Lyftiútgerð og spøl


K. nr. 128 frá 04.09.1995 um lyftiútgerð og spøl (kranar) sum broytt við K. nr. 33 frá 16.04.1997

 

Við heimild í § 17, stk. 1, í løgtingslóg um arbeiðaravernd nr. 58 frá 24. mai 1974 við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:

Kapittul 1.
Øki

§ 1. Kunngerðin fevnir yvir:

  1. Lyftiútgerð, sum við hóskandi beriútgerð kann lyfta eina byrðu soleiðis, at byrðan hongur frítt.

  2. Spøl, ið eru soleiðis innrættaði, at tey kunna lyfta eina byrðu, ið partvís er stýrd í síni rás, ella sum við togum, ketum e.l. verður brúkt til hál og sleip.

Stk. 2. Kunngerðin inniheldur meira nágreiniligar reglur enn vanliga er ásett í arbeiðsumhvørvisreglum til teknisk hjálpartól.
Stk. 3. Tá lyftiútgerð og spøl eru fest á akfør, ið eru umfataði av ferðslulógini, eru reglurnar í ferðslulógini galdandi fyri, innrætting, útgerð og nýtslu av akfarinum.

§ 2. Undantikin frá hesi kunngerð eru:

1. Lyftiútgerð og spøl, ið brúkt verða til rørslubrekaðar persónar, og
2. lyftir v.m.

Kapittul 2.
Innrætting

§ 3. Lyftiútgerð og spøl skulu við atliti til konstruktión, tilgerð, útgerð, trygdarútgerð og støðufesti verða soleiðis innrættað, at tey í teimum tilætlaðu rakstrarumstøðum kunna setast upp, nýtast, viðlíkahaldast og umvælast trygdar- og heilsuliga fult forsvarligt.
Stk. 2. Lyftiútgerð og spøl, sum eru ætlaði at lyfta persónar, skulu lúka fylgjandi krøv:

  1. Tilgerðin skal roknast út frá einari last, ið er 50% størri enn tann ætlaða mesta støðuga lastin, og

  2. tog, ketur og mekaniskir lutir, ið kunna slítast, skulu verða roknaðir til tað tvífaldaða av tí mestu ætlaðu last og skulu verða í tveimum eintøkum ella tryggjað við eini sjálvvirkandi lási- ella bremsuskipan.

Stk 3. Stk. 2, nr. 2 er eisini galdandi fyri amboð og tól, har onnur serlig trygdarfyrilit gera seg galdandi, t.d. lyftiútgerð til leiktjøld og ljósútbúnað.
Stk. 4. Lyftiútgerð og spøl uttan førara mugu ikki innrættast til persónflutning.

§ 4. Lyftiútgerð má ikki verða innrættað til fría loring
Stk. 2. Undantikið frá stk. 1 eru:

  1. Mobilkranar, treytað av at teir eru útgjørdir við einum útloysara til fría loring og at hendan er støða soleiðis, at ein ikki av óvart kemur at hesari.

  2. Lyftiútgerð, har frí loring er neyðug fyri útinnan av arbeiðinum, t.d. rambukkar, kranar við grípiskuplu og krani við sleipiskuplu.

§ 5. Lyftiútgerð og spøl, ið eru innrættaði við førarasessi á útgerðini, og sum blíva nýtt undir slíkum umstøðum, at førarin er ábærur fyri heilsuskaðiligari ávirkan av nógvum hita, kulda, óljóði og dusti v.m., skulu verða útgjørd við førarahúsi. Hetta er tó ikki galdandi, um arbeiðsviðurskiftini forða fyri nýtslu av førarahúsi, ella um útgerðin bert verður nýtt hendingaferð í einum arbeiðsdegi.
Stk. 2. Tornkranar skulu altíð verða innrættaðir við førarahúsi, har arbeiðsviðurskiftini eru soleiðis, at førarin ikki hevur nóg gott útsýni.

§ 6. Førarahús skulu verða innrættað soleiðis, at førarasessurin og rørsluhandtøk eru støðað og tilgjørd ergonomisk rætt og soleiðis, at førarin hevur eitt gott útsýni.
Stk. 2. Fyri mát av førarahúsum innan, ið eru tikin í nýtslu áðrenn 1. januar 1995, eru fylgjandi krøv galdandi:

  1. Førarahús á tornkranum skulu í minsta lagi verða 2000 mm høg, 1000 mm breið og 1300 mm long, og

  2. Førarahús á øðrum fast uppsettum kranum og skinnarakoyrandi kranum, skulu í minsta lagi verða 2000 mm høg og hava eitt gólvøki uppá í minsta lagi 2,5 m2.

Stk. 3. Førarahús skulu í neyðugan mun hava hita-, køli og ventilatiónsskipan, ið kann stillast.

