Giršingarlógin

L. nr. 171 frį 18.05.1937 fyri Fųroyar um giršingar og firšing av lendi v.m. sum seinast broytt viš Ll. nr. 30 frį 17.03.1951.

Umseting av danska lógatekstinum

Umsetingin hevur ikki lógagildi, tķ hon er ikki samtykt av lųgtinginum og stašfest av lųgmanni.


1. Kapittul: Giršing
2. Kapittul: Įbyrgd av hśsdżrum
3. Kapittul: Upptųka av dżrum
4. Kapittul: Felagsbit hjį neytum, gįsum og rossum innangaršs
5. Kapittul: Feršsla um annans lendi
6. Kapittul: Mįlsvišgerš um giršingar
7. Kapittul: Višgerš av mįlum um įbyrgd av hśsdżrum og revsimįlum. Nęr lógin kemur ķ gildi.


1. Kapittul

Giršing

§ 1. Innangaršs kann granni krevja av granna giršing fyri ross og neyt.

§ 2. Ķmillum innangaršs og uttangaršs kann uttangaršseigari krevja giršing fyri ross, neyt og seyš. Garšskyldan liggur į innangaršsjųršini.
Viš vištųku į grannastevnu kann (sjįlvt um uttangaršseigari ikki krevur stik) įsetast, at stik millum innangaršs og uttangaršs skal vera felags fyri fleiri ella allar innangaršspartar ķ bygdini.
Atkvųšurętt viš atkvųšugreišslu til tķlķka vištųku hava eigararnir av avvaršandi innangaršspųrtum. Er uppskot til tķlķka vištųku sett fram, men ikki endaliga samtykt į grannastevnu, kann hvųr viš atkvųšurętti, sum hevur atkvųtt fyri uppskotinum, skjóta mįliš fram til višgeršar eftir §§ 45-50. Viš śrskuršinum ķ mįlinum veršur serstakliga mišaš ķmóti at giršingarvišurskiftini verša skipaš į best hóskandi og bķligasta hįtt fyri allar innangaršseigararnar.

§ 3. Ķmillum uttangaršs og innangaršs kann granni krevja giršing av granna, um so er, at hann prógvar, at giršingin veršur til munandi gagns fyri bįšar partar sammett viš kostnašin, ella at verandi stųša hevur viš sęr ov stóran bįga fyri ogn hansara. Um giršingin skal verja fyri neytum og rossum ella eisini fyri seyši, gera garšaskošararnir av, um ósemja er um taš.

§ 4. Garšaskylda fevnir um bęši at stika og at seta verandi giršing ķ lógligan stand og halda hana.
Garšaskyldan dettur burtur, har iš nįttśruvišurskiftini gera taš munandi trupult at stika ella halda giršing, ella kostnašurin veršur ov stórur sammett viš gagniš, og eisini har iš partar innangaršs liggja soleišis hvųr sęr, at giršingin veršur órķmiliga long sammett viš stųddina į pųrtunum.

§ 5. Um eitt strekki eftir hesi lóg skal roknast sum innangaršs ella uttangaršs, ger tann myndugleiki av, sum ķ tķ verandi fųri eigur at gera mįliš av, har iš ivamįliš hevur tżdning.

§ 6. Jaršir, sum vegur er ķmillum, hava onga felags garšaskyldu, uttan so at hųvi er til viš at gera liš um vegin (sbr. § 15) at kunna friša jarširnar ķmóti hvųrjum ųšrum viš at stika. Tó hevur tann, sum ķ hesum fųri vil stika framviš vegnum viš ogn sķni, ikki skyldu at vera saman viš grannanum um felags giršing ella liš.
Reglurnar omanfyri verša ikki at nżta į jaršum, sum neytageil er ķmillum. Ķ hesum fųri kann hvųr eigari av jųrš, sum markar til vegin ella liggur so nęr honum, at hann er ķ vanda fyri skaša viš ongari giršing, krevja giršing framviš vegnum. Garšaskyldu hava allir hesir eigararnir og eisini teir eigarar, sum nżta vegin sum geil.

§ 7. Tį iš granni kann krevja giršing av granna, skulu jarširnar, iš bera saman, taka upp į seg hvųr sķna helvt av hesari. Tó skal tann, sum ikki sjįlvur krevur giršing ella broyting av verandi giršing, og sum sannar, at henda avgerš hevši nervaš hann ov mikiš, eiga tķlķka avskarving ķ garšaskyldu sķni, sum tykist rķmulig. Har iš garšaskyldan viš ręttargildum sįttmįla ella avgerš er skipaš į annan hįtt, enn ķ hesi ella undanstandandi grein er įsett, veršur taš viš tķ verandi.

§ 8. Ķ ųllum fųrum, har iš eftir hesi lóg bżti av giršing ella atkvųšugreišsla skal fara fram eftir skattamųrkum, veršur tann ómatrikuleraši parturin innangaršs (uppi ķ hesum eisini leigutręšir, um so er neyšugt til bżtis av giršing) at meta eftir reglum, sum "Ministeriet for Landbrug og Fiskeri" įsetir; Kostnašin av hesum rinda "Amtsrepartitionsfonden" og avvaršandi kommuna viš hvųr sķni helvt.

§ 9. Skyldan at vera viš ķ felags giršing veršur gjųrt av fyri uttangaršsjųrš eftir gomlum markatali, fyri innangaršsjųrš eftir skattamųrkum. Tį iš giršing um innangaršsjųrš veršur flutt, skal taš ikki liggja į luteigaranum at halda longri giršing sammett viš part hansara innangaršs frammanundan, enn taš iš hesin parturin nakran tķš hevur įtt at hildiš. So leingi sum luteigararnir ikki hava bżtt garšaskyldina sķna millum, hava teir ein fyri allar og allir fyri ein skyldu at seta upp og halda giršingina, iš į teimum liggur. Viš bżti av felags giršing um innangaršsjųrš, sum ger įšur felags ella serstaka giršing óneyšuga, veršur at hava sįmuligt fyrilit viš, um teir, sum įšur hųvdu skyldu at halda giršingina, kunnu sigast at taka lut ķ at seta upp ta nżggju giršingina, eitt nś viš at grót og annaš tilfar veršur nżtt ķ tķ nżggju, ella viš at eigarin av tķ gomlu giršingini hevur flutt garšaskyldu sķna til ašrar, til dųmis sum ein part av višurgjaldinum fyri įšur uttangaršsjųrš, iš veršur lųgd inn innanfyri ta nżggju giršingina.
Tann, sum hevur sett upp nżggja giršing, kann krevja hana sżnaša av garšaskošarunum og krevja avgerš um, hvųrt ein partur av tķ framyvir eigur at verša hildin av eigarum av innanfyri standandi giršing, sum av hansara giršing veršur óneyšug.
Fyri giršing fram viš neytageil (geilargarši) veršur garšaskyldan bżtt eftir meting millum teir ķ § 6, sķšsta punktum, nevndu eigarar.
Uttangaršseigari, sum eigur rętt til bit, kann, tį iš giršing ķmóti ašrari uttangaršsjųrš kann ętlast einans ella fyri ein part at vera neyšug fyri ręttin til bit, krevja, at teir, iš eiga rętt til bit, ķ samsvarandi mun (fult ella fyri ein part) skulu taka viš garšaskylduni, iš į honum liggur, uttan so at annaš er įsett ella kann ętlast at vera ein fyritreyt, tį iš ręttindini vóršu stovnsett. Ķ trętumįli taka garšaskošararnir avgerš; veršur hildiš, at garšaskyldan eigur at bżtast, veršur bżtt eftir frķari meting.
Allir, iš eru partar ķ hesum, kunnu krevja śrskurš frį garšaskošarunum um, hvųrt, og um so veršur hvussu, felags giršing eigur at bżtast av nżggjum viš atliti til broyttar umstųšur. Tķlķkt nżtt bżti kann tó bert krevjast viš ķ minsta lagi 10 įra millumbili.

