Ll. nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving
innan tøkni (SIT-útbúgvingar)
Kapittul 1
Stevnumið og bygnaður
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri støðisútbúgving innan tøkni og hava eftirlit við henni.
§ 2. Útbúgvingin skal verða støði undir framhaldandi
yrkisútbúgving, undir víðari tøkniligari útbúgving og undir hægri tøkniligari
próvtøku. Útbúgvingin kann eisini enda við sjálvstøðugum prógvi.
Stk. 2. Sum støði undir yrkisútbúgving varir útbúgvingin eitt ár, og verður
hon skipað samsvarandi teimum krøvum, sum ásett eru í løgtingslóg um
yrkisútbúgvingar.
Stk. 3. Sum støði undir víðari tøkniligari útbúgving varir útbúgvingin
tvey ár, og verður hon skipað samsvarandi teimum krøvum, sum eru ásett til tær
viðkomandi útbúgvingarnar.
Stk. 4. Sum støði undir hægri tøkniligari próvtøku verður útbúgvingin
skipað sum eitt støðisár og samskipað við undirvísingina til hægri tøkniliga
próvtøku.
§ 3. Útbúgvingin skal sum ein samanhangandi heild eisini miða ímóti at geva næmingunum persónligar, samfelagsligar, tøkniligar, fyriskipanarligar, málsligar, mentanarligar, samskiftisligar, kunningartøkniligar og tænastuligar førleikar. Við støði í føroyskum máli og føroyskari mentan skal útbúgvingin leggja dent á at skilja vinnulívskorini og korini fyri vinnulívsmenning bæði í heimligum og altjóða høpi.
§ 4. Útbúgvingin kann skipast sum partvís útbúgving fyri
næmingar, sum hava lokið aðra útbúgving á minst sama stigi sum ein fullførd
útbúgving eftir hesi lóg.
Stk. 2. Skipað kann verða fyri undirvísing í støkum lærugreinum.
Stk. 3. Skipað kann verða fyri undirvísing fyri sjálvlesandi og í fjarlestri.
§ 5. Útbúgvingin fer fram í skúlum, sum landsstýrismaðurin
hevur góðkent.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum,
sbr. løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, gjølligari reglur um útbúgvingina.
Kapittul 2
Upptøka
§ 6. Næmingur, sum hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans,
ella sum hevur í minsta lagi samsvarandi kunnleikastøði, kann eftir umsókn takast upp
í útbúgvingina, um upptøkuskúlin metir, at umsøkjarin er førur fyri at fylgja
undirvísingini á nøktandi hátt og at taka útbúgvingina til ásetta tíð.
Stk. 2. Næmingur skal kunna velja ímillum tær undirvísingarbreytir, sum skúlin
hevur, og sum skúlin metir hann skikkaðan til.
Stk. 3. Sum treyt fyri upptøku kann skúlin krevja, at næmingurin tekur ávísar
lærugreinir ella ávísa eykaundirvísing.
Stk. 4. Somu treytir, sum ásettar eru í stk. 1 og 3, skulu setast næmingi, sum
verður tikin upp eftir § 4.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin tryggjar í mest møguligan mun, at skikkaðir
næmingar sbr. stk. 1 kunnu verða tiknir upp í útbúgvingina.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um og treytir fyri upptøku
í 1. støðisárið og 2. støðisárið ella partar av útbúgvingini.
§ 7. Umsøkjari verður tikin upp í tann skúla, sum hann søkir
inn á, treytað av at skúlin hevur rúmd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um samstarv millum skúlar um býti
av næmingum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri áleggja skúla at seta
útbúgvingar eftir hesi lóg ella partar av teimum á stovn og at taka upp eitt ávíst
tal av næmingum.
Kapittul 3
Innihaldið í útbúgvingini
§ 8. Støðisútbúgvingin innan tøkni fevnir um
yrkislærugreinir, grundlærugreinir og vallærugreinir.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at undirvíst verður í
øðrum lærugreinum.
Stk. 3. Yrkislærugreinir, grundlærugreinir og vallærugreinir skulu í fyrra
støðisárinum vanliga hava ávikavist fimm, fýra og tríggjar tólvtapartar av samlaða
tímatalinum í einum skúlaári.
Stk. 4. Í seinna støðisárinum kunnu yrkislærugreinir og vallærugreinir verða
havdar ístaðin fyri grundlærugreinir.
Stk. 5. Yrkislærugreinir skulu miða ímóti at menna tann fakliga førleikan, ið
sermerkir ávísa útbúgving ella útbúgvingarbólk.
Stk. 6. Grundlærugreinir skulu miða ímóti at stuðla tann yrkisliga partin.
Stk. 7. Vallærugreinir skulu miða ímóti at nøkta áhugamál næmingsins og at
nøkta krøvini fyri upptøku í framhaldandi útbúgving.
§ 9. Landsstýrismaður ásetir eftir ummæli frá
yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt frá viðkomandi yrkisnevnd, smb.
løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, reglur um, hvørjar yrkislærugreinar og
grundlærugreinar, sbr. § 8, stk. 3 og 4, skulu verða tengdar at tí ávísu
útbúgvingargreinini ella ávísa útbúgvingarbólkinum.
Stk. 2. Skúlin ger av, hvørjar vællærugreinar verða bodnar út.