§ 7. Tornkranar, ið eru uppsettir í meira enn 2 mánaðir, skulu verða innrættaðir við persónlyftu, um hetta er tekniskt og praktiskt møguligt, tá atkomuvegurin til førarahúsið er meira enn 25 m. Atkomuvegurin verður mátaður loddrætt frá niðasta stað, har ein fer í kranan til ovasta punkt á atkomuvegnum. Umframt lyftu, skal eisini vanligur atkomuvegur verða.

Kapittul 3.
Merking, brúkaraleiðbeining og góðkenning v.m.

§ 8. Øll lyftiútgerð og spøl skulu, tá tey verða latin til nýtslu ella framsýning her í landinum, verða haldgott og týðuliga merkt við í minsta lagi hesum upplýsingum:

  1. Navn og bústaður hjá framleiðaranum,

  2. framleiðsluár.

  3. raðnummar og sniðmerki.

  4. størst loyvda arbeiðslast (SWL) og

  5. møguligar lastbólkar.

Stk. 2. Beriútgerð, sum er partur av eini lyftiútgerð ella spæli, skal merkjast sum ásett í stk. 1. Har hetta ikki er møguligt, skal útvegarin lata skjal ella talvur við, sum innihalda neyðugu váttan og upplýsingar.
Stk. 3. Førarahús, ið verða latin sum eykaútgerð, skulu merkjast sum ásett í stk. 1, nr. 1, 2 og 3.

§ 9. Um lyftiútgerðin er innrættað við tægratogum ella tægrabendlum, skal saman við útgerðini útflýggjast ein váttan, ið sigur frá, at beriútgerðin er vælegnað til lyftiútgerðina.

§ 10. Tá lyftiútgerð og spæl verða útflýggjað, skal brúkaraleiðbeining fylgja við, sum er neyðug fyri at hesi kunna nýtast, flytast og setast upp uttan ampa fyri trygd og heilsu, og kunna haldast í forsvarligum standi.
Stk. 2. Brúkaraleiðbeiningin skal upplýsa, um lyftiútgerðin ella spælið kemur undir krøvini um lastroynd eftir §§ 13-14, um fráboðan eftir § 15, eftirlitsbók eftir § 16 ella um førarin skal hava prógv eftir kunngerð um kranføraraprógv nr. 89 frá 12. nov. 1979. Um lyftiútgerðin skal góðkennast eftir § 11, skal góðkenningin skjalprógvast.

§ 11. Bátsmannsstólar og arbeiðspallar til lyftiútgerðina, spæl og lási- og bremsuskipanir, skulu, tá hesi verða utflýggjaði til nýtslu ella framsýning her í landinum verða góðkend av stjóranum á Arbeiðseftirlitinum. Góðkenningin kann verða grundað á skjalprógvaðar royndir, ið gjørdar eru á góðkendum stovnum ella virkjum, smb. § 25, stk. 3.

Kapittul 4.
Uppseting og lastroynd

§ 12. Uppseting og niðurtøka av lyftiútgerð og spølum má bert gerast av væl skikkaðum persóni. Uppseting og niðurtøka skal gerast forsvarliga og sambært leiðbeining frá útvegaranum.

§ 13. Spøl, ið eru roknaði til persónlyfting, og øll lyftiútgerð má ikki takast í nýtslu sum nýggj, fyrr enn tey eru lastroynd.
Stk. 2. Áðrenn nýtslu skal nýggj lastroynd skal gerast í samband við:

  1. umbygging ella umvæling av týdningi,

  2. útskifting av Beriútgerð,

  3. hvørt høvuðseftirlit og 10 ára eftirlit, og

  4. nýggja uppseting, burtursæð frá uppseting fyri sama eigara av fríttkoyrandi lyftiútgerð, t.d. mobilkaranum, autokranum og flytbarari lyftiútgerð, ið verður nýtt til persónlyfting.

Stk. 3. Tann, ið ger lastroyndina, skal skriva eina váttan um hesa, váttanin skal goymast í eftirlitsbókini, smb. § 16, stk. 2.

§ 14. Lastroyndin skal gerast soleiðis, at:

  1. teir berandi partar verða lastaðir í teimum vánaligastu umstøðum,

  2. støðufesti verður roynt í teimum vánaligastu umstøðum.

Stk. 2. Royndarlastin skal verða 125% av tí størst loyvdu arbeiðslast, um ikki serligar umstøður gera seg galdandi.

Kapittul 5.
Fráboðan og eftirlitsbók

§ 15. Fylgjandi lyftiútgerð og spøl mugu ikki takast í nýtslu sum nýggj, fyrr enn tey eru fráboðaði Arbeiðseftirlitinum:

  1. føst uppsett lyftiútgerð, har størst loyvda arbeiðslastin er meira enn 300 kg, og elektrotaljur har størst loyvda arbeiðslastin er meira enn 1000 kg.

  2. øll lyftiútgerð og spøl, sum verða nýtt á skiftandi uppsetingarstøðum, t.d. byggikranar, og

  3. øll lyftiútgerð og spøl, ið verða nýtt til persónlyfting.

Stk. 2. Nýggj fráboðan skal gerast, áðrenn nýtslu, í samband við:

  1. eigaraskifti,

  2. umbygging ella umvæling av týdningi, og

  3. nýggja uppseting, burtursæð frá uppseting fyri sama eigara av fríttkoyrandi lyftiútgerð, t.d. mobilkaranum, autokranum, flytbarari lyftiútgerð og spølum, ið verða nýtt til persónlyfting og elektrotaljur.

Stk. 3. Skyldu til at fráboða hevur tann, ið stendur fyri uppsetanini av lyftiútgerð ella spæli. Við eigaraskifti liggur hendan skylda tó hjá nýggja eigaranum. Fráboðanin skal gerast á eitt serligt fráboðanarskjal, ið fæst frá Arbeiðseftirlitinum. Fráboðanin skal sendast til Arbeiðseftirlitið.

§ 16. Til alla fráboðanarskylduga lyftiútgerð og spøl skal finnast ein eftirlitsbók, ið skal goymast nærhendis útgerðini.
Stk. 2. Í eftirlitsbókini skal verða:

  1. váttan um sniðgóðkenning,

  2. váttan um lastroyndir,

  3. váttan um fráboðan,

  4. váttan um beriútgerðina,

  5. upplýsingar um feilir, trot og eftirlit,

  6. upplýsingar um umvælingar, ið hava týdning fyri trygd og heilsu,

  7. upplýsingar um útskifting av Beriútgerð, og

  8. upplýsingar um boð frá Arbeiðseftirlitinum viðvíkjandi lyftiútgerðini ella spælinum.

Kapittul 6.
Nýtsla, viðlíkahald og kanning

§ 17. Eigarar og brúkarar av lyftiútgerð og spølum skulu tryggja sær, at hesi verða brúkt á ein forsvarligan hátt við atliti til trygd og heilsu, í samsvar við brúkaraleiðbeiningina frá útvegaranum og við umhugsni til fyriliggjandi umstøður.
Stk. 2. Lyftiútgerð og spøl mugu bert nýtast til persónlyfting, um so er, at hesi eru innrættaði til hetta endamál.

§ 18. Lyftiútgerð og spøl, har kranføraraprógv verður kravt, mugu bert verða passaði av persóni við slíkum prógvi, smb. kunngerð nr. 89 frá 12. nov. 1979 um kranførararprógv.

§ 19. Bert persónar, ið hava arbeiðsuppgávur í samband við lyftiútgerðina og spølini, mugu ferðast og verða á útgerðini, og hetta má bert fara fram á teimum hartil innrættaðu atkomuvegum og arbeiðspallum, um ikki persónurin á annan hátt er trygdarliga vardur.
Stk. 2. Eingin persónur má fara upp í eina lyftiútgerð ella spæl, uttan at førarin hevur fingið hetta fráboðað.

§ 20. Tá lyftiútgerð og spøl eru uttan umsjón, skal motorurin altíð verða steðgaður.
Stk. 2. Tá farið verður frá lyftiútgerð og spæli og hesi eru uttan umsjón, skal útgerðin og møgulig hjálpiútgerð setast í eina forsvarliga støðu. Motorurin skal verða tryggjaður móti, at óviðkomandi kunna seta hann í gongd.

§ 21. Byrður mugu ikki lyftast, um tað er nakar ivi um, at hetta kann gerast forsvarliga, t.d. vegna vekt av byrðuni ella ivaspurningar í samband við íhøggingina.
Stk. 2. Vektin av byrðuni íroknað íhøggingarútgerðina skal staðfestast, um hetta hevur týdning fyri trygdina.
Stk. 3. Fyri ta í § 8, stk.2 nevndu Beriútgerð, skulu á brúkarastaðnum verða talvur o.l., sum á týðuligan hátt vísa ta mest loyvdu arbeiðslast.

§ 22. Lyftiútgerð og spøl skulu haldast í einum slíkum standi, at tey við atliti til trygd og heilsu eru fult forsvarlig og skulu kannast og viðlíkahaldast eftir leiðbeiningi frá útvegaranum. Í minsta lagi hvønn 12. mánað skal av útvegaranum ella øðrum sakkønum verða gjørd ein høvuðskanning.
Stk. 2. Brúkt lyftiútgerð og spøl skulu gjøgnum ein høvuðskanning, áðrenn nýggjur eigari tekur útgerðina í nýtslu.
Stk. 3. Lyftiútgerð og spøl sum hava verið tikin úr rakstri, skulu gjøgnum eina høvuðskanning, áðrenn útgerðin verður tikin í nýtslu aftur.