§ 10. Viš bżti av giršing eigur hvųr so nęr sum gjųrligt at fįa sķn part ķ einum strekki. Tann stųrra byršan, sum okkurt strekki kann verša hįttaš av, veršur javnaš viš samsvarandi stytting ķ longd. Semjast teir viš garšaskyldu ikki um bżtiš, veršur taš gjųrt av upp į tann ķ §§ 45-50 įsetta hįtt. Tį iš bżtiš er framt, veršur gjųrt av, um neyšugt viš lutakasti, hvųnn ella hvųrjar partar hvųr skal taka viš. Einki strekki kann vera styttri enn 6 metrar; teir, iš kunnu verša fyri at fįa styttri partar, verša lagdir ķ hóskandi fela, soleišis at teir fyri triša manni ein fyri allar og allir fyri ein hava skyldu at seta upp og halda giršingarstrekkiš. Teir, iš eiga grišingarstrekkiš ķ framhaldi frį hvųrjum ųšrum, kunnu sķnįmillum gera semju um felags hald av grišing, soleišis at teir fyri trišamanni hava skyldu sum beint nś tilskilaš. Tey einstųku grišingarstrekkini skulu av garšaskošarunum (§ 44) merkjast viš hųgdum, mįlašum ella į annan hįtt varandi įsettum nummari. Garšaskošararnir skulu ķ geršabók sķna (§ 44) bóka skrį um bżtiš, har iš eisini seinni broytingar verša at višmerkja. Kostnašurin av bżti og merking v.m. veršur bżtt millum allar luttakararnar ķ giršingini ķ sama mun sum garšaskyldan.

§ 11. Semjast teir viš garšaskyldu ikki um tķšina, nęr iš giršingin skal vera lišug, įseta garšaskošararnir hana.

§ 12. Er trętumįl um, hvųrt giršing er lóglig, gera garšaskošararnir av viš atliti til, um giršingin skal verja fyri rossum, neytum og gįsum ella eisini fyri seyši.

§ 13. Taš er bannaš at nżta pķkatrįš sum giršing į tķlķkan hįtt, at fólk ella fę lęttliga verša fyri skaša.
Brot į hesar reglur verša sektaš.

§ 14. Giršing skal setast į markinum. Eingin giršing skal setast longri inni į grannanum enn į egnari grund og ikki meira enn hįlvan metur. Granni kann ikki seta seg upp ķmóti, at ųll giršingin ella partar av henni verša sett į hansara grund, tį iš ikki slepst undan tķ, tó fyri endurgjald. Į, hamari ella annaš, iš verjir fyri somu slųgum av hśsdżrum, sum giršing skal verja fyri, veršur mett sum lóglig giršing.

§ 15.1) Tį iš į giršing er liš, sum er felags fyri grannar, telur taš viš ķ bżtinum av garšaskylduni, og taš veršur viš hesum lagt upp fyri meirkostnašinum av at seta upp og halda lišiš eftir forskriftunum ķ § 10. Metist lišiš ikki at kunna telja viš ķ bżtinum, veršur taš hildiš ķ felag. Liš į vanliga nżttari gųtu skal vera soleišis hįttaš, at taš lęttliga kann latast upp og aftur. Į almennum vegi kann einki liš setast upp, uttan so at avvaršandi kommunali myndugleiki loyvir taš; hesin myndugleiki skipar ķ tķ fųri eisini fyri breiddini į lišinum og uppsetingini annars. Tann kommunali myndugleikin kann eisini gera lķknandi fyriskipan fyri liš, sum longu eru į almennum vegi, haruppiķ skal tann kommunali myndugleikin kunna krevja óneyšugar smogur um koyrivegir tiknar burtur, tó viš rętti hjį avvaršandi, iš hava ręttindi at kęra til lųgtingiš innan 3 mįnašir eftir, at teir próvfast hava fingiš boš um avgeršina. Um tķlķk boš hava viš sęr śtreišslur fyri teir, iš hava garšaskyldu, kunnu hesar krevjast endurgoldnar eftir reglunum ķ "Lov Nr. 69 af 7. Maj 1881 om Forpligtelse til Jords Afgivelse". Ķ tķ fųri, har iš taš eftir śrskurši hjį garšaskošarunum ella hęgri myndugleika er neyšugt til frama fyri landbśnašin at seta giršing tvųrtur um almennan koyriveg, hevur avvaršandi kommunustżri skyldu at seta upp og halda tey fyri ta almennu feršsluna neyšugu portur. Tvųrtur um feršsluvegir skulu altķš nżtast rulluportur. Brot į regluna ķ fyrsta punktum ķ hesum stykki ella tęr av avvaršandi myndugleika įsettu neyvari fyriskipanum verša sektaš.
Hvųrt liš į giršing um innangaršsjųrš skal hava fullgóša loku og, undantikiš liš, iš er ętlaš akfųrum at fara um, verša gjųrd soleišis, at taš, hvųrja ferš taš veršur latiš upp, letur seg sjįvlt aftur, og at taš, um taš er ķ giršing ķmóti haga, letur upp ķmóti hesum.

§ 16. Giršing innangaršs ella ķmillum innangaršs og uttangaršs skal haldast ķ lógligum standi alla ta tķš, tį iš lendiš ikki eftir teimum galdandi reglunum (uppi ķ hesum eisini avgerš, sum veršur tikin fyri einstakt vįr ella heyst sambęrt hagalógini § 35, 2na stykki) skal liggja opiš fyri biti hjį hśsdżrum av tķ slagi, sum taš skuldi veriš girt fyri. Giršing millum innangaršs og uttangaršs skal haldast ķ lógligum standi ta tķš, sum garšaskošararnir ķ hvųrjum einstųkum fųri gera av, annašhvųrt tį iš giršingin veršur sett upp ella seinni, um ósemja tekur seg upp um tķšina.

