Samsýning og eftirløn løgtingsmanna
Ll. nr. 12 frá 18. februar 1999 um samsýning og eftirløn løgtingsmanna
§ 1. Løgtingsmenn verða samsýntir samvarandi 34. lønarflokki í
tænastumannalógini íroknað vanliga viðbót.
2. stk. Aftrat samsýningini eftir stk. 1 verður veitt tingmonnum árligt
kostnaðarendurgjald, grundað á reglurnar um endurgjald til tænastu- og starvsmenn,
soleiðis:
3. stk. Tingmaður, sum er valdur í øðrum valdømi enn Suðurstreymoy, men býr
ella kann haldast at hava fast tilhald í Tórshavnar Kommunu, fær sum endurgjald fyri
eykaútreiðslur í hesum sambandi samsýning smb. § 1, stk. 2, pkt. a, b og c 50 ferðir
árliga, roknað eftir miðaltalinum millum Tórshavn og stytstu og longstu farleið til
pláss í valdøminum, har hann er valdur. Løgtingsins formansskapur tekur avgerð í
ivamálum.
4. stk. Sum endurgjald fyri útreiðslur, ið standast av arbeiðinum sum
løgtingsmaður, verður veitt hvørjum tingmanni eitt kostnaðarískoyti uppá 2.000 kr.
um mánaðin. Gjøldini samb. stk. 2-4 eru skattafrí.
5. stk. Næstformonnum tingsins og nevndarformonnum sambært §§ 24 og 25 í
tingskipanini verður veitt samsýning, sum er kr. 30.000,- árliga. Um tingmaður røkir
fleiri størv eftir 1. pkt., fær hann bert eina samsýning.
6. stk. Í sambandi við ferðing uttanlands í løgtingsørindum verður veitt
ferðaendurgjald og dag- og tímapeningur eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri
tænastumenn landsins.
7. stk. Fyri hvønn tingdag, tingmaður ikki møtir á løgtingsfundi, verður
gjørdur frádráttur í kostnaðarendurgjaldinum, sum er 1/100 av
kostnaðarendurgjaldinum. Løgtingsskrivstovan ger frádráttin upp á hvørjum ári í
juni mánaði.
§ 2. Samsýningarnar og kostnaðarendurgjaldið eftir § 1 verða goldnar við
1/12 mánaðarliga frammanundan frá 1. degi í mánaðinum aftaná, at løgtingið
hevur góðkent valbrævið hjá viðkomandi løgtingsmanni, til endan á tí mánaði,
løgtingsmaður leggur tingsessin frá sær.
2. stk. Verður løgtingsmaður ikki afturvaldur ella má leggja tingsessin frá
sær vegna sjúku, fær hann samsýning sambært § 1, stk. 1, í 1 mánað fyri hvørt
árið, hann hevur havt sess á tingi, tó í minsta lagi í 4 mánaðir og í mesta lagi
6 mánaðir. Doyr løgtingsmaður, fáa hjúnafelagi ella børn undir 18 ár samsýning
eftir § 1, stk. 1, í 6 mánaðir.
3. stk. Løgtingsmaður, sum fær farloyvi úr tinginum vegna sjúku, ella tí hann
hevur fingið farloyvi at fara uttanlands í løgtings- ella fólkatingsørindum,
varðveitir rættin til samsýning og forvinnur sær eftirlønaraldur.
4. stk. Løgtingsmenn hava rætt til farloyvi uttan frádrátt í samsýning eftir
§ 1, stk. 1 og eftirlønaraldri í sambandi við barnsburð ella ættleiðing eftir
reglunum, sum eru galdandi fyri tænastumenn.
5. stk. Løgtingsmenn, sum fáa farloyvi í sambandi við at teir gerast
landsstýrismenn ella av øðrum orsøkum enn teimum, sum eru nevndar í stk. 3-4, missa
rættin til samsýning og forvinning av eftirlønaraldri frá tí degi, teir fáa farloyvi
úr tinginum, til tann dagin, teir taka við aftur løgtingssessinum.