§ 23. Lyftiútgerð, sum verður brúkt uttandura, skal, tá hendan er 10-ára gomul, roknað frá framleiðsluárinum, gjøgnum ein høvuðskanning av serligum sakkønum, smb. § 24 (10-ára kanning). Hendan kanning kemur ístaðin fyri 12 mánaðars kanningingina sama ár.
Stk. 2. Lyftiútgerð, ið er fast uppsett á skrásettum akførum kemur ikki undir 10-ára kanningina.
Stk. 3. 10 ára kanningin skal umfata teir berandi partarnar, sveisingar, samlingar, trygdarútgerð og transmissiónslutir v.m.
Stk. 4. Tann sakkøni skal gera eina frágreiðing um kanningina við eini meting av, um tað er neyðugt við treytum fyri framhaldandi nýtslu av lyftiútgerðini. Eigarin skal skjótast gjørligt, aftaná móttøkuna av frágreiðingini, senda hesa til Arbeiðseftirlitið, sum síðan ásetur treytirnar fyri framhaldandi nýtslu.

§ 24. 10-ára eftirlitið má bert gerast av einum virki við serligum sakkunnleika á hesum øki og sum er góðkent til hetta arbeiði.

Kapittul 7.
Eftirlit, frávik og klagur

§ 25. Arbeiðseftirlitið kann, fyri at røkja sínar uppgávur eftir kunngerðini, nýta hjálp og stuðul frá øðrum sakkønum.
Stk. 2. Arbeiðseftirlitið kann krevja, at framleiðari, innflytari, eigari ella brúkari av lyftiútgerð ella spølum, syrgja fyri slíkum serligum royndum, sum tað finnur neyðugt, fyri at meta, um nýtsla av lyftiútgerðini ella spælinum er forsvarlig, ella um útgerðin annars lýkur treytirnar í forskriftunum.
Stk. 3. Arbeiðseftirlitið kann áseta, at royndirnar skulu gerast av einum góðkendum stovni ella virki.

§ 26. Arbeiðseftirlitið kann loyva frávik frá hesi kunngerð, har tað vegna serliga konstruktión av lyftiútgerðini ella spæli, uppseting, nýtslu ella serligum umstøðum annars, verður mett rímiligt og forsvarligt.

§ 27. Avgerð tikin eftir hesi kunngerð kann kærast eftir § 36 í lóg um arbeiðaravernd.

Kapittul 8.
Revsing, gildi og skiftisreglur

§ 28. Brot á hesa kunngerð kemur undir sekt, um so er at brotið eftir lóggávuni annars hevur ikki við sær hægri straff. Sektaður verður tann, ið:

  1. fremur brot á §§ 3-24,

  2. ikki aktar boð og forboð, ið givin eru sambært reglunum í hesi kunngerð,

  3. skúgvar til viks treytirnar fyri givnum loyvum og góðkenningum eftir kunngerðini.

Stk. 2. Fyri brot á §§ 3-7, §§ 12-14, §§ 16-24 og § 28, stk 1, nr. 2 og 3, kann arbeiðsgevarin verða Sektaður við bót, sjálvt um brotið ikki kann roknast honum sum gjørt við vilja ella í ósketni. Sektin kann ikki broytast til aðra revsing.
Stk. 3. Er brotið framt av einum partafelag, lutafelag ella líknandi, kann áleggjast sjálvum felagnum sektarábyrgd.

§ 29. Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir hon er lýst, smb. tó stk. 2.
Stk. 2. Kunngerðin er eisini galdandi fyri lyftiútgerð og spøl, ið eru tikin í nýtslu, áðrenn hendan kunngerð kom í gildi, tó er fyri hesa útgerð fylgjandi galdandi:

  1. Krøvini til minstumátini av førarahúsi til tornkrana, eftir § 6, stk. 2, nr. 1, koma ikki í gildi fyrr enn 31. desember 1995.

  2. Krøvini til minstumátini av førarahúsum til aðrar fast uppsettar og skinnarakoyrandi kranar eftir § 6, stk. 2, nr. 2, koma ikki í gildi fyrr enn 31. desember 1997.

  3. Krøvini til persónlyftir eftir § 7, koma ikki í gildi fyrr enn 31. desember 1995.

  4. Uttandura lyftiútgerð, sum er meira enn 10-ára gomul, tá kunngerðin fær gildi, skal í seinasta lagi gjøgnum 10-ára kanningina 31. desember 1995.

§ 30. Samstundis sum hendan kunngerðin fær gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 88 frá 14. oktober 1987 um kranar.

1) Broytt við K. nr. 33 frá 16.04.1997.