Kapittul 1
Góðkenning av yrkisskúlum o.a.
§ 1. Landsstýrismaðurin kann góðkenna yrkisskúlar, hvørs endamál er
§ 2. Yrkisskúlarnir skulu fylgja reglunum um næmingaupptøku,
læraraførleika, próvtøku eins og øðrum ásetingum, sum av landsstýrismanninum eru
ásettar at galda sambært løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
Stk. 2. Yrkisskúlarnir skulu fylgja ásetingunum um yrkisútbúgvingarráðið
sambært løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
Stk. 3. Yrkisskúlarnir skulu samskipa øll undirvísingarviðurskifti so væl sum
til ber innanhýsis, sínámillum og við aðrar samstarvspartar.
§ 3. Landsstýrismaðurin kann áseta treytir fyri
góðkenningina. Yrkisskúlarnir verða skipaðir sum sjálvsognarstovnar, hvørs
viðtøkur skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Landsstýrismaðurin kann áseta
gjøllari reglur um karmar og innihaldið í viðtøkunum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann taka aftur góðkenning av yrkisskúla, um so er,
at tørvur ikki er á skúlanum. Somuleiðis kann ein góðkenning takast aftur, um skúli
ikki heldur galdandi reglur ella givin boð.
§ 4. Landsstýrismaðurin kann nokta fyri, at ein yrkisskúli
leggur niður ella tekur av góðkendar útbúgvingar.
Stk. 2. Verður ein yrkisskúli tikin av, skulu ognir skúlans latast til
undirvísingar- og útbúgvingarendamál í samsvari við viðtøkurnar hjá avvarðandi
skúla.
§ 5. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við og leiðbeinir yrkisskúlarnar og kann í hesum sambandi biðja um allar neyðugar upplýsingar um útbúgvingar, næmingar, lærarar og skúlans rakstur.
Kapittul 2
Leiðsluviðurskifti
§ 6. Eitt stýri verður valt við hvønn sjálvsognarstovn.
Stýrið hevur 6 limir, sum verða valdir fyri 4 ár. Fyri hvønn stýrislim verður ein
varalimur valdur.
Stk. 2. Limirnir í stýrinum verða valdir soleiðis:
Stk. 3. Eitt umboð fyri næmingaráðið luttekur á stýrisfundum
uttan atkvøðurætt.
Stk. 4. Skúlastjórin er skrivari stýrisins og luttekur uttan atkvøðurætt á
stýrisfundum.
Stk. 5. Tá eitt stýri er valt, skal tað boða landsstýrismanninum frá,
hvørjir limirnir í stýrinum eru. Broytingar í samansetingini av stýrinum skulu
somuleiðis boðast landsstýrismanninum.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri góðkenna eina aðra
samanseting av stýrinum enn ta í stk. 1 og 2 nevndu.
§ 7. Stýrið er ovasta leiðsla á skúlanum og virkar
samsvarandi viðtøkum stovnsins. Eftir tilmæli skúlastjórans staðfestir stýrið
virksemið í einum skúlaári, eins og tað skal góðkenna skúlans rakstrarætlan og
roknskap.
Stk. 2. Stýrið ger av eftir tilmæli skúlastjórans, hvørjar góðkendar
yrkisútbúgvingar og hvat skeiðvirksemi, skúlin skal bjóða.
Stk. 3. Stýrið skal ansa eftir, at virksemið verður so fjøltáttað sum til
ber, og at tað í størstan mun tryggjar vinnuni og tí einstaka atgongd til
grundútbúgvingar, eftirútbúgvingar og framhaldsútbúgvingar innan virkisøki
skúlans.
Stk. 4. Stýrið tekur avgerð eftir tilmæli skúlastjórans, um skúlin skal fara
undir annað útbúgvingarvirksemi móti brúkaragjaldi, enn tað, sum nevnt er
frammanfyri.