§ 17. Um so er, at grannar semjast um, at garšaskyldan teirra millum skal takast av, minkast ella vķškast śt um taš, sum ķ hesi lóg er įsett, skal tķlķk semja kunna gerast fyri upp til 10 įr ķ senn. Fevnir semjan um lendi, sum onkur annar enn eigarin nżtir, er hon ikki galdandi, fyrr enn eigarin hevur tikiš undir viš henni.

§ 18. Hvųr garšaskošari ķ bygdini er skyldigur eftir klagu frį granna (ella, um taš er felags giršing um innangaršs, eisini frį hvųrjum sum helst luteigara innangaršs) beinanvegin at hyggja at giršing, sum veršur sųgd ikki at vera ķ lógligum standi. Heldur garšaskošarin tį, at taš er neyšugt beinanvegin at vęla um giršingina, skal hann heita į tann, sum eftir hansara meting hevur garšaskylduna, at fara undir tķlķka umvęling, sum kann metast at vera neyšug beinanvegin. Veršur įheitanin ikki fylgd ķ stundini, skulu garšaskošararnir seta ķ verk, at taš neyšuga arbeišiš veršur gjųrt fyri kostnaš hansara, iš hevur garšaskylduna. Stendst ósemja um, hvųr iš hevur garšaskyldu, veršur hetta mįliš sķšan at gera av eftir reglunum ķ §§ 45-49.

§ 19. Har iš eigari og brśkari ikki er tann sami, įbyrgjast tann eini fyri bįšar og bįšir fyri ein fyri alt pliktarbeiši višvķkjandi uppseting og haldi av giršing. Brśkari av almennari jųrš veršur ķ hesi lóg mettur javnt viš eigara, uttan so at taš ķ teimum einstųku fųrunum av tķ avvaršandi myndugleika er tikin onnur avgerš.


2. Kapittul.

Įbyrgd av hśsdżrum

§ 20. Hvųr tann, sum, uttan at heimild er til tess, tjórar ella rekur hśsdżr inn į lendi hjį ųšrum manni ella śtvegar tķ atgongd viš at lata liš upp ella bróta giršing nišur ella tjóra taš so nęr lendinum hjį grannanum, at taš rųkkur inn į taš, veršur sektašur, um ikki so er, at mįliš eftir sķnum hįtti ašramįta hevur hęgri revsing viš sęr.
Tann, sum ķmóti forboši frį avvaršandi kommunala myndugleika tjórar hśsdżr į lendi hoyrandi upp ķ almennan veg so nęr, at taš rųkkur inn į taš, eins vęl og tann, sum ķmóti tķlķkum forboši letur hśsdżr sķtt ganga į biti į tķ til almennan veg hoyrandi lendi, sum lógliga er stikaš frį ogn hansara, veršur sektašur.
Tann seki skal harumframt ķ teimum omanfyri nevndu fųrum lata fult endurgjald fyri allan skaša, iš stašist hevur av hansara įšum.
Įsetanin ķ fyrsta stykki ķ hesi grein veršur ikki at nżta višvķkjandi eigara av innangaršsjųrš, sum liggur innanfyri felags giršing, tį iš hann fyri at reka leys dżr śt gjųgnum felags giršing (sbr. § 23) noyšist at reka taš um annans lendi, um so er, at hann hevur lagt sęr nęr at skaša fremmant lendi sum minst.

§ 21. Hvųr tann, sum, uttan heimild til tess, rekur annans hśsdżr inn į egiš lendi, veršur sektašur. Viš somu revsing metist tann, sum mišvķst uttan heimild loysir annans tjóraš hśsdżr ella letur upp typpi ella stikaš lendi fyri tķ, umframt at hann hevur skyldu at endurgjalda eigaranum av tķ soleišis leysa dżri taš, sum hesin hevur noyšst at rinda ķ skašabót og endurgjaldi fyri fóšur og rųkt, og somuleišis missin viš sakninum av dżrinum.

§ 22. Hśsdżr, sum eru vandamikil fyri fólk, skulu ikki ganga leys į nųkrum staši, sum markar til alfaraveg og ikki er hųviliga stikaš inn. Brot į hetta veršur sektaš.

§ 23. Sleppa ross, neyt, seyšur, geit ella flogfenašur (herķmillum ikki dśgvur) uttan at heimild er til tess, inn į fremmant lendi innangaršs skal eigarin av dżrinum rinda fyri tann gjųrda skašan, taš veri seg į grųši ķ veltu, ong, beiti, urtagarši v.m. ella gróšursetingar, veitir, vegir, brżr og tķlķkt ella onnur hśsdżr.
Er dżriš vanafast, skal eigari tess harumframt sektast.
Upp ķ omanfyri standandi reglu veršur ikki roknaš hending, har iš tann, sum hevur veriš fyri skaša, hevur misrųkt skyldu sķna at girša fyri avvaršandi dżraslagi, mešan eigarin av dżrinum annašhvųrt ikki hevur tķlķka garšaskyldu ella hevur hildiš garašskyldu sķna. ķ teimum fųrum, har iš garšaskyldan er burturdottin (sbr. §§ 4, 6, 7 og 17), hevur eigarin av dżrinum sostatt įbyrgd, sum at taš var lóglig giršing.
Seyšur, sum hevur tann vana at oyšileggja eplaset, skal fyri óvana av eigaranum haldast inngirdur ella į annan hįtt hindrast at skaša eplavelturnar frį teirri stund, tį iš setin veršur sett nišur, til bųurin skal frišast fyri seyši.

§ 24. Stendst taš av vansketni hjį trišamanni (taš veri seg at lata vera viš at halda giršing ķ skyldigum standi, viš at lata upp liš ella ašra loku o.lķkn.) at dżriš ķ teimum ķ seinastu grein nevndu fųrum er sloppiš inn į fremmant lendi, skal avvaršandi endurgjalda dżraeigaranum alt, sum hann av hesum įvum hevur noyšst at leggja śt til eigaran av lendinum. Hava fleiri persónar sżnt tķlķkt vansketni sum omanfyri nevnt, og taš ikki beinanvegin viš vissu kann sigast, hvat fyri vansketni er atvoldin til, at dżriš er sloppiš inn į fremmant lendi, kann dżraeigarin krevja tķlķkt endurgjald frį hvųrjum av teimum avvaršandi, sum hann vil.

