Ríkislógartilmæli um upphavsrætt

13. juni 1997

Ríkislógartilmæli

um

at seta í gildi fyri Føroyar lóg um upphavsrætt

Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og fráboðar løgmaður ríkismyndugleikunum hetta ríkislógartilmælið:

Tilmælt verður ríkismyndugleikunum við kongiligari fyriskipan at seta í gildi í Føroyum lóg nr. 395 frá 14. juni 1995 um upphavsrættindi, sum broytt við lóg nr. 295 frá 24. apríl 1996 og lóg nr. 1207 frá 27. desember 1996, við hesum broytingum:

  1. Í § 39, stk. 3 verður orðið "danske" broytt til: "færøske".
  2. Í § 50, stk. 1 verður orðið "danske" broytt til: "færøske".
  3. Í §§ 85 - 87 verða orðini "i Danmark" broytt til: "på Færøerne".

Mælt verður til, at kongaliga fyriskipanin fær gildi dagin eftir kunngerð.

 

Tórshavn, 13. juni 1997.

Edmund Joensen (sign.)
løgmaður