Læraraútbúgvingarkunngerð


K. nr. 26 frá 07.05.1991 um læraraútbúgving sum broytt við K. nr. 59 frá 13.05.1997

Við heimild í § 13 í løgtingslóg nr. 69 frá 28. mai 1980, um læraraútbúgving hevur Føroya Landsstýri fyrisett:

1. kapittul
Læraraútbúgvingin

§ 1. Útbúgvingin hevur til endamáls at búgva út lærarar til fólkaskúlan. Hon miðar eisini ímóti at leggja støði undir undirvísing í øðrum skúlaformum.

§ 2. Hvør einstakur lesandi velur sær sínar grundútbúgvingargreinir og linjugreinir. Skal tann lesandi skifta lærugrein, eigur hann at skifta í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at undirvísingin í lærugreinini er byrjað. Í sambandi við linjugreinaval kann verða kravt, at tann lesandi hevur neyðugar fortreytir.
Stk. 2. Landsskúlafyrisitingin kann í serstøkum førum loyva frávik frá settu reglum í stk. 1.

§ 3. Landsskúlastjórin kann, eftir tilmæli rektarans, sleppa lesandi undan eini ella fleiri lærugreinum, um so er, at tann lesandi hevur nomið sær hesa útbúgving aðrastaðni.
Stk. 2. Á sama hátt kann lesandi sleppa heilt ella lutvíst undan grundútbúgvingini og ítrótti, um lækni skjalprógvar, at hetta er neyðugt.
Stk. 3. Umsókn um undantøku verður saman við próvskjølum ella læknaváttan send Landsskúlafyrisitingini.
Stk. 4. Frásøgn um undantøku verður skrivliga boðað tí lesandi og rektaranum.

§ 4. Útbúgvingartíðin er 4 ár, og endar útbúgvingin við lærarapróvtøku. Tey lesandi hava skyldu at fylgja undirvísingini, ið givin verður samsvarandi útbúgvingarætlan skúlans.
Stk. 2. Roynd verður hildin í øllum lærugreinum, sum lesandi hevur havt, uttan í praktiskum skúlayrki og sangi/tónleiki sum grundútbúgvingargrein. Í praktiskum skúlayrki, sangi/tónleiki og ítrótti sum felagsgrein verða bert støðumet givin (sbr. § 11, stk. 3 og 5 í lógini).

§ 5. Seinast í 1. útbúgvingarári tekur rektarin støðu til, um tey einstøku lesandi lúka treytirnar fyri at halda fram við útbúgvingini 2. útbúgvingarárið.

Í sambandi við avgerðina eigur rektarin at ansa eftir,

  1. at tann lesandi hevur fingið við próvtøkurnar í kristnikunnleika, rokning, donskum og skriving í minsta lagi próvtalssamløguna 24, og
  2. at ikki praktikkleiðarin – eftir tilráðing frá øllum praktikklærarunum hjá tí lesandi – saman við øllum lærarunum í teim lærugreinum, sum undirvísingin annars hevur fevnt um, skrivliga hevur rátt frá, at tann lesandi heldur fram við útbúgvingini. Eitt tílíkt frámæli skal verða handað rektaranum skrivliga í seinasta lagi 14 dagar, áðrenn próvtøkan byrjar. Frámælið skal verða lagt fyri lærararáðið til ummælis, áðrenn rektarin tekur endaliga avgerð í málinum.

Stk. 2. Um so er, at lesandi, ið ikki lýkur treytirnar sambært stk. 1 pkt. 1, biður um tað, kann nýggj avgerð verða tikin í august mánaði (smb. § 17, stk. 4). Í hesum føri verður bert roynd hildin í tí ella teimum lærugrein/-um, har próvtalið til áður tikna roynd er minni enn 6. Um so er, at lesandi hevur fingið minni enn 6 í fleiri lærugreinum, so kann hann sjálvur velja ta/tær lærugrein/lærugreinir, hann skal til roynd í.
Stk. 3. Lesandi kann fylgja undirvísingini í fyrsta útbúgvingarári tvær ferðir. Lesandi kann í mesta lagi taka 1. árs avgerð 3 ferðir, har tann eina ferðin er endurinnmelding í august mánaði. Landsskúlastjórin kann tó í serligum føri geva undantaksloyvi frá hesi reglu.
Stk. 4. Lesandi kann í lestrartíðini lesa 2. ella 3. útbúgvingarárið umaftur eina ferð.
Stk. 5. Lesandi kann fáa játtað farloyvi frá rektaranum í mesta lagi 2 ár tilsamans. Tó kann læraraskúlin ikki í tílíkum føri veita vissu fyri, at lesandi kann fáa ávísa/somu linjugrein aftur.