§ 25. Ķ ųllum fųrum, har iš hśsdżr hevur gjųrt skaša į fremmanda ogn, kunnu bįšir partar krevja skašan įsettan viš meting hjį garšaskošarum (§ 44) viš įheitan į formann teirra (§ 51).
Ķ teimum ķ §§ 20 og 23 nevndu fųrum kann eigarin av lendinum, tį iš ónollurnar hava fariš fram um eitt mundi, tį iš jųršin ikki er fryst ella avkavaš, krevja fylgjandi endurgjald, sjįlvt um skašin ikki kann įvķsast:
1) 60 oyru fyri ross, neyt, svķn ella geit;
2) 20 oyru fyri seyš;
3) 10 oyru fyri gįs;
4) 5 oyru fyri annan flogfenaš.
Hetta er tó ikki galdandi fyri ungar hjį teimum ķ punkt 3 og 4 nevndu hśsdżrum, so leingi ungarnir eru yngri enn 2 mįnašar.
Tį iš fleiri dżr hjį sama eigara samstundis eru sloppin inn į fremmant lendi, kann taš samlaša endurgjaldiš ikki fara uppum.
a) 7 kr. fyri ross, neyt, svķn, geitir ella seyš;
b) 2 kr. fyri gęs;
c) 40 oyru fyri annan flogfenaš.

§ 26. Gongur seyšur, uttan at heimild er til tess, inn ķ fremmandan haga, eigur hann, um hann er kendur at vera śr grannahaganum, at verša rikin aftur ķ hann. Hendir hetta vitnisfast so mangan, at seyšurin av hesum kann sigast at liggja meira ķ hesum haganum enn ķ tķ haga, sum hann er śr, annašhvųrt av teirri tķš, seyšurin liggur į vetrarbiti, ella av teirri tķš, tį iš hann liggur į summarbiti, skal hann takast śr fyrstu vanligu skurštķš, eftir at hetta vitnisfast er kravt į bśstašnum hjį avvaršandi eigara ella rųktingarmanni ķ so góšari tķš, at hann hevur havt stundir at fyribyrgja ta ólógligu gongdina. Veršur seyšurin ikki tikin śr til ta tķš, skal hann endurgjalda kostnašin av at beina hann til sķn. Kemur tķlķkur seyšur aftur ķ sama haga, er hann mistur, soleišis at tveir trišingar lutast tķ almenna og ein trišingur eigaranum av tķ haga, sum hann hevur ligiš ķ. Vargur, sum gongur um mark og órógvar seyšin ķ grannahaganum skal spekjast ella takast śr nęsta heyst, aftan į at taš vitnifast er kravt į bśstašnum hjį avvaršandi eigara ella rųktingarmanni; veršur hetta ikki gjųrt, er seyšurin mistur, sum omanfyri įsett.
Upp ķ vetrarbit ķ hesi grein veršur eisini roknaš innangaršsjųrš, har iš seyšur hevur havt bitrętt, sbr. hagalógini § 34.

§ 27. Er seyšurin ikki śr grannahaga, skal taš so skjótt sum tilber bošast eigaranum ella rųktingarmanni hansara frį, sum hava skyldu at koma eftir seyšinum ķ seinasta lagi, tķ iš nęsta vanliga fjall veršur gingiš.
Hendir hetta ikki, verša reglurnar ķ 3ša og 4ša punktum ķ undanstandandi grein at nżta.
Er ikki kent, hvašan seyšurin er, veršur fariš fram eftir reglunum ķ § 28, sķšsta punktum.

§ 28. Tekur ósemja ella ivi seg upp um, hvųnn haga eitt lamb hoyrir til, sum ómarkaš kemur į rętt um heystiš, skal taš lutast tķ haganum, sum taš gongur ķ. Seyšur, iš er ómarkašur ella so óvandaliga markašur, at sżslumašurin og tveir av honum innkallašir óvildarmenn vįtta merkiš at vera ókenniligt, veršur višgjųrdur, um ivi er um eigaran, sum funniš fę.

§ 29. Gongur ross, uttan at heimild er til tess inn ķ fremmandan haga, skal eigarin av dżrinum gjalda bitsamsżning, um so er, at hann ikki kemur eftir tķ innan 8 dagar eftir, at hann frį hagaeigaranum hevur fingiš boš um at koma eftir tķ. Bitsamsżningin er 40 oyru um dagin at rokna frį tķ, at bošini eru send. Hagaeigarin hevur rętt til, um hann ikki sendir eigaranum av dżrinum boš, ella um hesin ikki kemur eftir tķ innan teir nevndu 8 dagarnar, at beina taš til eigara tess, og hesin skal tį fyri hetta samsżna honum 30 oyru fyri kilometurin av vegastrekkinum, taš er beint. Taš sama er galdandi fyri neyt, hóast bitsamsżningin er 10 oyru um dagin, og at flutningurin av dżrinum veršur samsżndur hagaeigaranum viš hóskandi upphędd, sum, um ósemja um stųddina į upphęddini tekur seg upp, kann įsetast av garšaskošarunum. Veršur ross beint 3 feršir ķ 4 vikur til eigara tess, rindar hesin kr. 24 ķ bitsamsżning fyri taš įriš.
Hoyrir ross, sum kemur inn ķ fremmandan haga, heima ķ einum haga, har iš skipanin er stųrri enn 1 ross upp į mųrkina (sbr. § 25 ķ hagalógini) rindar eigarin av rossinum umframt tęr omanfyri nevndu upphęddir 3 kr. hvųrja ferš, rossiš veršur beint til hansara.
Dżraeigarin hevur harumframt ķ ųllum fųrum skyldu at rinda kostnašin av at senda honum boš.
Er dżraeigarin ókendur kemur "offentlig Bekendtgųrelse i Bygden ved Opslag overensstemmende med lov for Fęrųerne Nr. 59 af 1. april 1912 om Ophęvelse af Kundgųrelse ved Kirkestęvne" ķ stašin fyri at senda eigaranum boš; er taš kent hvųrja bygd dżriš hoyrir til, skal taš harumframt lżsast ķ tķ bygdini.
Tann, sum uttan heimild letur kżr sķnar verša mjólkašar ķ fremmandum haga, veršur sektašur hvųrja ferš viš 3 krónum.
Tį iš hagaeigarin hevur skyldu at stika fyri avvaršandi dżraslagi, men hevur misrųkt hesa skyldu eigur hann onga samsżning eftir fyrsta og ųšrum stykki ķ greinini.

§ 30.
Tį iš eigari og handhavari ikki er tann sami, kemur handhavari ķ eigarans staš višvķkjandi skyldu at goyma at hśsdżrum. Tann įbyrgd, sum fylgir viš, at hśsdżr hjį onkrum koma inn į fremmanda ogn, tekur eisini viš, tį iš dżriš kemur inn į ogn eigarans, um so er, at annar mašur hevur hana ķ hondum.


