Útbjóðing, kolvetni


§ 1. Løgtingslógin ásetir samsvarandi § 7, stk. 2 í løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi, hvørji øki verða bjóðað út og almennu treytirnar, ið setast skulu í 1. útbjóðingarumfari til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.

§ 2. Økini, sum verða boðin út í 1. útbjóðingarumfari, eru hesir teigar og partteigar á landgrunninum:
6004/1-9, 11-13, 16-17, 6005/2-5, 7-10, 12-15, 17-20, 22-25, 6103/1-9, 11-13, 16-17, 21, 26, 6104/7-10, 12-30, 6105/20, 22-25 og 27-30. Útboðsøkið sæst á kortinum, ið er hjálagt sum fylgiskjal A.

§ 3. Landsstýrismaðurin veitir sambært § 6 í løgtingslógini um kolvetnisvirksemi loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. Almennu treytirnar, sum setast skulu, eru í standardloyvinum, ið er hjálagt sum fylgiskjal B.
Stk. 2. Tá landsstýrismaðurin veitir loyvi, skal hann leggja dent á, at leitingar- og framleiðsluvirksemi úr Føroyum, eisini fer fram í útjaðaranum.

§ 4. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Skjal A

 

Skjal B

STANDARDLOYVI
til
leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum

FYRSTA ÚTBJÓÐINGARUMFAR

Fylgiskjal B til lóg um fyrsta útbjóðingarumfar

Oljumálastýrið

 Sambært § 6 í løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi og grundað á upplýsingar í umsókn felaganna, dagfest [.....] og á aðrar upplýsingar, veitir landsstýrismaðurin í oljumálum ("landsstýrismaðurin") hervið loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum í økinum, sum verður ávíst í § 2 ("loyvið"), til niðanfyri nevnda felag ella niðanfyri nevndu feløg saman ("loyvishavari"):

 

Felag: ........................................................................................

Skrás. nr.: ................................... Heimstaður: ......................................................

Lutur: ..... %

Felag: ........................................................................................

Skrás. nr.: ................................... Heimstaður: ......................................................

Lutur: ..... %

Felag: ........................................................................................

Skrás. nr.: ................................... Heimstaður: ......................................................

Lutur: ..... %

Fyri loyvið galda hesar treytir og hesi kor:

§ 1

Í hesum loyvi skilst við:

Kolvetni: jarðolja, dropagass, jarðgass og onnur kolvetni, sum náttúrliga eru í undirgrundini, og sum kunnu framleiðast flótandi ella í luftlíki.

Kolvetnisfundur ella fundur: Ein samføst ífylla av kolvetnum í undirgrundini. Landsstýrismaðurin ger í ivaføri av, hvat ið metast skal sum kolvetnisfundur.

§ 2

Stk. 1. Loyvið er galdandi fyri økið, ið er ávíst á hjálagda korti, við teimum í fylgiskjali 1 nevndu hornakrosstølum og teigum.

Stk. 2. Nýtta kross- og teigaskipanin byggir á landafrøðilig longdar- og breiddarstig sambært European Terrestrial Reference System 1989 (ETRS89). Hvør stigpuntur verður skilmarkaður í samsvari við krosstølini fyri landsynningshornið á puntinum, t.d. 6105 (610N, 050V). Stigpuntarnir eru hvør sær skiftir sundur í 30 teigar, hvørs mát eru 12 longdarstig og 10 breiddarstig. Teigarnir eru talmerktir frá 1 til 30 byrjandi í útnyrðingshorninum á hvørjum stigpunti, t.d. 6004/1.

§ 3

Stk. 1. Loyvið gevur á tí í § 2 tilskilaða økinum loyvishavaranum einkarætt til leiting eftir og framleiðslu av teimum kolvetnum, sum verða nevnd í § 1. Undantikin eru kolvetni, sum verða vunnin burturúr, tá kol, leirgrýti, ið innihalda lívrunnin evni, ella onnur legugrýti í undirgrundini koma undir niðurbrótandi dropadríving ella aðra líka viðgerð.
Stk. 2. Loyvið forðar ikki fyri, at landsstýrismaðurin, á økinum, sum loyvið fevnir um, loyvir øðrum enn loyvishavaranum (i) at gera forkanningar við atliti at leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum í undirgrundini, (ii) at leita eftir og framleiða onnur ráevni enn tey, ið eru fevnd av hesum loyvi, (iii) at leggja og reka rørleiðingaskipanir at brúka í virksemi, fevnt av lóg um kolvetnisvirksemi, (iv) at nýta undirgrundina til goymslu ella onnur endamál enn framleiðslu, umframt (v) at gera vísindaligar kanningar. Loyvishavarin skal leggja seg eftir at tryggja, at virksemi hansara sambært hesum loyvi ikki í óneyðugan mun forðar fyri virksemi av tí slagi, ið verður nevnt í 1. pkt., og leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum sambært øðrum loyvum, og Oljumálastýrið skal leggja seg eftir at tryggja, at virksemi av tí slagi, ið verður nevnt í 1. pkt., og virksemi hjá loyvishavarum sambært øðrum loyvum, ikki í óneyðugan mun forðar fyri virksemi, ið loyvishavarin fer undir sambært hesum loyvi.
Stk. 3. Rakar loyvishavarin við onnur ráevni enn tey, ið eru fevnd av hesum loyvi, hevur hann skyldu til at boða Oljumálastýrinum frá hesum.
Stk. 4. Verða sum neyðugur liður í kolvetnisframleiðslu samstundis framleidd onnur ráevni, gerast hesi ogn loyvishavarans, uttan so, at tey eru annansmans ogn. Landsstýrismaðurin skilar sær rætt til at seta loyvishavaranum serligar treytir og kor hesum viðvíkjandi, herundir rindan av serligum avgjaldi, um tílík framleiðsla fær fíggjarligan týdning.