2. kapittul
Undirvísingarkarmurin

§ 6. Undirvísingin á læraraskúlanum er skipað á tann hátt, at hon fevnir um 8 lestrarhálvur.

§ 7. Undirvísingartímatalið í allari útbúgvingini í teimum einstøku lærugreinunum er hetta:

    Tímar íalt árstímar lestrarhálvutímar
1) Námsfrøði/undirvísingarlæra 240 8 16
2) Sálarfrøði 180 6 12
3) Samtíðar- og samfelagskunning 90 3 6
4) Námsfrøðilig sergrein 270 9 18
5) Praktiskt skúlayrki 470    
6) Føroyskt 240 16
7) Danskt 120 4 8
8) Rokning/støddfrøði 150 5 10
9) Skriving 45 3
10) Kristnikunnleiki 150 5 10
11) Ítróttur 180 6 12
12) Tilevning 120 4 8
13) Sangur/tónleikur 120 4 8
14) Smíð 120 4 8
15) Handarbeiði 120 4 8
16) 1. linjugrein 345 11½ 23
17) 2. linjugrein 345 11½ 23
18) 3. linjugrein 345 11½ 23

Stk. 2. Undirvísingartímarnir liggja í skemavikum. Í hvørjari lestrarhálvu eru 15 skemavikur.
Stk. 3. Landsskúlastjórin setur nærri reglur um, hvussu setta tímatalið í praktiskum skúlayrki skal verða býtt.
Stk. 4. Umframt sjálvar undirvísingartímarnar kann hvør linjugrein og tann námsfrøðiliga sergreinin hava í minsta lagi eina lestrarviku í allari útbúgvingini.
Stk. 5. Kanningarútferðir og lestrarferðir eiga helst at verða í egnum lærugreinatímum, í skeiðsvikum ella eftir undirvísingartíðina.
Stk. 6. Hesar lærugreinir verða loknar eftir 1. útbúgvingarárið, og er árliga tímatalið hetta:

Danskt 120 tímar
Rokning/støddfrøði 150 tímar
Skriving 45 tímar
Kristnikunnleiki 150 tímar

§ 8. Skeið og frílestur verða hildin, tá ið tørvur og líkindi eru.
Stk. 2. Frílestur er tilboð, sum stendur øllum lesandi í boði við ávísum vikutímatali eina árshálvu, men kann í serstøkum førum leingjast eina árshálvu afturat. Landsskúlafyrisitingin skal í samráð við læraraskúlan áseta tey evni í frílesing, ið kunnu standa teimum lesandi í boði.
Stk. 3. Skeiðini eru samanhangandi arbeiði við ávísum evnum í styttri ella longri tíð og eru at skilja sum natúrligur táttur í almennu undirvísingini á læraraskúlanum. Skeiðini verða fyriskipað á skúlanum í samstarvi ímillum rektaran, lærararáðið og samstarvsnevndina. Samstarvsnevndin er ein innanhýsis nevnd á læraraskúlanum við umboðum fyri lærarar og næmingar. Bæði lærarar og lesandi kunnu koma við uppskotum um skeið.
Stk. 4. Landsskúlastjórin skal góðkenna skeið og frílesing.

§ 9. Landsskúlastjórin góðkennir linjugreinatalið fyri eitt ella møguliga fleiri undirvísingarár í senn.
Stk. 2. Læraraskúlin býður undirvísing í teimum góðkendu linjugreinunum, tó við fyrivarni viðvíkjandi reglunum í § 11, stk. 1, nr. 2 um miðalstøddina á linjugreinabólkum.

