Fuglaveišulógin

 

Ll. nr. 27 frį 09.09.1954 um fuglaveišu v.m. , sum seinast broytt viš Ll. nr. 34 fr 26.03.2002.

 

1. bólkur

Um veiširęttindi

§ 1.1) Į sjónum śt at fiskimarkinum undir Fųroyum er veiširętturin viš teim avvikum, sum tilskilaš eru ķ hesi lóg opin fyri einum og hvųrjum, sum hevur danskan heimarętt.

§ 2. Uppi į landi eigur grundeigarin veišuręttin. Višvķkjandi veišurętti er hann, sum situr viš embętisjųrš ella kongsjųrš, javnbjóšis grundeigara.
    Veišuręttin ķ vųtnum og įum hevur hann ella hava teir, sum eftir galdandi lóggįvu hava ręši į vųtnunum.
    Har felag er, og samtykt ella fyrndarręttur ger ikki avvik, hava eigararnir javnbjóšis veišurętt. Samtykt um nżtslu av veišurętti ķ felag kann gerast į grannastevnu. Ķ tķlķkari samtykt kann fyrisetast, at veiša bert kann fara fram ķ minni mun ella yvirhųvur ikki.
    Allir eigarar hava atkvųšurętt į grannastevni um samtykt um veišu ķ felag.
    Einsęris burturlating av veišurętti kann bert fara fram fyri upp ķ 10 įr ķ senn.
    Frišing yvirhųvur ella partvķs innangaršs ķ eini bygd, har fleiri eigarar eru, kann bert fremjast į grannastevni. Atkvųšurętt um samtyktina hevur einhvųr eigari innangaršs og kongsbųndur.
    Til gylduga samtykt krevst yvir helmingur av atkvųšugevandi persónum, sum umboša minst helmingin av skattamarkatalinum, sum atkvųšurętt hevur.

§ 3. Har ikki serlig ręttarvišurskifti gera avvik, hava eigararnir ķ tķ gamla, matrikuleraša bųnum ķ tķ bygd, har bjųrgini liggja, fuglaveišuręttin ķ bjųrgum, uršum og tķlķkum fuglalandi, herundir ręttin til omanfleyg.
    Ręttin til at taka hellufugl hevur hvųr mašur ķ tķ bygd, sum bjųrgini eigur, men eingin uttanbķggjamašur.
    Sama rętt sum eigari til fuglaveišu hevur hann, sum situr viš embętisjųrš, ella kongsbóndi.

§ 4. Har ikki serlig ręttarvišurskifti gera avvik, veršur landpartur av fuglaveišu ķ bjųrgum, uršum og lķknandi fuglalandi bżttur eftir markatali (§ 3).
    Į sama hįtt verša śtreišslur av veišuni bżttar, herundir keyp og umsiting av tųrvandi ambošum.

§ 5. Samtykt um fuglaveišu ķ bjųrgum, uršum og tķlķkum fuglalandi ķ felag kann gerast į grannastevni samsvarandi reglunum ķ grannastevnilógini.

2. bólkur

Um frišing av veišulendum v.m.

§ 6.2) Fuglabjųrg, uršar, hólmar ella tķlķk lendi og ęšuvarp kunnu frišast eftir krevjing frį veišurętthavara ella eigara viš somu lųgfylgju sum eftir § 14, um frišingarnevndin smb. Ll. nr. 48 frį 9.7.1970, § 7, eftir at sżn er hildiš, finnur lendi nżtuligt sum fuglaland ella ęšuvarp.

§ 7.2) Hann, sum ynskir okkurt av teim ķ § 6 nevndu lendum frišaš, skal senda frišingarnevndini skrivliga krevjing um frišing, innihaldandi gjųlla tilskiling av viškomandi lendi.
    Rętturin skal so av eintingum fyri rokning krevjarans ķ taš blaš, sum lųggilt er til upptųku av almennum kunngeršum ķ Fųroyum, seta kunngerš ķ 3 feršir, um at menn į einum nęrri tilskilašum, vanligum tingi, tó ikki fyrr enn 1 mįnaš aftanį seinastu kunngerš ķ blašnum, verša uppnevndir eftir § 6 at meta um frama frišinginnar. Kunngeršin eigur eisini at setast ķ ta almennu kunngeršartalvuna smbr. lóg nr. 59 frį 1. aprķl 1912, ķ teim bygdum, sum liggja innanfyri 15 km fjarleika eftir sjónum frį ytsta marki viškomandi lendis og eisini ķ ųšrum bygdum, har menn hava serliga interessu ķ veišu nęrindis viškomandi lendi. Bert kunngeršin ķ blašnum er treyt fyri gildi uppnevninginnar.
    Haraftrat setur rętturin fund til eišfestingar av sżninum og tekur mįliš til śrskuršar.
    Į tķ fyrisetta tinginum skal rętturin siga frį, įšrenn uppnevningin fer fram, hvųnn hann ętlar at uppnevna, og at fodra tey mųtandi, sum kunnu sżna nóg mikla interessu ķ spurninginum, at seta fram atfinningar sķnar móti uppnevningini og višmerkingar um frišingina ella um mįl hennara.
    Annars koma reglurnar ķ kap. 19 ķ ręttargongulógini um sżn og meting ķ nżtslu.

§ 8. Teir uppnevndu sżnismenninir skulu skila til ķ sżninum, um taš ķ krevjingini tilskilaša lendi, alt sum taš er, ella nakaš av tķ, eigur at frišast, og um markini, um so er, at tey eru ikki tilskilaši ķ lógini, harinnanfyri skjóting v.m. eigur at vera forbošin. Sżniš skal fara fram eftir 3 daga fyrivarni til krevjarin ella um fleiri eru, til ein teirra.

§ 9.3) stk. 1. (avtikin)
    Frišingarnevndin sendir sorinskrivaranum śtskrift av tķ uppsagda śrskuršinum til tinglesingar og sendir eisini krevjaranum og viškomandi sżslumanni eina śtskrift hvųr.
    Frišingin kemur ķ gildi, so skjótt sżslumašurin eftir lóg nr. 52 um broyting ķ reglunum um tinghald ķ Fųroyum frį 1. aprķl 1896 § 3 į grannastevni hevur frišaš viškomandi lendi.

§ 10. Uppnevning, frišing ķ ręttinum, tinglesing og bókafųrsla fer fram uttan ręttargjald.

§ 11. Ķ hvųrjari sżslu skal sżslumašurin į hvųrjum įri viš upplesing į grannastevni kunngera tey lendi ķ sżsluni, sum frišaši eru eftir reglunum ķ hesum bólki og skila til mark teirra.

§ 12.2) Tį 10 įr eru lišin frį frišingini, kann einhvųr, sum kann sżna serliga interessu ķ frišing ella veišu nęrindis viškomandi lendi, krevja spurningin um frišingina inn fyri frišingarnevndina av nżggjum.
    Višgerš av tķlķkum mįli fer fram eftir reglunum ķ §§ 7-10. Um neyšugt skulu teir, sum mųttu undir tķ upprunaligu frišingini, hava serstaka frįsųgn ķ mįlinum.
    Um so er, at frišingarśrskuršur veršur avtikin ella broyttur, skal yvirpolitirętturin stķla fyri tųrvandi tinglesing ella avlesing.

§ 13. Tęr eftir lóg nr. 52 frį 1. aprķl 1896 § 3 um broyting ķ reglunum um tinghald ķ Fųroyum fyrisettu įrligu frišingar ella avtųkur av tķlķkum į tingi detta burtur.

§ 14.4) Undir frišašum bjųrgum mį eingin skjóta į sjónum nęrri enn 3 fjóršingar śr nęsta punkti į landi ķ tķšini frį 15. marts til 31. august og hįlvfjóršing hvųrjumegin viš.
    Undir frišašari urš mį eingin skjóta ķ sama tķšarskeiši nęrri enn hįlvfjóršing, mett sum omanfyri.
    Ķ sama tķšarskeiši mį eingin heldur skjóta innanfyri tey mark, sum tilskilaši eru ķ sżni eftir § 8.
    So leingi Mikineshólmur er frišašur, sum hann er, mį eingin skjóta undir honum nęrri enn 2 fjóršingar śr hólminum ķ tķšini frį 25. januar til 25. oktober.
    Eingin mį skjóta nęrri ęšuvarpi enn hįlvfjóršing ķ tķšini frį 1. mai til 31. august.
    Henda regla skal tó ikki forša honum, sum veišurętt hevur, uppi į landi at skjóta krįku, ravn, likku ella annan fugl, sum kann vera ęšuni til skaša.
    Innanfyri tey ķ hesi grein nevndu mark og tķšarskeiš er forbošiš at órógva fuglin av ótųrvandi óljóši frį skipspķpum ella ųšrum gangi.

§ 15. Fuglaveiša og skjóting yvirhųvur er forbošin į sunnu- og halgidųgum.

3. bólkur.

Um forbodnar veišuhęttir

§ 16.4) Taš er forbošiš at fanga fugl uppi į landi viš snaru, lokki ella kunstugum ljósi. Hetta kann tó nżtast til tųku av lķra. Eisini er taš forbošiš at sųkja fugl ķ fuglalandi soleišis, at bśfuglurin kemur undir avoyšing.
    Lundi mį bert takast viš stong, tó kann landsstżriš undir serligum umstųšum loyva drįtt. Tķlķkt loyvi kann bert gevast 3. hvųrt įr ķ sama fuglalandi.
    Taš er ikki loyvt at veiša viš byrsu, sum hevur meira enn 2 skot.

4. bólkur.

Um frišing av villini fugli v.m.

§ 17.1)5) Uppi į landi yvirhųvur eisini į vųtnum, į firšum, vķkum og sundum og sjónum yvirhųvur śt at fiskimarkinum er allur fuglur frišašur móti skjóting og veišu, sum ikki er tilskilašur ķ hesi grein (smbr. §§ 14 og 16):
2. stk. Sum skilaš til nišanfyri skal verša loyvt at veiša ella skjóta hesar fuglar ella fuglaslųg:

a) alt įriš: Krįku, ravn, kjógva, skśgv, havhest, sślu og ųll mįsaslųg, tó ritu bert į sjónum.

b) 1. oktober – 20. januar: Lunda, lomviga og įlku.

c)8) 1. oktober – 30. november: Skarv.

