Flagglógin


Ll. nr. 42 frá 17.07.1959 um flaggið sum broytt við Ll. nr. 109 frá 29.12.1998.

 

§ 1. Føroya flagg er hvítt krossmerki. Krossurin er fagurreyður (PMS 032) og azurblárandaður (PMS 300). Reyði liturin er 1/8 av flaggsins breidd og bláu rendurnar 1/2 av reyða litinum. Teir hvítu teigarnir eru ferhyrndir. Teir næst stongini javnliðaðir, men hinir tvær ferðir so langir. Munurin millum breidd og longd flaggsins er sum 8-11.

§ 2. Ongi frámerkir mugu nýtast í flagginum.

§ 3. Før, sum skrásett eru í Føroyum, undantikin før ríkisins, skulu nýta Føroya flagg.
Hesi før hava ikki rætt at nýta annað flagg úr toppi ella stong, sum eftir lóg ella millumlanda siði er pláss tjóðarflaggsins.

 § 4. Flaggið verður at vinda á stong, sum tilætlað er flagginum. Verður stongin sett á hús, kann hon antin standa steyrrætt upp frá taki ella út frá klædningi, tó má stongin altíð standa, so tað hóskar. Tað sama er eisini galdandi fyri stong, sum reist er frá jørð. Á skipi og báti skal stongin altíð vera í afturenda ella kann afturmastur nýtast.

§ 5. Landsstýrið fyrisetur flaggdagarnar og hvussu leingi flaggast skal.

§ 6. Tað er forboðið at bjóða út til sølu, selja ella leiga flagg út, sum hevur ikki rættar litir og mál.

§ 7. Henda lóg er galdandi fyri øll fløgg, sum nýtt verða alment á vanligan hátt úti ella inni, men er tó ikki galdandi fyri skreytfløgg, borðfløgg ella tílík fløgg.

§ 8. Ongin má vanvirða flaggið hvørki í orðum ella gerðum. Tað er ólógligt at gera nýtslu av flagginum sum merki hjá einstøkum persónum, feløgum ella stovnum ella sum eyðkenni á atgongumerkjum ella á annan tílíkan hátt.
Tað er bert loyvt at nýta flaggið í reklamuendamáli, herundir at seta endurgevingar á vørur, sum verða bodnar út til sølu, ella á tílíka vøru etikette ella íløt, tá ið vøran er føroysk framleiðsla. Sama er galdandi fyri vøru- og firmamerkir.

§ 9. Løgreglan skal ansa eftir, at henda lóg verður hildin.
Brot mót reglum í hesi lóg og reglum, sum fyrisettar eru eftir heimild í hesi lóg koma undir sekt, sum fara í landskassan.
Málini fara fram sum løgreglumál.

§ 10. Henda lóg kemur í gildi beinan vegin.
Tó skulu tey, sum higartil hava nýtt føroyskt flagg sum felagsmerki, framvegis kunna nýta tílíkt flagg.