§ 10. Undirvísingarárið er frá 1. august til 31. juli.
Stk. 2. Undirvísingarárið er býtt sundur í lestrarhálvur, skemavikur, praktikkskeið og próvtøkuskeið. Landsskúlafyrisitingin kann góðkenna, at próvtøka verður hildin í einstakari lærugrein ella lærugreinaparti fyri ella eftir settu próvtøkutíðina.
Stk. 3. Rektarin ger hvørt ár eftir tilmæli frá lærararáðnum og samstarvsnevndini lærugreina- og tímabýtisætlan skúlans.
Stk. 4. Landsskúlafyrisitingin skal góðkenna tær í stk. 2 og 3 nevndu fyriskipanir.
Stk. 5. Um so er, at ein bólkur av teimum lesandi verður undirvístur av fleiri lærarum í samarbeiði í eini lærugrein ella einum skeiði, so kann rektarin gera av, hvør ið hevur ábyrgdina av at ráðleggja og samskipa undirvísingina í lærugreinini. Tann, ið rektarin setur til hesa uppgávu, verður nevndur høvuðslærari.

§ 11.

1) Praktiskt skúlayrki:
Bólkar verða skipaðir í hesari stødd:
  Tímapraktikk 2-4 lesandi
  Tíðarskeiðspraktikk 1-4 lesandi
2) Linjugreinatalið fyri hvønn árgang sær ásetir Landsskúlafyrisitingin smb. § 9, stk. 1. Miðalstøddin á linjugreinunum skal ikki vera minni enn 3 næmingar. Ein bólkur kann ikki verða býttur sundur, uttan so er, at í minsta lagi 16 lesandi hava valt lærugreinina.

Stk. 2. Bólkarnir í sangi/tónleiki sum grundútbúgvingargrein verða í meðal býttir sundur í bólkar við 5-6 lesandi í sambandi við undirvísing í ljóðførisspæli. Í linjugreinini sangi/tónleiki verður givin einstaklings undirvísing í sangi og í serstøkum føri eisini í raddarvenjing og ljóðførisspæli. Næmingum kann standa í boði einstaklings undirvísing í sangi og tónleiki.
Stk. 3. Landsskúlastjórin kann í serligum føri loyva frávik frá reglunum í stk. 1 og 2.
Stk. 4. Rektarin sendir á hvørjum ári Landsskúlafyrisitingini frágreiðing um bólkabýtið og grundarlag tess. Henda frágreiðing skal vera latin í seinasta lagi 1. apríl.

3. kapittul
Vanligar reglur um undirvísingina

§ 12. Viðvíkjandi innihaldinum í teimum einstøku lærugreinunum verður víst til rundskriv um lesiætlan læraraskúlans, ið er góðkend av Landsskúlaráðnum.
Stk. 2. Í undirvísingini í øllum lærugreinum verður dentur lagdur á, at tey lesandi fáa kunnleika um týdningarmiklar spurningar viðvíkjandi lærugreinarinnar arbeiðshátti, frøðiheiti og hjálparamboðum, og at tey verða vand at orða spurningarnar, arbeiða sjálvstøðugt við teimum, og at samskipa vitan og arbeiðshættir frá ymiskum lærugreinum. Greitt verður frá endamáli lærugreinar í læraraútbúgvingini, eins og evnisútval og arbeiðshættir verða umrødd. Í teimum lærugreinum, ið somuleiðis eru lærugreinir í fólkaskúlanum, verður arbeitt við fakdidaktiskum greiðslustøðum, herímillum eisini, hvussu lærugreinin kann fremja almenna endamál skúlans, eins og umrøtt verður, á hvørjum fakligum metingarstøði støðutakan um undirvísingartilfar til fólkaskúlan eigur at vera. (Í linjugreinunum miðar undirvísingin ímóti øllum fólkaskúlanum og somuleiðis frítíðarundirvísingini. Í hinum lærugreinunum verður víst á galdandi rundskriv um lesiætlan fyri læraraskúlan).