§ 8. Landsstýrismaðurin setir og loysir úr starvi
skúlastjóran eftir tilmæli frá stýrinum. Stýrið setir og loysir úr starvi lærarar
í føstum starvi eftir tilmæli frá skúlastjóranum. Skúlastjórin setir og loysir úr
starvi onnur starvsfólk skúlans.
Stk. 2. Stýrið kann áseta nærri reglur fyri virkisøki stýrisins og
skúlastjórans. Tað hevur heimild til at geva skúlastjóranum fulltrú at taka sær av
ávísum uppgávum, sum eru álagdar stýrinum.
Stk. 3. Stýrið setir og loysir úr starvi grannskoðara skúlans.
§ 9. Stýrið hevur mótvegis landsstýrismanninum ábyrgdina
av rakstri skúlans.
Stk. 2. Um stýrið við sínum avgerðum setir skúlans framhald í vanda, kann
landsstýrismaðurin avgera, at stýrið beinanvegin fer frá, og hann kann í hesum
sambandi tilnevna eitt fyribils stýri, til eitt nýtt stýri er valt eftir skúlans
viðtøkum.
Stk. 3. Um stýrið ikki fylgir boðum frá landsstýrismanninum um rætting av
nærri ásettum viðurskiftum, kann landsstýrismaðurin avgera
Stk. 4. Avgerð um at reisa rættarsøk móti stýrislimum, leiðslu, grannskoðarum ella øðrum orsakað av tapi, sum skúlanum hevur verið fyri, kann vera tikin av stýrinum ella landsstýrismanninum.
§ 10. Skúlastjórin er dagligur leiðari stovnsins og skal ansa eftir:
Stk. 2. Skúlastjórin letur stýrinum uppskot til virksemi skúlans fyri komandi rakstrarár.
Kapittul 3
Stuðul
§ 11. Landsstýrismaðurin útvegar stuðul til skúlans
fyrisiting, leiðslu, rakstur av bygningum o.ø.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin útvegar góðkendum sjálvsognarstovni sambært hesi
lóg stuðul til rakstur av skúlaheimi.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann útvega góðkendum sjálvsognarstovni sambært
hesi lóg stuðul til ný- ella umbygging av skúla ella skúlaheimi, stuðul til rentur
og avdráttir av lánum og stuðul til útgerð til undirvísingarvirksemi.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann veita hesum yrkisskúlum og skúlaheimum trygd
fyri lánum, sum eru tikin til ein part av skjalprógvaðum útreiðslum til ný- ella
umbygging. Parturin verður ásettur á árligum fíggjarløgtingslógum.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri tí í stk. 4 nevndu
veiting av trygd.
§ 12. Landsstýrismaðurin kann halda aftur ella taka aftur stuðul, møguliga krevja stuðul afturgoldnan, um treytir fyri veiting av stuðli ikki verða hildnar.
§ 13. Kommunur kunnu lata stuðul til løguútreiðslur, tá
yrkisskúli verður stovnaður, um- ella útbygdur. Stuðulin kann ikki verða latin sum
lán.
Stk. 2. Rakstrarstuðul til lærlingaundirvísing verður rindaður við 80% frá
landskassanum og 20% frá kommununum.
Stk. 3. Kommununnar partur av útreiðslunum til lærlingalæruna, smb. stk. 2,
verður í fyrsta umfari at leggja út úr landskassanum og síðan býta millum
kommunurnar eftir heimstaðnum, lærlingarnir høvdu, tá teir byrjaðu skúlan.
§ 14. Landsstýrismaðurin útvegar góðkendum sjálvsognarstovni
rakstrarstuðul til alment góðkent undirvísingarvirksemi, sambært § 1, uttan so er,
at tilskot til hesar útreiðslur verður veitt eftir viðkomandi útbúgvingarlóg.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um tey í stk. 1 nevndu
viðurskifti.