6. stk. Varalimur fyri løgtingsmann fær samsýning og forvinnur sær
eftirlønaraldur frá tí degi, hann hevur fingið tingsins góðkenning, ella um hann
tekur við seinni, so frá hesum degi, til hann fer frá. Fyri tíðarskeið, sum eru
minni enn 30 dagar, verður samsýningin roknað sum 1/30 av samsýningini fyri hvønn
dagin, hann hevur sæti á tingi. Varamaður, sum hevur tikið sæti á tingi av aðrari
orsøk enn fyri løgtingsmann, sum er vorðin landsstýrismaður og fær farloyvi úr
tinginum, hevur ikki rætt til samsýning og forvinnur sær ikki eftirlønaraldur í
farloyvistíðarskeiðnum.
§ 3. Løgtingsmaður, sum er í starvi hjá landinum, eini kommunu, kommunalum felagsskapi, landsfyritøku ella hjá einum konsessioneraðum felag, hevur rætt til farloyvi úr starvi sínum. Løgtingsmaður, sum hevur starv hjá einum stovni eftir 1. pkt. ella hjá ríkinum, kann í mesta lagi starvast 50% av tíðini í hesum starvi, meðan hann er løgtingsmaður ella varamaður fyri løgtingsmann.
§ 4. Løgtingsmaður hevur rætt til egineftirløn, tá hann í einum ella fleiri
tíðarskeiðum hevur havt sæti á tingi í minsta lagi í 1 ár tilsamans. Eftirlønin
verður útgoldin frá 1. í mánaðinum eftir, at tingmaðurin er fyltur 67 ár, og
útgjalding eftir § 1 er steðgað, jvb. tó 2. stk.
2. stk. Um aldurin á tingmanni og tvær ferðir starvsaldurin í tinginum og í
landsstýrinum tilsamans geva í minsta lagi 95 ár, fær tingmaðurin eftirløn frá 60
ára aldri eftir somu reglum, sum eru ásettar í stk. 1. Formansskapur løgtingsins kann
veita tingmanni, sum er farin frá og er fyltur 60 ár, egineftirløn samb. 1. stk., um
heilsu-, fíggjarlig- ella onnur sosial viðurskifti tala fyri tí.
3. stk. Hægsta egineftirlønin, sum er 60% av eftirlønargevandi lønini í 34.
lønarflokki, verður veitt, tá løgtingsmaður hevur havt sæti á tingi í 16 ár ella
meira. Hvørt árið verður talt við í eftirlønaraldrinum soleiðis, at 1. til og við
8. árið telja 4,5% point og frá 9. ári og upp til meira enn 16 ár telja við 3%
point.
4. stk. Til eftirløntar tingmenn, sum ikki eru fyltir 67 ár, verður veitt
viðbót, sum fyri hvørt árið, tingmaðurin hevur havt sæti á tingi, er 1/16 av
viðbótini í § 6, stk. 4, í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir.
5. stk. Eftirløntur tingmaður, sum aftur tekur sæti á tingi, fær ikki
eftirløn í tí tíðarskeiði, hann fær samsýning eftir § 1.
§ 5. Eftirsitandi hjúnafelagi eftir løgtingsmann, sum hevur havt sæti á tingi í minsta lagi 1 ár, hevur, uttan mun til um løgtingsmaðurin hevði rætt til egineftirløn, tá hann doyði, og uttan mun til um hann var limur í løgtinginum, tá hann doyði, rætt til hjúnafelagaeftirløn, treytað av at tey vóru gift:
Stk. 1, nr. 3, er ikki galdandi, um orsøkin til deyðstilburðin stendst av
skaðatilburði í røking av løgtingsstarvinum.
2. stk. Hjúnafelagaeftirlønin er 74% av egineftirlønini eftir § 4, 3.
stk.
