Jarðarlóg


K. nr. 37 frá 26.10.1956 um yvirtøku av jarðargrunninum og kongsjørðini.

Samsvarandi tingsamtykt og samráðing millum landsstýri og ríkisstýri eru jarðargrunnurin og kongsjørðin flutt til føroyskt sermál.

Føroyski jarðargrunnurin heldur fram sum sjálveigandi grunnur til frama fyri jarðarbrúk, havabrúk v.m., sum fyrisett í § 8 í lóg fyri Føroyar frá 24. mai 1937 "om jordbrugets fremme", soleiðis at niðurlegging av grunninum kann ikki fara fram uttan eftir semju millum landsstýri og ríkisstýri.