Ríkislógartilmæli um rættargangslógina

5. februar 1999

Ríkislógartilmæli

um

at seta í gildi fyri Føroyar lóg um broyting í lóg fyri Føroyar um rættargang v.m.

Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og fráboðar løgmaður ríkismyndugleikunum hetta ríkislógartilmælið:

 Mælt verður ríkismyndugleikunum til at kunngera at galda í Føroyum § 1, § 4 og § 14 stk. 2 í lóg nr. 1082 frá 20. desember 1995 "om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje, lov om rettens pleje i Grønland og forskellige andre lovbestemmelser om procesbevillinger. (Ændringer som følge af oprettelsen af Procesbevillingsnævnet)".

 

 

Tórshavn, 5. februar 1999

Anfinn Kallsberg
løgmaður