Rúsdrekkalógin


Kunngerð nr. 80 frá 21.04.1993 um handil við ethanoli til tekniska nýtslu

Við heimild í § 2, stk. 3 í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Apoteksverkinum er loyvt at innflyta og selja ethanol til tekniska nýtslu og heilivágsframleiðslu.

§ 2. Sølan kann bert fara fram, tá ið keyparin leggur fram skrivliga váttan frá Arbeiðseftirlitinum, ið sigur, at neyðugt er at nýta ethanol til ta í § 1 nevndu nýtslu og hvørja nøgd.

§ 3. Niðanfyri nevndu stovnum nýtist ikki at leggja fram ta í § 2 nevndu váttan, um so er, at stovnsleiðarin frá apoteksverkinum biður um ávísa nøgd og við trú og heiður skrivliga váttar, at stovnurin skal nýta ethanolið til ta í § 1 nevndu nýtslu:

1) Apoteksverkið.
2) Sjúkrahúsverkið.
3) Skúlar.
4) Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
5) Føroya Náttúrugripasavn.
6) BIO-FAR verkætlanin.

§ 4. Stovnar sambært § 3 skulu skráseta, hvussu ethanolið er nýtt.

§ 5. Tær í §§ 2 og 3 nevndu váttanir skal apoteksverkið skjalgoyma í 2 ár.

§ 6. Toll- og Skattstova Føroya hevur eftirlit við, at ethanolið verður nýtt til ætlaða endamálið.

§ 7. Brot á hesa kunngerð verður revsað við bót.

§ 8. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 36 frá 19. november 1954 um keyp og sølu av kumpasspritti.