3. Kapittul.

Upptųka av dżrum

§ 31. Ķ ųllum fųrum, har iš tann iš stendur fyri jųršini, eftir reglunum omanfyri eigur endurgjald fyri skaša av fremmandum hśsdżri ella samsżning fyri at senda eigaranum boš ella fyri lżsing ella fyri beiti til og flutning av dżrinum, kann hesin taka dżriš upp. Finnur hann dżriš į lendi hjį trišamanni, kann eigari tess ikki seta seg ķmóti upptųkuni.
Somuleišis kann gįs, iš veršur funnin ķ fremmandum haga takast upp. Óskerd gįs veršur at rokna fyri villinifugl.
Hųsn og dunnur, sum ķmóti reglunum ķ § 23 ganga inn į innangaršsjųrš hjį ųšrum manni hevur avvaršandi jaršarbrśkari rętt til at taka upp og halda aftur, til eigarin hevur veitt honum hóskandi samsżning fyri elvdan skaša og ómakan viš upptųkuni, tó ikki minni enn 25 oyru fyri hvųnn fugl. Hevur upptųkan av tķ skašavaldandi fuglinum ikki veriš mųgulig, hevur tann, sum hevur veriš fyri skaša, rętt til at drepa hann į forsvarligan hįtt.
Er umrųddi fuglur hjį sama eigara tikin upp 3 feršir ķ sama įri sambęrt § 23, nęstseinasta stykki, veršur eigarin harumframt sektašur.

§ 32. Tį iš nakar tekur fremmant hśsdżr upp og hann veit, hvųr iš eigur taš, skal hann beinan vegin siga eigaranum ella fólki hansara frį. Veit hann ikki innan 3 samdųgur, hvųr iš eigarin er, syrgir hann fyri, at upptųkan veršur lżst viš uppslagi, sbr. § 29, 4ša stykki. Lżsast skal ķ tķ bygd, har iš tann, sum hevur tikiš upp, bżr; veit hann, śr hvųrji bygd dżriš er, skal taš harumframt lżsast ķ tķ bygdini. Hann skal forsvarliga rųkta dżriš og fóšra taš samsvarandi įrstķšini, men kann ikki brśka taš. Hann hevur rętt til at brśka mjólkina undan upptiknum mjólkneyti ķmóti frįdrįtti ķ śtloysingarupphęddini eftir § 33.

§ 33. Eigari av upptiknum dżri hevur ikki rętt til at krevja taš aftur, fyrr enn hann hevur goldiš kostnašin av bošsending og lżsing, rųkt av dżrinum og fóšring og eisini endurgjald fyri skaša og hinar ķ § 31 nevndu upphęddir ella veitt trygd fyri gjaldiš innan 14 dagar. Fęst ikki semja um śtloysingarupphęddina, kunnu bįšir partar krevja hana gjųrda av eftir meting hjį garšaskošarunum viš įheitan į formann teirra. Halda menninir, at tann kravda śtloysingarupphęddin hevur veriš óhóskandi, kunnu teir sum ein part av metingini gera av, at tann, sum tók dżriš upp, rindar allan ella ein part av kostnašinum av mįlinum, tó ķ ongum fųri meira, enn tann dųmda śtloysingarupphęddin er.

§ 34.3) Tann, sum hevur tikiš fremmant hśsdżr upp og hildiš seg eftir reglunum ķ § 32, hevur rętt til at selja taš į uppboši (sbr. § 35), tį iš 8 dagar ella, višvķkjandi rossi, 14 dagar eru lidnir, uttan at eigarin hevur gjųrt vart viš seg. Freistin veršur roknaš frį upptųkudeginum, um so er, at taš er kent, hvųr iš eigur dżriš, men annars frį fyrstu lżsing um upptųkuna. Sama rętt eigur tann, sum hevur tikiš dżriš upp, um eigarin hevur gjųrt vart viš seg, men at taš sķšan eru lidnir 3 dagar, uttan at hann hevur loyst taš śt ella, um ósemja er um śtloysingarupphęddina, hevur bišiš um hesa gjųrda av viš meting; somuleišis, tį iš 3 dagar eru lidnir, aftan į at śtloysingarupphęddin er gjųrd av, uttan at śtloysing er hend. Tann, sum tók dżriš upp, tekur sęr afturfyri av sųluupphęddini fyri śtloysingarupphęddina og śtreišslur aftanį. Avlopiš veršur latiš lųgregluni (landfśta, sżslumanni, sóknarfśta), sum skulu rinda dżraeigaranum taš, um so er, at hesin ger vart viš seg innan 1 įr eftir upptųkuna; ger hann ikki vart viš seg innan hesa freist, legst taš til statskassan.

§ 35. Tey ķ § 34 nevndu uppboš verša hildin ķ Tórshavn ella har, sum sżslumašur ella sóknarfśti bśgva, av lųgregluni og annars av einum av sóknarstżrinum viš góškenning frį amtmanninum tilnevndum manni til tess. Um skylduna at taka viš tķlķkari tilnevning galda reglurnar ķ § 44 ķ hesi lóg.
Uppbošiš veršur lżst viš 24 tķma varningi. Um so er, at taš veršur hildiš av lųgregluni, veršur taš til lųgreglugeršabókina uttan samsżning; annars veršur taš gjųrt til eina av sóknarstżrinum lųggilda geršabók, sum veršur goldin av avvaršandi sókn, og fyri 75 oyru ķ višurgjaldi. Tann, iš heldur uppbošiš, skal hava viš sum vitni ein persón, sum hevur gott orš į sęr; hesin fęr 75 oyru.
Hevur taš upptikna dżriš eftir eini av lųgregluni ella einum garšaskošara gjųrdari meting (iš veršur gjųrd uttan samsżning) so lķtiš virši, at sjįlvt ikki lżsingarśtreišslur kunnu vęntast at fįast aftur viš sųluni av tķ į uppboši, fellur henda burtur eins vęl og lżsingin eftir § 32, og dżriš veršur ogn upptakarans.

§ 36. Er hśsdżr upptikiš, og eigari tess ikki kendur, kann taš latast lųgregluni (landfśta, sżslumanni, sóknarfśta), sum skal taka sęr av tķ, og taš skal tį annars verša višgjųrt eftir forskriftunum ķ undanstandandi greinum. Er taš lķkt til, at kostnašurin av hesum hevši veršiš ósambęriligur viš metta viršiš į dżrinum, kann lųgreglan ķ hvųrjum einstųkum tķlķkum fųri gera av, hvussu eigur at verša borist at viš dżrinum.

§ 37. Hevur tann, sum hevur tikiš fremmant hśsdżr upp og havt taš ķ varšhaldi, ikki hildiš seg eftir forskriftunum ķ § 32, sbr. § 35, sķšsta punktum, kann eigarin krevja taš flżggjaš śt viš atgerš landfśtans ella sżslumansins uttan višurgjald fyri havdar śtreišslur og gjųrdan skaša.

