Stýrisskipanarlógarviðgerðin

Úrrit úr gerðabók løgtingsins frá 68. fundi 7. apríl 1994

Ár 1994, mikudagin 7. apríl kl. 14.00 var tingfundur settur.

Gerðabókin frá seinasta fundi var upplisin og góðkend.

Allir tingmenn vóru á fundi.

Allir landsstýrismenn uttan Thomas Arabo vóru á fundi.

Ríkisumboðsmaðurin (Marianne Rex Sørensen) var á fundi.

.........

Løgtingið valdi serliga nevnd at viðgera løgtingsmál 190/93: Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya:
Fyri Javnaðarflokkin Vilhelm Johannesen.
Fyri Fólkaflokkin Anfinn Kallsberg.
Fyri Sambandsflokkin Edmund Joensen.
Fyri Tjóðveldisflokkin Hergeir Nielsen.
Fyri Sjálvstýrisflokkin Helena Dam á Neystabø.
Fyri Kristiliga fólkaflokkin Føroya framburðs-og fiskivinnuflokk Niels Pauli Danielsen.
Fyri Uttanflokka Tordur J. Niclasen.

........