Javnstøðulóg


Ll. nr. 52 frá 03.05.1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn

 


1. partur 
Endamál 

§ 1. Henda lóg hevur til endamáls at beina burtur allan mismun vegna kyn.
Stk. 2. Tað stríðir kortini ikki móti hesi lóg, at tryggjað verður øðrum kyninum serlig rættindi, tá ið hesi ætlast at náa endamáli lógarinnar.
Stk. 3. Veitast skal kvinnum og monnum eins møguleikar til útbúgving, arbeiði, yrkisliga og mentanarliga menning.

2. partur 
Meginreglan 

§ 2. Ikki er loyvt - hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis - at gera mismun á fólki vegna kyni.

Starvsseting o.a. 

§ 3. Tað er ikki loyvt arbeiðsgevara at gera mismun á løntakara vegna kyn. Hesin mismunur er bannaður í sambandi t.d. starvsseting, uppsøgn, starvsmeting, lønarflokking, starvsflyting, starvsuppflyting, farloyvi, arbeiðsumstøður og framíhjárættindi.
Stk. 2. Ikki er loyvt arbeiðsgevara at lýsa eftir fólki til arbeiðis, har tað á nakran hátt bendir á, at annað kynið hevur fyrimun, uttan so at starvið er treytaleyst kynsbundið. Heldur ikki er loyvt útbúgvingarstovnum at søkja eftir næmingum, har annað kynið hevur fyrimun. Í heilt serligum føri kann javnstøðunevndin geva
undantaksloyvi.
Stk. 3. Verður løntakari uppsagdur ella á annan hátt fyri vanbýti, tí hann hevur gjørt rættindi galdandi sambært 1. stk., kann verða veitt honum ein samsýning, sum í mesta lagi svarar til løn í 20 vikur. Samsýningin verður at áseta eftir starvsaldri og umstøðunum annars.

Eins løn

§ 4. Arbeiðsgevari skal veita kvinnum og monnum eins løn og ágóða annars fyri sama arbeiði. Hetta er eisini galdandi fyri arbeiði, ið verður mett at hava sama virði.
Stk. 2. Løntakari, ið ikki fær eins løn og/ella ágóða sambært 1. stk., skal hava útgoldið munin og/ella veitast sama ágóða.
Stk. 3. Verður løntakari uppsagdur ella á annan hátt fyri vanbýti, tí hesin hevur kravt lønarmunin ella aðrar ágóðar sambært 1. stk., skal arbeiðsgevarin rinda honum eina samsýning, sum í mesta lagi svarar til løn í 20 vikur. Samsýningin verður annars at áseta eftir starvsaldri og umstøðunum annars.

Eins yrkis- og menningarmøguleikar

§ 5. Arbeiðsgevari, sum hevur bæði kvinnur og menn í arbeiði, skal geva teimum eins møguleikar til t.d. útbúgving, eykaútbúgving, umskúling, at fara á skeið ella á ein og hvønn hátt at luttaka í virksemi, ið gevur løntakarum økt starvsføri.
Stk. 2. Verður løntakari uppsagur ella á annan hátt fyri vanbýti, tí hann hevur kravt rættindi sambært 1. stk., skal arbeiðsgevarin lata eina samsýning eftir somu reglum sum í § 4, 3. stk.

3. partur 
Foreldrafrávera 

§ 6. Løntakarar hava rætt til at verða burtur úr arbeiði í sambandi við viðgongu, barnsburð og eftir barnsburð sambært galdandi lóg og/ella sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag/persón og arbeiðsgevara.
Stk. 2. Somu reglur eru galdandi í sambandi við ættleiðing.
Stk. 3. Løntakari, ið nýtt hevur rættindi sambært 1. og 2. stk., kann ikki skerjast í lønar-og eftirlønaraldri.
Stk. 4. Verður løntakari uppsagdur ella fyri vanbýti ímóti reglunum í 1. og 2. stk., skal arbeiðsgevarin rinda eina samsýning, sum í mesta lagi svarar til løn í 50 vikur, ið verður at áseta alt eftir starvsaldri og umstøðunum annars.
Stk. 5. Verður løntakari uppsagdur ella á annan hátt fyri vanbýti í viðgongutíðini, undir barnsburði, eftir barnsburð ella ættleiðing, áliggur tað arbeiðsgevar- anum at prógva, at uppsøgnin ikki var grundað á hesi viðurskifti.

4. partur 
Frálærutilfar 

§ 7. Frálærutilfar til undirvísing og uppaling barna skal samsvara janvstøðuhugsjónini í hesi lóg.
Stk. 2. Øll lestrar- og starvsfrálæra skal leggjast soleiðis til rættis, at bæði kynini hava eins góðan møguleika at velja millum tey tilboð, undirvísingarstovnurin veitir.

