Ll. nr. 83 frá 17.05.2000 um eftirskúlar
Kapittul 1
Endamál og virkisøki
§ 1. Endamálið við lógini er at skipa viðurskiftini, áseta karmarnar og tann almenna stuðulin til eftirskúlar í Føroyum, soleiðis at áhugað kunnu fara undir virksemið.
§ 2. Lógin er galdandi fyri eftirskúlar, sum undirvísa aldursbólkum
samsvarandi 8.- 10. flokki í fólkaskúlanum. Høvuðsreglan er, at næmingarnir búgva
á skúlanum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann geva loyvi til, at skúlagongd eftir 10. flokk
eisini kemur undir lógina.
§ 3. Uppgáva eftirskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í
samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi,
arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu,
persónligu menningini.
Stk. 2. Eftirskúlin eigur at skapa sovorðin líkindi fyri uppliving, virkishugi
og djúphugsan, at næmingarnir kunnu menna sína sannkenning, sítt hugflog og hug til at
læra, og at teir kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og
virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í
felagsskapinum.
Stk. 3. . Eftirskúlin skal í sátt og samvinnu við foreldrini hjálpa til at
geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling. Hann skal við støði í
heimligari mentan menna kunnleika næminganna um føroyska mentan og hjálpa teimum at
fata aðrar mentanir og samspæl manna við náttúruna. Hann skal búgva næmingarnar til
innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum
samfelag. Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi,
tollyndi, javnvirði og fólkaræði.
Stk. 4. Undirvísingin eigur at verða skipað soleiðis, at fakliga støðið er
tað sama sum í fólkaskúlanum. Øðrvísi arbeiðshættir og arbeiðsvenjing eiga at
verða partar av undirvísingini.
§ 4. Undirvísingarligt samstarv kann verða skipað millum eftirskúla og
fólkaskúla.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann geva einum eftirskúla loyvi at hava somu
fráfaringarroyndir og vallærugreinir sum fólkaskúlin. Reglurnar fyri royndunum eru
tær somu sum í fólkaskúlanum, og skúlin ger sjálvur av, á hvørjum floksstigi
royndirnar fara fram.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í samráð við skúlamyndugleikarnar á
staðnum loyva næmingum eftirskúlans at taka fráfaringarroyndirnar í fólkaskúlanum.
Kapittul 2
Góðkenning og eftirlit
§ 5. Landsstýrismaðurin skal góðkenna ein eftirskúla, áðrenn farast kann
undir undirvísingina.
Stk. 2. Fyri at fáa góðkenning skal eftirskúlin vera:
Stk. 3. Undirvísingarhøli og útbúnaður skulu góðkennast av landsstýrismanninum og so vítt gjørligt verða tillagað tørvinum hjá brekaðum.
§ 6. Treytin fyri, at ein eftirskúli kann fara undir virksemi sítt, er, at í
minsta lagi 16 næmingar eru innskrivaðir fyri 1. september árið undan byrjanarárinum,
smb. tó § 19. Innskrivingin skal verða skjalprógvað við undirskrift foreldra.
Stk. 2. Eftir trimum árum skal næmingatalið vera í minsta lagi 48, smb. tó §
19.
Stk. 3. Lýkur skúlin ikki treytirnar, ásettar í stk. 1 og 2, kann
landsstýrismaðurin loyva honum at halda fram við ella uttan stuðul.
§ 7. Landsstýrismaðurin kann taka stig til at seta eftirskúlar á stovn.
Stk. 2. Eftirskúlarnir verða skipaðir sum sjálvsognarstovnar, hvørs viðtøkur
skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur
um karmar og innihald í viðtøkunum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann taka aftur góðkenningina av einum eftirskúla,
um so er, at skúlin ikki heldur galdandi reglur.
§ 8. Undirvísingarætlan skúlans skal góðkennast av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Næmingareglurnar fyri skúla og skúlaheim skulu góðkennast av
landsstýrismanninum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við eftirskúlum og kann í hesum
sambandi biðja um allar neyðugar upplýsingar um næmingar, lærarar, undirvísing,
rakstur og fíggjarviðurskifti.
§ 9. Talið á skúladøgum í árinum er í minsta lagi tað sama sum í fólkaskúlanum.
Kapittul 3
Rættur næminganna
§ 10. Eftirskúlar hava skyldu at taka næmingar upp úr øllum landinum.
Stk. 2. Stýrið fyri skúlan kann áseta almennar reglur fyri innskrivingina.
