Umskipan av Føroya Lívstrygging


Ll. nr. 105 frá 22.12.1999 um umskipan av Føroya Lívstrygging.

§ 1. Landsstýrismaðurin stovnar eitt lívstryggingarpartafelag við 500.000 kr. í partapeningi, sum verður teknaður av landsstýrinum. Partapeningurin verður ogn landsins, og kunnu partabrøvini ikki avhendast, uttan við heimild í løgtingslóg. Navnið á partafelagnum verður P/f Føroya Lívstrygging.
Stk. 2. Tryggingareftirlitið, jbr. løgingslóg um tryggingarvirksemi kann loyva, at vikið verður frá ásetingunum um stovnan av lívstryggingarfeløgum í løgtingslóg um tryggingarvirksemi, í tann mun, fyrilit mótvegis tryggingartakarunum ikki tala ímóti.

§ 2. Tað í § 1 nevnda lívstryggingarpartafelag yvirtekur ókeypis øll rættindi og allar skyldur frá Føroya Lívstrygging, og kemur í somu skattligu støðu sum Føroya Lívstrygging. Byrjunarfíggjarstøða og metingarfrágreiðing pr. 1. januar 2000 verða óbroyttar at leggja til grund í skattleggingini av tí í § 1 nevnda lívstryggingar partafelagi.
Stk. 2. Umskipanin av Føroya Lívstrygging í eitt partafelag kemur ikki undir skattskyldu av nøkrum slag.
Stk. 3. Fyri tað í stk. 1 nevndu yvirtøku galda ásetingarnar í løgtingslóg um tryggingarvirksemi um avhending av eini tryggingarmongd ikki.
Stk. 4. Rættindini yvir virðisbrøv, ið eru skrásett í Værdipapircentralen jbr. lov om en værdipapircentral í navninum hjá Føroya Lívstrygging, og sum lívstryggingarpartafelagið eftir stk. 1 yvirtekur, verða mett at vera skrásett í hesum.
Stk. 5. Tinglýsing av rættindum hjá lívstryggingarpartafelagnum smb. stk. 1 kann fara fram við støði í hesi lóg.

§ 3. Tann í løgtingslóg um lívstryggingarvirksemi nevnda landskassaábyrgd er framvegis galdandi fyri tær tryggingaravtalur, sum Føroya Lívstrygging hevur tann 31. desember 1999. Sama er galdandi fyri aðrar skyldur, ið verða yvirtiknar frá Føroya Lívstrygging eftir hesi lóg.

§ 4. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2000. Tó kemur § 1 í gildi dagin eftir at lógin er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 64 frá 10. oktober 1966 um lívstryggingarvirksemi við seinni broytingum, og løgtingslóg nr. 77 frá 23. mai 1997 fyri Føroya Lívstrygging við seinni broytingum.