Innandura trukkkoyring


K. nr. 76 frá 11.08.1999 um koyring innandura við trukki

 

Við heimild í § 17, stk. 1, og stk. 3, í løgtingslóg nr. 58 frá 24 mai 1974 um arbeiðaravernd við seinni broytingum verður ásett:


§ 1.
Tað er forboðið at nýta trukkar og onnur akfør við brennievnismotorum innandura.

§ 2. Arbeiðseftirlitið kann veita undantak frá § 1, tá talan er um:

  1. trukkar, sum lyfta meir enn 4 tons,
  2. trukkar, sum koyra í goymslu- og móttøkuhølum,
  3. onnur akfør, sum ikki fáast uttan við brennievnismotorum.

Stk. 2. Undantaksloyvi til innandurakoyring verður bert veitt, um Arbeiðseftirlitið fær váttan um, at útluftingin í hølunum er so góð, at persónar, herundir førarin, ikki verða útsettir fyri heilsuskaðiligum árini av útstoytingsgassinum.

§ 3. Brot á hesa kunngerð verður revsað eftir § 41 í lógini.

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 106 frá 19. oktober 1982 um innandura trukkkoyring.