Høvuðsreglan er, at næmingar hava sama rætt at verða innskrivaðir í eftirskúlan
sum í fólkaskúlan.
Stk. 3. Heimstaðarkommunurnar hjá næmingunum skulu í september mánað hava
boð um teir næmingar í kommununi, sum eru innskrivaðir í verandi skúlaári.
§ 11. Næmingarnir hava rætt til sernámsfrøðiliga hjálp og ráðgeving á
sama støði sum næmingarnir í fólkaskúlanum.
Stk. 2. Eftirskúlar hava rætt til somu tænastuveitingar frá Sernámsdeplinum,
sum fólkaskúlarnir hava.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann, um bólkar av næmingum við breki ganga
í skúlanum, veita stuðul, smb. § 20. Stuðulin verður tá veittur lutfalsliga eftir
talinum av næmingum við breki.
Stk. 4. Avgerðin, um ein næmingur skal hava veiting vegna serligan tørv,
verður tikin av Sernámsdeplinum í samráð við skúlan.
Kapittul 4
Leiðsluviðurskifti
§ 12. Eitt skúlastýri skal verða valt til hvønn eftirskúla. Limir tess eru:
Hesi hava øll atkvøðurætt. Formaðurin í skúlastýrinum skal verða valdur ímillum foreldraumboðini ella umboðini fyri áhugabólkin.
Stk. 2. Er eingin áhugabólkur knýttur at skúlanum, hava foreldrini rætt til
umboðið hjá áhugabólkinum.
Stk. 3. Leiðari skúlans er skrivari stýrisins og tekur lut uttan atkvøðurætt
á stýrisfundum.
Stk. 4. Næmingaumboðið skal ikki vera á fundi, tá ið mál, ið viðvíkja
einstøkum næmingum ella lærarum, verða umrødd.
Stk. 5. Valskeiðið hjá stýrislimunum er 2 ár. Landsstýrismaðurin ger reglur
um valið.
§ 13. Stýrið er ovasta leiðsla í skúlanum og virkar samsvarandi viðtøkum
skúlans. Eftir tilmæli skúlaleiðarans staðfestir stýrið virksemið í einum
skúlaári, eins og tað skal góðkenna skúlans rakstrarætlan og roknskap.
Stk. 2. Tá ið eitt stýri er valt, skal tað boða landsstýrismanninum frá,
hvørjir limirnir í stýrinum eru. Broytingar í samansetingini av stýrinum skulu
somuleiðis fráboðast landsstýrismanninum.
Kapittul 5
Starvsfólkaviðurskifti
§ 14. Skúlastýrið setir skúlaleiðara, lærarar og onnur starvsfólk.
Skúlaleiðarin kann seta starvsfólk, sum eru í tíðaravmarkaðum størvum.
Stk. 2. Høvuðsreglan er, at fólk við læraraútbúgving skulu setast í størv,
sum krevja undirvísingarligan førleika.
Stk. 3. Skúlastýrið kann, um serligar grundir tala fyri tí, seta fólk uttan
læraraútbúgving.
§ 15. Skúlin hevur ein leiðara, sum hevur ta námsfrøðiligu og fyrisitingarligu leiðsluna. Leiðarin hevur mótvegis stýrinum ábyrgdina av,
§ 16. Starvsfólk skúlans hava rætt til somu løn sum fólk í samsvarandi størvum í fólkaskúlanum.
Kapittul 6
Fígging av rakstri og íløgum
§ 17. Virksemið hjá eftirskúlunum verður lutvíst fíggjað við
stuðli, sum landsstýrismaðurin og kommunurnar útvega. Írestandi fígging skal
útvegast við næmingagjaldi og/ella privatum stuðli.
Stk. 2. Landskassans partur er:
Stk. 3. Fyri at fáa stuðul sambært stk. 2, nr. 1, skal landsstýrismaðurin
frammanundan góðkenna, hvørji størv verða skipað í skúlanum.
Stk. 4. Skúlin skal lata inn fíggjarætlan fyri komandi fíggjarár innan 1.
juni.
Stk. 5. Heimstaðarkommunan skal gjalda fyri teir næmingar, sum eru í
undirvísingarskyldugum aldri.
Stk. 6. Kommununnar stuðul til næmingar í eftirskúlanum verður útroknaður eftir
kommununnar rakstrarútreiðslum fyri hvønn næming í fólkaskúlanum í kommununi.
