Kapittul 1
Stevnumið og bygnaður
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið og hava eftirlit við henni.
§ 2. Útbúgvingin gevur neyðuga grundarlagið undir framhaldandi
yrkisútbúgving eftir yrkisútbúgvingarlógini, undir hægri handilspróvtøku eftir
lógini um hægri handilsútbúgving og undir einum sjálvstøðugum prógvi.
Stk. 2. Sum støði undir yrkisútbúgving varir útbúgvingin annaðhvørt eitt
ella tvey ár, og verður hon samskipað við teimum framhaldandi skúlapørtunum av
yrkisútbúgvingunum innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið.
Stk. 3. Sum støði undir hægri handilsútbúgving verður útbúgvingin skipað
sum eitt støðisár og samskipað við hægru handilsútbúgvingina.
§ 3. Sum støði undir og partur av eini yrkisútbúgving skal
útbúgvingin hava tey stevnumið, sum eru nevnd í yrkisútbúgv-ingarlógini.
Stk. 2. Útbúgvingin skal annars sum ein samanhangandi heild miða ímóti at geva
næmingunum persónligar, samfelagsligar, búskaparligar, fyriskipanarligar, málsligar,
mentanarligar, samskiftisligar, kunningartøkniligar og tænastuligar førleikar. Við
støði í føroyskum máli og føroyskari mentan skal útbúgvingin leggja dent á at
skilja vinnulívskorini og korini fyri vinnulívsmenning bæði í heimligum og altjóða
høpi.
§ 4. Útbúgvingin kann skipast sum partvís útbúgving fyri
næmingar, sum hava lokið aðra útbúgving á minst sama stigi sum ein fullførd
útbúgving eftir hesi lóg.
Stk. 2. Skipað kann verða fyri framhaldandi yrkisskeiðum og pørtum av
verkligari læru, sum neyðug eru fyri at fullføra eina yrkisútbúgving innan
fyrisitingar-, handils-, og skrivstovuøkið.
Stk. 3. Skipað kann verða fyri styttri vinnuligum framhaldsskeiðum.
Stk. 4. Skipað kann verða fyri undirvísing í støkum lærugreinum.
Stk. 5. Skipað kann verða fyri undirvísing fyri sjálvlesandi og í fjarlestri.
§ 5. Útbúgvingin fer fram í skúlum, sum landsstýrismaðurin
hevur góðkent.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum,
smb. løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, nærri reglur um innihaldið í
førleikakrøvunum smb. § 3, stk. 2 og um innihaldið í teimum serligu skipanunum smb.
§ 4.
Kapittul 2
Upptøka
§ 6. Næmingur, sum hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans,
ella sum hevur í minsta lagi samsvarandi kunnleikastøði, kann eftir umsókn takast upp
í útbúgvingina, um upptøkuskúlin metir, at umsøkjarin er førur fyri at fylgja
undirvísingini á nøktandi hátt og at taka útbúgvingina til ásetta tíð.
Stk. 2. Næmingur skal kunna velja ímillum tær undirvísingarbreytir, sum skúlin
hevur, og sum skúlin metir hann skikkaðan til.
Stk. 3. Sum treyt fyri upptøku kann skúlin krevja, at næmingurin tekur ávísar
lærugreinir ella ávísa eykaundirvísing.
Stk. 4. Somu treytir, sum ásettar eru í stk. 1 og 3, skulu setast næmingi, sum
verður tikin upp eftir § 4, stk. 1, 4 ella 5.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin tryggjar í mest møguligan mun, at skikkaðir
næmingar smb. stk. 1 kunnu verða tiknir upp í útbúgvingina.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetur gjøllari reglur um og treytir fyri upptøku
í útbúgvingina ella partar av henni.
§ 7. Umsøkjari verður tikin upp í tann skúla, sum hann søkir
inn á, treytað av at skúlin hevur pláss.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um samstarv millum skúlar um býti
av næmingum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri áleggja skúla at seta
útbúgvingar eftir hesi lóg ella partar av teimum á stovn og at taka upp eitt ávíst
tal av næmingum.
Kapittul 3
Innihaldið í útbúgvingini
§ 8. Støðisútbúgvingin innan fyrisitingar-, handils- og
skrivstovuøkið fevnir um grundlærugreinir, yrkislærugreinir og vallærugreinir.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur, at undirvíst verður í øðrum
lærugreinum.
Stk. 3. Grundlærugreinirnar eru býttar eftir námsgrein í
Stk. 4. Grundlærugreinirnar eru skipaðar í grundstig og kravt
stig .
Stk. 5. Yrkislærugreinirnar skulu í stóran mun styðja grundlærugreinirnar og
binda tær saman fyri at røkka málunum í § 3, og kunnu annars vera støði undir
serlærugreinum ella serlærugreinum, sum geva næminginum serligan yrkisførleika.
Yrkislærugreinir eru býttar í
Stk. 6. Vallærugreinir eru
§ 9. Næmingur, sum tekur útbúgving eftir § 2, stk. 2 eftir
tveimum árum, skal hava kravdu grundlærugreinirnar, í minsta lagi 5 økislærugreinir,
2 vallærugreinir og handilsfak.
Stk. 2. Næmingur, sum tekur útbúgving eftir § 2, stk. 2 eftir einum ári ella
eftir § 2, stk. 3, skal hava kravdu grundlærugreinirnar, í minsta lagi 1
økislærugrein, í minsta lagi 1 vallærugrein og handilsfak.