3. stk. Eftirløntum hjúnafeløgum, sum ikki eru fyltir 67 ár, verður
veitt viðbót, sum er 1/16 av viðbótini í § 6, stk. 4, í løgtingslóg um
tænastumannaeftirløn.
4. stk. Um so er, at aldurin á deyða hjúnafelagnum við frádrátti av
teimum árum, hjúnabandið hevur vart, fer upp um aldurin á longstlivandi hjúnafelagnum
við meira enn 10 árum, verður hjúnafelagaeftirlønin lækkað eftir stk. 2 við 2%
fyri hvørt ár, munurin fer upp um 10 ár.
5. stk. Rætturin til hjúnafelagaeftirløn verður ikki ávirkaður av
sundurlesing. Hvat viðvíkir rættinum til hjúnafelagaeftirløn, um hjúnini eru skild,
eru reglurnar, sum eru ásettar í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir, galdandi.
6. stk. Um hjúnafelagi eftir løgtingsmann eftir omanfyristandandi reglum
hevur rætt til fleiri eftirlønir frá tinginum, verður bert tann hægsta eftirlønin
útgoldin.
§ 6. Reglurnar í lóg um tænastumannaeftirlønir § 8, jvb. § 2 og § 12, 4. stk. er eisini galdandi fyri eftirlønir og hjúnafelagaeftirlønir eftir hesi lóg.
§ 7. Reglur í lóggávu ella viðtøku um, at ein tænastumaður ikki má hava
annað starv, sum gevur rætt til eftirløn, er ikki til hindurs fyri, at tænastumaður
kann varðveita tænastumannastarv sítt og forvinna eftirlønarrætt sum løgtingsmaður.
2. stk. Egineftirløn og hjúnafelagaeftirløn eftir hesi lóg verða útgoldnar
við teim avmarkingum, sum eru ásettar í 3. og 4. stk., uttan mun til um viðkomandi
annars fær løn ella eftirløn úr landskassanum, og hevur onga ávirkan á rættin til
slíka løn ella eftirløn. Tað sama er galdandi, um viðkomandi fær løn ella eftirløn
sum landsins tænastumaður, statstænastumaður, fólkatingsmaður, landsstýrismaður
ella frá starvi í eini kommunu, konsessioneraðum felag, øðrum statsstuðlaðum
eftirlønarkassa ella aðrari tænastumannalíknandi eftirlønarskipan.
3. stk. Um so er, at løgtingsmaður hevur rætt til egineftirløn sum
løgtingsformaður, landsstýrismaður, fólkatingsmaður, borgarstjóri, tænastumaður
landsins, statstænastumaður, frá statsstuðlaðum eftirlønarkassa ella aðra
tænastumannalíknandi eftirløn, kann samlaða egineftirlønin ikki fara upp um hægstu
egineftirlønina, sum kann fáast sambært løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir, og
egineftirlønin frá løgtinginum verður í slíkum førum sett niður við tí upphædd,
sum er hægri enn henda. Um eftirløntur løgtingsmaður hevur lønarinntøku í einum
starvi, sum gevur rætt til eftirløn, sum ásett í 1. pkt., kann samlaða lønin og
eftirlønin ikki fara upp um hægstu eftirlønargevandi tænastumannaløn, og eftirlønin
frá løgtinginum verður í tí føri sett niður, sum ásett í 1. pkt.
4. stk.Um eftirlivandi hjúnafelagi eftir løgtingsmann hevur rætt til
hjúnafelagaeftirløn, sum stavar frá, at hjúnafelagin fær eftirløn, tí
løgtingsmaðurin hevur verið landsstýrismaður, løgtingsformaður, fólkatingsmaður,
tænastumaður landsins, statstænastumaður ella statsstuðlaðum eftirlønarkassa ella
aðra tænastumannalíknandi eftirløn, kann samlaða hjúnafelagaeftirlønin ikki fara
upp um hægstu hjúnafelagaeftirløn sambært lógini um tænastumenn landsins, og verður
eftirlønin frá tinginum sett niður við tí upphædd, sum er hægri enn hendan.
