Fast samband um Vestmannasund


Ll. nr. 6 frá 08.02.2000 um fast samband um Vestmannasund

 

Rættur til tunnilsgerð og eftirlit

§ 1. P/F Vágatunnilin, (skr.nr. 2809/1998) fær rætt til vega,- brúgva- og tunnilsgerð millum Streymoynna og Vágarnar um Vestmannasund og ognarrætt til lidna tunnilin við tilhoyrandi brúgvum og vegi.
Stk. 2. Landsverkfrøðingsstovnurin skal, undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum góðkenna tunnilsverkætlanina, herundir vega,- brúgva- og tunnilsgerðina, áðrenn tunnilsarbeiðið verður sett í verk.
Stk. 3. Landsverkfrøðingsstovnurin skipar, undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum, fyri eftirliti við, at verkætlanin verður framd samsvarandi góðkendu ætlanini, smb. stk. 2.
Stk. 4. Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/F Vágatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar.

Játtan til verkætlanina

Peningajáttan

§ 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at seta pening í P/F Vágatunnilin, annaðhvørt sum partapening ella sum ansvarligan lánikapital (ábyrgdarapening) soleiðis at samlaða upphæddin í mesta lagi verður kr. 160,3 mió., og kann landsstýrismaðurin ráða við grundarlagi í samlaðu heimildini frá gildiskomu lógarinnar.
Stk. 2. Játtanin verður ásett yvir eitt áramál á fíggjarlóg, tó í minsta lagi kr. 20 mió. árliga.
Stk. 3. Felagnum er heimilað at tiltransportera játtan, sum felagið hevur fingið frá landsstýrismanninum og tilsøgn landsstýrismansins um komandi játtan, til ognar ella trygdar í sambandi við fígging felagsins av verkætlanini.

Aðrar játtanir

§ 3. Landsstýrismanninum er heimilað at avhenda, uttan viðurlag, til felagið tað anleggsarbeiðið, sum higartil er framt av Landsverkfrøðinginum í sambandi við upprunaligu verkætlanina um gerð av føstum sambandi um Vestmannasund, herundir allar forkanningar og keypt tilfar, sum nýtiligt er. Slík avhending hevur ikki skattligar avleiðingar við sær fyri felagið.

Krøv til felagið

§ 4. Endamál felagsins skal vera at gera tunnil millum Streymoynna og Vágarnar, og hartil hoyrandi veg og brúgv, hava rakstur av tunnlinum um hendur umframt aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemi.
Stk. 2. Partabrøv felagsins eru ogn landsins. Tað er ikki loyvt:

  1. at avhenda partabrøv,
  2. øðrum enn landinum við nýtekning av partapeningi at tekna partapening í felagnum,
  3. felagnum at luttaka í fusión, klovningi ella aðrari yvirtøku av virki, sum hevur við sær, at onnur enn landið gerast eigarar av partabrøvum í felagnum.

Nýtslugjøld

§ 5. Tunnilseigaranum er heimilað at áseta og krevja inn nýtslugjøld frá teimum, ið nýta vega-, brúgva- og tunnilsanleggið.
Stk. 2. Vegir, brúgvar og tunnil verða ikki partur av landsvegnum eftir løgtingslóg nr. 51 frá 25. juli 1972 um landsvegir við seinni broytingum.
Stk. 3. Tó hevur landsstýrismaðurin tær heimildir, ið ásettar eru í §§ 6 og 7 í nevndu løgtingslóg, tá tað ræður um vegir, brúgvar og tunnil.

Ognartøka

§ 6. Landsstýrismanninum er heimilað, móti fullum endurgjaldi at ognartaka neyðugt lendi ella tilfar til vega-, brúgva- og tunnilsgerð til tess at útvega fast samband um Vestmannasund, fæst ikki við samráðingum semja við avvarðandi rættindahavarar um yvirtøku av lendi ella tilfari.
Stk. 2. Ognartøkan fer annars fram eftir "Lov nr. 69 af 7. maj 1881 om forpligtelse til jords afgivelse til offentlige veje, havne og landingssteder, samt til offentlige skoler på Færøerne".
Stk. 3. Landsstýrismanninum er heimilað at avhenda tað ognartikna til felagið fyri útveganarvirði.


Skattlig viðurskifti

§ 7. Frá og við árinum tá tunnilin verður latin upp fyri ferðslu, hevur felagið, við grundarlagi í útveganarkostnaðinum, rætt til skattligar avskrivingar eftir reglunum um vinnuligar bygningar.
Stk. 2. Við útveganarkostnaði skilst tær samlaðu byggiútreiðslunar til vegir, brúgvar og tunnilsgerð v.m.

Eftiransing

§ 8. Felagið hevur rætt til uttan viðurlag at fáa upplýsingar frá Bileftirlitinum um skrásettar eigarar/brúkarar av akførum, til tess at eftiransa gjaldsstaðið.

Kunning

§ 9. Undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum, setir Landsverkfrøðingsstovnurin ein bólk at fylgja við arbeiðinum, meðan bygt verður. Bólkurin verður mannaður við umboðum fyri føroyskan tekniskan, tilbúgvingarligan o.l. serkunnleika, til tess at tryggja, at tann vitan, sum fæst av verkætlanini, í størst møguligan mun kemur føroyska samfelagnum til gagns.

Gildiskoma

§ 10. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.