§ 4

Stk. 1. Loyvishavarin skal gera tær kanningar og annað arbeiði, sum er ávíst í arbeiðsskránni, sum er hjáløgd sum fylgiskjal 2.
Stk. 2. Rakar loyvishavarin við kolvetni, skal hetta beinanvegin verða fráboðað Oljumálastýrinum. Ikki seinni enn 8 mánaðir eftir, at boringin, sum hevði oljufundin við sær, er liðug, skal frágreiðing um oljufundin verða løgd fram, umframt ein ætlan fyri tað arbeiðið, sum sambært góðari venju í oljuvinnuni í Norðsjóvarlondunum er neyðugt til tess at staðfesta, um ein kolvetnisfundur er ávístur undir slíkum umstøðum, at framleiðsla er tøkniliga gjørlig og eftir øllum líkindum at døma kann metast at vera lønandi. Fyri hetta arbeiðið skal í metingarætlanini vera ein skrá, sum miðar ímóti, at neyðuga grundarlagið fyri at leggja fram váttan eftir § 5, stk. 3, skal vera fingið til vega ikki seinni enn 4 mánaðir innan leitingarskeiðið sambært § 5, stk. 1, er runnið, ella í einari av landsstýrismanninum sambært § 8, stk. 1 í lóg um kolvetnisvirksemi játtaðari leinging av leitingarskeiðinum.

§ 5

1. møguleiki
Stk. 1. Loyvið er galdandi í 6 ár frá tí degi, tað er veitt.

2. møguleiki
Stk. 1. Loyvið er galdandi í 9 ár frá tí degi, tað er veitt, treytað av, at avtala verður gjørd millum loyvishavaran og landsstýrismannin, ikki seinni enn 4 mánaðar innan fyrstu trý árini av loyvisskeiðinum eru farin, um (1) eina nýggja arbeiðsskrá fyri tær kanningar og annað arbeiði, sum skal gerast, tað, ið eftir er av leitiskeiðinum, og (2) treytað av tí, sum verður avtalað í áðurnevndu arbeiðsskrá, í hvønn mun og nær loyvishavarin skal lata øki frá sær.
Stk. 2. Leinging av loyvinum eftir § 8, stk. 2 í lóg um kolvetnisvirksemi við atliti at framleiðslu verður játtað av landsstýrismanninum fyri tað eftir stk. 4 avmarkaða økið í upp til 30 ár frá tí degi, leingingin er játtað. Leinging kann verða játtað fyri eitt ella fleiri øki fyri seg.
Stk. 3. Leinging av loyvinum, sum víst verður til í stk. 2, er treytað av, at loyvishavarin hevur lokið allar sínar skyldur og hevur víst á ein rakstrarverdan kolvetnisfund, og harumframt treytað av, at umsókn um leinging av loyvinum verður send inn í seinasta lagi 4 mánaðir innan tíðarskeiðið í stk. 1 er runnið. Í umsóknini skal vera váttan um, at kolvetnisfundur er ávístur undir slíkum umstøðum, at framleiðsla er tøkniliga møgulig og eftir øllum líkindum má metast at vera lønandi, og at loyvishavarin ætlar sær undir tílíka framleiðslu. Økið, sum loyvishavarin søkir um leinging fyri, skal harumframt vera avmarkað í umsóknini. Í hesum øki skal loyvishavarin frámerkja økið, har tað verður mett, at kolvetnisfundurin ella kolvetnisfundirnir liggja og, um loyvishavarin ynskir tað og treytað av umsókn um leinging, eyka øki upp til 50 % av tí, sum er eftir av loyvisøkinum. Hjáløgd umsóknini skal vera frágreiðing, sum skjalprógvar tær metingar av fundinum, sum váttanin er grundað á. Í frágreiðingini skulu vera lýsingar av og metingar um fundin ella fundirnar av jarðfrøðiligum og jarðgoymslutøkniligum slagi, umframt ein frágreiðing um framleiðslutøkniligu og fíggjarligu metingarnar, sum váttan loyvishavarans er grundað á.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin avmarkar tað økið ella tey øki, sum loyvið verður longt fyri við atliti at framleiðslu. Avmarkingin verður markað við landafrøðiligum krosstølum og við dýpd. Avmarkaða økið skal eisini fevna um eina avmarking av tí ávísta kolvetnisfundinum ella ávístu kolvetnisfundunum í tann mun, sum landsstýrismaðurin metir, at loyvishavarin hevur skjalprógvað støddina av hesum í sambandi við umsókn sína um leinging av loyvinum. Økið skal í minsta lagi metast at røkka so langt niður, sum borað er, og skal undir øllum umstøðum fevna um allar kolvetnisfundir, sum loyvið verður longt fyri. Er tað eftir umstøðunum neyðugt, kann avmarkaða økið fevna um fleiri fundir. Ber tað ikki til at staðfesta støddina á fundinum við stórari vissu, skal landsstýrismaðurin hava fyrilit fyri hesum, tá avgerð verður tikin um støddina av einum møguligum eykaøki undir loyvinum og tá avgerð verður tikin um dýpdaravmarkingarnar.
Stk. 5. Tey øki, har loyvishavarin letur rættin til at leita eftir og framleiða kolvetni frá sær, og tey øki, har hesin rættur verður varðveittur sambært stk. 1, og øki, sum leinging verður veitt fyri eftir stk. 2, skulu vera samheil og avmarkað við longdar- og breiddarstigum víst við heilum stigminuttum.