§ 8. Løgtingsformaðurin verður samsýntur eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri løgmann.
§ 9. Tá løgtingsformaðurin fer frá, fær hann ta skattskyldugu samsýningina
eftir § 8 í 6 mánaðir. Um fráfarni løgtingsformaðurin framvegis er tingmaður, fær
hann bert ta hægru samsýningina.
2. stk. Doyr løgtingsformaðurin, meðan hann er í starvi, fær
eftirsitandi hjúnafelagi ella børn undir 18 ár samsýning eftir stk.1 í 6 mánaðir.
3. stk. Reglurnar í § 2, 1., 3. og 4. stk., og § 3, 1. pkt., eru eisini galdandi
fyri samsýningina hjá løgtingsformanninum.
§ 10. Hægsta egineftirlønin hjá løgtingsformanninum, sum er 60% av
eftirlønargevandi løninini í lønarflokkinum, hann er samsýntur í, verður veitt, tá
løgtingsformaðurin hevur verið formaður í 8 ár ella meira. Hvørt árið verður
talt í eftirlønaraldrinum soleiðis, at 1. til og við 4. árið telja 9% point og frá
5. til og við 8. árið 6% point.
2. stk. Reglurnar í § 4, stk. 1, stk. 2, stk. 4 og stk. 5, § 6 og § 7 eru
eisini galdandi fyri eftirløn hjá løgtingsformanninum.
§ 11. Hevur løgtingsformaðurin, tá hann tekur við, størv í almennari
tænastu ella privatum virkjum, samtøkum ella stovnum, skal hann vanliga siga tey frá
sær. Tó kann hann í hendinga førum við samtykki frá floksformonnunum á tingi halda
tílíkum størvum, um formaðurin ikki heldur, at tey kunnu hava við sær trupulleikar
í røkjanini av embætisskyldu hansara. Floksformenninir á tingi skulu í seinasta lagi
14 dagar eftir, teir hava fingið umsókn formansins, svara honum, og boðar formaðurin
síðan tinginum frá, hvørji størv hann hevur fingið loyvi at hava.
2. stk. Løgtingsformaðurin má ikki taka móti nøkrum av teim í stk. 1 nevndu
størvum, meðan hann situr sum løgtingsformaður.
§ 12. Reglurnar í kapittul 4 í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir um
barnaeftirløn og barnaeftirlønarviðbót eru galdandi. Barnaeftirløn og
barnaeftirlønarviðbót verður tó ikki goldin, um hesar verða goldnar eftir
tænastumannalógini v.m., lógini um samsýning landsstýrismanna ella
fólktingsvallógini.
§ 13. Ásetingarnar um javning av eftirlønum og eftirsitilønum í § 26 í lóg um
tænastumannaeftirlønir er eisini galdandi fyri javning av eftirlønum eftir hesi lóg.
Samsýningin eftir § 1., 3. stk., verður javnað við somu viðbótum sum tænastumenn
fáa.
§ 14. Henda lóg kemur í gildi 1. mars 1999 og er galdandi fyri tingmenn, sum
fingu sæti á tingi 12. mai 1998 ella fáa sæti á tingi eftir henda dag. Reglan í § 3
kemur tó í gildi 1. august 1999. Samstundis fer úr gildi lóg nr. 11. frá 8. januar
1993.
2. stk. Løgtingslóg nr. 11 frá 8. januar 1993 er
framvegis galdandi fyri eftirløntar tingmenn og fyri fyrrverandi tingmenn, sum hava krav
uppá eftirløn, innan henda lóg kemur í gildi. Reglurnar í tænastumannalógini § 37
eru galdandi fyri hesar eftirlønir.