5. partur 
Nevndir og ráð 

§ 8. Allar almennar nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum fyristingarvaldið útnevnir, skulu verða sett saman soleiðis, at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðaðir. Sama er galdandi fyri tær nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum løgtingið og bý- og bygdaráðini útnevna, tá ið tey, ið útnevnast skulu, ikki nýtast at vera løgtings- ella bý/bygdaráðslimir.
Stk. 2. Tá ið serligar grundir eru fyri tí, kann javnstøðunevndin geva undantaksloyvi í hvørjum einstøkum føri ella fyri eina yrkisgrein sær.

6. partur 
Javnstøðunevndin 

§ 9. Javnstøðunevndin virkar undir Føroya Landsstýri. Umframt tær uppgávur, nevndar eru í hesi lóg, er virksemi nevndarinnar hetta:

§ 10. Javnstøðunevndin hevur 5 limir, sum eftir tilmæli frá niðanfyri nevndu feløgum og stovnum verða tilnevndir av landsstýrinum:
1 umboðandi løntakarar, 1 umboðandi arbeiðsgevarar, 1 umboðandi Kvinnufelagssamskipan Føroya, 1 umboðandi skúla-, heilsu- og almannaverkið og 1 umboðandi Føroya Landsstýri. Umboð landsstýrisins er formaður.
Stk. 2. Tiltaksumboð verða vald á sama hátt sum umboð eftir 1. stk.
Stk. 3. Javnstøðunevndin verður vald beint eftir løgtingsval fyri valskeiðið, løgtingið situr. Umboð kunnu veljast aftur.
Stk. 4. Javnstøðunevndin kann útvega sær fyrisitingarliga hjálp at greiða tær uppgávur, lógin áleggur henni.

§ 11. Fólk, sum halda seg hava verið fyri mismuni vegna kyn, kunnu kæra til javnstøðunevndina.
Stk. 2. Fær javnstøðunevndin grund at halda, at mismunur vegna kyn fer fram, kann nevndin taka málið upp.
Stk. 3. Um mál viðvíkjandi almennum myndugleikum og stovnum verður lagt fyri javnstøðunevndina, ella nevndin sjálv tekur málið upp, hevur myndugleikin ella stovnurin skyldu til at veita allar neyðug- ar upplýsingar.
Stk. 4. Yrkisfeløg og privatir arbeiðsgevarar hava eins og í 3. stk. skyldu at lata javnstøðunevndini allar upplýsingar, sum javnstøðunevndin metir neyðugar til tess at upplýsa málið.
Stk. 5. Heldur javnstøðunevndin, at ein almennur stovnur, einstaklingur, felag, virki ella líknandi hevur brotið hesa lóg, skal nevndin innan 14 dagar, eftir at málið er ligðugt viðgjørt av nevndini, senda áheitan til avvarðandi um at fáa lógarbrotið rættað innan 2 vikur.
Stk. 6. Landsstýrið ásetir nærri reglur um málsviðgerð.

7. partur 
Revsing og rættarviðgerð

§ 12. Um javnstøðunevndin heldur, at farið er fram á ein hátt, sum er í stríð við lógina, og áheitan sambært § 11, 5. stk., ikki hevur havt nøktandi bata við sær, kann javnstøðunevndin 
1. heita á ákæruvaldið um at reisa ákæru, 
2. mæla til, at tann, hvørs rættindi eru brotin, fær fría rættargongd til rættarmál um samsýning.
3. leggja málið fyri rættin í borgarligari rættar-gangssókn um, at framferðarhátturin hevur verið í stríð við lógina,
4. tá ið talan er um almennan myndugleika ella stovn, at heita á viðkomandi yvirskipaða stovn um at áleggja viðkomandi myndugleika ella stovni at broyta avgerð ella framferðarhátt. Hjálpir hetta ikki, skal farast fram sambært nr. 1-3.

§ 13. Allir sáttmálar, sum geva løntakarum verri sømdir ella rættindi, enn henda lóg gevur, eru í fullum líki ella lutvíst ógildugir.

§ 14. Brot á § 3, § 4, § 5, § 6, § 8, § 11, og § 13 í hesi lóg verða revsað við sekt, eisini um hetta verður kravt í sambandi við borgarligari rættarsókn.
Stk. 2. Er lógarbrotið framt av partafelag, lutafelag, stovni, stati, landi, kommunu ella líknandi, kann sektarábyrgdin áleggjast felagnum e.ø. sjálvum.

§ 15. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.