§ 13. Endamál, innihald, evnisval og arbeiðshættir í tí einstøku lærugreinini eiga at verða viðgjørd í øllum lærugreinunum sambært reglunum um lesiætlan lærararskúlans. Lærarar og tey lesandi eiga í felag at gera tær ítøkiligu undirvísingarætlanirnar, herímillum hvussu undirvísingarevnini til hvørja lestrarhálvu skulu verða býtt. Samráðingar eiga somuleiðis at vera um, hvussu undirvísingin í lestrarhálvuni eigur at verða løgd til rættis, og møguliga um broytingar í ætlanum viðvíkjandi evnisvali, arbeiðsháttum, undirvísingartilfari og evnisbýtinum í lestrarhálvuni. Eftir reglunum um endamál og innihald í lærugreinini meta lærari og tey lesandi í felag um ta ætlan og skipan, ið nýtt hevur verið.
Stk. 2. Viðvíkjandi lærugreinini praktiskum skúlayrki eigur tann í stk. 1 nevnda kunning, ráðlegging, skipan og meting at verða umrødd í praktikknevndini.

§ 14. Lærarin í teimum einstøku lærugreinunum leiðbeinir tey lesandi eftir áheitan teirra bæði viðvíkjandi sjálvstøðuga arbeiðinum við lærugreinini fyri og eftir undirvísingartímarnar herímillum møguliga við einum einstaklingsevni og við praktikkfyrireiking í lærugreinini – og viðvíkjandi arbeiði teirra lesandi við einstaklingsevnum í øðrum lærugreinum, ið hava við lærugreinina at gera. Eru leiðbeiningartímar í lærugreinini, so eigur lærarin at vera tøkur hjá teimum lesandi hesar tímar.

4. kapittul
Próvtøkutilmelding

§ 15. Lesandi kann bert fara upp til próvtøku, um tey í reglunum um tær einstøku lærugreinir nevndu arbeiði, frágreiðingar og sovorðið í seinasta lagi 15. apríl í undirvísingarárinum eru latin læraranum. Í hvørjum einstøkum føri setur rektarin eftir góðkenning landsskúlastjórans treytirnar at ganga um aftur.
Stk. 2. Lesandi kann ikki fara upp til próvtøku í lærugreinum, har ið treytað er skrivlig næmingaframløga og/ella luttøka í ávísum kravdum undirvísingarevnum, um rektarin innan 15. apríl próvtøkuárið frá viðkomandi lærara fær boð um, at tey í reglunum um lærugreinina nevndu arbeiði, venjingar ella sovorðið ikki eru avrikað.
Stk. 3. Landsskúlastjórin kann í serstøkum føri gera undantøk frá stk. 2, og hann kann loyva, at lesandi, ið ganga umaftur, heilt ella lutvíst sleppa undan undirvísingini í tí ella teimum lærugreinum, ið tiknar verða umaftur.

5. kapittul
Vanligar reglur um próvtøku

§ 16. Viðvíkjandi próvtøku í teimum einstøku lærugreinunum verður víst til rundskriv um lesiætlan læraraskúlans, ið er góðkend av Landsskúlaráðnum. Landsskúlastjórin kann tó loyva, at skrivlig roynd verður hildin í staðin fyri munnliga roynd í lærugrein, har annars bert er sett munnlig roynd, um hildið verður, at skrivlig roynd er eins nýtilig og tann setta munnliga royndin til tess at vísa støðu próvtakarans, og um annars grundir eru fyri at gera tílíka broyting.
Stk. 2. Um ikki annað er ásett í lesiætlanini um ta einstøku lærugreinina, er próvtøkusetningurin tann setningur, sum undirvísingin fevnir um, herímillum tað sum lesandi sjálvstøðugt hevur ognað sær, undantikið tey arbeiði, o.a., har váttan verður løgd fram (smb. § 15, stk. 1). Próvtøkusetningurin skal verða latin Landsskúlafyrisitingini í seinastu lagi 1. mai í próvtøkuárinum. Tann einstaki lærarin ger í samráð við tey lesandi frágreiðingina um próvtøkusetningin.
Stk. 3. Landsskúlastjórin ásetur gjøllari reglur um próvtøkuhaldið, herímillum fráboðanina millum lærara og próvdómara, um fráboðanir til Landsskúlafyrisitingina, og um óreglusemi hevur verið, tá ið tær skrivligu og verkligu royndirnar vóru.
Stk. 4. Landsskúlastjórin kann undir serstøkum umstøðum víkja frá reglunum um próvtøkusetning og próvtøkuform hjá tí einstaka próvtakaranum.