§ 6

Stk. 1. Leinging av loyvinum sambært § 5 er treytað av, at loyvishavarin, innan eina freist, sum verður ásett av landsstýrismanninum í sambandi við leingingina, letur landstýrismanninum eina ætlan fyri útbygging og rakstur av tí frámerkta kolvetnisfundinum ella teimum frámerktu kolvetnisfundunum (leiðbyggiætlan), sum landsstýrismaðurin kann góðkenna sambært § 15, stk. 2 í lóg um kolvetnisvirksemi, og er harumframt treytað av, at loyvishavarin setur framleiðslu í verk til ta tíð, ið er ásett í sambandi við góðkenningina.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur og fyriskipanir um innihald og tilevning av umsókn eftir § 15 í lóg um kolvetnisvirksemi, og um tær upplýsingar, sum skulu sendast inn saman við umsóknini ella eftir, at umsóknin er latin inn.

§ 7

Stk. 1. Loyvishavarin rindar hvønn loyvisdag, sí stk. 3, eitt árligt gjald roknað eftir víddini á loyvisøkinum. Hetta víddargjald verður ikki kravt fyri kolvetnisfundir í framleiðslu, sum eru avmarkaðir eftir § 5, stk. 4. Tá støddin á økinum verður roknað út, verður talið rundað til næsta heila km2.
Stk. 2. Víddargjaldið er:

1. – 6. gjald (1. - 6. loyvisár) DKK 500 pr. km2
7. gjald DKK 1.000 pr. km2
8. gjald DKK 1.500 pr. km2
9. gjald DKK 2.250 pr. km2
10. gjald DKK 3.500 pr. km2
11. gjald DKK 5.000 pr. km2
12. gjald DKK 7.500 pr. km2
13. gjald DKK 11.000 pr. km2
14. gjald DKK 17.000 pr. km2
15. gjald DKK 26.000 pr. km2
16. og fylgjandi gjøld DKK 39.000 pr. km2

Stk. 3. Víddargjaldið fyri hvørt loyvisár fyri økið, ið er fevnt av loyvinum, verður goldið frammanundan hvønn loyvisdag, sum er tann dagurin í tí mánaði, tá hetta loyvi er dagfest og veitt. Verður goldið ov seint skal loyvishavarin gjalda ársrentu, ið samsvarar við ta til hvørja tíð av Danska tjóðbankanum ásettu almennu diskonto + 6 % frá tí degi, víddargjaldið er fallið til gjaldingar og til dagin, tá goldið verður.

§ 8

Stk. 1. Loyvishavarin skal rinda framleiðslugjald, sum verður roknað og goldið sambært § 8, stk. 2 - 4 og §§ 9 og 10. Framleiðslugjaldið skal gjaldast í donskum krónum (DKK).
Stk. 2. Framleiðslugjaldið fyri kolvetni skal roknast grundað á nøgdina av kolvetnum, sum verða framleidd hvønn ársfjórðing (1. januar - 31. mars; 1. apríl - 30. juni; 1. juli - 30. september; og 1. oktober - 31. desember) í hvørjum álmanakkaári. Øll framleidd kolvetni, íroknað kolvetni, ið verða nýtt í framleiðsluvirkseminum, skulu takast við, tá uppgerð verður gjørd um nøgdirnar av kolvetnum, sum framleiðslugjald skal rindast av. Einkisverdar nøgdir av kolvetnum, sum fara fyri skeytið og nøgdir, sum verða sprændar inn aftur í jarðgoymsluna uttan at fara um staðið, har nøgdirnar verða mátaðar, verða ikki tiknar við, tá framleiðslugjaldið verður roknað, men víst skal verða á tílíkar nøgdir í uppgerðini til Oljumálastýrið.
Stk. 3. Framleiðslugjaldið er tvey prosent (2 %) av framleiðsluvirðinum, sum verður ásett sambært ásetingunum í hesum loyvi.
Stk. 4. Ger landsstýrismaðurin av, at framleiðslugjaldið heilt ella lutvíst skal verða goldið við kolvetnum, skal hann, hvørja ferð tílík avgerð verður tikin, skrivliga boða loyvishavaranum frá hesum. Innan 60 dagar eftir, at fráboðanin er dagfest, skulu landsstýrismaðurin og loyvishavarin semjast um grundarlag, stað og mátingarmannagongd undir áseting av tílíkum gjaldi við kolvetnum og tess avhending. Hetta skal vera samsvarandi galdandi grundreglum í hesum loyvi og øðrum vanligum grundreglum um rindan av framleiðslugjaldi við kolvetnum, sum landsstýrismaðurin tekur undir við. Avgerð landsstýrismansins um at taka við framleiðslugjaldi við kolvetnum skal á ongan hátt ávirka leypandi framleiðslugjøld inntil tann dagin, rindan av framleiðslugjaldi við kolvetnum byrjar. Eiheldur skal rindan av framleiðslugjaldi við kolvetnum bera í sær, at landsstýrismaðurin fær nakrar útreiðslur av kolvetnisframleiðsluni uttan tær, ið kunnu koma í eftir, at framleiðslugjald við kolvetnum er avhandað honum.