§ 18.1) Tann ķ frammanfyri standandi grein fyrisetta frišing umfatar eisini pisur, egg og reišur. Tó skal taš verša loyvt veišurętthavara at taka lķra.
2. stk. Loyvt er at taka lomvigaregg į hvųrjum įri til og viš 8. juni į įvķsum stųšum og ķ įvķsum fuglabjųrgum eftir nęrri kunngerš frį Fųroya landsstżri.

§ 19.6)8) (Strikaš)

§ 20. 8) (Strikaš)

§ 21. Landsstżrinum skal vera heimilaš ķ vitskapligum ella almennyttigum endamįli at geva tilskilašum monnum tķšarfresta undantaksloyvi frį reglunum ķ §§ 17 og 18 smbr. § 19.

5. bólkur.

Um sektir og įkęru

§ 22.4)6) Einhvųr, sum uttan heimild veišir fugl ķ bjųrgum, uršum, hólmum ella ęšuvarpi, antin viš byrsu ella į annan hįtt veršur sęddur ķ ella skjżtur inn ķ frišaš lendi, veišir har hann eftir hesi lóg ella annars eftir grannastevnivištųku ikki hevur veišuręttindi ella į tķlķkum stųšum uttan heimild gongur viš byrsu ķ bų ella haga ella į annans veišilendi tekur upp taš, sum sęrt er į egnum veišulendi, kemur undir sekt. Fyri skjóting undir frišašum lomvigabjųrgum veršur sektin minst 4.000 kr. fyri bįtsmanningina, og haraftrat koma byrsa og fongur undir konfiskatión.
    Undir sekt kemur eisini hann, sum annars brżtur nakra forbošsreglu eftir hesi lóg ella nakra samtykt ella reglu sum gjųrd er eftir henni, og harafturat kemur byrsa og fongur undir konfiskatión.

§ 23. Taš veršur at skilja sum skerpandi, at ólóglig veiša er śtint av fleiri ķ felag, at hon er śtint į sunnu- ella halgidegi, at ręnt veršur ķ fuglalandi og at viškomandi fyrr hevur gjųrt seg sekan ķ veišumisbroti.
    Um so er, at nakaš er veitt ella drigiš ķ ólógligari veišu, kemur viškomandi undir eykasekt.

§ 24.7) Sektir, sum standast av misbroti eftir hesi lóg, fara ķ rķkiskassan.
    Tann seki skal haraftrat endurrinda virši av tķ hann hevur veitt į landi, (vųtnum) um so er hann ikki kann lata eigaranum taš ķ feskum standi.

§ 25.5) Er veišumisbrot śtint av bųrnum undir 14 įr viš foreldra vitandi ella teim sum eru ķ foreldra staš, koma tey undir at hava śtinnt misbrot sjįlvi.
    Taš sama er eisini galdandi, tį tey frį bųrnunum taka ķmóti fongi av ólógligari veišu.
    Menn sum lošsar ella kųnir menn, sum sigla fremmand skip inn, hava skyldu at siga skiparanum frį galdandi forbošum móti skjóting ella ótųrvandi óljóši nęrhendis frišašum bjųrgum, uršum, hólmum ella ęšuvarpi. Ger hann ikki taš kemur hann sjįlvur undir tey misbrot sum śtinnt verša, mešan hann er umborš.
    Mįl um misbrot eftir hesi lóg, fara fram sum lųgreglumįl og fremjast, sjįlvt um eingin hevur kravt taš.
    Vaktar- og Bjargingartęnastan hevur į sjónum eftirlit viš, at lógin veršur hildin og hevur rętt til uttan ręttarśrskurš at fara umborš į bįtar og gera neyšugar kanningar.

§ 26. Henda lóg kemur ķ gildi beinan vegin, og samstundis fer lóg nr. 101 frį 4. aprķl 1928, broytt viš lóg nr. 108 frį 15. marts 1939, kunngerš nr. 35 frį 20. marts 1942 og kunngerš nr. 25 frį 24. september 1945 śr gildi.

1) Broytt viš Ll. nr. 33 frį 16.04.1986

2) Broytt viš Ll. nr. 48 frį 09.07.1970 § 7

3) Broytt viš Ll. nr. 48 frį 09.07.1970 § 7. Serliga er at višmerkja, at smb. hesi lóg kunnu avgeršir frišingarnevndarinnar skjótast inn fyri yvirfrišingarnevndina eftir teim reglum, henda lóg įsetir.

4) Broytt viš Ll. nr. 44 frį 24.05.1974

5) Broytt viš Ll. nr. 11 frį 24.02.1989

6) Broytt viš Ll. nr. 33 frį 07.06.1972

7) Broytt viš Ll. nr. 186 frį 07.06.1958

8) Broytt viš Ll. nr. 34 frį 26.03.2002