Varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota


Løgtingslóg nr. 72 frá 20.05.1996 um varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota

 
§ 1. Heimilað verður landsstýrinum, av játtan á Løgtingsfíggjarlógini, at útgjalda stuðul til rakstur og/ella veðhalda fyri parti av útgerðarláni, til tess at varðveita fjølbroyttan fiskiflota og at gjalda fyri eygleiðaraskipanir uttanfyri føroysku landleiðirnar.

§ 2. Stuðul til rakstur og/ella veðhald fyri parti av útgerðarláni, kann latast fiskifari, sum alt árið ella part av árinum rekur fiskiskap uttanfyri føroysku landleiðirnar, og sum vegna vánaliga støðu í fiskastovnunum á teimum leiðum, har fiskifarið vanliga roynur, ikki ber seg rakstarliga, men at útlit eru fyri, at fiskiskapurin kann gerast lønandi aftur, og um fiskiskapurin vegna vánalig stutttíðar útlit kann detta niðurfyri og fiskirættindini hjá Føroyum á hesum leiðum tí kunnu detta burtur.

§ 3. Á fiskileiðum uttanfyri føroysku land-leiðirnar, har Føroyar sambært millumlanda avtalum ella øðrum avtalum hevur skyldu at hava eftirlit við fiskiskapi, kann landsstýrið gjalda kostnaðin av tílikum skipanum eftir hesi lóg.

§ 4. Hendan lóg fær gildi dagin eftir,at hon er kunngjørd.