Ríkislógartilmæli um gjaldskort

13. juni 1997

Ríkislógartilmæli

um

at seta í gildi fyri Føroyar lóg um betalingskort

Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og fráboðar løgmaður ríkismyndugleikunum hetta ríkislógartilmælið:

Tilmælt verður ríkismyndugleikunum við kongiligari fyriskipan at seta í gildi í Føroyum "lov nr. 284 af 6. juni 1984 om betalingskort m.v." seinast broytt við "lov nr. 426 af 1. juni 1994 om ændring af lov om betalingskort m. v." samanber "lovbekendtgørelse nr. 811 af 12. september 1994" í gildi fyri Føroyar við kongaligari fyriskipan við hesum broytingum:

  1. Í § 1, stk. 1 og 2 og § 3, stk. 1, verður "her i landet" broytt til: "på Færøerne".
  2. Í § 23 verða orðini "lov om private registre" broytt til: "lagtingslov om private registre".
  3. Í § 26 verður "Registertilsynet" broytt til: "det færøske registertilsyn" og "her i landet" í báðum førum broytt til: "på Færøerne".
  4. § 29 gongur út.

 

Tórshavn, 13. juni 1997.

Edmund Joensen (sign.)
løgmaður