Mentanargrunnur Landsins


Ll. nr. 84 frá 17.05.2000 um Mentanargrunn Landsins

§ 1. Endamál grunsins er at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentanarmálum bæði hjá leikum og lærdum.
Stk. 2. Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.

§ 2. Stovnsfæ grunsins er tað sama, sum stovnsfæið hjá Mentunargrunni Føroya Løgtings, sum varð stovnsettur 6. mai 1946 á føðingardegi Jóannesar Paturssonar.
Stk. 2. Inntøkur grunsins eru avkast av stovnsfænum og studningur yvir fíggjarløgtingslógina.

§ 3. Grunnurin verður stjórnaður av fimm manna nevnd, sum landsstýrismaðurin í mentamálum setir.Nevndin skal hava breiða samfelagsliga og mentanarliga umboðan. Nevndin verður sett fyri 4 ár í senn. Eingin kann sita meira enn tvey nevndarskeið. Landsstýrismaðurin tilnevnir formann og næstformann.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin skipar fyri fyrisiting grunsins.

§ 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri virksemi grunsins.

§ 5. Ognir, rættindi og skyldur, sum Mentunargrunnur Føroya Løgtings hevur sambært reglugerð nr. 61 frá 29. mai 1991 fyri Mentanargrunn Føroya Løgtings verða fluttar til Mentanargrunn Landsins sambært hesi lóg.

§ 6. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi reglugerð nr. 61 frá 29. mai 1991 fyri Mentunargrunn Føroya Løgtings.