§ 9

Stk. 1. Framleiðslugjald eftir § 8, stk. 3 verður kravt av virðinum av teimum nøgdum av kolvetnum, sum gjaldið verður lagt á hvønn ársfjórðing. Virðið av kolvetnunum, sum framleiðslugjald skal rindast av, verður ásett sambært stk. 2 - 6.
Stk. 2. Virðismetingin av framleiddu kolvetnunum skal grundast á virðið á hesum støðum:

  1. Um framleiddu kolvetnini verða førd í land við skipi: Virðið á móttøkustøðini á landi, í havn ella á øðrum uppskipingarstaði, har kolvetnini fyrstu ferð verða førd í land, uttan frádráttir fyri flutnings-, viðgerðar- ella annan kostnað, sum er íkomin innan hetta stað.

  2. Um framleiddu kolvetnini verða førd í land ígjøgnum rørleiðing: Virðið á tí staðnum, har kolvetnini eru førd í land á einari móttøkustøð ella øðrum staði á landi ígjøgnum rørleiðingina uttan frádrátt fyri flutningskostnað til hetta stað.

  3. Verða framleiddu kolvetnini ikki flutt sum nevnt í a) og b) omanfyri, ásetir landsstýrismaðurin í sambandi við góðkenningina av framleiðsluni, á hvørjum staði virðismetingin av kolvetnunum skal grundast.

Stk. 3. Tær nøgdir av kolvetnum, sum eru framleiddar í tí ársfjórðingi, sum talan er um, og sum innan uppgerð eftir § 10, stk. 1 skal verða latin inn, eru seldar óheftum keypara sambært bindandi sølusáttmála uttan frammanundan at vera reinsaðar ella á annan hátt munandi viðgjørdar, skulu verða virðismettar til søluprísin sambært hesum sáttmála, um kolvetnini skulu avhendast keyparanum á tí staði, har virðismetingin av kolvetnunum verður grundað sambært stk. 2.
Stk. 4. Metir landsstýrismaðurin, at søluprísurin á kolvetnum, sum loyvishavarin hevur gjørt avtalu um, ikki samsvarar við tann prís, sum loyvishavarin kundi fingið, um selt varð til óheftan keypara á fría marknaðinum, ásetir landsstýrismaðurin virðið á nøgdini, sum talan er um. Tá landsstýrismaðurin metir um virðið skal hann nýta virðini ásett sambært stk. 3 fyri ársfjórðingin, ið talan er um, fyri samsvarandi kolvetni seld óheftum keyparum, treytað av, at landsstýrismaðurin metir, at tílíkar sølur kunnu metast at umboða prísleguna. Annars skal virðismetingin grundast á prísir, sum í tíðarskeiðinum, talan er um, eru fingnir við sølu av kolvetnum av samsvarandi slagi og góðsku á fría marknaðinum í Evropa millum óheftar keyparar og seljarar.
Stk. 5. Virðið á framleiddum kolvetnum, sum ikki eru seld óheftum keypara innan dagin, ið er nevndur í stk. 3, 1. pkt., skal ásetast av landsstýrismanninum samsvarandi reglunum í stk. 4.
Stk. 6. Er normprísur fyri framleidd kolvetni ásettur sambært reglunum í løgtingslóg nr. 26 frá 21. apríl 1999 um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi, skal virðismetingin av kolvetnunum altíð verða grundað á hendan normprís, uttan mun til ásetingar í hesum loyvi.
Stk. 7. Eru upplýsingar, sum skulu nýtast til at rokna framleiðslugjaldið, ikki endaliga kendar, tá uppgerðin um framleiðslugjald skal latast inn, skal ein fyribilsuppgerð latast inn samsvarandi ásetingunum í § 10. Fyribilsuppgerðin skal verða gjørd soleiðis, at hon í mest møguligan mun vísir endaligu skylduna at rinda framleiðslugjald fyri ársfjórðingin, talan er um. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri tær grundreglur, sum skulu lúkast í fyribilsuppgerðum.