§ 17. Próvtøkuskeiðið er mai-juni.
Stk. 2. Lesandi, ið eiga at fara upp til próvtøku í donskum, skriving, rokning/støddfrøði og kristnikunnleika í próvtøkuskeiðinum, og sum vegna barnsburð ella sjúku, ið lækni hevur skjalprógvað, ikki hava fullført próvtøkuna, fara til sjúkrapróvtøku. Próvtøkan fevnir um allar royndir í tí ella teimum lærugreinum, sum tann lesandi ikki hevur fullført próvtøku í.
Stk. 3. Lesandi, ið vegna barnsburð ella sjúku, ið lækni hevur skjalprógvað, hava verið forðað at fullført próvtøkuna í eini ella fleiri lærugreinum enn teimum, sum nevndar eru í stk. 2, tá ið undirvísing í lærugreinini er endað, kunnu við góðkenning landsskúlastjórans fara til sjúkrapróvtøku eftir tað regluliga próvtøkuskeiðið.
Stk. 4. Eykapróvtøka eftir § 17, stk. 2 og 3 verður hildin í august.

§ 18. Landsskúlastjórin tilnevnir próvdómarar.
Stk. 2. Rektarin skipar fyri, at royndirnar verða hildnar samsvarandi reglunum og teimum fyriskipanum, ið landsskúlastjórin hevur gjørt.

Skrivligar og verkligar royndir

§ 19. Er próvtøkan í eini lærugrein skrivlig, ger landsskúlastjórin uppgávurnar. Er skrivliga royndin í eini lærugrein í staðin fyri munnlig roynd eftir § 16, stk. 1 ger lærarin uppgávurnar. Hevur ein bólkur havt fleiri lærarar í eini lærugrein, ger høvuðslærarin eftir samráðingar við hinar lærararnar tær uppgávur, sum lærarin í lærugreinini skal gera.
Stk. 2. Tær uppgávur, ið landsskúlastjórin letur gera, eru felags fyri allar próvtakarar. Uppgávur, ið lærarin ger, eru felags fyri bólkin, uttan so er, at annað stendst av reglunum í lesiætlanini.
Stk. 3. Landsskúlastjórin tilnevnir fyri 3 ár í senn uppgávunevndir at gera uppskot til skrivligu uppgávurnar.
Stk. 4. Próvdómarin skal góðkenna tær uppgávur, ið lærarin ger. Læraranum er loyvt at samráðast við próvdómaran um at góðkenna uppgávurnar, áðrenn próvdómarin tekur endaliga avgerð. Tá ið próvtøkan er lokin, hevur rektarin tær í varðveitslu sambært stk. 6.
Stk. 5. Sum part av uppgávuorðingini tekur landsskúlastjórin, ávikavist lærarin við próvdómarans góðkenning, støðu til, hvørji hjálparamboð próvtakarin kann brúka til ta einstøku royndina. Umsjón er, meðan royndin er.
Stk. 6. Tá ið próvtøkan er lokin, hevur rektarin uppgávurnar í varðveitslu. Tá ið próvtøkan er lokin, kunnu teir próvtakarar, ið biðja um tað, fáa svar og avrik síni útflýggjað. Landsskúlastjórin kann gera av, at ávís avrik verða latin fyrr. Avrik, ið ikki verða latin aftur, kunnu verða burturbeind eina lestrarhálvu eftir, at útbúgvingin er lokin.

Munnligar royndir og royndir, ið eru verkligar og munnligar.

