Ll. nr. 113 frá 20.11.2000 um samsýning og eftirløn til Løgtingsins umboðsmann
Henda lóg um lønarviðurskifti umboðsmansins er sambært § 14, stk. 1, í løgtingslóg nr. 60 frá 10. mai 2000 um Løgtingsins umboðsmann.
§ 1. Løgtingsins umboðsmaður verður samsýntur samvarandi 40. lønarflokki í
tænastumannalógini, íroknað vanliga viðbót. Formansskapur Løgtingsins kann
harumframt eftir umstøðunum veita umboðsmanninum eitt persónligt ískoyti.
Stk. 2. Í sambandi við ferðing uttanlands í løgtingsørindum verður
veitt ferðaendurgjald og dag- og tímapeningur eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri
tænastumenn landsins.
§ 2. Løgtingsins umboðsmaður og eftirsitandi hjúnafelagi og børn eftir umboðsmann hava rætt til bíðipening og eftirløn, eftir reglunum fyri ávikavist tingmenn og eftirsitandi hjúnafelagar og børn eftir tingmenn í løgtingslóg nr. 12 frá 18. februar 1999 um samsýning løgtingsmanna. Tó verður eftirlønin roknað eftir tí lønarflokki, sum umboðsmaðurin er løntur í, og bíðipeningur verður eisini veittur, um umboðsmaðurin verður loystur úr starvi, tí at Løgtingið ikki longur hevur álit á honum.
§ 3. Tey rættindi, sum tingmaður hevur eftir løgtingslóg nr. 12 frá 18. februar 1999 um samsýning løgtingsmanna í sambandi við farloyvi vegna sjúku, barnsburð og ættleiðing, eru eisini galdandi fyri Løgtingsins umboðsmann.
§ 4. Setir formansskapur Løgtingsins fólk at røkja starvið sum umboðsmaður fyribils, við heimild í løgtingslóg nr. 60 frá 10. mai 2000 um Løgtingsins umboðsmann § 1, stk. 2, fær viðkomandi samsýning og forvinnur sær eftirlønaraldur eftir hesi lóg frá tí degi, hann tekur við starvinum, til hann fer frá.
§ 5. Formansskapur Løgtingsins tekur støðu til samsýningina, tá annar, við heimild í løgtingslóg nr. 60 frá 10. mai 2000 um Løgtingsins umboðsmann § 14, stk. 3, verður útnevndur at viðgera ávíst mál, ið umboðsmaður Løgtingsins er ógegnigur at viðgera.
§ 6. Umboðsmaður, sum er í starvi hjá landinum, eini kommunu, kommunalum felagsskapi, landsfyritøku ella hjá einum konsessioneraðum felag, hevur rætt til farloyvi úr starvi sínum.
§ 7. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2001.