§ 10

Stk. 1. Framleiðslugjaldið skal verða gjørt upp fyri hvønn ársfjórðing. Ikki seinni enn 30 dagar eftir hvønn ársfjórðing skal loyvishavarin lata landsstýrismanninum uppgerð av framleiðslugjaldinum fyri tann ársfjórðing, talan er um. Í førum, sum eru fevnd av § 9, stk. 7 skal ein fyribils útrokning av framleiðslugjaldinum vera í uppgerðini, í samsvar við leiðreglurnar í hesi grein.
Stk. 2. Loyvishavarin skal saman við uppgerðini lata Oljumálastýrinum allar upplýsingar, sum hava týdning fyri útrokningina av framleiðslugjaldinum. Upplýsingar skulu millum annað latast inn um allar framleiddar nøgdir, og vísast skal á góðsku, slag og tjúkd av løgi, og brennivirðið og kromatografiska greining fyri kolvetni í luftlíki. Greiðast skal harumframt frá søluni av framleiddu nøgdunum, herundir prístreytum, avhending og øllum øðrum treytum hesum viðvíkjandi, sum eru avtalaðar við einstøku keypararnar fyri einstøku sølurnar, og frá øllum øðrum serligum viðurskiftum, sum kunnu hava havt ávirkan á hesar treytir. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um at lata upplýsingar inn og kann krevja eyka upplýsingar í einstøkum førum.
Stk. 3. Er endalig ella fyribils uppgerð ikki latin rættstundis inn sambært stk. 1, ella eru upplýsingar, sum skulu latast inn sambært stk. 2, ikki latnar innan eina av landsstýrismanninum ásetta freist, ásetir landsstýrismaðurin framleiðslugjaldið. Er uppgerð ikki gjørd sambært teimum galdandi reglunum, og er uppgerðin ikki rættað innan eina av landsstýrismanninum ásetta freist, ásetir landsstýrismaðurin framleiðslugjaldið. Ásetir landsstýrismaðurin framleiðslugjaldið, skal hann gera av, um gjaldið skal vera endaligt ella fyribils.
Stk. 4. Er framleiðslugjaldið fyri ein ársfjórðing ásett fyribils skal endalig uppgerð latast inn saman við uppgerðini fyri eftirfylgjandi ársfjórðingin. Verða upplýsingar, sum eru neyðugar til endaligu uppgerðina av framleiðslugjaldinum, verandi ótøkar, ásetir landsstýrismaðurin endaliga framleiðslugjaldið, um upplýsingarnar ikki verða fingnar til vega innan eina freist, sum verður ásett av landsstýrismanninum.
Stk. 5. Framleiðslugjald, sum er útroknað fyribils, og framleiðslugjald, sum er fallið til gjaldingar sambært endaligari uppgerð, skal verða goldið Oljumálastýrinum innan freistin, sum er ásett fyri at lata inn uppgerð sambært stk. 1, er farin. Er framleiðslugjaldið ásett av landsstýrismanninum sambært stk. 3 ella 4, skal framleiðslugjald, sum er fallið til gjaldingar, gjaldast ikki seinni enn 7 dagar eftir, at loyvishavarin hevur fingið boð frá landsstýrismanninum um upphæddina.
Stk. 6. Verður goldið eftir, at freistin í stk. 1, 2. pkt., fyri at lata inn uppgerð er farin, verður ársrenta kravd, ið samsvarar við ta til hvørja tíð av Danska tjóðbankanum ásettu almennu diskonto + 6 % frá tí degi, at framleiðslugjaldið er fallið til gjaldingar og til dagin, tá goldið verður. Ásetir landsstýrismaðurin framleiðslugjaldið sambært stk. 3 ella 4, verður sama renta kravd frá freistini í stk. 1, 2. pkt.
Stk. 7. Er framleiðslugjald goldið grundað á eina fyribils uppgerð, og verður tað staðfest í endaligu uppgerðini, at ov nógv ella ov lítið varð goldið sambært fyribils uppgerðini, skulu fylgjandi reglur galda. Er goldið ov lítið verður ársrenta kravd av muninum millum fyribils ásettu upphæddina og endaliga ásettu upphæddina fyri hvønn ársfjórðing frá degnum, tá fyribils framleiðslugjaldið er goldið og til dagin, tá goldið verður sambært endaligu uppgerðini. Rentulegan skal vera ein árlig renta, ið samsvarar við ta til hvørja tíð av Danska tjóðbankanum ásettu almennu diskonto + 2 % frá tí degi, at gjaldið er fallið til gjaldingar og til dagin, tá goldið verður. Er goldið ov nógv, og vísir endaliga uppgerðin tí, at loyvishavarin eigur pening til góðar, kann loyvishavarin draga ta upphædd, ið er goldin ov nógv, frá, tá framleiðslugjald verður goldið næstu ferð.