§ 20. Lærarin í viðkomandi lærugrein sendir próvdómaranum yvirlit yvir undirvísingarinnihaldið í seinasta lagi 3 vikur, áðrenn próvtøkan byrjar.
Stk. 2. Lærarin ger próvtøkuspurningarnar. Spurningarnir skulu vera fjølbroyttir samsvarandi próvtøkusetninginum. Próvdómarin skal góðkenna spurningarnar. Lærari og próvdómari kunnu samráðast um próvtøkuspurningarnar, áðrenn próvdómarin tekur endaliga avgerð. Fyrireiking, framløga, yvirhoyring og orðaskifti eiga at vera sama dag, og fyrireikingartíðin eigur bert í heilt serstøkum føri at vara longri enn 4 tímar. Samstundis, sum spurningarnir verða gjørdir, verður støða tikin til, um próvtakarin kann brúka hjálparamboð, tá ið hann fyrireikar seg, og um so er, hvørji hjálpiamboð hann tá kann brúka.
Stk. 3. Spurningarnir verða givnir próvtakaranum við lutakasti, uttan so, at teir skulu verða hoyrdir í einum einstaklingsevni ella í lisnum einstaklingssetningi. Er fyrireiking, er hon undir umsjón, uttan so er, at annað er ásett í reglunum um tær einstøku lærugreinirnar í lesiætlanini.
Stk. 4. Lesandi, ið hava framt eitt samlestrarlag, sum lærarin hevur góðkent, kunnu í hesum lærugrein/-um fara beinleiðis til roynd, sum byggir á eitt arbeiðsúrslit. Royndin kann verða hildin sum bólkapróvtøka, um so er, at tann lesandi hevur avrikað arbeiðsúrslitið sum bólkarbeiði. Landsskúlastjórin setur gjøllari reglur hesum viðvíkjandi.
Stk. 5. Lesandi kunnu í lærugrein/-um ella lærugreinapørtum, har royndin byggir á eitt arbeiðsúrslit, somuleiðis fara til bólkpróvtøku, um so er, at tann lesandi hevur avrikað arbeiðsúrslitið sum bólkarbeiði. Landsskúlastjórin ásetur gjøllari reglur hesum viðvíkjandi.
Stk. 6. Landsskúlastjórin kann eftir umsókn frá læraraskúlanum loyva, at próvtøkan í tveimum ella fleiri lærugreinum, har royndin byggir á eitt arbeiðsúrslit, verður hildin sum ein próvtøka. Próvtøkan verður hildin sum bólkpróvtøka, um so er, at tann lesandi hevur avrikað arbeiðsúrslitið sum bólkarbeiði.
Stk. 7. Undir próvtøkuni er lærarin tann, ið skipar fyri. Próvtøkan eigur mest møguligt at vera ein samrøða millum lærara og próvtakara, har próvdómarin kann vera uppií. Tilfar, ið kann vera nágreiniligari váttan um arbeiðið hjá tí lesandi við lærugreinini, kann takast upp í yvirhoyringina. Próvdómari og lærari eru einsamallir undir próvtalsgevingini, samanber tó stk. 7. Tá ið próvtalsgevingin er liðug, er tí lesandi loyvt at fáa eina stutta, munnliga grundgeving fyri próvtalinum.
Stk. 8. Um so er, at ein bólkur hevur havt fleiri lærarar í eini lærugrein, so hevur høvuðslærarin ábyrgdina av lærarans virki eftir stk. 1 og 2. Um so er, at annar lærari yvirhoyrir, so er høvuðslærarin hjástaddur, meðan yvirhoyrt verður, og próvtalið verður givið.
Stk. 9. Tær munnligu royndirnar eru almennar.

6. kapittul
Treytir fyri at standa próvtøkuna (próvtalsgevingin)

§ 21. Próvtøl verða givin í teimum einstøku lærugreinunum, sum nevndar eru í rundskrivi um lesiætlan læraraskúlans. Samsvarandi hesum verður próvtalsgevingin annaðhvørt eftir 13 próvtalsstiganum ella við royndarmetinum staðið/ikki staðið. Í bólkpróvtøku verður einstaklings próvtal givið.
Stk. 2. (Avtikin við K. nr. 59 frá 13.05.1997)
Stk. 3. Um so er, at ein bólkur av lesandi hevur havt fleiri lærarar í eini lærugrein, og hevur ein annar lærari enn høvuðslærarin yvirhoyrt til munnligu royndina, so er høvuðslærarin við í samráðingunum um lærarapróvtalið. Er ósemja læraranna millum, ásetur høvuðslærarin lærarapróvtalið.
Stk. 4.  (Avtikin við K. nr. 59 frá 13.05.1997)

§ 22. Fyri at standa lærarapróvtøkuna krevst:

1. at miðalpróvtalið av øllum próvtøkunum er ikki lægri enn 6,
2. at tann lesandi hevur lokið útbúgvingina í teimum lægrugreinum, har metingarstigið staðið/ikki staðið verður nýtt,
3. at próvtalið í námsfrøði/undirvísingarlæru og linjugreinunum er ikki lægri enn 6,
4. at einki próvtal annars er lægri enn 5 og
5. at praktiska skúlayrkið er fullført, og støðumetið staðið er givið.