§ 38. Tį iš tann, iš hevur tikiš fremmant hśsdżr upp, flżggjar taš śt móti śtloysing, kann hann ikki seinni krevja meiri endurgjald. Tann, sum hevur veriš fyri skaša av fremmandum hśsdżri, ger sjįlvur av, um hann viš ręttargangi setur krav sķtt um endurgjald fram, tó ikki stųrri enn viršiš į dżrinum saman viš sakarmįlskostnašinum. Hevur skašin stašist av seyši, sum er śr skipanini ķ felagshaga (sbr. § 1 ķ hagalógini) kann endurgjaldskraviš reisast ķmóti hvųrjum limi ķ hagastżrinum (ella, um tķlķkt ikki er frįbošaš sżslumanninum, ķmóti hvųrjum luteigara ķ haganum), og sķšan hevur tann avvaršandi rętt til aftur at sųkja śtreišslu sķna endurgoldna viš panting hjį dżraeigaranum ella, um hann ikki er kendur, hjį ųllum hagaeigarunum eftir markatali teirra.
Taš omanfyri nevnda endurgjaldskrav skal vera lógsųkt innan 6 mįnašar frį tķ, at skašin stóšst.
Ber so į, at upptikiš hśsdżr doyr, kann tann, sum tók taš upp, einki krevja frį eigaranum.
Tęr omanfyri nevndu avmarkingar ķ mųguleikanum hjį tķ, iš hevur veriš fyri skaša, at fįa endurgjald og tķšarskeišiš hjį tķ sama at lógsųkja eru ikki galdandi ķ teimum ķ §§ 20 og 21 ķ hesi lóg nevndu fųrum.


4. Kapittul.

Felagsbit hjį neytum, gįsum og rossum innangaršs

§ 39. Felagsbit hjį neytum og gįsum innangaršs, sum er feli, kann ikki fara fram, tį iš annašhvųrt ein trišingur av eigarunum ella brśkarunum ella so mangir, sum eiga ella brśka ein trišing av innangaršsjųršini (roknaš eftir skattamųrkum) viš grannastevnuvištųku krevja felagsbitiš (annašhvųrt hjį neytum ella gįsum ella hjį bįšum dżraslųgum) tikiš av. Leys ross skulu ikki liggja innangaršs, um nakar luteigari setur seg ķmóti tķ.
Hvųr eigari, iš eigur bitręttindi innangaršs, hevur rętt til at tilskila sęr bitręttindi fyri rossum, neytum og gįsum į egnum innangaršslendi ķmóti at siga frį sęr onnur bitręttindi innangaršs og ķmóti at halda sķtt innangaršslendi forsvarliga innstikaš.
Inngrišingin skal, undantikiš teimum ķ hagalógini § 34, 2na stykki nevndu fųrum, ikki vera til hindurs fyri vetrarbit hjį seyši.


5. Kapittul.

Feršsla um annans lendi

§ 40. Tann, sum óneyšugt ella uttan at hava fingiš heimild til tess, fer um innangaršslendi hjį ųšrum, veršur sektašur. Er misbrotiš framt av barni yngri enn 14 įr, sum foreldur ella tey, iš eru fyri foreldrini, vita av, metast hesi, sum tey sjįlv hųvdu framt ta ólógligu geršina.
Viš somu sekt sum omanfyri tilskilaš veršur tann revsašur, sum ikki letur aftur annans liš ella loku (uppi ķ hesum eisini liš ella loku ķ felagsgiršing), sum hann hevur latiš upp, sjįlvt um hśsdżr ikki av hesum koma inn į annans ogn.

§ 41. Tann, sum uttan at heimild er til tess, gongur uttan fyri beina bygdagųtu ķ haga, sum hann ikki er luteigari ķ, ella ķ felagshaga, sum vištųka um feršslu luteigaranna er samtykt į hagastevnu undir sżslumansins leišslu (sbr. § 3 ķ hagalógini) veršur sektašur; gongur hann ólógliga viš hundi, tyngir hetta sųkina.

§ 42. Gongd um fremmandan haga er loyvd ķ eftirfylgjandi fųrum:
1. Rųktingarmašur hevur loyvi at leita eftir seyši śr haga sķnum, um hann į hvųrjum sinni sigur einum rųktingarmanni ķ hinum haganum frį ķ so góšari tķš, at teir kunnu fylgjast ella mųtast į markinum, og um hann leišir hund sķn ķ bandi.
2. Einum og hvųrjum er loyvt um dagin at leita eftir rossi ella neyti sķnum, um hann frammanundan sigur einum av rųktingarmonnunum ķ haganum frį. Annars kunnu reglur um hetta įsetast viš vištųku av eigarunum ķ bygdarhųgunum ķ felag į grannastevnu (sbr. §§ 1 og 12 ķ grannastevnulógini).
3. Einum og hvųrjum er loyvt at fara eftir egnum torvi; tó skal hann gera taš um dagin og ganga ta vanligu gųtuna.
4. Gongd til fjarskotnan haga, fuglabjųrg ella annaš uttangaršslendi, sum tann avvaršandi ella tann, hvųrs ųrindi hann fer, eigur ella hevur nżtslurętt til, er loyvd, um so er, at hon er heimilaš viš tķ, sum į hvųrjum staši er gamal sišur. Um tķlķk feršsla ašramįta skal vera loyvd, ger landbśnašarstevnan av, um so er, at partarnir ikki viš sįtt og semju koma įsamt um hetta ella eru samdir at vķsa mįliš til geršarrętt.
Dagurin veršur roknašur ķ teimum ķ punkt 2 og 3 nevndu fųrum į sumri (taš er frį tķ 14. aprķl til tann 31. august) frį klokkan 5 į morgni til klokkan 9 į kvųldi og į vetri (taš er frį 1. september til 13. aprķl) frį į morgni, tį iš dagsglęman rķsir, til į kvųldi, tį iš hon setur.

§ 43. Gongd viš hundi um fremmandan haga er loyvd, tį iš hon fer fram eftir beinari bygdargųtu, og tį iš hundurin veršur leiddur ķ bandi. Tį iš eitt seyšafylgi skal rekast ķgjųgnum fremmandan haga, er taš loyvt at brśka leysar hundar til tess, tó ķmóti fullum endurgjaldi fyri tann skaša, teir vera atvold til ķ haganum. Ķmóti sama endurgjaldi kunnu somuleišis teir til rųkt og fjallgongu ķ fjarskotnum haga neyšugu hundar leišast leysir fram og aftur ķgjųgnum fremmandan haga. Hvussu rųktingarmašur ašramįta skal leiša hund sķn, tį iš hann noyšist at fara ķgjųgnum fremmandan haga fyri at koma til sķn egna, veršur gjųrt av sum įsett ķ § 42, punkt 4. sķšsta punktum.