§ 10. Skúlin kann, tá talan er um evnisundirvísing, víkja frá
tímabýttu lærugreinaundirvísingini.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um tey í stk. 1 nevndu viðurskifti.
§ 11. Undirvísingin verður løgd til rættis við ynskjum
næmingsins í huga og lagað eftir fortreytum og áhuga hansara.
Stk. 2. Serundirvísing og annar sernámsfrøðiligur stuðul kann verða givin
næmingi, sum hevur tað fyri neyðini, eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.
Stk. 3. Einstaka næminginum verður boðin útbúgvingar- og yrkisvegleiðing
eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetir.
Stk. 4. Fyri næmingar, sum vegna sjúku ikki kunnu fylgja vanligu undirvísingini
á skúlanum í longri tíð, kunnu undirvísingartiltøk verða framd eftir reglum um
sjúkraundirvísing, ið landsstýrismaðurin ásetir.
§ 12. Landsstýrismaðurin ásetir eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt frá viðkomandia yrkisnevnd, smb. løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, gjølligari reglur um innihaldið í yrkislærugreinum, grundlærugreinum og vallærugreinum um tímatalið og á hvørjum stigi, tær kunnu takast smb. §§ 8 og 9.
Kapittul 4
Próvtøka
§ 13. Undirvísingin til støðisútbúgving innan tøkni endar við próvtøku.
§ 14. Landsstýrismaðurin ásetir eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum reglur um próvtøku, herímillum royndir og metingar í einum skúlaári, krøv og próvtøkuuppgevingar, próvdøming, próvtøl og ummæli, og um hvussu lærugreinametini í teimum ymsu stigunum og onnur avrik telja við í próvnum.
Kapittul 5
Fígging
§ 15. Landskassin rindar rakstrarútreiðslurnar av góðkendari
undirvísing.
Stk. 2. Landskassin kann veita studning til royndar- og menningarvirksemi,
eftirútbúgving, útbúgving av lestrarvegleiðarum og til faklig skeið.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um ásetingarnar í stk. 1 og 2.
§ 16. Undirvísingin er ókeypis fyri næmingarnar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um gjøld fyri stakgreinalestur,
sjálvlesandi og fjarlesandi í sambandi við undirvísing og próvtøku.
Stk. 3. Næmingarnir skulu sjálvir útvega sær bøkur og annað
undirvísingartilfar.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann heimila skúlum at taka gjald fyri ljóstøk, ið
verða nýtt í undirvísingini.
Kapittul 6
Lærarar
§ 17. Lærararnir skulu hava dagførdan fakligan og
námsfrøðiligan førleika, sum ger teir skikkaðar at undirvísa í teimum lærugreinum
og teimum stigum, teir verða settir til.
Stk. 2. Lærarar, sum undirvísa í lærugreinum á gymnasialum stigi, skulu hava
eina hóskandi útbúgving frá hægri lærustovni.
Stk. 3. Lærari skal í seinasta lagi 2 ár eftir setan í fast starv hava staðið
námsfrøðiliga próvtøku eftir reglum, ið verða ásettar av landsstýrismanninum.
Stk. 4. Próvdómari skal í minsta lagi lúka somu førleikakrøv sum lærarin í
viðkomandi lærugrein.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um førleikakrøv, herímillum um
útbúgving og praktiskar royndir, sbr. stk. 1 og 2 og um námsfrøðiliga próvtøku sbr.
stk. 3.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri gera undantak frá ásetingunum
í hesi grein.
Kapittul 7
Næmingaskyldur
§ 18. Næmingarnir hava møtiskyldu, skyldu at lata inn allar
kravdar skrivligar uppgávur og skyldu at ganga eftir innanhýsisreglum og lestrarreglum
skúlans.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um tey í stk. 1 nevndu
viðurskifti.
Kapittul 8
Kærur
§ 19. Kæra um avgerð skúlastjórans í námsfrøðiligum málum og kæra um avgerðir tiknar í sambandi við próvtøku, herímillum um áseting av próvtali, kunnu í seinasta lagi 1 viku eftir, at avgerð er kunngjørd næminginum, leggjast fyri landsstýrismannin eftir reglum, ið verða ásettar av landsstýrismanninum.
Kapittul 9
Aðrar ásetingar
§ 20. Landsstýrismaðurin kann geva skúlastjóranum boð í námsfrøðiligum málum.
§ 21. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá
reglunum í hesi lóg fyri at fremja royndar- og menningarvirksemi.
Stk. 2. Royndar- og menningarvirksemi má ikki skerja møguleikar næminganna at
nýta teirra útbúgving sum støði undir framhaldslestri, og ei heldur um rættindi og
møguleikar teirra á annan hátt.
§ 22. Skúli skal hava næmingarnar tryggjaðar móti skaðum, sum teir kunnu verða fyri undir skúlagongdini.
Kapittul 10
Gildisskipan
§ 23. Henda lóg kemur í gildi 1. august 1999.
Stk. 2. Samstundis sum henda lóg fær gildi, fer løgtingslóg nr. 47 frá 28.
apríl 1992 um støðisútbúgving innan tøkni, sum broytt við løgtingslóg nr. 92 frá
29. desember 1998 um broyting í løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni, úr
gildi.
Stk. 3. Reglurnar í løgtingslóg nr. 47 frá 28. apríl 1992 við seinni
broytingum eru tó galdandi fyri næmingar, sum eru byrjaðir støðisútbúgving innan
tøkni áðrenn 1. august 1999.