§ 15. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um stødd á og
mannagongd fyri luttakaragjaldi fyri undirvísing og øðrum virksemi, sum ikki eru
stuðulsheimilað eftir hesi lóg.
Stk. 2. Tá yrkisskúlin bjóðar út skeið ella annað virksemi, sum
inntøkufíggjað virksemi, skal hann fylgja góðum marknaðarrøktarsiði og má ikki
volda øðrum útbjóðarum avlagandi kapping.
§ 16. Landsstýrismaðurin kann heilt ella lutvíst lata stuðul til menningar- ella royndarvirksemi ella til onnur, serlig endamál og íverksetan av nýggjum útbúgvingum í teimum í § 1 nevndu skúlum.
§ 17. Lønar-, setanar- og pensiónsviðurskifti hjá starvsfólkunum í yrkisskúlunum skulu fylgja teimum reglum, sum landsstýrið hevur avtalað ella ásett .
§ 18. Landsstýrismaðurin kann gera av, at yrkisskúlar skulu hava felags fyrisitingarliga skipan.
Kapittul 4
Roknskapur og grannskoðan
§ 19. Roknskapurin hjá sjálvsognarstovni sambært hesi lóg skal
gerast og setast upp samsvarandi ásetingunum um almennar roknskapir.
Stk. 2. Roknskapur stovnsins skal grannskoðast av løggildum grannskoðara.
Grannskoðaður roknskapur og grannskoðarafrágreiðing skal sendast
landsstýrismanninum.
Stk. 3. Grannskoðanardeild landskassans kann í sambandi við landsgrannskoðanina
biðja um upplýsingar beinleiðis frá stýrinum.
Stk. 4. Um tað í grannskoðarafrágreiðingini, smb. stk. 2, verður víst á
lógarbrot ella onnur óreglulig viðurskifti í sambandi við umsitingina av skúlans
ognum, skal landsstýrismaðurin alt fyri eitt, um grannskoðanin gevur orsøk til tess,
seta í verk tiltøk, sum aftur tryggja lóglig viðurskifti og fullgóða umsiting. Sama
er eisini galdandi, um landsstýrismaðurin á annan hátt verður gjørdur kunnugur við
nevndu viðurskifti.
Kapittul 5
Ymsar ásetingar
§ 20. Eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur, kunnu
kærur yvir skúlans avgerðir leggjast fyri landsstýrismannin.
Stk. 2. Á hvørjum góðkendum yrkisskúla verður eitt lærararáð skipað.
Landsstýrismaðurin ásetur reglur um val av lærararáði og virksemi tess.
Stk. 3. Á hvørjum góðkendum yrkisskúla verður eitt næmingaráð skipað.
Eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum ásetur landsstýrismaðurin reglur um val
av næmingaráði og virksemi tess.
Kapittul 6
Gildissetan
§ 21. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1999.
Stk. 2. Verandi stýri/nevndir fyri sjálvsognarstovnarnar sum henda lóg fevnir
um, sita til 1. apríl 1999, tá nýggj stýri verða vald samsvarandi hesi lóg.
Stk. 3. Verandi viðtøkur stovnanna galda til 1. apríl 1999, tá nýggjar
viðtøkur samsvarandi hesi lóg skulu verða latnar landsstýrismanninum til
góðkenningar.
Stk. 4. Í løgtingslóg nr. 58 frá 2. oktober 1978 um skúlafyrisiting við
seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar:
1) Kapittul 5 (§§ 23-26) verður strikað.
2) Í § 28 stk. 1 verða orðini "ella sjálvseigandi undirvísingarstovnar" strikað.
3) Í § 30 stk. 1 verða orðini "og við sjálveigandi undirvísingarstovnar" strikað.
4) Í § 31 stk. 1 verða orðini "ella sjálveigandi undirvísingarstovni" strikað.
Stk. 5. Løgtingslóg nr. 55 frá 14. desember 1965 um býti av kommununnar parti av útreiðslunum til lærlingalæruna fer úr gildi.