Ríkislógartilmæli um blokkin

13. desember 1995

Ríkislógartilmæli

 

Hennara hátign drotningini verður mælt til, aftaná samtykt í Fólkatinginum, at seta lóg í gildi fyri Føroyar við hesum orðaljóði:

Lóg um heildarveiting til Føroyska Heimastýrið í árunum 1996-1998.

§ 1. Ríkið letur í 1996, 1997 og 1998 eina árliga heildarveiting uppá 860,3 mió. kr. til Føroyska Heimastýrið.

§ 2. Heildarveitingin verður í 1997 og 1998 javnað við einum prosenti, sum svarar til miðal prís- og lønarútjavningina á rakstrarfíggjarlóg ríkisins fyri nevndu ár.

§ 3. Heildarveitingin verður útgoldin hvønn mánað sum forskot og í eins stórum gjøldum, um ikki annar gjaldsháttur verður avtalaður millum fíggjarmálaharran og Føroyska Heimastýrið.

§ 4. Henda lóg kemur í gildi tann 1. januar 1996.

Det indstilles til hendes majestæt dronningen, efter samtykke i Folketinget, at sætte loven i kraft for Færøerne i følgende skikkelse:

Lov om tilskud til Færøernes Hjemmestyre for årene 1996-1998.

§ 1. Staten yder i 1996, 1997 og 1998 et årligt tilskud på 860,3 mill. kr. til Færøernes Hjemmestyre.

§ 2. Tilskuddet reguleres i 1997 og 1998 med en procent, der svarer til den gennemsnitlige pris- og lønregulering på statens driftsbudget for det pågældende år.

§ 3. Tilskuddet udbetales forskudsvis i lige store rater hver måned, medmindre der træffes anden aftale om udbetalingsterminer mellem finansministeren og Færøernes Hjemmestyre.

§ 4. Denne lov træder i kraft den 1. januar 1996.

 

Tórshavn, hin 13. desember 1995

Edmund Joensen (sign.)
løgmaður

 

/ Jóannes Eidesgaard