6. Kapittul

Mįlsvišgerš um giršingar

§ 44. Fyri hvųrja sókn ella eftir lųgtingsins fyriskipan fyri partar av eini sókn skulu 3 garšaskošarar setast. Teir verša tilnevndir fyri 4 įr ķ senn av bygdarįšnum (ķ Tórshavn bżrįšnum). Hvųr jaršarbrśkari hevur skyldu at taka viš tilnevningini, uttan so, at hann er rokkin 60 įra aldri. Tann, sum ķ 4 įr uttan slit hevur veriš garšaskošari, skal tó ikki hava skyldu at taka viš nżggjari tilnevning sum tķlķkur fyrr enn lķka so langt tķšarskeiš er runniš, sum taš, iš hann hevur umsitiš hetta starv. Bišur nakar um at sleppa undan at taka viš tilnevning, ger bygdarįšiš (bżrįšiš) av, um umsókn hansara kann eftirlķkast. Veršur umberingin vķst aftur, kann tann tilnevndi leggja umsókn sķna um undantųku fram fyri lųgtingiš.
Eingin garšaskošari kann, um nakar av pųrtunum mótmęlir tķ, luttaka ķ eini avgerš, tį iš hann er skyldur ella svįgdur viš nakran av pųrtunum so nęr sum systkinabarn ella persónliga er partur ķ mįlinum. Berst nųkrum garšaskošara frį av tķlķkari orsųk ella lógligum forfalli, skal bygdarįšiš (bżrįšiš) tilnevna ein annan ķ stašin fyri hann.
Garšaskošararnir skulu, beinan vegin tilnevning teirra er bošaš teimum, senda bygdarįšnum (bżrįšnum) eina skrivliga, hįtķšarliga vįttan, eftir eini av amtmanninum įsettari forskrift, um, at teir eftir besta fųrimuni uttan at gera mismun vilja śtinna starv teirra. Višgeršir teirra verša fųrdar inn ķ eina upp į sóknina keypta og av bygdarįšnum (bżrįšnum) góškenda geršabók, śr hvųrjari eftir įheitan fęst śrskrift fyri 1 kr. fyri arkiš, sum eisini skal rindast, tį iš śrskriftin ikki fyllir eitt heilt ark.
Garšaskošararnir velja sjįlvir sķnįmillum ein formann. Geršabókin er ķ varšveitslu hjį formanninum, sum sęr til, at višgerširnar verša fųrdar inn og śrskriftirnar latnar innan 24 tķmar eftir, at tęr eru umbidnar, og gjaldiš fyri tęr er rindaš.
2) Fyri sjįlva śtinningina av višgeršini eigur hvųr av garšaskošarunum eitt gjald upp į 2 kr. fyri hvųnn dag, višgeršin varar, umframt dżrtķšarvišbót eftir prķstalinum. Hetta gjald veršur latiš, sjįlvt um višgeršin varar styttri enn ein dag. Garšaskošararnir hava skyldu til eisini at įtaka sęr višgeršir ķ grannaųki, tį iš įheitan kemur um taš vegna tess, at garšaskošarunum har berst frį. I tķ fųri eiga teir umframt omanfyri nevndu samsżning hvųr 20 oyru fyri hvųnn kilometur į śt- og heimferš į landi, mešan flutningur eftir sjónum, um tķlķkur er neyšugur, veršur veittur teimum av honum, sum bišur um tęnastu teirra og annars veršur samsżntur teimum av honum.
Bygdarįšiš (bżrįšiš) kann siga garšaskošarunum upp; tó er loyvt teimum, sum eru uppsagdir ķmóti sķnum vilja, at leggja mįliš fram į lųgtinginum. Tį iš lųgtingiš ikki er saman, og mįliš ikki kann bķša, til lųgtingiš kemur saman, er heimilaš amtmanninum at gera av einsvęl ķ hesum fųri og ķ tķ fųri, sum er umrųtt ķ hesi grein, 1sta stykki.

§ 45. Tann, iš heldur orsųk vera at kęra um standin, ein giršing er ķ ella slagiš, hon er av (umframt taš ķ § 18 nevnda fųri) ella vil hava nżggja giršing setta upp ella at eldri giršing veršur skift um viš eitt annaš slag av giršing, uttan at hava fingiš frišarsįtt viš avvaršandi, eigur tķ višvķkjandi at senda skrivliga įheitan til formannin hjį garšaskošarunum ķ ųkinum. Hesin eigur sķšan beinan vegin at įseta eina įstašarvišgerš og at geva įheitanini įtekning um, nęr iš višgeršin veršur og eisini viš fundarbošum til teir avvaršandi at vera hjįstaddir. Įheitanin viš hesum įtekningum skal sķšan viš atgerš hansara, sum hevur bišiš um skošanina, eftir tķ fyri stevningar fyrisetta hįtti ella av tveimum persónum viš góšum orši į sęr bošast hinum partinum, soleišis at hesin fęr ķ minsta lagi 2 reisur 24 tķmar varning. Eru fleiri enn 5 persónar partar ķ mįlinum, kann formašurin loyva, at bošanin fer fram viš uppslagi ķ bygdini. Tann, sum lógliga er bošašur at mųta til višgeršina, men uttan at frįboša lógligt forfall ikki kemur, kann kasta sęr sjįlvum fyri, at mįliš veršur gjųrt av uttan mun til taš, sum hann mųguliga kundi havt fųrt fram.

§ 46. Višgeršin veršur framd av teimum trimum garšaskošarunum ķ ųkinum. Stendur giršingin į markinum millum 2 ųki, veršur hon framd av formanninum ķ hvųrjum ųki saman viš tķ av skošarunum ķ bįšum ųkjunum, sum formenninir velja viš lutakasti til tess. Ķ višgeršini skulu skošararnir leggja sęr nęr, at taš er umrįšandi at leggja višurskiftini klįrt fram fyri tey avvaršandi og royna at fįa semju teirra millum, tį iš taš er gjųrligt. Fęst semja, veršur hetta fųrt ķ geršabókina og tey avvaršandi skriva undir. Fęst eingin semja, veršur mįliš tikiš upp til śrskuršar, sum veršur gjųrdur sum skjótast, ķ seinasta lagi innan 3 dagar eru lidnir, og veršur fųrdur ķ geršabókina viš grundgeving fyri śrskuršinum og undirskrivaš av skošarunum.
Śrskuršurin veršur gjųrdur viš atkvųšumeiriluta; hava allir trķggir skošararnir ymiska meining, veršur formansins atkvųša (ella, um tveir formenn eru viš, tann hjį tķ eldra formanninum) tann avgerandi.
Tį iš hvųr fundur er komin at enda, undirskriva allir skošararnir geršabókina.

