Nammco


Kunngerð nr. 27 frá 11.01.1993 um sáttmála um samstarv um at granska, varðveita og umsita hval og kóp í Norðuratlantshavi

 

Við góðkenning Føroya Løgtings hevur Føroya Landsstýri gjørt henda sáttmála:

Sáttmáli um samarbeiði innan gransking, varðveitslu og umsiting av havsúgdjórum í Norðuratlantshavi.

Partarnir,

SAMSVARANDI málsetningunum, sum settir eru í "Memorandum of Understanding", undirskrivað í Tromsø tann 19. apríl 1940, um samarbeiði millum lond við marki til Norðuratlantshavið um gransking, varðveitslu og umsiting av havsúgdjórum;

VIÐ ATLITI til sína felags umsorgan fyri skilagóðari umsiting, varðveitslu og mestu gagnnýtan av livandi tilfeinginum í havinum sambært vanliga góðkendum grundreglum í altjóða lóg, sum eru at finna aftur í ST-konventiónini frá 1982 um havrættin;

VIÐ TÍ YNSKI at bøta um samstarvið innan gransking viðvíkjandi súgdjórum í havinum og leiklut teirra í vistskipanini, harundir, har tað hóskar seg, fleirstovnametingar, og ávirkanin av havdálking og øðrum virksemi menniskjans;

HAVANDI Í HUGA tørvin á at menna umsitingarhættir, sum hava fyrilit fyri sambandinum millum havsúgdjór og annað livandi tilfeingi í havinum:

VIÐ AT TAKA FRAMAFTUR vanligu grundreglurnar fyri varðveitslu og burðardygga gagnnýtan av natúrliga tilfeinginum, sum víst verður aftur til í frágreiðingini frá heimsnevndini fyri umhvørvi og menning;

SANNFØRDIR UM, at regionaløki í Norðuratlantshavi kunnu tryggja munadygga varðveitslu, burðardygga gagnnýtan og menning av strandasamfeløgum og upprunafólki;

hava samtykt soljóðandi:

1. grein

Við hesum er ein altjóða felagsskapur stovnaður, sum verður kallaður North Atlantic Marine Mammal Commission - NAMMCO - (Norðuratlantiska nevndin fyri havsúgdjór).

2. grein

Málsetningurin hjá nevndini verður gjøgnum økisráðgeving og samarbeiði at gera sítt til at varðveita, skynsamliga at umsita og granska havsúgdjór í Norðuratlantshavi.

3. grein

Nevndin skal fevna um

(a) eitt ráð
(b) umsitingarnevndir
(c) eina vísindanevnd
(d) eina skrivstovu.

4. grein

1. Hvør partur skal vera limur í ráðnum.
2. Uppgávur ráðsins skulu vera:

(a)at útvega eitt forum til at granska, sundurgreina og skifta um upplýsingar partanna
    millum viðvíkjandi málum um havsúgdjór í Norðuratlantshavi;

(b)at seta hóskandi umsitingarnevndir og at samskipa virksemi teirra;

(c)at áseta stevnumið og málsetningar fyri arbeiðið hjá umsitingarnevndunum;

(d)at fáa í lag arbeiðsfyriskipanir við altjóða ráðið fyri havrannsóknir (ICES) og aðrar
    hóskandi felagsskapir;

(e)at samskipa áheitanir um vísindaliga ráðgeving;

(f)at fáa eitt samarbeiði í lag við statir ikki partar í hesum sáttmála til tess at koma longri
    í málsetninginum, sum settur er í 2. grein.

3. Avgerðir hjá ráðnum skulu verða einmælt samtyktar av teimum limum, sum eru til staðar og
    atkvøða játtandi.

5. grein

1. Umsitingarnevndirnar skulu viðvíkjandi havsúgdjórastovnum ávikavist innan teirra heimildir:

(a) skjóta upp fyri limunum tiltøk til varðveiting og umsiting;

(b) geva ráðnum viðmæli viðvíkjandi vísindaligari gransking.

2. Avgerðir hjá umsitingarnevndunum skulu verða einmælt samtyktar av teimum limum, sum eru til
    staðar og atkvøða játtandi.

6. grein

1. Í vísindaligu nevndini skulu sita serfrøðingar, sum partarnir hava útnevnt.

2. Treytað av góðkenning ráðsins kann vísindanevndin bjóða øðrum serfrøðingum at luttaka í arbeiði
    sínum.

3. Vísindanevndin skal veita vísindaliga ráðgeving, sum svar uppá áheitan ráðsins og, í tann mun tað
    er møguligt, nýta verandi vísindaligar upplýsingar.

7. grein

1. Ráðið skal seta eina skrivstovu á stovn.

2. Skrivstovan skal útinna tær uppgávur, sum ráðið tekur avgerðir um.

8. grein

Ráðið kann ganga við til at loyva eygleiðarum til nevndarfundir, tá ið slík loyvi eru í samsvar við málsetningin í 2. grein.

9. grein

Hesin sáttmáli ávirkar ikki skyldur partanna í øðrum altjóða sáttmálum.

10. grein

1. Hesin sáttmáli verður undirskrivaður 9. apríl 1992 av Føroyum, Grønlandi, Íslandi og Noregi og
    kemur í gildi 90 dagar eftir undirskriving.

2. Sáttmálin kann verða undirskrivaður av øðrum pørtum við samtykki frá verandi undirskrivarum.

3. Ein og hvør partur kann taka seg burtur úr sáttmálanum við seks mánaða ávaring.

Gjørdur í Nuuk tann 9. apríl 1992.

John Petersen (sign.)
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum í Føroyum

Kaj Egede (sign.)
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum í Grønlandi

Þorsteinn Pálsson (sign.)
Fiskimálaráðharrin í Íslandi (sign.)

Oddrunn Pettersen (sign.)
Fiskimálaráðharrin í Noregi