§ 10. Skúlin kann, tá talan er um evnis-undirvísing, víkja
frá tímabýttu lærugreinaundirvísingini.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur gjøllari reglur um tey í stk. 1 nevndu
viðurskifti.
§ 11. Undirvísingin verður løgd til rættis við ynskjum
næmingsins í huga og lagað eftir fortreytum og áhuga hansara.
Stk. 2. Serundirvísing og annar sernáms-frøðiligur stuðul kann verða givin
næmingi, sum hevur tað fyri neyðini, eftir reglum sum landsstýrismaðurin ásetur.
Stk. 3. Einstaka næminginum verður boðin útbúgvingar- og yrkisvegleiðing
eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur.
Stk. 4. Fyri næmingar, sum vegna sjúku ikki kunnu fylgja vanligu undirvísingini
á skúlanum í longri tíð, verða undirvísingartiltøk framd eftir reglum um
sjúkraundirvísing, ið landsstýrismaðurin ásetur.
§ 12. Landsstýrismaðurin ásetur eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, sbr. løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, gjølligari reglur um lærugreinarøðir og innihald av grundlærugreinum, yrkislærugreinum og vallærugreinum, tímatal og á hvøjum stigi tær kunna takast, smb. § 8 og 9.
Kapittul 4
Próvtøka
§ 13. Undirvísingin til støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið endar við próvtøku.
§ 14. Landsstýrismaðurin ásetur eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum gjølligari reglur um próvtøku, herímillum royndir og metingar í skúlaárinum, krøv og próvtøkuuppgevingar, próvtøkur, próvdøming, próvtøl og ummæli, og um hvussu lærugreinametini í teimum ymsu stigunum og onnur avrik telja við í tí vigaða miðaltalinum.
Kapittul 5
Fígging
§ 15. Landskassin rindar rakstrar-útreiðslurnar av góðkendari
undirvísing.
Stk. 2. Landskassin kann veita studning til royndar- og menningarvirksemi,
eftirútbúgving, útbúgving av lestrar-vegleiðarum og til faklig skeið.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur gjøllari reglur um ásetingarnar í stk. 1 og
2.
§ 16. Undirvísingin er ókeypis fyri næmingarnar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um gjøld fyri stakgreinalestur,
sjálvlesandi og fjarlesandi í sambandi við undirvísing og próvtøku.
Stk. 3. Næmingarnir skulu sjálvir útvega sær bøkur og annað
undirvísingartilfar.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann heimila skúlunum at taka gjald fyri ljóstøk,
ið verða nýtt í undirvísingini.
Kapittul 6
Lærarar og próvdómarar
§ 17. Lærararnir skulu hava dagførdan fakligan og
námsfrøðiligan førleika, sum ger teir skikkaðar at undirvísa í teimum lærugreinum
og teimum stigum, teir verða settir til.
Stk. 2. Lærarar í lærugreinum á kravdum stigi skulu hava eina hóskandi
útbúgving frá hægri lærustovni.
Stk. 3. Setan í fast starv sum lærari ella skúlastjóri er treytað av, at
viðkomandi hevur staðið pedagogikum.
Stk. 4. Próvdómari skal í minsta lagi lúka somu førleikakrøv sum lærarin í
viðkomandi lærugrein.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur gjølligari reglur um førleikakrøv,
herímillum um útbúgving og praktiskar royndir, smb. stk. 1 og 2 og um pedagogikum smb.
stk. 3.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri gera undantak frá ásetingunum
í hesi grein.
Kapittul 7
Næmingaskyldur
§ 18. Næmingarnir hava møtiskyldu, skyldu at lata inn allar
kravdar skrivligar uppgávur og skyldu at ganga eftir innanhýsis- og lestrarreglum
skúlans.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta gjølligari reglur um tey í stk. 1 nevndu
viðurskifti.
Kapittul 8
Kærur
§ 19. Kærur um avgerðir skúlastjórans kunnu leggjast fyri
landsstýrismannin.
Stk. 2. Kærast kann í seinasta lagi 1 viku eftir, at kærarin hevur fingið
fráboðan um avgerðina.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur gjøllari reglur um, hvørjar avgerðir kunnu
kærast og um mannagongdina.
Kapittul 9
Aðrar ásetingar
§ 20. Landsstýrismaðurin kann geva skúlastjóranum boð í námsfrøðiligum málum.
§ 21. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá
reglunum í hesi lóg fyri at fremja royndar- og menningarvirksemi.
Stk. 2. Royndar- og menningarvirksemi má ikki minka um møguleikar næminganna at
nýta teirra útbúgving sum støði undir framhaldslestri, og ei heldur um rættindi og
møguleikar teirra á annan hátt.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá reglunum í hesi
lóg, um heilt serligar umstøður gera tað neyðugt.
§ 22. Skúlin skal hava næmingarnar tryggjaðar móti skaðum, sum teir kunnu verða fyri undir skúlagongdini.
Kapittul 10
Gildisskipan
§ 23. Henda lóg kemur í gildi 1. august 1999.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um, hvussu lógin verður nýtt fyri
útbúgvingar, sum eru byrjaðar, men ikki endaðar, áðrenn henda lóg fær gildi.
Stk. 3. Samstundis sum henda lóg fær gildi, fer løgtingslóg nr. 49 frá 5. mai
1987 um grundútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið, sum broytt
við § 9 í løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996 um broyting í ymiskum løgtingslógum
um undirvísing úr gildi.