Ll. nr. 128 frá 25.10.1988 um haruveiðu.
§ 1. Loyvt er at skjóta haru í tíðini 2.
november til 31. desember, báðar dagar viðroknaðar.
Stk. 2. Innanfyri tilskilað umráði (oyggj ella part av henni) kann haran
friðast eftir avgerð landsstýrisins fyri eitt ella tvey ár í senn eftir umsókn frá
sóknarstýri og eftir at øll sóknarstýri í oynni hava givið ummæli í málinum.
Stk. 3. Landsstýrið letur tær eftir hesi grein fyrisettu friðingarreglur
kunngera í tí blaði, sum løggilt er til almennar kunngerðir í Føroyum.
§ 2. Haruveiðan má bert fara fram í dagsljósi gerandisdagar, og loyvt er bert at nýta høglbyrsu.
§ 3. Brot á § 1, stk. 1 og § 2 í hesi lóg ella tær fyriskipanir, sum vera givnar sambært lógini, verða revsað við sekt.
§ 4. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.