Stuðulin til hvønn næming í eftirskúlanum er 70 % av rakstrarútreiðslunum fyri
hvønn næming í fólkaskúlanum. Avdráttur, renta og leiga eru ikki roknað upp í
rakstrarútreiðslurnar.
Stk. 7. Kommununnar stuðul eftir stk. 6 verður í fyrsta umfari at leggja út av
landsstýrinum, og síðan býtir Føroya Gjaldsstova útreiðslurnar við árslok millum
kommunurnar eftir heimstaðnum, næmingarnir smb. landsfólkayvirlitinum høvdu, áðrenn
teir søktu inn á eftirskúlan.
Stk. 8. Eru eingi rakstrartøl fyri kommunalu útreiðslurnar, smb. stk. 5 og 6,
útroknar Føroya Gjaldstova eitt miðaltal við grundarlagi í fimm teimum størstu
kommununum.
Stk. 9. Næmingagjaldið verður ásett av stýrinum. Landsstýrið kann lata
stuðul til hvønn næming eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur í samráði
við skúlastýrið.
§ 18. Landsstýrismaðurin kann halda aftur ella taka aftur stuðul og møguliga
krevja stuðul afturgoldnan, um treytir fyri veiting av stuðli ikki verða hildnar.
Stk. 2. Um lønin í eftirskúlanum er hægri enn sáttmálasetta lønin, verður
stuðulin roknaður við grundarlagi í sáttmálasettu lønini. Er lønin lægri enn
sáttmálasetta lønin, verður stuðulin roknaður við grundarlagi í útgoldnu lønini.
Stk. 3. Møguligt yvirskot hjá sjálvsognarstovninum kann ikki flytast til annað
virksemi, men skal nýtast til rakstur ella íløgur.
Kapittul 7
Fígging av eftirskúlum fyri næmingar við breki
§ 19. Áðrenn ein eftirskúli fyri næmingar við breki kann fara undir virksemi
sítt, skal skjalprógvast við undirskrift foreldra ella næminga fyri 1. september
árið undan byrjanarárinum, at í minsta lagi 12 næmingar eru innskrivaðir.
Stk. 2. Eftir trimum árum skal næmingatalið vera í minsta lagi 28.
Stk. 3. Lýkur skúlin ikki treytirnar, ásettar í stk. 1 og 2, kann
landsstýrismaðurin loyva honum at halda fram við ella uttan stuðul.
§ 20. Eftirskúlar fyri næmingar við breki fáa stuðul eftir vanligu reglunum
tó soleiðis, at stuðulin til undirvísingaramboð og innbúgv, smb. § 17, stk. 2 nr.
3, er í mesta lagi 75 % av kostnaðinum.
Stk. 2. Kommunurnar kunnu gjalda stuðul, smb. § 17, stk. 5-9, fyri næmingar við
breki, ið ikki longur eru í undirvísingarskyldugum aldri, men yngri enn 21 ár.
Stk. 3. Næmingar skúlans hava rætt til ókeypis hjálpartól eftir
galdandi reglum.
Kapittul 8
Roknskapur og grannskoðan
§ 21. Roknskapurin hjá eftirskúlum sambært hesi lóg skal gerast og setast upp
samsvarandi kunngerð um roknskaparverk landsins o.a.
Stk. 2. Roknskapurin skal grannskoðast av løggildum grannskoðara.
Grannskoðaður roknskapur og grannskoðarafrágreiðing skulu sendast
landsstýrismanninum.
Stk. 3. Grannskoðaradeild landskassans kann í sambandi við landsgrannskoðanina
biðja um upplýsingar beinleiðis frá stýrinum.
Stk. 4. Um tað í grannskoðarafrágreiðingini, smb. stk. 2, verður víst á
lógarbrot ella onnur óreglulig viðurskifti í sambandi við umsitingina av skúlanum,
skal landsstýrismaðurin alt fyri eitt, um grannskoðanin gevur orsøk til tess, seta í
verk tiltøk, sum aftur tryggja lóglig viðurskifti og fullgóða umsiting. Sama er
eisini galdandi, um landsstýrismaðurin á annan hátt verður gjørdur kunnugur við
nevndu viðurskifti.
Kapittul 9
Ymsar ásetingar
§ 22. Avgerð, sum skúlastýri og leiðari skúlans hava tikið, kann verða
kærd til landsstýrismannin í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað.
Stk. 2. Reglurnar um innlit eftir fyrisitingarlógini og lógini um alment innlit
galda fyri eftirskúlar.
Kapittul 10
Gildissetan
§ 23. Hendan løgtinslóg kemur í gildi 1. august 2000.