Við heimild í § 28, stk. 3, í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 5. mai 1987, hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Ikki er loyvt at lata persónar undir 17 ár passa
avhøvdarar, flakamaskinur, flekimaskinur, skrædlarar, kutarar og farsmaskinur.
Stk. 2. Viðvíkjandi aldursmarki fyri tól og maskinur ið ikki eru nevndar í
stk. 1, verða hesar í hvørjum einstøkum føri mettar av eftirlitsmonnum
Arbeiðseftirlitsins.
Stk. 3. Arbeiðseftirlitið skal saman við trygdarskipanini á virkinum merkja
nevndu maskinur, soleiðis at eingin ivi skal verða um, hvørjar maskinur talan er um.
§ 2. Vísandi til § 5 í lógini hevur leiðsla virksins skyldu til at geva teimum persónum, ið passa maskinur og vandamikil tól, eina gjølla upplæring og leiðbeining at passa og handfara hesar maskinur og tól.
§ 3. Brot á hesa kunngerð verða revað eftir § 40 í lógini.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd.