Starvsmannalógin


Ll. nr. 13 frá 20.03.1958 um starvsmenn/funktionærer, sum seinast broytt við Ll. nr. 36 frá 02.06.1970.

 

§ 1. Stk. 1. Sum starvsmaður eftir hesi lóg er at skilja:

a) persónur, sum starvast í handli, á skrivstovu ella á vørugoymsluavgreiðslu, sum kann setast javnbjóðis.
b) Persónur, hvørs starv er at veita tekniska ella kliniska hjálp, sum kemur ikki undir handverk ella ídnað, og hartil aðrir, sum starvast í arbeiði, sum kann setast javnbjóðis.
c) Persónur, hvørs starv er bert ella fyri ein meginpart arbeiðsgevarans vegna at hava eftirlit við útinningini av annans arbeiði.
d) Persónur, hvørs arbeiði fyri ein meginpart er av sama slag sum tilskilað undir a) og b).

Stk. 2. Tað er ein treyt fyri nýtslu lóginnar, at viðkomandi persóns arbeiðsmegi fyri ein meginpart er bundin í viðkomandi virki, og at hansara starv er soleiðis, at hann er undir fyristíling arbeiðsgevarans.
Stk. 3. Tænastumenn ríkisins, landsins, fólkaskúlans, fólkakirkjunar ella kommununar ella aspirantar til tænastumannastørv koma ikki undir hesa lóg, heldur ikki starvsfólk eftir sjómanslógini, lærlingar eftir lærlingalógini. Reglurnar í §§ 9-13 galda tó starvsfólk eftir sjómanslógini.

§ 2. Stk. 1. Starvsavtala millum arbeiðsgevara og starvsmenn kann bert sigast upp til uppathald eftir eini frest, sum givin er frammanundan samsvarandi stk. 2, uttan so, at avtalað er, at arbeiðið er bert fyribils ella sum roynd, og at hesi arbeiðsviðurskiftir vara ikki longur enn 3 mánaðir. Próvskylduna fyri, at tílík avtala er gjørd, hevur arbeiðsgevari.
Stk. 2. Tilsagnarfrestin til uppathald frá arbeiðsgevara síðu kann ikki setast stytri enn:
1 mánað frest til uppathald seinasta í einum mánað í fyrstu 6 mánaðar starvstíð.
3 mánað frest til uppathald seinast í einum mánað eftir 6 mánað starvstíð.
Uppsagnarfrestin verður longd við 1 mánað fyri hvørt 3. starvsárið, tó longst í 6 mánaðir.
Stk. 3. Uppsøgn starvsmans skal gevast við 1 mánað frest til uppathald seinasta í einum mánað, tó so at í skrivligum sáttmála kann longri uppsagnarfrest frá starvsmans síðu fyrisetast, men treytað av, at uppsagnarfrestin frá arbeiðsgevara síðu verður longd samsvarandi.
Stk. 4. Uppsøgn skal verða givin seinast í mánaðinum frammanundan tí 1. sum uppsagnarfrestin byrjar. Uppsøgnin má gevast í so góðari tíð, at starvsmaður fær farið frá, innan starvstíðin er úti eftir einari eftir starvstíðini givnari uppsagnarfrest.
Stk. 5. Um so er, at starvsmaður heldur fram í einum virki, eftir at tað hevur skift eigara, skal starvstíð hansara undan eigaraskiftinum roknast uppí starvstíðina, uttan so mótgangandi skrivlig avtala er gjørd við nýggja arbeiðsgevarin. Starvsmaður hevur, tá hann heldur fram hjá nýggja arbeiðsgevaranum við fyrr galdandi uppsagnarfrest, onki krav móti fyrra arbeiðsgevaranum fyri ikki at hava sagt upp.
Stk. 6. Um so er, at starvsmaður fær tænastuhús til sín og hús sítt til nýtslu sum lið í starvsavtaluni, skal uppsagnarfrestin vera minst 3 mánaðir frá arbeiðsgevara síðu. Starvsmaður við húsi sínum hevur rætt til móti leigu, sum fyrisett er, ella ókeypis at búgva í tænastuhúsunum upp í 1 mánað aftaná uppathald í starvinum, sama rætt hevur hús hansara við deyða starvmansins. Har arbeiðsgevari heldur tað vera neyðugt fyri virki, hevur hann tó rætt til at krevja flyting beinanvegin, móti at rinda flytingarútreiðslurnar.
Stk. 7. Hesar reglur víkja fyri uppsagnarfrestum starvsfelaganna í førum lógliga boðaðum arbeiðssteðgi.

§ 3. Stk. 1. Um so er, at arbeiðsgevari uttan grund sýtir at taka ímóti starvsmanni í tænastu sína ella uttan grund vísir honum burtur úr tænastuni, og starvsmaður við tænastuslitið eigur í longsta lagi 3 mánað frest samsvarandi reglunum í § 2, hevur arbeiðsgevari skyldu at rinda endurgjald svarandi til lønina til ta tíð, sum starvsmaður viðkomandi dag kundi verið uppsagdur, ella – um so er, at hann hevur fingið uppsøgn frammanundan – til uppsagnarfrestin er úti, um so er, at vanligar endurgjaldsreglur hava ikki størri andsvar við sær.
Stk. 2. Eigur starvsmaður við tænastuslit arbeiðsgevara longri enn 3 mánað frest, verður endurgjald at fyriseta eftir vanligum endurgjaldsreglum. Starvsmaður eigur tó endurgjald svarandi til lønina, til hann fer við 3 mánað frest eftir § 2.
Stk. 3. Um so er, at starvsmaður er festur fyri fyrisett skeið uppá 3 mánaðir ella stytri, galda somu reglur sum í stk. 1. Er starvsmaður festur fyri fyrisett skeið, sum er longri enn 3 mánaðir, og arbeiðsgevari sýtur uttan grund at taka ímóti honum ella vísur honum burtur, tá ið meira enn 3 mánaðir eru eftir av fyrisettu tænastutíðini, galda somu reglur sum í stk. 2.
Stk. 4. Henda grein kemur eisini til nýtslu, tá ið starvsmaður slítur tænastuna orsakað av grovari mishaldi frá arbeiðsgevara síðu.
Stk. 5.1) (avtikin)

§ 4. Um so er, at starvsmaður ikki kemur í ella rýmur úr tænastuni, ella arbeiðsgevari slítur tænastu orsakað av grovum sáttmálabroti frá starvsmansins síðu, eigur arbeiðsgevari rætt til endurgjald fyri tap, sum hann herav er komin undir. Av ólógligari burturveru ella rýming úr tænastu hevur arbeiðsgevari krav uppá endurgjald, sum er minst 1/2 mánaðar løn, uttan so, at serlig viðurskifti liggja fyri.

§ 5. Stk. 1. Verður starvsmaður orsakað av sjúku ikki førur at gera sítt arbeiði, er hansara tænastuvanrøkt at meta sum lógligt forfall, uttan so, at starvsmaður í starvstíðini hevur verið úti eftir sjúkuni við vilja ella grovum ósketni, ella at hann við svik hevur dult, at hann hevur gingið við sjúkuni.
Stk. 2. Tó kann vera fyrisett í skrivligum sáttmála í einstøkum tænastuviðurskiftum, at starvsmaður kann sigast upp við 1 mánað frest til uppathald, tá ein mánaður er úti, tá ið starvsmaður innan fyri eitt tíðarskeið av 12 fylgjandi mánaðum hevur tikið ímóti løn undir sjúku í 120 dagar tilsamans. Gildi uppsøgninnar er treytað av, at hon verður givin beint aftaná teir 120 sjúkadagarnar, og meðan starvsmaður framvegis er sjúkur, harafturímóti skerjist gildi ikki av, at starvsmaður er komin aftur í starvið, eftir at uppsøgnin er givin.
Stk. 3. Veitir arbeiðsgevari starvsmanni kostarhald og innivist sum part í løn, hevur hann skyldu at geva starvsmanni undir sjúku tørvandi røkt, so leingi hann heldur til í húsum arbeiðsgevarans.
Stk. 4. Undir sjúku, sum er longri enn 14 dagar, hevur arbeiðsgevari rætt til, uttan útreiðslur fyri starvsmann, at krevja sær upplýsingar um drúgd sjúkunar gjøgnum starvsmansins lækna ella gjøgnum ein av starvsmanninum valdum serlækna. Lúkar starvsmaður ikki hesa skyldu, uttan at góðar grundir eru til tess, hevur arbeiðsgevari rætt til at slíta tænastuna uttan frest.
Stk. 5. At starvsmaður verður innkallaður at gera verjuskyldu uttan fyri Føroyar, gevur ikki arbeiðsgevara rætt til at skeiða hann av, men hann kann siga honum starvið upp eftir reglunum í § 2. Starvsmaður eigur ikki rætt til løn undir fyrstu innkalling, meðan hann undir seinni innkallingum eigur løn fyri tann mánaðin, hann hevur verið kallaður inn, og næst komandi mánað.

§ 6. Stk. 1. At starvsmaður giftir seg, gevur ikki arbeiðsgevara rætt til at siga honum upp, uttan at halda seg eftir tí uppsagnarfrest, sum starvsmaður eigur.
Stk. 2. Kvinnuligur starvsmaður, sum er upp á vegin, hevur skyldu at siga arbeiðsgevaranum frá seinast 3 mánaðir, innan hon væntar sær at eiga. Ger hon ikki tað, hevur arbeiðsgevari rætt til at slíta tænastuna frá tí degi, umstøðurnar hava óarbeiðsføri við sær. Um so er, at sagt verður frá, kann arbeiðsgevari siga upp starvsmanni við teirri frest, sum henni tilkemur.
Stk. 3. Meðan kvinnuligur starvsmaður gongur við barni, hevur arbeiðsgevari skyldu at veita henni hálva løn frá tí degi hon gerst óarbeiðsfør, tó ikki longur enn 1 mánað frammanundan føðing til 1 mánað aftaná. Somu skyldur hevur arbeiðsgevari, um so er, at arbeiðsgevarin heldur seg ikki kunna geva henni arbeiði, hóast hon er ikki óarbeiðsfør. Um so er, at arbeiðsgevari sigur starvsmanni upp, hevur hann skyldu at rinda fulla løn til uppathald eftir teirri uppsagnarfrest, sum tilkemur starvsmanni.

§ 7. Tá ið starvsmaður doyr í tænastutíðini, eiga hansara eftirsitandi einkja ella børn undir 18 ár, sum hann hevði skyldu at uppihalda, løn í 1, 2 ella 3 mánaðir, eftirsum starvsmaður, tá hann doyði hevði havt 1, 2 ella 3 ára starvstíð í virkinum. Sama rætt hava børn undir 18 ár eftir kvinnuligan starvsmann, um so er, at faðirin er deyður, ella hevði ikki uppihaldsskyldu, tá móðirin doyði.

§ 8. Um so er, at arbeiði, sum starvsmaður skal útinna í arbeiðsgevara tænastu, hevur útreiðslur við sær til ferðir, upphald burtur frá húsum, hevur starvsmaður krav upp á, at arbeiðsgevari ber allar tørvandi útreiðslur, og at hann hevur skyldu at veita honum hóskandi forskot til rindingar av hesum útreiðslum. Hetta skal eisini galda, har tílíkar útreiðslur eftir avtalu rindast í løn ella provisión, men tær inntu sølurnar geva ikki nógmikið til rindingar av vanligum útreiðslum.
Stk. 2. Tær í §§ 3, 5, 6 og 7 nevndu veitingar verða at útrokna fyri provisiónsløntar starvsmenn eftir tí provisiónsinntøku, sum starvsmaður helst vildi havt fingið, um so var, at hann hevði ikki verið hindraður í starvi sínum í teim viðkomandi tíðarskeiðum.

§ 9. Stk. 1. Starvsmenn hava rætt at skipa seg í felag til røkingar av teirra interessum og geva felag teirra upplýsingar um lønarviðurskifti- og arbeiðskor teirra.
Stk. 2. Eitthvørt personale – hóast stødd tess – hevur rætt til gjøgnum felag sítt at krevja tingingar við leiðslu virkisins um lønar- og arbeiðsvilkor.
Stk. 3. Arbeiðsgevari hevur skyldu at føra gerðabók um tingingarnar, sum verður at undirskriva av báðum pørtum og harav verður útskrift givin bæði arbeiðsgevara og starvsfólki.
Stk. 4. Um so er, at semja ikki kemur í lag partanna millum, ella um annar parturin ber seg undan tingingum, hevur hvør av pørtunum rætt til at fáa tingingarnar framdar við uppílegging av semingsmanni eftir reglunum í §§ 10-12.

§ 10. Stk. 1. Semingsmaðurin eftir § 9 verður uppnevndur av landsstýrinum.
Stk. 2. Áheitan um uppnevning av semingsmanni skal gevast skrivliga og viðleggjast gerðabókini eftir § 9, stk. 3 og haraftrat ein stutt frásøgn. Um so er, at seming ynskist tessvegna, at annar parturin ber seg undan tingingum, skal bert ein stutt frásøgn viðleggjast.

§ 11. Stk. 1. Seinast 5 dagar aftaná sína uppnevning stevnir semingsmaður pørtunum saman og fyrisetur tíð og stað fyri tingingum.
Stk. 2. Tað er uppgáva semingsmansins undir forsæti hansara undir tingingum at fáa semju partanna millum. Um so er, at tað eydnast ikki, gevur semingsmaðurin landsstýrinum frásøgn um tingingarnar. Váttað avrit av frásøgnini verður send pørtunum.

§ 12. Undandráttur í førslu av tí í § 9, stk. 3 nevndu gerðabók og í at møta fyri semingsmanninum hevur við sær sekt, sum fer i landskassan.

§ 13. Stk. 1. Semingsmaðurin fær samsýning, sum landsstýrið fyrisetur.
Stk. 2. Tær útreiðslur, sum standa av semingini verða rindaðar ávegis úr landskassanum, men hvør parturin ber sín helming, sum kann krevjast inn við panting.

§ 14. Starvsmaður kann ikki uttan loyvi frá arbeiðsgevara taka sær starv uttanfyri tænastuna.

§ 15. Eftir at starvsmaður hevur givið ella tikið ímóti uppsøgn úr tænstuni, skal arbeiðsgevari geva honum tørvandi loyvi frá arbeiði at søkja sær annað starv. Starvsmaður skal tó sýna ynskjum arbeiðsgevara mest møguligt fyrilit soleiðis, at hann nýtir tær tíðir, sum hóska virkinum best, at leita sær eftir starvi.

§ 16. Stk. 1. Starvsmaður hevur til eina og hvørja tíð rætt til at fáa skrivliga váttað av arbeiðsgevara, hvussu longi hann hevur verið í tænastuni, hvat arbeiði hann hevur tikist við, hvat løn hann hevur havt, og í tilfelli av uppsøgn eftir áheitan upplýsing um grundina til avskeiðingina.
Stk. 2.2) Brot móti hesi reglu hevur við sær sekt, sum fer í ríkiskassan.

§ 17. Hevur starvsmaður bundið seg til, at hann av kappingargrundum ikki má røkja handil ella aðra vinnu av vissum slag ella fáa sær starv í tílíkari, koma reglurnar í lóg um avtalur v. m. frá 8. mai 1917 §§ 36 og 38 í nýtslu. Skylduna hevur hann bert í eitt ár frá tí degi, hann fer, uttan so, at hann hevur fingið ella fær í skrivligum sáttmála fyrisett rímiliga samsýning fyri skerjingna í sínum vinnuvegi. Henda samsýning skal vera tilskilað fyri seg.

§ 18. Stk. 1. Tað er forboðið gjøgnum lýsingar at skila til, at starv er treytað av kapitalinnskoti ella at søkjandi, sum kann seta kapital í, hevur fyrimun.
Stk. 2. Um so er, at kontant depositum krevst inngoldið sum treyt fyri at koma í starv, skal virkisins navn og heimstaður tilskilast í lýsingini.
Stk. 3. Brot móti hesum reglum hava við sær sekt, sum fer í ríkiskassan.

§ 19. Stk. 1. Um so er, at arbeiðsgevari treytar, at starvsmaður skal seta kontantan pening í veð, skal hann setast inn á banka- ella sparikassakonto, og hann kann ikki takast út uttan við undirskrift arbeiðsgevarans og starvsmansins.
Stk. 2.2) Brot móti hesum reglum hava við sær sekt, sum fer í ríkiskassan.

§ 20. Frá reglum í hesi løgtingslóg kunnu ongi avvik gerast í avtalu starvsmanni til meinar.

§ 21. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 1958.

1) Broytt við Ll. nr. 36 frá 02.06.1970
2) Broytt við L. nr. 186 frá 07.06.1958