Við heimild í § 24, stk. 1 og 2, í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um
innflutning og sølu av rúsdrekka hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Reglurnar í 4. kapitli um skeinking av
rúsdrekka við undantaki av § 10, stk. 2, nr. 3, fáa gildi 1. juni 1992.
Stk. 2. Reglurnar í kapitlunum 5, 6 og 7 fáa gildi í tann mun reglurnar
viðvíkja skeinking av rúsdrekka, smbrt. stk. 1.
§ 2. Samstundis sum kapitlarnir 4, 5, 6 og 7, smbrt. § 1, fáa gildi, fara tær í § 24, stk. 2, nevndu lógir og kunngerðir úr gildi í tann mun reglurnar viðvíkja skeinking av rúsdrekka.