§ 47. Hvųrt mįliš veršur gjųrt av viš semju ella śrskurši, skal tann tikna avgeršin ķ hvųrjum av teimum nišanfyri nevndu fųrum innihalda upplżsing um tęr hennara višvķkjandi tilskilašu greiningum:
1. Tį iš nżggj giršing skal setast:
Um hęddina į giršingini og slagnum annars, og eisini av hvųrjum og įšrenn hvųrja freist taš fyrisetta arbeiši skal gerast, og hvussu skal skipast fyri viš at halda giršingina ķ framtķšini;
2. Tį iš eldri giršing skal broytast ella skiftast um viš eina nżggja:
Um tęr ķ Nr. 1 fyrrnevndu greiningar, og eisini hvussu berast skal at viš broyting ella burturtųku av tķ gomlu giršingini, hvųr iš skal seta ķ verk arbeišiš hesum višvķkjandi, og hvųrt taš fyri hetta skal latast nųkur samsżning, og um so er, hvųr iš skal rinda samsżningina, og eisini hędd hennara og gjaldtķšina;
3. Tį iš ein skrivilig giršing skal umvęlast:
Hvussu, av hvųrjum og įšrenn hvųrja freist taš fyrisetta arbeišiš skal gerast.

§ 48. Skošararnir skulu ķ śrskuršinum gera av um rindanina av višgeršarkostnašinum, sum vanliga eigur at leggjast į tann, sum śrskuršurin gongur ķmóti. Veršur mįliš gjųrt av viš semju, skal hon innihalda avgerš um, hvussu kostnašurin skal rindast.

§ 49. Taš stendur til hvųnn av pųrtunum innan 3 vikur eftir, at śrskuršurin er kunngjųrdur, at leggja hann fyri landbśnašarstevnuna eins og tann viš śrskurši hjį landbśnašarstevnuni tikna avgeršin, um so er, at mįliš ikki einans fevnir um kęru um skortandi hald, uppaftur skal kunna leggjast fyri yvirlandbśnašarstevnuna. Višvķkjandi tķ, at skjóta mįlini til og višgeršina ķ landbśnašarstevnuni og yvirlandbśnašarstevnuni, veršur at halda seg eftir reglunum ķ lógini um landbśnašarstevnur.

§ 50. Tį iš taš av rętta avvaršandi til garšaskošararnar veršur kęrt um, at tann, sum eftir semju ella śrskurši sambęrt teimum undanstandandi reglunum eigur at gera eitt giršingararbeiši, ikki hevur gjųrt skyldu sķna hesum višvķkjandi, tį iš jįttaša freistin til tess er um at verša runnin, gera garšaskošararnir av uttan kęrurętt, um kęran er grundgivin. Višvķkjandi tķ, at kalla partarnar saman til hesa višgerš, hvųr iš skal fremja hana, hvussu avgeršin veršur tikin, og eisini um gjaldiš fyri hana, veršur fariš fram eftir undanstandandi forskriftum. Tykist kęran grundgivin, setir formašurin hjį garšaskošarunum ķ verk, at taš skortandi arbeišiš veršur gjųrt fyri kostnaš tess avvaršandi. Fyri at mųta, tį iš arbeišiš veršur avhendaš tķ avvaršandi parti, eigur hann gjald eftir § 44. Śtreišslurnar av hesum višgeršum rindar tann av pųrtunum, sum avgeršin hevur gingiš ķmóti.
Tęr śtreišslur, iš garšaskošararnir hava havt av at gera skortandi arbeiši og av at gera sjįlva višgeršina lidna, sbr. § 2, kunnu hesir fįa goldnar beinanvegin av avvaršandi bygdarįši eftir greiddari rokning.
Um ikki veršur goldiš, tį iš kravt veršur fyri śtreišslur, iš hava stašist av at greiša arbeišiš śr hondum, kunnu hesar krevjast inn viš panting.
Allar ašrar śtreišslur, iš standast av nżtslu av 1sta og 6ta kapitli ķ hesi lóg, eitt nś gjald fyri gjųrd arbeiši, endurgjųld ella kostnaš av at višgera mįlini o.s.fr., kunnu eisini krevjast inn viš panting.


7. kapittul.

Višgerš av mįlum um įbyrgd av hśsdżrum og revsimįlum. Nęr lógin kemur ķ gildi

§ 51. Tį iš meting sambęrt § 25 ella § 33 er kravd hjį formanninum hjį garšaskošarunum, skal hesin sum skjótast bošsenda einum av hinum skošarunum ķ ųkinum og eigaranum av tķ dżri, sum hevur gjųrt skašan, og eisini honum, sum hevur veriš fyri skaša, og sķšan at taka metingaravgeršina. Berst nųkrum skošara frį at vera viš ķ višgeršini, veršur fariš fram sum įsett ķ § 44, 2rum stykki.

§ 52.4) Revsimįl, sum verša tikin upp eftir hesi lóg, verša višgjųrd sum lųgreglumįl, men lógsųkt - uttan višvķkjandi teimum ķ § 13 og § 22 nevndu fųrum - einans, tį iš nakar, iš hevur veriš fyri órętti, bišur um taš. Sakarmįl um endurgjald eftir §§ 20, 21, 33 og 38 verša višgjųrd eftir hįttum ķ tķ borgarligu ręttargangslógini, men tann, iš hevur veriš fyri órętti, kann, tį iš alment sakarmįl veršur tikiš upp vegna avvaršandi višurskifti, krevja endurgjaldsspurningin dųmdan undir tķ almenna sakarmįlinum eftir teimum vanligu fyri innheinting av endurgjaldskravi ķ almennum revsimįli galdandi treytum.

§ 53.5) Sektir eftir hesi lóg eins vęl og śrslitiš av upptųku eftir §§ 26 og 27 ognast hjįlpikassanum ķ tķ sókn, har iš misbrotiš ella ófrišurin eru farin fram ķ.

§ 54. Viš "Haugeloven" skilst ķ hesi lóg "Lov for Fęrųerne om Haugers Styrelse og Drift m.m. af 18. Maj 1937"; viš "Grandestęvneloven" skilst "Lov for Fęrųerne om Grandestęvne m.m. af 18. Maj 1937"; viš "Loven om Landvęsenskommissioner" skilst "Lov for Fęrųerne om Landvęsenskommissioner af 31. Marts 1926".

§ 55. Henda lóg fęr gildi tann 1. juli 1938, frį somu tķš fara śr gildi "Norske Lovs 3-12-16 til 23, 6-20-4", § 9 ķ "Lov af 19. Januar 1863 om Afhęndelse af Fęstegaarden Husegaard ved Thorshavn tilhųrende Trųer", "Lov for Fęrųerne Nr. 49 af 13. februar 1922", og hvat iš annars strķšir ķmóti hesi lóg.

1) Broytt viš Ll. nr. 25 frį 31.03.1949
2) Broytt viš Ll. nr. 30 frį 17.03.1951
3) Broytt viš L. nr. 242 frį 07.06.1963
4) 2. pkt. avtikiš viš Ll. nr. 555 frį 01.11.1984 om rettens pleje, sum sett ķ gildi viš L. nr. 92 frį 23.02.1988 § 688
5) Sektin fer nś ķ rķkiskassan sbr. L. nr. 186 frį 07.06.1958