§ 11

Stk. 1. Loyvishavarin átekur sær at geva føroyskum fyritøkum veruligar møguleikar fyri, í kapping við aðrar, at fáa høvuðs- og undirverktøkur og fyri at veita vørur og tænastur í sambandi við útinning av virksemi sambært hesum loyvi. Loyvishavarin skal í hesum sambandi fylgja teimum mannagongdum, sum verða ásettar av landsstýrismanninum um at greiða frá virksemi, sum ætlanin er at fara undir sambært hesum loyvi, um at bjóða út arbeiði og um at greiða frá sáttmálaviðurskiftum.
Stk. 2. Loyvishavarin hevur ábyrgdina av, at ásetingarnar eftir stk. 1 verða fylgdar av starvsfólki hansara umframt av verktakarum, undirverktakarum og øllum øðrum, sum arbeiða fyri loyvishavaran í sambandi við útinning av virksemi sambært hesum loyvi.

§ 12

Loyvishavarin átekur sær at arbeiða fyri og birta uppundir, at avtalur verða gjørdar millum føroysk og útlendsk virki um at byggja upp førleika og tøkniligan kunnleika í føroyska virkinum gjøgnum luttøku hjá føroyska virkinum í veitingum av vørum og tænastum frá útlendska virkinum. Loyvishavarin skal í hesum sambandi fylgja reglum um at lata inn frágreiðingar, sum verða ásettar við heimild í § 33 í lóg um kolvetnisvirksemi.

§ 13

Stk. 1. Loyvishavarin átekur sær at geva føroyingum arbeiðsmøguleikar og at leggja seg eftir at geva føroyskum útbúgvingar- og granskingarstovnum og føroyskum vinnulívi møguleikar fyri at luttaka í granskingar- og menningarætlanum, um farið verður undir tílíkar ætlanir í sambandi við virksemi sambært hesum loyvi. Í hesum sambandi skal loyvishavarin fylgja mannagongdum um at lata inn frágreiðingar, sum landsstýrismaðurin kann áseta.
Stk. 2. Loyvishavarin skal skipa fyri og bera kostnaðin av hægri ástøðiligari og verkligari útbúgving av starvsfólki hjá føroyskum myndugleikum og almennum stovnum og føroyskum fyritøkum til tess at veita hesum hóskandi útbúgving innan olju- og gassídnaðin.
Stk. 3. Skyldurnar eftir stk. 2 skulu lúkast sambært serstakari avtalu millum loyvishavaran og landsstýrismannin. Avtala hesum viðvíkjandi fyri leitingarskeiðið eftir § 5, stk. 1 verður gjørd, tá loyvið verður veitt. Ein nýggj avtala skal gerast, tá loyvið verður longt sambært § 5, stk. 2.

§ 14

Loyvishavarin hevur sambært § 11, stk. 1 í lóg um kolvetnisvirksemi skyldu til at flyta alla útgerð og fólk um føroyskan bryggjukant ella føroyskan flogvøll. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum veita undantak frá hesum kravi.

§ 15

Stk. 1. Leitingar- og framleiðsluvirksemi loyvishavarans skal ganga úr Føroyum í tann mun, hetta verður ásett sambært stk. 2 og 3.
Stk. 2. Innan 3 mánaðir eftir, at loyvið er veitt, skal loyvishavarin leggja eina ætlan fyri landsstýrismannin til góðkenningar um, hvussu og hvar virksemi loyvishavarans á landi skal skipast í leitingarskeiðinum.
Stk. 3. Ein samsvarandi ætlan fyri framleiðsluskeiðið skal leggjast fyri landsstýrismannin til góðkenningar saman við umsóknini um góðkenning av leiðbyggiætlan sambært § 15, stk. 2 í lóg um kolvetnisvirksemi.

§ 16

Stk. 1. Er loyvið veitt fleiri í felag er tað treytað av, at samstarvsavtala (joint operating agreement) verður gjørd um tað av loyvinum fevnda virksemið innan 90 dagar eftir, at loyvið er veitt. Innan 30 dagar eftir, at avtalan er gjørd, skal avtalan leggjast fyri landsstýrismannin, sum innan 90 dagar eftir hetta, kann krevja, at avtalan verður broytt í nærri ásettan mun innan eina av landsstýrismanninum ásetta freist.
Stk. 2. Broyting í, frávik frá ella ískoyti til eina samstarvsavtalu, herundir tilnevning av nýggjum fyristøðufelagi, skal leggjast fyri landsstýrismannin samsvarandi reglunum í stk. 1.

§ 17

Stk. 1. Umboð fyri Oljumálastýrið hava sambært § 33, stk. 5 í lóg um kolvetnisvirksemi rætt til at taka lut sum eygleiðarar á fundum í samstarvsnevndum, sum verða settar sambært avtaluni, ið nevnd er í § 16.
Stk. 2. Oljumálastýrið skal boðast til fundar við somu freist og skal fáa sama tilfar, herímillum fundarfrágreiðingar, sum loyvishavarin fær.

§ 18

Sambært § 33, stk. 4 í lóg um kolvetnisvirksemi liggur tað á eigara ella brúkara av havstøð, eins og teimum, ið virka teirra vegna, at veita starvsfólki eftirlitsmyndugleikans alla neyðuga hjálp í kanningarvirksemi teirra. Harumframt skal loyvishavarin eftir áheitan frá eftirlitsmyndugleikanum syrgja fyri flutningi av umboðum fyri almennar myndugleikar frá tænastustaðnum hjá viðkomandi til og frá støðum, har virksemið, talan er um, verður útint, umframt syrgja fyri uppihaldi. Loyvishavarin ber kostnaðin, sum stendst av hesum.

§ 19

At tryggja innlit í og eftirlit við virksemi loyvishavarans sambært hesum loyvi skal loyvishavarin lata inn allar neyðugar upplýsingar um forkanningar-, leitingar- og framleiðsluvirksemi sítt, umframt um fíggjarligu umstøður sínar, sambært teimum reglum og fyriskipanum, sum til hvørja tíð eru ásettar við heimild í § 30 í lóg um kolvetnisvirksemi.

§ 20

Stk. 1. Starvsfólk í oljumálastýrinum og í øðrum almennum myndugleikum og persónar, sum arbeiða fyri áðurnevndu myndugleikar sambært avtalu, hava tagnarskyldu sambært § 26 í løgtingslóg um fyrisiting og §§ 152 – 152f í borgaraligu revsilógini viðvíkjandi upplýsingum, royndarlutum og øðrum, sum verður fingið frá loyvishavaranum sambært ásetingum í lóg um kolvetnisvirksemi og í hesum loyvi.
Stk. 2. Royndarlutir og aðrar upplýsingar, sum eru fevndar av § 31 í lóg um kolvetnisvirksemi, kunnu latast øðrum enn almennum myndugleikum 5 ár eftir, at hesar upplýsingar eru fingnar til vega og hava verið loyvishavaranum tøkar. Gongur loyvið út, gevur loyvishavarin loyvið frá sær, ella verður loyvið heilt ella lutvíst tikið aftur, verður hetta tíðarskeiðið avmarkað til 2 ár fyri upplýsingar, ið viðvíkja tí øki, sum loyvið er farið úr gildi fyri.

Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 forða ikki fyri, at upplýsingarnar o.a.m. verða latnar víðari, tá:

  1. upplýsingar av almennum slagi um leitingar- og framleiðsluviðurskifti verða givnar í sambandi við almennar fráboðanir, ársfrágreiðingar ella líknandi í sambandi við leiting og framleiðslu, ella
  2. upplýsingarnar verða latnar sum liður í samstarvi við myndugleikar í øðrum landi treytað av, at samsvarandi reglur til tess at tryggja, at upplýsingarnar verða hildnar loyniligar, eru galdandi í tí landi, sum talan er um. Upplýsingar, sum verða fingnar frá myndugleikum í øðrum londum við ásetan um, at talan er um loyniligar ella trúnaðarupplýsingar, ella hetta skilst av tí slagi, upplýsingarnar eru av, skulu vera fevndar av ásetingini í stk. 1.

§ 21

Í boðum til einstaklingar ella til almenningin er ikki loyvt loyvishavaranum, um ikki loyvi er fingið frá landsstýrismanninum frammanundan, beinleiðis ella óbeinleiðis at endurgeva ella vísa til fráboðanir ella boð frá landsstýrismanninum, eftirlitsmyndugleikanum, øðrum almennum myndugleika ella øðrum, sum eru í starvi hjá ella arbeiða fyri hesi, um sannlíkindini fyri kolvetnisfundi, støddina av kolvetnisfundum ella um, nær og hvussu kolvetni verða framleidd.

§ 22

Stk. 1. Útgerð, mannagongdir og mátingareindir til góðsku- og nøgdarmetingar av framleiddum kolvetnum skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Mátingarnar skulu gerast á viðurkendan og vanligan hátt og skulu vera undir eftirliti landsstýrismansins.
Stk. 2. Verður komið eftir, at framferðarhátturin ella útgerðin, ið eru nýtt, hava havt eitt ov lítið mátingarúrslit við sær, verður hetta hall mett at hava staðið við síðani seinasta eftirlit, uttan so at tað verður prógvað, at hallið hevur staðið við í stytri ella longri tíðarskeið.

§ 23

Tað liggur á loyvishavaranum at fylgja teimum reglum og fyriskipanum um fremjing av boringum og øðrum arbeiði, sum til hvørja tíð verða lýstar sum treytir ella kor fyri góðkenningum, sum verða givnar sambært ásetingum í lóg um kolvetnisvirksemi.

§ 24

Er loyvið veitt fleiri í felag, samábyrgjast hesi fyri endurgjald og skaðabøtur, sum skulu gjaldast sambært kapittul 7 í lóg um kolvetnisvirksemi og fyri, at allar skyldur eftir hesum loyvi verða hildnar mótvegis Føroya landsstýri.

