um, at stk. 2 í § 56 verður verandi í lógini. Grundgevingin er, at nevndin er sannførd um, at heimastýrislógin, sum tíðin er liðin, hevur vunnið sær eina slíka støðu, sum "konsitionel" lóg fyri Føroyar, at broytingar í henni, umframt at skula samtykkjast bæði av løgtingi og fólkatingi, eisini krevja beinleiðis samráðingar millum danskar og føroyskar stjórnarmyndugleikar. Hetta hevur við sær, at avís tíð gongur til hesa viðgerð. Harafturat hevur nevndin ta uppfatan, at broytingar í heimastýrislógini natúrliga eiga at samtykkjast ella góðkennast við eini fólkaatkvøðu."

Helena Dam á Neystabø tók undir við skrivinum hjá Jógvan Sundstein.

Tosað varð nú í nevndini um § 56, 2. stk. í lógaruppskotinum hjá landsstýrinum og um heimastýrislógina og um møguleikan at avgeva suverænitet.

Edmund Joensen førdi fram, at tað ikki bert var ein regla svarandi til § 20 í grundlógini, ið hann vildi hava inn í landsstýrisins uppskot. Í sambandi við at landsstýrið hevur tikið út § 47, 2. stk. í uppskotinum hjá stýrisskipanarnevndini um rættareind, vildi Edmund Joensen hava at vita, hvat ið hetta for at kosta, og hvørjar avleiðingarnar av hesum koma at verða.

Fundur lokin kl. 16.45.

Næsti fundur verður tann 20. juni 1994, kl. 10.00.

Rúni Joensen
skrivari

Ár 1994, 20. juni kl. 10.00 var fundur í nevndini.

Á fundi vóru:

Vilhelm Johannesen, formaður (javnaðarfl.)
Hergeir Nielsen (tjfl.)
Jógvan Sundstein (fólkafl.)
Edmund Joensen (samb.fl.)

Til viðgerðar:

Uppskot til álit.

Edmund Joensen helt fast um støðu sína frá fundinum tann 17. juni 1994 um, at man í lógaruppskotinum eigur at seta inn eina §, ið svarar til grundlógina § 20.

Hergeir Nielsen, Jógvan Sundstein og Vilhelm Johannesen taka undir við álitinum soleiðis, sum tað fyriliggur nú, og vilja ikki hava eina § svarandi til § 20 í álitinum inn aftur í uppskotið.

Fundurin varð slitin kl. 12.00, og tá varð avgjørt, at skrivarin skuldi orða eitt uppskot í álitinum, grundað á skrivið frá Jógvan Sundstein viðv. § 56, stk. 2, í løgtingslógaruppskotinum og skrivið frá Edmund Joensen viðv. somu §.

Fundurin varð uppaftur tikin kl. 16.00.

Edmund Joensen gjørdi nú vart við, at hann vil hava inn eina § í § 57 í løgtingslógaruppskotinum um, at verður talan um at avgeva "suverænitet" til millumtjóðafelagsskapir, so kann stýrisskipanarlógin broytast við einari fólkaatkvøðu.

Uppskotið hjá Edmundi Joensen kemur at standa í álitinum sum eitt minnilutauppskot.

Fundur lokin kl. 17.00.

Rúni Joensen
skrivari