UPPLÝSINGAR UM YVIRLITIÐ
A. | Kongelig anordning |
B. | Bekendtgørelse, t.e. kunngerð frá danskari ráðharrastovu við heimild í lóg |
Fr. | Forordning |
K. | Kunngerð frá landsstýrinum, heimilað í løgtingslóg ella lóg á yvirtiknum málsøki |
L. | Lóg, samtykt av fólkatinginum; fyri 1953 av ríkisdegnum, og staðfest av drottningini |
Lb. | Lovbekendtgørelse, t.e. samanskriving av lóg við seinni útgivnum broytingarlógum, sum viðkomandi ráðharradeild hevur gjørt |
Ll. | Løgtingslóg, t.e. lóg samtykt av løgtinginum og staðfest av løgmanni |
Llk. | Løgtingslógarkunngerð, t.e. samanskriving av løgtingslóg við seinni broytingarlógum, sum landsstýrið hevur gjørt |
MB. | Bráfangis ásetanir, sum løgtingið samtykti, og amtmaðurin staðfesti undir seinna heimsbardaga, og til heimastýrið var stovnsett |
N.L. | Kong Christian den femtes norske lov frá 15.04.1687, sett í gildi við kgl. reskript frá 12.05.1688 |
Pl. | Plakat |
Ein tankastrika frammanfyri eina rættarreglu merkir, at hon hevur heimild sína í rættarregluni sum nevnd er frammanundan.
Í yvirlitinum er bert upprunarættarreglan nevnd og seinasta broytingin, sum gjørd er í henni. Broytingar harímillum eru ikki nevndar, tó eru millumbroytingar, sum eru eftir 1990 nevndar í yvirlitinum. Hvørjar millumbroytingarnar eru, sæst í slutnotunum til hvørja einstaka rættarreglu í lógbókini.
Sum høvuðsreglu er yvirlit yvir allar galdandi lógir í Føroyum pr. dagføringardagin tikið upp í yvirlitið. Traktatir eru ikki við, og heldur ikki ávís ítøkilig lóggáva ella lóggáva, sum galdandi er fyri styttri tíðarskeið. Hvat er í yvirlitinum og hvat ikki er, er nærri útgreinað í lógbók fyri Føroyar bind 1 bls. 12 pkt. A.
Rættarreglurnar, sum nevndar eru í yvirlitinum, eru allar at finna í fullum líki í lógbók fyri Føroyar bd. 1 - 4, og ískoytisbindunum A-C við tilhoyrandi registarbindi. Bøkurnar fáast til keyps í bókabúðunum fyri kr. 500,00 fyri allar bøkurnar.
Nær bøkurnar eru dagførdar til sæst á forsíðuni í einstaka bindinum. Nr. og
dato av broytingum, sum framdar eru eftir dagføringsdagin, eru at finna í yvirlitinum og
kunnu í fullum líki finnast í Kunngerðablaðnum, sum landsstýrið gevur út.
Í onkrum førum er rættarreglan sjálv, øll sum hon er, upptikin. Tilvísing er tá til
hana í yvirlitinum. Onkrar av donsku reglunum kunnu finnast á retsinformation. Nú finnast allar
lógirnar, undantikið tær nýggjastu, í lógasavni
landsstýrisins.