Stk. 2. Um so er, at lesandi hevur verið til endaliga roynd meira enn eina ferð í somu lærugrein, so er tað hægra próvtalið galdandi.
Stk. 3. Rektarin ansar eftir, um lesandi hevur staðið lærarapróvtøkuna.

7. kapittul
Próvbók o.a. Prógv

§ 23. Rektarin skrivar próvbók, har hvør lesandi hevur sítt blað. Á próvbókarblaðnum hjá tí lesandi skulu standa dagfestingar hansara, valdar grundútbúgvingargreinir, linjugreinir, onnur skeið ella lesiringar, sum tann lesandi hevur verið við í, meting um støðuna í praktiskum skúlayrki, árs- og royndarpróvtøl í lærugreinunum, undantøk og undantaksloyvi smb. § 3.
Stk. 2. Eftir lokna lærarapróvtøku verða makaskjøl av próvbókarbløðunum send Landsskúlafyrisitingini.
Stk. 3. Flytur tann lesandi í annan læraraskúla, sendir rektarin skúlanum próvbókarblaðið.
Stk. 4. Landsskúlastjórin ger av, hvussu próvbók og próvbókarblað skulu verða tilevnað.

§ 24. Lesandi, ið hava staðið lærarapróvtøkuna, fáa eitt prógv.
Stk. 2. Í próvnum skal standa:

1. Dagfestingar hins lesandi og próvtøkuárið.
2. Meting í praktiskum skúlayrki.
3. Støðumet og próvtøkuúrslit í hvørji einstakari lærugrein, smb. § 22.
4. Hvørjar linjugreinir hin lesandi hevur havt og hvørjar grundútbúgvingargreinir.
5. Hvørji eykaprógv hin lesandi hevur tikið.
6. Hjá lesandi, ið hava havt alisfrøði og evnafrøði, próvtalið í alisfrøði og próvtalið í evnafrøði.
7. Undantøku frá lærugreinum sbr. § 2, stk. 2. Undantøkugrundirnar verða ikki nevndar.
8. Undantøka frá lærugreinum eftir § 3, stk. 1. Sagt verður frá, hvør próvtøka ella undirvísing, ið er orsøk til undantøkuna.
9. Frávik í útbúgvingini sbr. § 25.

Aðrar viðmerkingar kunnu ikki verða tiknar við.
Stk. 3. Próvskjalið verður sett upp eftir próvtøkublaðnum hjá tí lesandi og undirskrivað av rektaranum.
Stk. 4. Landsskúlafyrisitingin ger oyðubløð til próvskjalið.

8. kapittul
Royndarskipanir

§ 25. Landsskúlaráðið kann loyva fyribils frávik, sum eru neyðug til tess at fremja royndarvirksemi og námsfrøðiligt menningararbeiði. Loyvið kann bara byggja á eina fullfíggjaða royndarætlan, sum lærararáð og samstarvsnevnd læraraskúlans viðmæla, og har endamál royndarinnar og ætlaða royndartíðin eru tilskilað. Frágreiðing um royndarúrslitið verður send Landsskúlafyrisitingini.

9. kapittul
Gildistreytir o.a.

§ 26. Henda kunngerð fær gildi frá og við skúlaárinum 1991/92. Tó kemur § 22, stk. 1, nr. 1, 3 og 4 ikki í gildi fyri lesandi, ið taka prógv í 1992, 1993 og 1994.
Stk. 2. Landsskúlastjórin kann í serstøkum føri góðkenna neyðug frávik frá kunngerðini fyri lesandi, ið hava byrjað útbúgvingina, áðrenn henda kunngerð kom í gildi.

§ 27. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.