§ 25

Til tess at tryggja, at loyvishavarin lýkur allar skyldur, herundir endurgjaldsskyldur, ið liggja á honum sambært hesum loyvi, skal hann innan 30 dagar eftir, at loyvið er veitt, veita trygd, hvørs stødd og slag, herundir sum móðurfelagstrygd, skulu vera soleiðis, at landsstýrismaðurin kann góðkenna trygdina. Landsstýrismaðurin kann seinni við 30 daga freist krevja, at trygdin verður broytt, ella at ískoytistrygd verður veitt.

§ 26

Loyvið ella partar av tí kunnu hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis ella heilt ella lutvíst verða avhend ella á annan hátt latin triðjamanni ella avhend frá einum samloyvishavara til annan, um ikki samtykki frammanundan er fingið frá landsstýrismanninum. Somu avmarkingar eru galdandi fyri sølu av partabrøvum ella øðrum ognarrætti í ein mun, sum kann geva avgerandi ávirkan á eitt felag ella aðra eind, sum er loyvishavari ella samloyvishavari, og fyri sáttmálagerðir, sum hava somu avleiðingar. Ágáva kann krevjast fyri samtykki eftir pkt. 1 og 2.

§ 27

Stk. 1. Verða rættindini sambært hesum loyvi slept í leitingarskeiðinum, skal hetta fata um alt loyvisøkið, um ikki landsstýrismaðurin góðtekur lutvísa afturflýggjan av økinum.
Stk. 2. Um loyvisskeiðið er longt fyri eitt ella fleiri øki við atliti at framleiðslu, kann loyvishavarin lata rættin til tílík øki frá sær við eitt árs fyriboðan.

§ 28

Stk. 1. At loyvið gongur út, verður slept ella tikið aftur, sleppur ikki loyvishavaranum undan at lúka tær skyldur, ið liggja á honum sambært lóggávu, hesum loyvi ella øðrum reglum og fyriskipanum, treytum og korum ella boðum.
Stk. 2. Er nakar partur av tí í fylgiskjali 2 ásettu arbeiðsskránni ikki útintur, skal loyvishavarin, um ikki landsstýrismaðurin veitir undantak frá hesum, gjalda Oljumálastýrinum eina upphædd, ið samsvarar metta kostnaðinum av at útinna tær skyldur, sum talan er um. Upphæddin verður ásett við atliti at tí, tað hevði kostað at latið onnur gjørt arbeiðið fyri landsstýrismannin, tá loyvið fer úr gildi.
Stk. 3. Gjald av upphæddini eftir stk. 2 er ikki treytað av, at landsstýrismaðurin letur ógjørd arbeiði gera.
Stk. 4. Upphæddin skal gjaldast í seinasta lagi 30 dagar eftir, at landsstýrismaðurin hevur sett fram krav um hetta.
Stk. 5. Verður goldið ov seint skal ársrenta gjaldast, ið samsvarar við ta til hvørja tíð av Danska tjóðbankanum ásettu almennu diskonto + 6 % frá tí degi, at gjaldið er fallið til gjaldingar og til dagin, tá goldið verður.

§ 29

Stk. 1. Loyvishavarin skal halda Føroya landsstýri, Oljumálastýrinum og øllum pørtum, ið teimum viðvíkja, leys av øllum krøvum, sum verða sett fram mótvegis teimum av triðjamanni orsakað av virksemi loyvishavarans.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin skal boða loyvishavaranum frá krøvum, ið koma undir stk. 1. Metir landsstýrismaðurin, at eitt tílíkt krav er ógrundað, skal hann vísa kravinum frá sær, um neyðugt við at leggja málið fyri dómstólarnar. Loyvishavarin kann ganga inn í møguligt rættarmál um tílík krøv sambært reglunum hesum viðvíkjandi í rættargangslógini.

§ 30

Stk. 1. Loyvið og virksemi sambært tí koma undir tær rættarreglur, sum til hvørja tíð eru galdandi í Føroyum, herundir møguligar broytingar í lóg um kolvetnisvirksemi, kunngerðum og fyriskipanum. Loyvið hevur soleiðis onga avmarking við sær í skattaáløgurætti Føroya ella í rættinum til at áseta almennar fyriskipanir um, hvussu leitingar- og framleiðsluvirksemið nærri skal útinnast.
Stk. 2. Loyvið sleppur ikki loyvishavanum undan at útvega tey loyvi og tær góðkenningar, sum eru neyðugar sambært lóg um kolvetnisvirksemi og lóggávuni annars.

§ 31

Stk. 1. Allar trætur og allar ósemjur, sum taka seg upp orsakað av ella í sambandi við loyvið ella í sambandi við virksemi loyvishavarans sambært loyvinum, skulu avgerast sambært teimum rættarreglum, sum eru í gildi í Føroyum, og skulu leggjast fyri føroyskar ella danskar dómstólar.
Stk. 2. Varnarting er Tórshavn.
Stk. 3. Stk. 1 og 2 ávirka ikki rættin hjá landsstýrismanninum og loyvishavaranum til í hvørjum einstøkum føri at samtykkja, at ein ósemja av tí í stk. 1 nevnda slagi skal avgerast við gerðardómi.